Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-07-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juli 1975síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 55 — 26. juli 1975 Døgg á græsi, tám um Varða. Reynið er ein hóming bara. Men á gøtum fólk í troðkið. Okkurt kókar undir loki. Ella kannska, er tað kæti, sum ger mannatrongd um stræti. Kapp at rógva, kapp at ríða, kapp at svimja, kapp at bíða. Og í onkrum skoti innast tveir og fleir í loyndum finnast. Har er kæti, fløskan gongur, gaman prát og glaður songur. Kaffi verður selt og køka, keyp bert, tað er ólavsgka. sosialurin Á Olavsøku Og í nátt í dansihøllum loysir tú teg burt úr øllum. Gloymir bæði mið og mentan, trong er stovan, vøkur gentan. Og eitt bros, ein skelvan tekur teg um hjartad, så ert sekur. Mjúk og eym i tínum oyra ljóða orð tú helst vil hoyra — Birtist vón og ástartokki .undir gulum ennislokki. Kaffi her og fínar køkur — tú ert bæði ung og vøkur. Makan ei eg leiti eftir, royk, her eru cigarettir. Gentan roykir, og hon fær sær, situr ung og smæðin nær mær. Kvøldarvindurin er liggjur, spælir sær vid minar striggjur. Ferdast gjøgnum kåtar flokkar, kurlar gular ennislokkar. Og tey kviku — og tey spøku halda saman é6lavsøku. IV Døgg á græsi, tám um Varða — lív og kæti, hvar vit fara. Alt er ljóst og einki myrkt er, men á Kongaminni kvirt er. Rínir døgg á reyðum kinni her er gott á Kongaminni. Hvat ger okkum nåttarvøka meðan tað er ólavsgka. Og í morgin er tú burtur — eins og markarinnar urtir. Síða 7 Men í nátt er gleðin sprottin. Ven er ólavsgkunáttin. Vv Sól um Reyn og sól um Varða. Olavsøkubåtar fara. Fjallaklettur á sær brettir. Havnin liggur nipin eftir. Men ein mynd við døgg á kinni livir ljós í mínum minni. Mjúkt var fleyr á ennislokki reint og sælt sum ástartokki. Náttin — ei sum aðrar nætur. Nú er aftur kvirt um strætir. Olavsøkubåtar fara — sól á våg — og sól um Varða. Hans A. Djurhuus eydnast tað mínum frágera verti at fáa partarnar at semjast. Tað ringir við úthurðina, og um eina lotu koma nakrir ovurkátir ólavssekugestir inn. — Hey, hey, gleðiliga Olavssøku! Verturin bydur vælkomin, og eg sleppi at hitta tey nykomnu: — Hålvdan Glimrageiri, succesfullur ungur húsahávur, komandi løgmadur, vilja teir vera við, og forrestin kollegi hjá tær, gneggjar verutr mín. Vit heilsast, Glimrageiri tykir mær at vera ein sera dámligur maður. — Og her, Neanderthal, majorur. — Frelsens Hær? spyrji eg í ómetaligu fávitsku mini. Teir eru um at kódna í látri. — Nei, vælsignaður, úr Mjørkadali. — Det må De virkelig undskylde! — Op i røven med det! Nej, hvor er her skønt! — Nå, kan De lide landet? spyrji eg fegin. — Om jeg kan? Hold da helt kæft mand, det er skidegodt. Simpelthen det mest skræppeskønne sted, jeg nogensidne har set. Før lå jeg i Slagelse — dødssygt! Eg må geva honum rætt, Slagelse er ikki so stuttligt sum Havnin. } — Folk er sgu lige ved at vælte os med deres gæstfrihed, ja, men der har vi jo husets charmerende frue. Goddag, goddag, har fruen noget tilbage af den pragtfulde nåti fra i lørdagt? Tey goggandi ut i køkin. Stovan er nú á tremur av kåtum fólki. Alt er fridur og semja, hugni og samhugur. Skiparin vissar læknan um, at teir stóru í samfelagnum eiga at halda saman, teir hyggja fast í eyguni á hverjum ødrum. - Men vid eitt er fridurin i vanda: — Hva-feff-feffanin er tað, eg hoyri? Ein danskara millum rættar foroyingar! Tað er bóndin, sum ikki er heilt nøgdur við Neanderthal, major, ja, bart úr lovar at drepa hann. Verturin skundar sær at stýra bóndanum inn á skrivstovuna og veittrar einar tveir av okkum við. Her royna vit sum best at sissa henda risna mann. Brátt er lagið gott aftur, men nú vil hann sleppa inn í býin at trína hin forna dansin, sum fedrarnir trinu, kvøda tey elligomlu log. Byrjar so Hoyberatáttin, men gerst rørdur áðrenn langt um líður og tekur at syngja: Nú skal eg aftur fara út á tað breiða hav sig mær farvæl, mín kæra ... Men tá kemur skiparin brestandi inn og sigur, at skal nakar syngja sjómansvísur, so skal tað vera hann og ikki eitt bóndalók norðan úr myrkrinum. Tá spinnur eði í bóndan. Hann vil taka í hera- toppin á skiparanum, sigur seg vera ættaðan frá Ormi Bónda, Rasmusi í Haraldssundi, Grími Kamban, Christiani Fjórða og mongum eðrum reystmenni, so hann skal vísa partanínum, at enn eru knotur. Meðan vit best stríðast, kemur konan algoyst inn: — Statsministarin og ríkisumboðsmaðurin! Skunda tær, kom! Vertur mín letur nú bónda vera bónda, skræðir seg í knappatroyggjuna og tveir minuttir aftaná stendur hann brosandi í forstovuni og tekur móti teimum høgu Harrunum. — Ja, vi syntes jo nok, at vi mátte hilse pá nogle ægte færinger, for ministeren forlader os. — Det skulle bare mangle andet, kom indenfor! Soleiðis práta teir saman og skemta, meðan teir fara innar, men tá hin rísni bóndin hoyrir danskt, raknar hann við aftur og rópar, so tað hoyrist inn í stovuna: — Danskere er lorter — færinger er MÆND! og sker út úr at syngja, men tå leypa tveir mans inn og fáa hann at tiga. — Er De sikker pá, at disse mennesker er os venligt stemt? teskar forsætisráðharrin. — Statsministeren kan være ganske rolig. De er overordentlig velkultiverede og venlige som alle færinger. De er komplet ufarligt. — LOOORT . . . ENDER!!! ljóðar úr skriv- stovuni, men hesu ferð ljóðaði tað meira fjart ella kom tað kanska undan einum kodda. Teir nýggju gestirnir eru farnir til borðs. Nú er farið at skýma og tíð hjá mær er at fara. Eg fekk ikki boðið veri mínum farvæl, hann sat og lærdi forsætisráðharran at pida nåta, og slíkar menn órógvar ein treygur. Glimrageira, læknan og skiparan vildi eg heldur ikki órógva, tí teir vóru í álvarsamari samreðu, og so mikið helt eg meg hoyra, at teir vóru idealistar, men sanniliga eisini realistar. Eg sat eina letu afturat, so fór eg. Seinasta, eg sá, var, at statsministarin og bóndin sótu í góðum hýri á einum stórhvalageisla og sungu. Det var sent en kvæld pá byens gamle kro jeg sad helt alene ved et bord for to men da rejste sig en mand fra det store merke fjeld Kalle Petersen vil synge om sig selv ... Uttan fyr friggingarmyrkt, og meðan eg í góðum hýri spåki inn móti ólavsekuróminum, minnist eg á Olavsøkur fyri mongum árum síðan, tá hetta heitið hevði eitt sjáldsamt, kitlandi og líkasum fyrijáttandi innihald. ; id. Myndir: BÁRÐUR JÁKUPSSON 4