leygardagur 23. august 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
RES
—
Nr. 56 — 23. august 1975
— Skúlaskapurin
má byggjast út
— Alt annað kann ikki leggjast stilt, um ein
partur av vinnuni er í tyngd, sigur Finnbogi
Isaksen.
Kjartan Mohr: — Vit hava ikki tíð til slíkar
bagatellir nú!
Fyri tað um ein partur av
vinnuni er í tyngd, so kann alt
annað ikki detta niðurfyri.
Annars helt samfelagshjólið
heilt uppat at mala. Og eru tað
summir tingmenn, sum eru av
hesari áskoðan, so fara teir
skeivir.
Hetta segði landsstýrismaður-
in í skúlamálum, Finnbogi
Isaksen, í einari viðmerking
undir orðaskiftinum á tingi um
almennan stuðul til húsarhalds-
skúlar. Hann segði, at er tað
nakað, sum tervur er á, so er tað
útbygging av foroyska skúla-
skapinum.
Orðaskiftið varð merkt av
støduni, sum fiskivinnan er í
í løtuni, og tað varð spurt, um
eitt mál sum almennur stuðul til
húsarhaldsskúlar ikki kann biða
fyribils, til viðurskiftini hjá
fiskivinnuni eru komin í eina
aðra legu.
Tað varð upplýst, at grundin
fyri, at hetta málið longu var
komið á tingborð, var tann, at
figgjarlógin skal leggjast fram í
desember, og at landsstýrið nú
ynskir stødutakan til, um pen-
ingur skal setast á figgjarlógar-
uppskotið um studningur til
húsarhaldsskúlar. Tað varð ført
fram, at verður hetta uppskotið
samtykt, so fæst eitt grundarlag
at byggja á.
Landsstýrið hevur skotið upp,
at til keyp av húsum og til
bygging ella umbygging av
húsum til husarhaldsskular
kunnu veitast 50 pst. rentu- og
avdråttarfri lån úr landskassan-
um og 25 pst. frå vidkomandi
kommunu. Til keyp av innbúgvi
og skúlaamboðum verður úr
landskassanum veittur 50 pst.
studningur og til rakstur 70 pst.
Framhald á síðu 8
Miðað verður ímóti
at halda skeið
upp á fimm mánaðar
— segði Ida Suhr, fyristoðu
kvinna, tá húsarhaldsskeiðið
byrjaði mánadagin
Sum greitt er frá aðrastaðir í
blaðnum í dag, var spurningurin
um húshaldsskúlar til umreðu á
tingi í farnu viku, og seinasta
mánadag byrjaði triðja húsar-
haldsskeiðið í húsum Klaksvíkar
Husmødrafelags.
I stuttari samrødu við blaðið,
PD 1
72
sum stakk inn á gólvið á skúl-
anum hendan dagin, segði Ida
Suhr, fyristødukvinna, at áhug-
in fyri hesum skeiðum hevur
verið rættuliga stórur. Hon
nevndi, at tey tvey undanfarnu
skeiðini, eins og hetta, hava
Framhald á síðu 4
Fyristeðukvinnan saman við teimum 12 næmingunum, sum byrjaðu á húshaldsskúlanum mánadagin
Myndin er vend
Demmus Hentze, landsstýr-
ismaður, upplýsti undir um-
reðuni av uppskoti
landsstýrisins um veðhald
fyri lánum til fiskiskip og
fiskavirki, at tað eftir hesari
hon fekk gildi í
1970 hava verið veitt tilsam-
ans 1,5 milj. kr. í veðhaldi til
12 skip, men at myndin nú er
vend. Lógin hevur á hverjum
ári verið endurnýggjað, og 3
milj. kr. eru avsettar til enda-
málið. Landsstýrið hevur nú
skotið upp at hækka upp-
hæddina til 5 milj. kr. Undir
ordaskiftinum førdu summir
lóg síðani
tingmenn fram, at hetta var
ov lítil upphædd at standa
imoti við í hesum tíðum, men
Demmus Hentze metti, at tað
er rættast ikki at fara upp um
5 milj. kr. fyribils. Hann
segði, at tað serliga eru
idnadarskipini, sum fyri fáum
mánaðum síðani fingu væl
burturúr, sum nú eru rakt av
kreppuni, og sum henda lógin
fer at umfata. Demmus
Hentze metti eisini, at tað nú
í sterri mun enn framman-
undan má kannast eftir, um
raksturin kann bera seg, tá
hesi veðhaldini skulu veitast.
Ikki nøgdir
við lógina
Felagið Idnadarskip er íkki
nogt við innihaldið í upp-
skotinum frá landsstýrinum
um studning til veiðu av idn-
aðarfiski og hevur mælt til at
gera broytingar í lógini.
Í skrivi til tingið hevur
Idnadarskip gjørt vart við, at
um orðið b-fiskur framvegis
skal verða nýtt, so skal
studningurin ikki byrja at
falla fyrr enn prisurin er
komin upp á 22 oyru. Studn-
ingurin eigur ikki at galda,
fyrr enn virkini kunnu lata 20
oyru kilo. Eftir núgaldandi
lóg verður fiskurin aftan á 15.
oktober til b-fisk, og fellur
sostatt í prisi, um virkini ikki
til ta tið hava hækkað av-
reiðingarprísin. Um prísurin í
vetrarmánaðunum ikki verð-
ur hildin uppi á í minsta lagi
30 oyru kilo, er eingin vón
fyri idnadarbåtunum ta ársins
tíðina av tí at fiskidagarnir
verða so fáir, at ikki kann
væntast meiri enn í mesta
lagi tveir túrar um mánaðin,
sigur felagið.
Um spurningin, at studn-
ingurin til landingar uttan
lands skal falla burtur, sigur
felagið, at hetta er meinings-
leyst.
— Vit hava spurt nógvar
fiskimenn, sum hava landað
uttanlands, og siga teir seg
ikki at hava mett nøkrum ill-
vilja frá fiskimonnum har.
Frá skiparum hava vit fingið
at vita, at teir frá fiskakeyp-
arym hava fingið áheitan um
at koma aftur at landa av tí at
tann idnadarfiskur, sum kom
frá feroyskum skipum, var
serliga væl hagreiddur, sigur
Síða 3
tingnýtt
felagið Idnaðarskip, sum
mælir til, at studningurin til
ujttanlands skal
landingar
standa við.
Nýggjur maður
á tingi
Meðan Jákup Frederik Øre-
gaard, sum er valdur á javn-
aðarlistanum í Eysturoy, er
burturstaddur, hevur næsti-
hansara, Óla J
varaskúlastjóri í
Fuglafirði, tikið sæti á tingi
Øregaard, sum kemur aftur
um mánaðarskiftið, er stadd-
ur í Grønlandi.
maður
Jacobsen,
Kjartan
fekk stutt svar
Kjartan Mohr úr framburðs-
flokkinum fekk stutt svar
upp á fyrispurning sín við-
vikjandi formansvalinum í
útvarpsnevndini Hann
spurdi, um Olavur Michelsen
formaður í
var tilnevndur
nevndini, og løgmadur svar-
aði greitt, at formaðurin í út-
varpsnevndini er valdur
Almennur parta-
peningur og veðhald
í Harenga
Landsstýrið hevur skotið
upp, at tað fær heimild at
seta upp til 150.000 kr. í
partapeningi í pf. Harenga í
Getu, og at veðhalda fyri láni
700.000 kr. Skotið
treytin fyri
verður, at
upp í
verður upp, at
tílikum veðhaldi
lánið verður tryggjað við
panti innan fyri 90 pst. av
virði virkisins eftir meting.
Atli Dam, legmaður, upp-
lýsti undir framløguni, at
hóast Harenga hevði mun-
andi hall av sildasøluni sein-
asta hetst og vår, so er
kortini utlit til, at vidurskift-
ini fara at batna, ti at sild
verður eins lík vera, sum
vegna minkandi veiði fer at
hækka í prisi. Búskaparráðið
hevur mett, at virkið fram-
yvir kann koma at standa
seg, serliga ti tað undanfarnu
ár hevur havt yvirskot, sum
hevur verið nýtt til útbyggj-
an. Birkið er mett til at hava
eitt virði av 4 mill. kr., nú tað
er fult segði log-
maður undir framløguni m. a.
útbygt,