Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-08-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. august 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 56 — 23. august 1975 Landbúnaðarskúlin samskipast við Rovndarstødina Royndarstødin skal flytast til Kollafjardar. Landsstyrid arbeidir vid einum uppleggi Landsstýrið arbeiðir nú við ætlanum um at skipa ein land- búnaðarskúla í Foroyum. Tað er ætlanin, at skúlamálið skal loysast í sambandi við Royndar- staðina, sum skal flytast norður á Heyggj í Kollafirði. — Hetta er úrslitið av einum uppleggi, sum varð gjørt aftaná eina fundarreð um málið, har eisini Magnus Jónsson, skúla- stjóri av Hvanneyri í Íslandi, luttók, sigur landsstýrismaðurin í búnaðarmálum, Dánjal Pauli Danielsen. Arbeiða út frá upplegginum Hann sigur, at beint eftir at hann gjørdist landsstýrismaður fyrr í ár, fór hann undir at arbeiða við málinum. — Eg metti tað eina avger- andi fyritreyt, at landsstýri og løgting kundu taka stødu i mál- inum, at felog, búnaðarmenn og almennu landbúnaðarstovnarnir gjørdu støduna upp og komu við tilmæli um, hvussu farast skuldi fram, sigur Dánjal Pauli Daniel- sen. Á einari ferð til Íslands, sum hann gjørdi um hvitusunnuna, fekk hann samband við íslendska landbúnaðarmálaráðið um meg- uleikan fyri at fáa menn frá teimum at greiða frá teirra viðurskiftum og um neyðugt vera okkum til hjálpar. — Úrslitið var so tað, at Magnus Jónsson, skúlastjóri av Hvanneyri, kom til Feroya. Meðan hann var her, varð hildin fundarrød við góðari luttøku, og har varð eisini gjert eitt upp- legg, sigur Dánjal Pauli Daniel- sen. Hann leggur aftrat, at tað nú verður arbeitt út frá nevnda uppleggi, og at ein ætlan síðani verður gjørd. Ikki kostnaðarmikið at flyta — Eg haldi ikki, at tað verður kostnaðarmikið at flyta Roynd- arstødina, sum talan er um, sigur Dánjal Pauli Danielsen, sum upplýsir, at nakað av pen- ingi er í grunninum til útbygging av Royndarsteðini. Eisini skuldi verið møguligt at fingið so mikið inn við jarðarselu, at lands- kassin í hvussu er í fyrstu syftu ikki kemur at gjalda nakað stórvegis. Dánjal Pauli Danielsen metir, at tann størsta vanlukka, sum foroyskum laudbúnaði hevur verið fyri, er tann, at vit her á landi hava ikki kunnað fingið lærdóm, teoretiskan og fakligan, á hesum eki. — Feroyskir búnaðarmenn hava higartil fingið útbúgving uttanlands — mest í Noreg — og hetta hevur sjálvsagt havt týdning. Men eg eri fullvísur í, at serliga innan landbúnaðin er tað av uppaftur sterri týdningi at fáa útbúgving heima hjá sær sjálvum, sigur Dánjal Pauli Danielsen. Samarbeiði munar væl Niðurstaðan hjá landsstýrinum í búnaðarmálum viðvikjandi búnaðarskúlanum er tann, at við góðum samarbeiði við almennar stovnar og einstaklingar, ið hava útbúgving í landbúnaði, er meguleiki fyri einari vælvirkandi Royndarstød, sum samstundis er skúli, uttan at kosta stórvegis av peningi. EA AA AA AAA ÍSF fær limaskap Nordisk Fælleskomité Í morgin fara nevndarlimirnir í ÍSF, Líggjas Joensen, formað- ur, Sverri Trónd Hansen, vara- I AN 50 fólk luttóku í dramaskeiðinum Áhugabólkurin ger egintiltak sunnudagin 31. august Sjónleikarhúsið í Havn hevur í tvey vikuskifti í tilsamans 30 tímar skipað fyri skeiði í skap- andi drama undir leiðslu av Marianne og Bjørn Søderback frå VÅR TEATER i Stockholm. Skapandi drama hevur higar- til verið rættiliga ókent fyri brigdi her á landi, hóast tað hevur verið nýtt í undirvising av summum skúlalærarum og á ;jónleikaraskeiðum. Rúmt hugtak Drama er stórt og rúmt hugtak, sum í sær hevur aktivitetir fyri fólk í øllum aldri og menningar- stigi innan ymsar bólkar, felog, barna- og ungdómsarbeiði, und- irvsing, sjónleik o. a. Á hesum skeiðinum voru 50 luttakarar, bæði yngri og eldri, og tá skeiðið var av, skipaðu allir luttakararnir seg í ein áhugabólk, sum skal upplýsa og virka fyri, at hetta fær møgu- leikar at halda fram og skapa áhuga hjá fleiri Fyrsta egintiltakið hjá áhuga- bólkinum verður í fimleikarhøll Læraraskúlans sunnudagin 31. august kl. 16. Frá drama-skeiðinum í Havn NEYNDIN FER TIL REYKJAVÍKAR Í MORGIN formaður, og Erhardt Næs, skrivari, til Reykjavíkar at lut- taka á fundi í Nordisk Fælles- komité, sum umboðar øll ítrótt- arsambond í Norðurlondum. Á fundinum verður m. a. vidgjørd ein umsókn úr Feroyum um limaskap í Nordisk Fælles- komité, og verður hon framløgd av Kurt Møller, formanni í Dansk Idræts Forbund. ÍSF sigur, at umsóknin væntiliga verður samtykt. Á fundinum, sum varir í tveir dagar, verða 40 luttakarar úr øllum norðanlondum. Lesið sosialin ! Haldið sosialin! Keypið sosialin ! Sosialurin — altid bestur! Burturluting fyri Vesturkirkjuna HESI NUMMUR ERU TIKIN: Seria A Fyramannafar Før. mannfólkabúni Gólvteppi Skrivimaskina Armbandsur Seria B Stovumøblar Før. kvinnubuni (v. silvuri) Radio Úthurð Fer. veggjateppi (korsting broderað) Køksmaskina Lutirnir fåast hjå Kjartan Mørkøre, tlf. 111 18. TORSHAVNAR KIRKJURÅD