leygardagur 23. august 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——""
Nr. 56 — 23. august 1975
ad
sosialurin
Sida 5
ANKER JØRGENSEN
HOTTUR VID MORDI
Politiið er nú á varðhaldi
í húsum hansara
Trygdartiltok vórðu straks sett í
verk aftan á morðhóttanina
ímóti danska forsætisráðharr-
anum, Anker Jørgensen, beint
áðrenn hann skuldi fara til
Portugals at vitja herfyri.
Ein maður ringdi dagin fyri
vitjanina til javnaðarblaðið
AKTUELT, har hann greiddi
frá, at familjan hjá danska for-
sætisráðharranum fór at koma í
vanda, um Anker Jørgensen
gjørdi av at fara til Portugals at
vitja. Maðurin segði ikki, hver
hann var, men starvsfólkini á
AKTUELT gittu, at tað var ein
útlendingur, sum dugdi hampu-
liga væl at tosa danskt.
Hevur konu og børn
— Anker Jørgensen eigur ikki at
fara til Portugals. Hann hevur
ju bædi konu og børn, segdi tann
fremmandi í telefonini, og áðrenn
tad var gjørligt at seta honum
spurningar, legði hann hornið á.
Anker Jergensen sigur, at
hann viðhvert er hóttur, og at
slíkt sjálvsagt fær familjuna at
kenna seg illa. Hóast hesa
hóttanina gjøgnum telefon fór
forsætisráðharrin á vitjan í
Portugal, og politiið hevur
síðani verið á varðhaldi í
húsunum hjá ráðharrahjúnun-
um.
Ternan setti nýtt met
Næstseinasta sunnudag setti
strandfaraskipið Ternan nýtt
met. Hendan dagin vórðu 213
bilar og 1.000 ferðafólk flutt
millum Klaksvík og Lorvik.
Stersta tal av bilum, Ternan
áður hevur flutt eftir einum
degi, er 160.
Eitt ár er nú liðið síðani
ferjulegurnar í Lorvík og
Klaksvík vórðu tiknar í
nýtslu, og síðani Ternan varð
umbygd. Hetta fyrsta árið
hevur skipið flutt 15.300 bilar
og 77.000 ferðafólk. Árið fyri
vóru tølini 5.500 bilar og
45.000 ferðafólk.
Føroyar luttaka
í norðurlendskari
borðtenniskapping
ÍSF hevur eisini tikið av inn-
bjóðing at spæla landsdyst í
badminton í Islandi seinni í ár
Ein norðurlendsk borðtennis-
kapping verður í Finlandi í
seinnu helvt av oktober, og har
fara Føroyar eisini at luttaka.
Ætlanin er, at Feroyar skulu
verða umboðaðar við trimum
luttakarum. Borðtennisdeildin
hjá ÍSF fæst nú við at leggja
venjingina tilrættis.
Landsdystur
í badminton
Badmintondeild ISF's hevur
tikið av einari innbjóðing frá
Badmintondeild Íslands um at
spæla landsdyst í Íslandi um
mánaðarskiftið oktober/nov-em-
ber. Badmintondeildin arbeiðir
nú við at fáa lagt venjingina til-
rættis, og væntandi verður
danin Per Andersen landsliðs-
venjari.
Landsliðsvenjari
í Volleybólti
Volleybóltdeild ÍSF's fer í næst-
um at fáa sær ein landsliðsvenj-
ara. Hetta verður gjørt í
sambandi við eina innbjóðing,
sum deildin hevur fingið úr
Íslandi um at spæla landsdyst í
Reykjavík um månadarskiftid
november/desember. ÍSF sigur,
at ætlanin er at taka av inn-
bjóðingini. Volleybóltdeildin fer
nú at leggja venjingina tilrættis.
kring oyggjarnar
Asfaltera í Hvalba
Vegurin oman á stødna í Nesi
í Hvalba verður nú breiðkað-
ur. Bygdaráðið hevur fingið
umleið 1.000 tons av olju-
grúsi, sum skal leggjast á teir
vegirnar, ið ikki enn eru as-
falteraðir. Teir byrjaðu as-
falteringina fyri 14 døgum
síðani. I fjør fekk bygdaráðið
1.500 tons av oljugrusi til
asfalteringsarbeiði, og tå
hetta arbeidi er lidugt, eru
allir vegirnir i Hvalba, uttan
uppdyrkingarvegurin, asfalt-
eradir.
Å feskfiskaveidu
Linubåtarnir Jogvan S, Pison
og Kvikk hjå partafelagnum
Joensen & Olsen i Klaksvik,
sum árini frammanundan
hava gjørt minst tveir salt-
fiskatúrar, hava í ár lagt um
til feskfiskaveiði. Teir eru
allir farnir undir Ísland at
royna. Jógvan S fór týs-
dagin; Pison og Kvikk fóru
hósdagin.
Ístrot
Føroysku ísvirkini hava ikki
staðið seg at gjørt is í sein-
astuni. T.d. gekk tað striltið
hjá teimum trimum linubåt-
unum hjá pf Joensen & Olsen
í Klaksvík at sleppa avstað
av hesi orsøk. Meðan ein av
teimum fekk ís á Klaksvík
eftir drúgva biditid, noyddust
hinir báðir suður til Vágs eftir
ísi.
Í sigling
upp á Klaksvík
Við høvudsbryggjuna á vers-
ursíðuni í Klaksvík er fyribils-
lega gjørd til Smyril, sum
byrjaði sigling upp á Klaks-
vík týsdagin, eftir at hann
hevði verið har norðuri mána-
dagin og roynt leguna, ið
sýntist at roynast væl.
Smyril skal fyribils sigla til
Klaksvíkar triggjar ferðir um
vikuna.
Ætlanin er, at Smyril í
framtíðini skal hava legu á
Stongunum, har hini strand-
faraskipini eisini liggja, men
við tað at hetta arbeiði kemur
at taka langa tíð, er fyribils-
lega gjørd við høvudsbryggj-
una á vestursiduni
Klárur um tvey ár
Fullforingin av Eysturskúl-
anum í Havn verður vænt-
andi liðug um tvey ár, sigur
Petur Christiansen, býar-
stjóri. Fyrsti partur av skúl-
anum varð liðugur fyri einum
ári síðani, og farið er nú undir
jorð- og betongarbeiði til
restina av skúlanum, sum
helst verður klárur at taka í
nýtslu um eini tvey ár.
3
X á
4 - på
beg BP
Vega liggur innast
Lidugur
seinast i månadinum
Nyggi trolarin hjå Polartrol i
Vági, Polarborg 2, verður lid-
ugur seinast i hesum månad-
inum. Hann er av sama slagi,
sum Polarborg 1 og verður
eisini bygdur í Noreg. Bát-
arnir kunnu ferma upp til
2200 kassar av isfiski hver,
ella góð 130 tons.
Tað hevur gingið væl hjá
Polarborg 1 higartil, sum
roynir undir Íslandi. Teir
avreiða til flakavirkið í Vági.
+ ilo:
Smyril við bryggju í Klaksvík
Byggja út
fyri 600.000 kr.
Termorútavirkið
Atlantic
Pane í Vestmanna hevur í
umbúnað at byggja út. Teir
halda til í leigaðum helum,
men hava fingið grundstykki.
Teir rokna við, at tá teir
koma longur við útbygging-
ini, verður tað fyri tað mesta
maskinarbeiði. Higartil hevur
at kalla bert verið arbeitt við
handakraft. Tá útbyggingin
er komin so langt, verður
tann samlaða innvesteringin
600.000 kr. Í letuni er fram-
leiðslan 100 m? um dagin,
men roknað verður við, at
hon kann økjast til 300 m?.
Vega
verður umbygd
Idnadartrolarin Vega hjá pf
Feli í Klaksvík, sum við und-
antaki av einum tveimum
feskfiskatúrum hevur ligið
við bryggju í Klaksvík síðani
prisurin á idnadarfiski fall so
munandi, verdur nu vænt-
andi umbygdur til reydufiski-
skap.
Felagið hevur fingið sått-
mála við norska skipasmiðju,
og figgingin er somuleiðis i
lagi. Í løtuni verður roynt at
hækka eginpeningin, og um
hetta eydnast, verður vænt-
andi farið undir umbygging-
ina.
Skipið verður longt við
seks metrum og yvirdekkað.
Kostnaðurin verður stívar 3
mill. kr. Vega stendur
frammanundan í 4 mill. kr.