leygardagur 26. juli 1975síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 55 — 26. juli 1976
Olavsøkugestirnir
Eg hitti hann á Olavsøku, einaferð eg var heima
fyri fyrstu ferð í átta ár. Tað var ta hugnaligu
lotuna aftan á kappróðurin, tå tú hevur besta
høvid til at hitta fólk, ti hver fer á ólavseku og ikki
á kappróður? Veðrið var eisini av tí fagrasta, stilli
og bakandi sól.
Hann stóð í tí øgiligu mannamúgvuni, ið kom
flótandi heim úr Bakka inn í Vågsbotn. Hann stóð
og prátaði til báðar síður, vendi sær í móti
streyminum. Hverja ferð hann hittir ein, sum hann
kennir, rópar hann á viðkomandi, heilsar og býður
kanska til hús. Hann er í føroyskum klæðum,
knapparnir glitra í sólini, kotið er nývovið og
nossligt.
— Halló! Her skulu tit bara síggja! Ein útiseti
av ti góða gamla slagnum! Ein av teimum sum ikki
kundi ríva seg leysan frá teimum donsku kjet-
grýtunum! Hetta er alt sjálvandi skemt, tað er
einki at ivast í, at hann er fegin um at hitta ein
gamlan vin av asfaltinum aftur. Vit hevdu verið
rættiliga góðir vinir, hóast vit ikki lósu saman.
— Tú kemur við inn á gólvið.
— Eg veit ikki, er tað ikki til fortreð hjá tær?
— Slutur, tað skuldi bara mangla, skuldi mann
ikki boðið sínum gomlu drykkjubraðrum av
asfaltinum inn, tá teir niðurláta seg til at vitja
aftur á bøkkarnar? Hann flenti, so tað rungaði: —
Eg havi savnað mær nakrar vertskapsmenn saman
her, og nú fara vit heim til konuna og ein lítlan.
Ella hvussu er tað vorðið, er tú vorðin fráhalds-
maður? So skuldi mangt verið broytt, síðan vit
báðir plagdu at vera í lag.
— nei, nei, Eg vissaði hann um, at einki var
broytt tann vegin.
Vit gingu inn á eina sidugøtu, har vit settu
okkum inn í bilin.
— Ikki eiti á bilur, tú hevur.
— Eh, he, ja, hetta er bara fittligt apparat at
hava, einki flott soleiðis. Kostaði mær ikki meira
enn fýra, fimm.
— og tjúgu?
— Nei, halt kjaft, fjøruti.
Meðan vit aka nidan gjøgnum tann ólavseku-
skrýdda staðin, siti eg og eygleiði spenniskogv-
arnar, sum flyta seg frá spidara til kobling og
bremsu. Ørminnist okkurt um, at hann í lestrar-
tíðini mangan bannaði upp á, at tá hann kom heim,
skuldi hann vísa føroyingum, at tað bar til at liva i
landinum uttan bil. Brekkurnar hava helst verið
honum ov tungar, og er væl einki logið í ti. Um
eina løtu steðga vit framman fyri einum stórum
sethúsum; kirkjubesnið og -lit, ið falla væl til
landslagið.
— Vekur hús, sigi eg.
— Ja, hasin arkitekturin, — hann nevnir eitt
navn — er sgu ein dyktigur fýrur, tað má man
siga.
Vit koma inn, har konan stendur fyri okkum
bæði blid og týð og vísir okkum innar í stovurnar.
Stovan, eg komi inn í, er mest lík teimum gomlu
glasstovunum, eg minnist at onkur av teimum
gomlu hevði í heimbygdini. Veggirnir klæddir við
vekrum viði, mikinesum, Ingolfi og Hans Hansen,
hartil hópi av bókum við skinnbaki. Í einum horni
ein sera sjáldsom skreytgrúgva evnað til úr
føroyskum gróti. Á grúgvuni torv, sum verturin
sjálvur hevur skorið í summarfrítíðini heima í
bygdini, haðan hann er ættaður.
— Nú skal eg presentera teg fyri selskapinum.
Meg kallar hann gamlan asfaltkammerat, og tey
fáa at vita, at eg eri vælfyrikomin advokatur í
Slagelse.
— Og her hava vit ein ektaðan bónda norðan-
eftir. Sum tú sært, er hann bæði stórur og prúður,
flennir verturin. Dr. Jens Petersen, ja, hann kennir
tú jú av Kannibalinum. Og her er ein av okkara
evnagóðu ungu tingmonnum. Soleiðis heldur hann
á við at vísa mær gestirnar. Úrvalslið, tað var
eyðsæð, skipari bóndi, lækni, tingmaður, reiðari,
lærari, 0.s.v.
Vinmaður mín kemur við glasi, hevur blakað
bæði kot og knappatroyggju, og tað sæst, at hann
er vorðin rættiliga hyldligur. Tað er líkt til, at
hann gongur við eini kúlu undir ti reyða vestinum.
Hann dívir á ein knett, og ein av koyggjulúkunum
fer frá, aftanfyri er barr. Tá hann bendir seg fram-
yvir, síggi eg, at bellarnir eru um at skræða
brekurnar aftan. Hevdu tær verið úr verri
vaðmali, so høvdu tær farið. Meg minnist eitt
sindur sorgblítt hin klænvaksna ítróttarmannin úr
Klevermarken.
— Tað verður upp á føroyskan máta við sama
glasi til oll, tað mást tú finna teg i!
Vit flenna øll og fáa upp í munnin, so ofta okkum
lystir. Snapsurin er ísakaldur og gagnast væl.
Hetta er jú eitt sindur óvant fyri meg. Í Slagelse
hevur konan langt síðani vant meg av við at
drekka snaps uttan aftur við sild eina ferð um árið.
Hevdi heilt gloymt, hvussu væl ein snapsur kann
rigga í urtid.
Verturin er einastandandi. Alla tidina er hann
um okkum, býður hetta og hatta, vísir okkum for-
kunnugar føroyskar bekur, málningar, ja so
sanniliga einar tvær yrkingar, sum hann sjálvur
hevur yrkt. Einki at tosa um, sigur hann, men vit
eru oll samd um, at tær eru frálíkar. Eg gerist heilt
væl til passar av so fegnum manni. Her er endiliga
eitt menniskja, sum ikki knarrar, sum ikki ivast.
Tað er týðuligt, at gamli vinmaður mín er eitt
lukkuligt menniskja. Hann er so vælsignað nøgdur
við alt: fólkið, landið, veðrið, fiskimenninar,
konuna, húsini, bernini, politikararnar (teir eru
ikki follkomnir, men frægari, enn hann hevði
væntað, hava so ikki dripið hann í skatti). Slíkar
menn dámar mær væl. Kanska tí eg sjálvur eisini
eri rættiliga vælnøgdur við lívið, og hví skal ein
ikki hava loyvi til tað. Mær dámar lítið hesar
skriduskortarnar, sum altid klaga, tosa um kriggj
og neyð, sum um vit vanligu menniskju kunnu
gera nakað sum helst við tað.
Vit verða nú boðin innar í etingarstovuna, har
búgvið borð stendur fyri okkum. Henda stovan er
ikki minni forvitnislig og hugnalig enn hin. Hon er
bygd sum gomul roykstova við tróðuri og bitum.
Á bitunum útstappaðir fuglar av ymsum slag,
mest hesn og lundi. Eg hugsi um hesnini hjá Ketli
á sinni, men sissist, her er víst eingin vandi! Á
bróstinum grindareiðskapur, rokkur, karðar, høft
og homlubond, lærabond, fleygistong, týningar-
trog og treskitræ. Í einum horni ein gamal, men
skúraður tødleypur við familjujournalum; í hinum
ein kvern og ein haki. Ein gomul dylla á borðinum
við ísi í, i isinum ein brennivinsfløska. Annars inni
pottar og kistur og ymisk búnýtti til prýðis.
Stovan er innan úr súrgaðari eik — sera vekur!
Einastandandi hóskiligt. Uppi yvir borðinum ein
koparkola við elektriskum ljósi í.
Dúgliga verður skonkt við borðið, hartil fáa vit
øl afturvið. Hetta er annað glið enn tað, eg mátti
hjálpast við norðuri hjá skyldfólkinum. Repstoks,
hugsi eg tað æt. Her drekka vit gull og Hof.
— Hygg gamli, sovorðið kjøt fært tú ikki í
Slagelse, ei heldur í hverjum húsi her í býnum!
Hann rættir mær eitt yvirvaksið tjógv. — Hetta er
frá mínum speciella leveranderi norðanfyri og
hvørki íslendskt ella mjølføtt. Nei, hatta er av
besta feitilendi í landinum. Kjøt, skal eg siga tær,
og tá eg sigi kjøt, so meini eg kjøt, tað fært tú ikki
uttan tú ert úti um teg.
Prátið við borðið gerst alt meira lívligt og
samstundist hugnaligt, tykir mær. Mær hevur
altíð dámað so væl millum mentað fólk, kenni meg
millum hesi kátu og ónervaðu fólk.
— Rætt mær skinsasíðuna !
— Ansa tær, kanska er hon bert til prýðis, sum
hjá bøndrunum í gomlum døgum ha, ha, ha! Tað er
læknin sum skemtar. Bóndin, korkareyður, rodnar
enn meir, veit ikki rættiliga, hvussu hann skal
taka hetta men heldur tó fyri:
— Eg voyt ikki, hví tit altíð skulu leggja eftir
okkum. Viss bøndurnir ikki vóru, so var einki, tað
eru vit, sum hava verið kjarnin í fólkinum
gjøgnum tær myrku øldir, borið landsins mentan
uppi...
— Rætt hevur tú, Egon bóndi, púra rætt, skål
fyri bøndrunum!
Eg kenni meg ikki sørt hugtiknan av bóndan-
um, havi altíð havt virðing fyri tí slagnum. Í roynd
og veru er hetta fyrstu ferð, eg siti til borðs við
einum røttum bónda.
— Rætt mær lirarnar!
— Ein skarpan aftur við?
— Eg skíti á fiskimenninar! Eg skal nokk fáa
apurnar at makka rætt! Skiparin er komin í tjak
við tingmannin, báðir eru heitir, tað er skilligt,
men vertur min roynist nú sum hin føddi. Hann
lyftir báðar hendur og sigur brosandi:
— Ongan politikk, ongan politikk, góðu menn,
minnist til, tað er Olavssøka, vit skulu vera glad!
Hesum samtykkja vit øll í, tó sita rokskiparin og
ein álvarsamur, hyldligur maður framvegis og
tutla. Havi als ikki lagt merki til henda mannin
áður, hann ger so lítið um seg, helst er tað ti.
— Ein av landsins bestu monnum, teskar vetur
mín. — Eigur fleiri skip —forrestin ein góður
predikantur, leggur hann gnisandi aftrat.
- Á denn deiliga turra gás, letur læknakonan.
— Sig nátin, svarar skiparin við snikinum niður
eftir høkuni. Hann situr við einum køldum nåta í
aðrari hondini, Føroya Folks Sangbók í hini. — Og
nú fara vit at syngja!
— Oh móvir måål støørt eer títt fall ...
byrjar læknin, men eingin tekur undir við honum,
so hann bráðtagnar. Konan rodnar.
— Nei, vit skulu kveða, sigur bóndin, — tey
gomlu mergjaðu kvæðini, og hann stemmar í:
— O-eeh--he-nú eru kveldini myrk og long
og ikki eg dugi at spinna ...
— Nei, nei, skulu vit kveða, skal tað vera ordi-
ligt, latum okkum taka Flóvan, rópar lærarin.
— Skulu vit ikki heldur bíða til kvelds? heldur
verturin brosandi fyri, og vit geva honum rætt;
lærarin sær kotrini eitt sindur misnøgdur út.
Sum tað er vælgerandi at sita millum rættar
foroyingar! Líti meg í kring, men síggi nústani, at
eg eri einasta menniskja, sum ikki er í foroyskum
klæðum, og ikki er tað sørt, at eg eri eitt sindur
foyur av hesum. Royni tó at troysta meg við, at
tey munnu fara at bera yvir við mær, tí eg búgvi
uttanlendis. Ikki er nógv brúk fyri búna í Slagelse,
har er ikki so mikið sum ein grýluveitsla.
— Gev mær sildina!
— Ja, ger so væl, ekta føroysk sild, drigin frå
grunni av heimsins bestu fiskimonnum, histar
tingmaðurin.
— Tað kom fanin eingin stertur upp á land uttan
skipararnar! rópar hin ungi rokskiparin reyður í
ásjón.
— Tað er tí teir skulu hava tíggju partar, gnisar
læknin.
— Halt tú kjaft! Hvat fanin fært tú ikki fyri ein
blindtarm?? Fyri alt tað, so fáa vit bara seks
partar.
— Nú, nú, verið nú góðir. Aftur hesa ferð