leygardagur 23. august 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
filmir ið koma
Ein er ein ov lítið
FN for lidt
(ONE IS A LONELY NUMBER)
METROCOLOR
Tann 27 ára gamla Amy
Brower dugir ikki at skilja, at
maður hennara ein dagin ger
av at rýma frá henni. Og enn
minni dugir hon at fata orð
hansara um, at hann aldri
kemur aftur til hennara.
Vinkonan hjá Amy,
Madge, sum er idin handils-
kvinna, hevur adra åskodan å
vidurskiftini og greidir henni
frå, at madur hennara er einki
at rokna vid meiri. Amy
kemur i samband vid for-
mannin i felagnum fyri frå-
skildar kvinnur, Gert, sum
skipar fyri, at hon fær ein
sakførara til at upploysa
hjunarbandid. Eisini mælir
hon henni til at finna sær ein
elskara. Men hesum rådunum
leggur Amy einki i at gera
eftir. Henni leingist inniliga
eftir manni sinum og dugir
ikki at hugsa sær, at hon
nakrantid fer at elska ein
annan enn hann.
Tó ger hon eftir ráðunum
frá Gert um at finna sær eitt
annað arbeiði. Arbeiðsávis-
ingin gevur henni eitt tilboð
um eitt arbeiði sum lív-
bjargari, tí hon er so vekur.
Tað sigur ið hvussu er skriv-
stovumaðurin á baðistovnin-
um, og Amy tekur av. Seinni
fær hon vitjan av ti unga
skrivstovumanninum. Hetta
hendir aftan á afturlatingar-
tid, og tað er bert av tilvild,
at hon sleppur frá honum.
Í meðan hevur Madge
boðið Amy í eina veitslu.
Madge letur gestirnar vita, at
madur Amy er rymdur frå
henni, og allir mannfólka-
gestirnir verða ti serliga hug-
tiknir av henni. Og hon fer
aftan á veitsluna við einum
teirra, Howard, sum er ein
fyrikomandi maður seinast í
triatiårunum
Á veg úr arbeiði ein dagin
ger Amy eitt legg inn til tann
gamla og hugnaliga grøn-
metishandilsmannin, Provo,
sum hevur skilt, at hon er
broytt so nógv í seinastuni.
Og ein dagin sigur hon
honum alt, sum henni hevur
verið fyri. Hann roynir at
troysta hana. Ti, sum hann
sigur, at hann kennir alt ov
væl til einsemi.
Sakarmálið gongur sína
gongd, men Amy vil ikki gera
eftir ráðunum frá sakfør-
aranum. Hon sigur, at ein-
asta ynski hennara er at fáa
mannin aftur til sín. Men tá
hon umsidir frættir, at hann
longu kendi eina adra, ådrenn
hann rymdi frå henni, dugir
hon betur at skilja, at hann
ongantið kemur aftur til
hennara. Howard hevur ikki
mist áhugan fyri henni og ger
av at vitja hana aftur.
Tað rennur saman millum
teirra, og Amy heldur seg
endiliga at hava funnið
eydnuna, síðani maðurin fór
frá henni.
Tá hon eitt kveldið spyr
Howard, um hon eisini er
tann gentan, sum hann kundi
hugsað sær at gift seg við,
svarar hann, hon er tann
gentan, sum hann longu er
giftur við.
Enn einaferð kennir Amy
svidan av kærleiksstriðnum.
Hovuðsleiklutirnar í filmin-
um hava Trish van Devere,
Monte Markham, Janet
Leigh, Melvyn Douglas og
Jane Elliot
Alment og privat
Fyri trimum vikum síðan hevði
Hans Jákup Debes eina frálíka
grein í 14. September undir
hesum heiti, og 3. mai skrivaði
eg nøkur orð í 14. September
undir sama heiti.
Sum stødan í okkara samfelag
er í dag, er tað almenna og tað
privata so samantvinnað, at tað
kann líknast saman við ein
floktan linustamp, sum er tor-
førur at greiða. Men hann må
greidast, skal ikki alt stødga upp
ella enda i einum hurlivasa.
Tað er ógvuliga neyðugt just
nú, at tverleikarnir, sum eru í
samfelagi okkara, verða funnir
og at skrivað verður um teir.
Hetta arbeiðið er byrjað, men
tað eru nógvir, sum royna at
avspora hetta upplýsingararb-
eiði við teimum gomlu ræðu-
myndunum við at alt, sum er
alment, er av tí illa, meðan alt,
sum er á privatum hondum, er
av tí góða. Ella rættari: Hin
sterki — sum framman undan er
væl fyri — skal liva og láta, sum
honum lystir.
Her skal ikki endurtakast tað,
sum fyri stuttum er skrivað um
alment og privat, men bert
takast eitt oki, sum er á privat-
um hondum, har nýskipan er
harðliga tiltrongd.
Heilsølur og umboð.
Tað er soleiðis í dag, at allar
heilsølur og øll umboð eru á
privatum hondum. Ein kann
gerast umboðsmaður fyri hvat
tað skal vera. (Ella rættari:
undirumboðsmaður fyri ein
danskan umboðsmann).
Tað er bráðneyðugt við einari
lóggávu, sum kann verja brúk-
aran móti øllum hesum umboðs-
monnum. Á heimsmarknaðinum
er hópur av tólum av ymsum
merkjum, og ein og hver kann
gerast umboð fyri hesi tól.
Flest oll hava kent sviðan av,
at hava keypt eitt tól í góðum
treysti. Men tá ið tey skulu um-
vælast ella eykalutir skulu
keypast til tað, vóru eingir. Og
so mátti hetta dýra tól ofta fara
fyri bakka.
Heldur ikki kann tað vera
rætt, at ein maður bara fyri at
umboð fyri eitt ella annað nýtist
Steinbjørn B. Jaco
háskúlastjóri
einki annað gera uttan at liva av
prosentpertum av hesari um-
boðan. Ja, ikki bara hann, men
eisini eftirkomarar hansara.
Fyrr var tað mest soleiðis, at
um ein maður hevði heilselu ella
umboð, hevði hann oftast eina
stóra goymslu.
Men so er ikki longur.
Nú eru fáar goymslur í Fer-
oyum, og flestum heilsølumonn-
um nýtist hetta ikki, tí verurnar
verða beinleiðis umbidnar.
Teir, sum altíð klikkja niður á
tað, sum tað almenna hevur í
hondum, eiga eisini at hugsa um
hetta, tí tað er ikki alt gull, ið
glitrar, sum er á privatum hond-
um.
Sitandi landsstýrið hevur í
samgonguskjalinum, at ein
landsbanki eigur at verða settur
á stovn.
Har kundu vit byrjað.
Til domis er tað púra óneyðugt
við ollum teimum bilmerkjum,
sum seld verða í Feroyum.
Framhald frá síðu 3
verið yvirteknað. Orsakað av
plásstroti, tekur skúlin ikki fleiri
enn 12 næmingar á hvert
skeiðið, men til heystar verður
farið undir ta útbygging av
húsum Klaksvíkar Húsmeðra-
felags, sum áður er umredd her í
blaðnum.
Anorakkar
Fyrsta húshaldsskeiðið vardi í
tveir mánaðar, tað annað í
triggjar og hetta skeiðið, ið sum
nevnt er tað triðja, verður upp á
fýra mánaðar. Ida Suhr legði
dent á, at miðað verður imóti at
halda skeið upp á fimm mánað-
ar, sum er tað vanliga fyri slíkar
skúlar aðrastaðir.
Regnklæðir
Til børn og vaksin
Sjóklædnavirkið
Polyester/cotton og lakknylon
Sjóklædnavirkið
tlf. 55040
Nr. 56 — 23. august 1975
Hevdu vit 5 merki, var tað nóg
mikið.
Tí hesi nógvu ymisku merkini
bara orkymla fólk, og tað er tor-
fort at fáa eykalutir.
Tað, sum kann gerast beinan-
vegin, og uttan at tað kostar
nakað fyri tað almenna, er at fáa
eina nýggja lóggávu fyri heil-
selur og umboð í Føroyum.
Fyri tað almenna kostar tað
einki, men fyri foroyingin hevði
henda lóggáva kunnað spart ov-
mikið!
Tingmenn kunnu eykkaleysir
fylgja hesum uppskoti, sum
tænir fleiri og 90% av veljar-
unum.
Teir missa onga atkvødu av ti,
men vísa hverjum teir tæna,
fólkinum ella teimum fáu.
Steinbjern B. Jacobsen
Aftur í móti V|
er alt annað
„tað bera vatn«.