Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-08-27, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 1975síða 1

allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

80 grundstykkir byggiklár í Klaksvík frælsi javnaður brødralag Nr. 57 — Mikudagin 27. august 1975 — 48. árgangur — Leysasøla 1,50 kr. Styring av vinnulivinum I oddagrein bladsins i dag verður skrivað um stýring- ina av vinnulívinum: — Tað er einki dulsmál — og kanska heldur ikki so legið, at privatir vinnu- lívsmenn aftra seg við at seta pening i, tá vinning- urin er ivasamur ella sum staðan nú er hjá hesi vinnu, at hon í løtuni als ongan meguleika hevur fyri rentablum rakstri. Bert tað, at tingið tekur dagar imillum, um virkir skulu stuðlast so ella als ikki stuðlast, er í sjálvum sær ein almenn stýring. Síða 2 Konstantin átti eisini at verið ákærdur Sosialisturin Andreas Pa- pandreou heldur, at eisini fyrrverandi kongurin í Grikkalandi, Konstantin, átti at sitið á ákærubeink- inum saman við George Papadopoulos og hinum kvettmonnunum. Síða 5 FØDINGARDAGUR Zacharias Brimnes, fyrrv. prestur, verdur 75 år i dag 27. august. Seks ferðsluóhapp eftir tveimum timum! Í einum feri stóðst fólkaskaði Seks ferðsluóhapp hendu eftir tveimum tímum mánadagin, og í einum feri stóðst fólkaskaði av. Í fýra forum vóru tað bilar í Havn, sum stoyttu saman, og í einum føri var samanstoytur millum tveir bilar í Kollafirði. Bilarnir fórust nakað, men eingin fólkaskaði hendi. Tveir dreingir innlagdir Í sætta førinum hendi fólka- skaði, tá ein persónbilur og eitt prutl við tveimum dreingjum Minni til av jákupsskel Tað kom ikki so væl burtur úr veiðuni eftir jåkupsskel í fjør sum árið fyri. Í 1974 vórðu veidd 551 tons ímóti 708 tonsum í 1973. Fyrsta árið, sum roynt varð eftir jákupsskel í Foroyum, var í 1971, og tá vórðu veidd 847 TONS: Tað er tað mesta, sum nakrantið er komið burtur- úr, síðani veiðan eftir jákupsskel byrjaði. Í 1972 vórðu veidd 468 tons. uppiá, stoyttu saman á kross- inum Tróndargeta/Sjúrðargeta í Havn. Báðir dreingirnir vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið. Annar hevði brotið annan armin og beinið, meðan hin fekk nakrar snuddir í hevdið. Kunnu framleiða nógv meiri Frank Bregnballe frå Dansk Forsøgsdambrug heldur, at møguleikar eru fyri at framleida munandi meiri å silaalistødunum å Oyra- bakka og Skåla. Hann sigur, at silini trivast væl sum er, men at bådar alistødirnar eiga at verða útbygdar. Síða 4 Háskúlin sum gistingarhús — 90 fólk gistu í summar Háskúlin í Havn hevur í alt summar virkað sum eitt gisting- arhús. Síðani miðjan juli og fram til 12. august hava umleið 90 fólk gist á háskúlanum. Hetta vóru luttakarar á goodtemplara- skeiðinum, limirnir i Jysk Aka- demisk Kor og nakrir limir í Alþýðufloksfélag Reykjavíkur. Steinbjørn B. Jacobsen, há skúlastjóri, sigur, at tað sein- astu dagarnar hevur verið skeið á háskúlanum fyri blind, har 17 fólk hava luttikið. Tað er Ása Jall-Højgaard, sum hevur skip að fyri skeiðinum saman við einum dana. Mikudagin kom ein HF-flokk- ur av Tvøroyri til Havnar, og næmingarnar búgva á háskúl- anum háskúlanum Pláss er Vetrarskeiðið á byrjar 1. september fyri 30 næmingum. Figging fingin Av Sandi frættist at figging nu er fingiri til fiskavirkid. Ætlanin er at byggja saltfiskahus og kul- dagoymslu. Kommunan ger i løtuni eitt øki å havnaplåssinum til båtaparkering og ætlanin er at kommunan eisini skal byggja egningarskúrar á sama plássi. Tá hetta er liðugt, verður farið undir at gera okið til fiskavirkið byggibúgvið. Drotningavitjanin endaði mánadagin Vitjanin hjá Ingrid, drotning, og fylgi hennara endaði mánadagin, tá tey fóru avstaðaftur við tveimum militerflogførum. Við í ferðini vóru eisini Jóhan Nielsen, prestur og fólkatingsmaður, og kona hans- ara Birthe. Her síggjast tey koma í land av flogfarinum í Vágum fríggjadagin. Annars verður sagt av Sandi, at lítil útróður er í letuni, tó var ein bátur úr Skálavík úti miku- dagin og avreiddi 4.500 pund av brosmu og longu. Teir avreiða til flakavirkið í Skopun. Terrin hevur verið avbera góður og hoyggingin er komin so langt, at alt tað turra hoyggi er fingið frá hondini. Sandingar eru væl nøgdir við nýggja havnalagið, Síða 3