leygardagur 23. august 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
SpSÍalurin telf. 11820, box 76, 3800 Tórsharn
tg
vevari: Føroya Javnadarflokkur
æ
>.tjórn: Vilnelm Johannesen (ábyrgd), tell
Johnsigurd Johånnesen, telf. 13?
vr OP
te-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar
Gásafrælsi
TAÐ TYKIST NÚ, sum at Dimmalætting
hevur valt rættiliga at vera tann kesturin, ið
tekur ímóti gori, galli og allari óhumsku.
HULDUMANNALIÐIÐ í lesarateigi Dimma-
lættingar leikar í sum ongatíð áður. Í Dimma-
lætting fyri týsdagin var eitt av hesum, har tað
almenna verður skuldsett fyri at hava hungrað
eini 200 fólk umborð á Smyrli á veg úr Bergen
til Føroya.
EIN ANNAN DAG varð sagt í sama teigi, at
blaðstjórin á SOSIALINUM er maður við
ongum evnum, at hann um somu tid er bæði
barnsligur og óhugnaligur o. s. fr. Og sama dag
verður skrivað um »mammubeiggjapolitikk«
og um, at bert javnaðarmanna-bjór verður
drukkið umborð á Smyrli. Í sama lesarabrævi
verður skrivað um gásafrælsi, og sjálvandi
verður almenni stuðulin til politiska upplýsing
ikki gloymdur.
EVNALOYSI blaðstjórans og alt hitt úr somu
skuffu skulu vit lata fara, tá vit halda okkum
vera ov góðar til at fara niður á tann plánin,
men kortini skulu vit steðga eitt sindur við
spurningin um stuðul til politiska upplýsing.
TAÐ ER ONKI dulsmál, at Dimmalætting
hevur sterri upplag enn øll hini føroysku blødini
tilsamans, og at hon frá gamlari tíð hevur
vunnið sær eitt rættiliga gott stødi. Hon hevur
mong privilegiir, sum onki av hinum blød-
unum hevur, eitt nú tað, at hon eisini virkar
sum alment lýsingarblað. Hetta ger sítt til, at
blaðútgávan ber seg og eisini er møguleikin fyri
at røkka út til flest møguligar lesarar størstur
í Dimmalætting.
MEN SPURNINGURIN er so, um ein og hver
í ollum forum sleppur at gera nýtslu av hesum
møguleika, og svarið er nei. Tað eru nú sløk
tvey ár síðani, at vit hevdu folkaatkvøduna um
rúsdrekkamálið, og í ti sambandinum var nógv
orðaskifti og eisini nógv blaðskriving. Men í
Dimmalætting var knívskorið. Har fekk ongin
innivist uttan tey, ið júst høvdu somu áskoðan,
sum blaðstjórin á Dimmalætting. Og millum
teirra, sum ikki fingu innivist í Dimmalætting
ta ferðina, vóru Atli Dam, løgmadur, og lands-
stýrismenninir Jákup Lindenskov og Eli
Nolsøe.
HETTA MAN vera tað, ið nevnt verður gåsa-
frælsi. Og slík hending hevur sjálvandi í
rættuliga stóran mun elvt til at hækka almenna
stuðulin til politiska upplýsing, soleiðis at
skrivifrælsi eisini framyvir verður tryggjað
ollum, eisini um blaðstjóri Dimmalættingar
avtekur gásafrælsi.
sosialurin
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin verður dekna-
gudstænasta í Havnar kirkju.
Kl. 11 verður Vesturkirkjan
vigd undir hjáveru av Ingrid
drotning. Kl. 18 prædikar
Axel Tórgarð í Vesturkirkj-
uni.
Konfirmatións-
fyrireiking
Heystkonfirmatiónin í Suður-
oyar sunnara prestagjaldi
verður í Vágs kirkju sunnu-
dagin 12. oktober. Konfirma-
tiónsfyrireikingin byrjar í
Vágs skúla týsdagin 26.
august kl. 13.
Sunnudagsskúlin
byrjar
Sunnudagsskúlin í Missións-
húsinum við Landavegin
byrjar aftur sunnudagin kl.
14.
Evangeliihúsið
Sunnudagsskúlin byrjar aftur
sunnudagin kl. 14. Telefon-
andaktin á telf. 12266.
Brúdleyp
I dag giftast í Klaksvík
Ingrið Hansen, ættað úr
Klaksvík, og Suni Dalsgaard,
ættaður úr Havn.
Fríggjadagin giftust í
Havn Durita Rasmussen, úr
Havn, og Bergur P. Dam, av
Tveroyri.
Ríðingaveitsla
Føroya Ridingafelag skipar
fyri veitslu 31. august i B36-
husinum. Matur og annad
fæst, og Regin og Trúgvi
spæla. Selan av atgongu-
merkjum byrjar í handlinum
Tórshamar mánadagin 25.
august.
Vaksinera aftur
Tuberklastødin er byrjað aft-
ur at vaksinera.
Nr. 56 — 23. august 1975
Heldur uppat
Jógvan Hans Joensen í Mið-
vågi gevst nú sum bilførari. Í
hesum sambandi selir hann
tveir International Harvester
bilar, ein Bedford J. 6 lastbil,
ein Mercedes buss til 21 ferð-
andi, ein Austin buss til 32
ferðandi og ein Rambler
Rekel persónbil. Telf. 439.
Kristus er svarið
Fundarrødin Kristus er svarið
heldur fram í Vestmanna
skúla í dag. Kl. 9.30 sangur
og lovprisan, og kl. 16 og 20
fundir i auluni. Sunnudagin
kl. 9 sangur og lovprisan, og
kl. 15.30 og kl. 19 fundir i
aulini. Tey, id ikki vita sær
innivist, kunnu ringja til telf.
24 .ella 239. Luttøka er av
kor- og duett-sangi.
22 tóku prógv
Í fjør tóku 22 næmingar
prógv í maskinskriving á
Sankta Frants skúla í Havn.
Nýtt skeið byrjar aftur 1.
september og endar 1. apríl
næsta ár.
KOYRING UTTANLANDA
Teir bileigarar, sum ætla sær uttanlanda við egnum bili, verða
mintir á, at ferðslulógirnar í flestu londum sunnanfyri krevja stórri
åbyrgdarendurgjøld enn tann føroyska ferðslulógin ásetur.
Tí er neyðugt at tekna eina eyka ábyrgdartrygging sum kostar:
Í
Í
1 mánað Kr. 152,00
2 mánaðar Kr. 224,00
Tað grøna kortið er nú bert neyðugt í fáum londum og fæst ókeypis
tá omanfyri nevnda eykatrygging er teknað.
Heitt verður á allar bileigarar um í góðari tíð at tekna hesar neyðugu
eykatryggingar.
TRYGGINGARSAMBANDIÐ FØROYAR