leygardagur 26. juli 1975síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
sosialurin
»Vénin um at finna svikjarar
her hjå okkum byggir å full-
komiligan ókunnleika um tað
týska ríkið og. ta stødu, eg
persónliga havi.«
Dønitz skuldi við herflota sínum
gera álop á italsku oynna
Maddalena norðan fyri Sardinia
fyri at fáa Mussolini leysan aftur
men henda ætlan varð slept, av
tí at Mussolini varð fluttur
burtur haðani
Eitt av tiltøkum Hitlers til at
beina fyri einumhvørjum møgu-
ligum svikaroyndum vóru boðini
um, at allir týskir prinsar skuldu
koyrast úr herinum. Philip
prinsur av Hessen, sum leingi
hevði starvast á høvudsmidstød
forarans, varð handtikin og
settur fastur av Gestapo. Eisini
kona hansara, Mafalda prins-
essa, sum var dóttir italska
kongin, varð handtikin og sett í
eina fangalegu.
„Operation Eiche«
Í fleiri vikur hevði eitt serstakt
mál verið vidgjørt á teimum
dagligu fundunum á hevuðs-
miðsteð forarans: Hvussu
Mussolini skuldi bjargast.
Henda ætlan gekk undir heit-
inum „Operation Eiche«, og í
teimum skrivligu frágreiðingum,
sum. eru til skjals frá hesum
fundum, verður Mussolini altid
nevndur »hin virðismikli lut-
urin«. Og hóast bæði Gøbbels og
teir flestu av generalunum
stórliga ivaðust í, hvussu virðis-
mikil tann fyrrverandi Il Duce
mundi vera fyri Týskland long-
ur, tvíhelt Hitler um, at fyrr-
verandi lagsmaður hansara
skuldi fáast leysur aftur.
Ætlan hansara var ikki einans
at hjálpa einum gomlum vin-
manni, sum honum enn dámdi,
men hann hevði eisini í hyggju
at seta Mussolini sum leiðara av
einari nyggjari fascistiskari
stjórn í nordur-Italia.
Tann 1. aug. boðaði Dønitz
admiralur Hitleri frá, at fregnar-
tænastan hjá týska herflotanum
helt Mussolini sita úti á oynni
Ventotene. Um hálvan august
ivaðust njósnararnir hjá
Himmleri ikki í, at Mussolini
varð fluttur út á eina aðra oyggj.
Maddalena, norðan fyri Sar-
dinia. Har vórðu lagdar snildar
ætlanir um at herja á oynna við
herskipum og fallskýggjaher-
monnum, men áðrenn menn
høvdu fingið umrått seg, varð
Mussolini aftur fluttur. Í vápna-
hvíldaravtaluni var ein loynilig
samtykt um, at hann skuldi
Her tingast fýra amerikanskir generalar um hernaðarligu støðuna.
George S. Patton er tann, sum veipar við ørmunum. Hinir eru Omar
Bradley, Courtney Hodges og Dwight D. Eisenhower
Nr. 55 — 26. juli 1975
Hvat skulu vit gera? Her tingast Hitler við Krauss korpsferara. Í miðjuni stendur næstimaður
Hitlers, Martin Bormann
latast teimum sameindu, men av
einari ella aðrari orsek drálaði
Badoglio sum longst við hesum,
og fyrst í septembur varð »hin
virðismikli luturin< fluttur niðan
á eitt hotell ovast uppi á fjall-
inum Gran Sasso d'Italia.
Ikki vardi leingi, fyrr enn
Týskarar fingu frænir av hesum
og sendu eitt njósnaraflogfar at
vita, hvussu líkindini vóru uppi
á hesum fjallatindi. Hildið varð,
at gjørligt mátti verið at lent við
glidiflogførum, tikið teir italsku
vaktarmenninar á hondum og
flutt Mussolini burtur við einum
Fieseler-Storch flogfari.
Otto Skorzeny
kemur upp í leikin
Nú var spurningurin, hvenn teir
skuldu fáa at standa á odda fyri
hesi hættisligu og sum summir
hildu — púra vitleysu — ferð,
men tá sprakk Hitler á føtur og
helt fyri, at hesum var einki at
ivast i, hann hevði mannin, sum
var førur fyri at gera tað, sum
eingin annar var ferur fyri og
bað teir í stundini boðsenda Otto
Skorzeny, obersti í SS. Tá Skor-
zeny kom, álegði Hitler honum
at seta hesa bjargingarætlan í
verk, og hesin eysturrikski
obersturin, sum mangan hevði
verið í lótum fyrr, legðist ikki á
boðini. Tad fyrsta, hann gjørdi,
var at handtaka ein italskan
general og taka hann við í glíði-
flogfarið hjá sær. Nakrar væl
vandar SS-menn hevði hann við
sær, og teir lendu i øllum góðum
einar hundrað metrar frá fjalla-
tindinum. Har bar hann eyga við
Mussolini, sum so vónrikur stóð
og hugdi út gjøgnum eitt vind-
eyga á aðru hædd á hotellinum.
Tá teir týsku hermenninir komu
undan, flýddu teir flestu av
teimum italsku vaktarmonnun-
um niðan í fjøllini, sum uttan um
lógu, og teir fáu, sum vórðu
verandi eftir, vórðu av Skorzeny
og Mussolini bidnir um ikki at
nýta vápnini. SS-obersturin
rópti til teirra, at teir máttu ikki
skjóta ein italskan general
hann hevði hin fangaða general-
in alla tíðina fyri sær og
monnum sínum sum skjøldur
meðan Il Duce úr vindeyga
sínum rópti, sum eitt vitni seinni
greiddi frá: >Eingin má skjóta!
Her má einki blóð flóta!< Og har
varð heldur ikki ein tann einasti
blóðsdropin útheltur
Ikki gingu nógvir minuttir, so
varð tann ovurfegni fascistiski
leiðarin, sum hevði svorið heldur
at taka seg sjálvan av døgum
enn at falla í klornar á teimum
sameindu og, sum hann seinni
skrivaði, verða sýndur fram á
Madison Square Garden í New
York, fingin inn í tað lítla
Fieseler-Storch flogfarið. Sera
hættisligt var at fáa flogfarið á
flog, ti ógvuliga grytut var alla
staðni niðan fyri hotellið, men
hetta eydnaðist til endans, og Il
Duce varð nú flogin til Rom og
haðani sama kveldið við einum
flutningsflogfari hjá týska loft-
vápninum til Wien.
Týsku herliðini
grava seg niður
Hetta heystið í 1943 kundi
Hitler sostatt við fullum rætti
halda fram, at hann hevði bast
timum grovastu hóttanunum
móti triðja ríkinum. Fall Musso-
linis og tað, at Badoglio og
stjórn hansara hevði givið seg
yvir treytaleyst, kundi lættliga,
s6leidis sum Hitler og generalar
hansara høvdu óttast, hava ført
tað við sær, at suðurmark
Týsklands kom at liggja opið
fyri einum beinleiðis sameind-
um álopi og at leiðin — um
nordur-Italia — tá fór at verða
opin til Balkanlondini, haðani
lagamanni var at hirða beint í
ryggin á teimum týsku her-
unum, sum bardust fyri livinum
í suður-Russlandi. Tað at Il
Duce so lætliga varð settur frá
valdinum í Rom, var eitt hervi-
ligt bakkast fyri umdømi førar-
ans bædi heima og i utlondum,
men kortini hevdi Hitler vid
einum djørvum kvetti givid
Mussolini valdid aftur, og i
staðin fyri at noyðast at sleppa
divisjónunum hjá Kesselring
upp á fjall, soleiðis sum Hitler
av fyrstan tíð hevði væntað, sá
hann: nú vælnegdur herdeild-
irnar hjá honum grava seg niður
sunnan fyri Rom, har tær uttan
stórvegis trupulleikar megnaðu
at steðga framtøkuni hjá teim-
um bretsk-amerikansku herun-
um, so hesir ikki fingu tikið seg
norður eftir italsku hálvoynni.
Jú, ikki bar til at nokta fyri, at
staðan hjá Hitleri var munandi
batnað sunnanfyri av hansara
snarræði og dugnaskapinum hjá
hansara hermonnum.
Men alla aðra staðni tók nú
støda hansara at vikna alt meira
og meira.
15 bátsmanningar
fleiri enn í fjør
44 bátsmanningar luttaka í kapp-
róðrinum Olavsøkuaftan
50 ár
Í ár eru 50 ár liðin, síðan Vest-
menningar á fyrsta sinni luttók í
kappróðri á Olavsøku. Í sam-
band við hetta hevur Arne á
Rógvi, sum í mong ár var róð-
ursmaður á Vestmenninginum,
latið ein steyp til dreingjaróð-
urin.
Seks róðrar
Róðrarnir vera seks í tali. Tvey
gomul seksmannafør, Broddur
og Smyril. Atta fimmmannafør,
við gentum, Sílið, Tjaldrið,
Royndin Fríða, Tjaldrið Gamla,
Svanurin, Fipan Fagra, Firvald-
ur og Havfrúgvin j
Tvey nyggj
seksmannafør, Hósvíkingur og
Kolfirðingur. Télv fimmmanna-
for við dreingjum, Havfrúgvin
Gamla, Fipan Fagra, Havfrúgv-
in, Royndin Fríða, Fipan Fagra
Gamla, Junkarin, Dúgvan,
Tjaldrið, Sílið, Firvaldur,
Tjaldrið Gamla og Svanurin.
Tiggju áttamannafor: Gøtu
Tréndur, Leirvikingur, Sanda-
vågsbåturin, Toftabåturin,
Oyndri, Sørvingur, Kviviking-
ur, Ørvur, Miðvingur og Vika-
båturin.
Niggju tiggjumannafør: Tivil,
Skålabåturin, Vågbingur,
Havnarbåturin, Vestmenningur,
Eysturoyingur, Suðuroyingur,
Sumbingur og Klaksvikingur.
Framhald å sidu 14