Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-08-23, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. august 1975síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Skúlaskapurin má byggjast út, sigur landsstýrið frælsi javnaður brødralag Nr. 56 — Leygardagin 23. august 1975 — 48. årgangur — Leysasøla 1,50 kr. Gåsafrælsi — Ein annan dag varð sagt í sama teigi, at blað- stjórin á SOSIALINUM er maður við ongum evn- um, at hann um somu tið er bæði barnsligur og óhugnaligur o.s.fr. Og sama dag verður skrivað um. »mammubeiggjapoli- tikk« og um, at bert javn- aðarmannabjór verður drukkið um borð á Smyrli. Í sama lesarabrævi verður skrivað um gásafrælsi, og sjálvandi verður almenni stuðulin til politiska upp- lýsin ikki gloymdur. Oddagrein, síða 2 Alment og privat Í panelgrein blaðsins í dag skrivar Steinbjóorn B. Jacobsen um alment og privat: — Heldur ikki kann tað vera rætt, at ein maður bara fyri at fáa umboð fyri eitt ella annað nýtist einki annað at gera uttan at liva av pro- sentpørtum av hesari um- boðan. Ja, ikki bara hann, men eisini eftirkomarar hansen Sida 4 Fimm mánaða húsarhalds- skeið Nýtt húsarhaldsskeið byrj- aði í Klaksvík mánadagin. Hetta skeiðið varir í fýra mánaðir. Ida Suhr, fyri- stødukvinna, sigur, at miðað verður ímóti at halda skeið upp á fimm mánaðir. Síða 3 Landbúnaðarskúli í Kollafirði? Landsstýrið arbeiðir við ætlanum um at loysa skúlamálið í sambandi við Royndarstødina, sum skal flytast norður á Heyggj í Kollafirði. — Serliga á landbúnaðargkinum er um- ráðandi, at føroyingar fáa útbúgving heima hjá sær sjálvum, sigur D. P. Danielsen, lands- stýrismaður. Tummas Pauli Vestergaard kundi Tummas Pauli Vestergaard hevdi alla tidina, meðan hann var yvir- lækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi á Tvøroyri, samarbeidstrupulleik- ar vid sjúkrahússtýrið, sjúka- húslæknan, teir vitjandi røntgenlæknarnar á landsfjúkra- húsinum, kommunulæknan, landslæknan og politiið. Síða 6 Hetta var grundin fyri, at Leif Groth, ríkisumboðsmaður, sum er formaður í ellum trimum sjúkahússtýrunum, tók ta stødu, at starvið sum yvirlækni á Suð- uroyar Sjúkrahúsi eigur at standa ósett eina tíð enn. Ein umsókn var komin til starvið, tá umsóknarfreistin var úti, og hon Óli í Áarstovu stevndur Tað tykist sum tilfar undir einum skemtiteigi nú skal takast fyri álvara. Tað hevur ið hvussu er Oli í Aarstovu ásannað. Hann er nú stevnd- ur. Fyrr í vikuni fekk SOSI- ALURIN stevning frá Trygva Samuelsen, sakfer- ara, fyri Sofus Sivertsen í sambandi við hesi orðini undir Óla í Åarstovu fyri nøkrum mánaðum síðani: Indira Ghandi er domd. Hvat nú, um Sofus Sivertsen búði í India? Trygve Samuelsen sendi beint eftir, at hetta varð skrivað í blaðnum, SOSIALINUM bræv við uppskoti um avsannan og segði, at um hetta ikki varð gjørt í nasta nummari, varð blaðið stevnt. SOSÍALURIN vildi ikki prenta avsannina, og Trygve Samuelsen hevur nú stevnt ábyrgdarblaðstjóra blaðsins Vilhelm Johannesen. Málið kemur fyri í Feroya Rætti 16. september kl. 10 fyrrapartin. Útlendingur hótti við at myrða Anker Jørgensen var frå Tummas Paula Vester- gaard. Ein meiriluti i sjúkahús- styrinum i Suduroy samtykti ikki at seta Tummas Paula Vestergaard, men at lysa yvir- læknastarvid leyst aftur seinni. Meldadur til politiið Leif Groth upplysti i einum svari til ein fyrispurning frå Kjartan Mohr i løgtinginum vidvikjandi læknavidurskiftunum i Suduroy, at Tummas Pauli Vestergaard i starvstíð sinari sum yvirlækni vid makt beindi Sonnu Dahl Niclasen, yvirlækna, út úr sjúkahúsinum á Tveroyri, og at hann bardist við Signar Dam lækna, sum boðaði politinum frá hendingini. Haraftrat noktaði hann fyri at taka blóðroyndir og at gera líkskoðanir, sum ein starvandi kommunulækni hevur skyldu til at gera. Eisini noktaði Síða 5 ikki samarbeiða hann fyri at gera eftir fleiri boðum frá stýrinum um at loyva røntgenlæknanum á landssjúka- húsinum til at gera kanningar. Eg meti tað at vera skeivt, sum viðurskiftini eru nú, at seta ein tilikan mann vid so ringum samarbeidsmøguleikum aftur i yvirlæknastarv. Tad fer bert at forda fyri einari varandi loysn av teimum trupulleikum, sum hava tikið seg upp á Suðuroyar sjúkrahúsi, segði rikisumbods- maðurin í svari sínum Segði sjálvur upp Tummas Pauli Vestergaard segði sjálvur yvirlæknastarv sítt upp. Sum grund fyri hesum í um- sóknini segði hann, at viður- skiftini á Suðuroyar sjúkrahúsi at arbeiða undir vóru so ólík teimum, sum hann fyrr hevði arbeitt undir Kirkjuvígsla Vesturkirkjan í Havn verður vigd í morgin. Eivind Vilhelm, varabispur, skal víga nýggju kirkjuna undir hjåveru av m.ø. Ingrid drotning og Jorgen Peder Hansen, kirkjumálaráðharra, sum komu til Feroya seinna- Tað eru seks ár síðani, Vestur- kirkjan fór í gerð. Í 1969 varð grundarsteinurin lagdur av Frid- rikki kongi, og hann gav sam- stundis stóra peningagávu til í morgin byggingina. Rættiliga tíðliga tóku trupulleikar seg upp undir byggingini av kirkjuni. Serliga gjørdi hetta seg galdandi, tå hon varð takt. Nógvar burturlutingar og inn- savningar hava verið gjerdar til frama fyri Vesturkirkjuna, og tær hava givið væl av sær. Nýggja kirkjan hevur góð 600 sitipláss og kostar 7 milj. kr., nú hon er liðug.