Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-08-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 SOStalurin Hf. I 1820, box 76, 3800 Torshavn t Utgevari: Føroya Javnadarflokkur (ábyrgd), telf. 564111 13242 Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen Johnsigurd Johannesen, telf Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt , . oe , . Styring av vinnulivinum NU TINGID var saman á ólavseku og nakað eftir dlavsøku, vidgjørdi tað fleiri umsóknir um kreppuhjálp, m. a. frá partafelagnum Kyrruvík í Lopra og frá partafelagnum Harenga í Getu. TAÐ ORÐASKIFTI, sum var undir viðgerðini av hesum báðum málum, var endurgivið í onkrum av blødunum. Her framgekk, at allir tingmenn vóru fúsir at hjálpa, men andstødu- flokkarnir og ein partur av fólkaflokkinum tóktust at hava ringan hug til at hjálpa á tann hátt, sum skotið var upp av landsstýrinum. MOTIVINI HJÁ hesum monnum vóru, at ein sosialistiskur tendensur var í hesum hjálpar- veitingum, sum vildu føra til størri almenna stýring av vinnulivinum. Her varð uttan iva hugsað um, at tað almenna í báðum forum gjørdist partaeigari við at seta 450.000 kr. í partapeningi í virkið í Lopra og 150.000 kr. í virkið í Getu, og at tað almenna fyribils skal reka annað av hesum virkjum, nevniliga tað í Lopra. TAÐ ER ONKI dulsmál — og kanska heldur ikki so logið — at privatir vinnulivsmenn aftra seg við at seta pening í, tá vinningurin er ivasamur ella sum stødan nú er hjá hesi vinnu, at hon í løtuni als ongan møguleika hevur fyri rentablum rakstri. MEN KORTINI kann hendan vinna aftur fáa týdning, og tí er tað av stórum týdningi fyri samfelagið, at uppihalda hesi vinnu, og ti er tað eisini fullkomiliga rætt, at tað almenna setir pening í hesar fyritøkur. Og at almenni pen- ingurin verður settur í sum partapeningur er sjálvsagt, soleiðis at tað almenna fær ávirkan í sama mun, sum tað má gjalda. HUGSIÐ TYKKUM nú, at tað almenna ikki veitti hjálp, og at hesi virkir lótu aftur. Hvat vildi tá hent, um hendan vinna aftur gjørdist lønandi? Jú, vit stóðu á berum og als ikki út- gjørdir til at taka ímóti sild og idnadarfiski — arbeiðsfólkið vildi leita aðrar vegir, og virkini farið í órekt. BERT TAÐ, AT tingið tekur dagar ímillum, um virkir skulu stuðlast so ella so ella als ikki stuðlast, er í sær sjálvum ein almenn stýring. Sostatt hava bæði sambandsflokkurin og eisini allur fólkaflokkurin verið við til at framt al- menna stýring av vinnulívinum. MEN TÅ HESIR menn ivast i, um tað er rætt at stuðla á tann hátt, sum skotið varð upp av landsstýrinum, so kunnu teir bert spyrja seg fyri, á hvønn hátt landsins størsta flakavirki varð bjargað undan húsagangi á sinni, hvussu tað er rikið síðani og við hverjum úrsliti. sosialurin dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: Í Rituvík kl. 11, J. Follend, altargangur, á Við- areiði kl. 11 og í Hvanna- sundi kl. 19 Salamon Joen- sen, í Fámjin K. O. Videro. Konfirmatións- fyrireiking Í Nes prestagjaldi byrjar konfirmatiónsfyrireiking týs- dagin 2. september í Glyvra skúla. Konfirmatiónin verður sunnudagin 5. oktober. Fundur Fundur verður í Missións- húsinum við Landavegin í kveld kl. 20. Talarar: Leif Rasmussen, cand. theol., og Gunnar Svendsen, formaður fyri Luthersk Missionsforen- ing í Danmark. Evangeliihúsið Í kveld útifundur í Vest- manna kl. 21.30. Telefon- andaktin, telf. 12266, har Dennis Burnett talar. DMS-fundur Nergaard- Petersen, ferða- skrivari hjá DMS, heldur fund í meinigheitshúsinum í Miðvági í kveld kl. 20. Fødingardagur Í dag verður Magnina Lind, Æðuvik, 75 ár. Hon er burturstødd. Komnir yvir Tummas T og Venus eru komnir til Grønlands á salt- fiskaveidu. Sigurfari (fyrr Norðaldan) er komin til New Foundlands á saltfiskaveiðu. Nr. 57 — 27. august 1975 »Eingin kjøtprisur?« eitur gråtukenda neyðarrópið í 14. september í ár (nr. 82 á síðstu síðu). Sama neyðarrópið hvort eitt einasta heyst í hesum blaði: Bøndurnir sleppa ikki av við kjøtid! Utlendskt kjøt (við rikisstudningi) trokar heima- marknadin! Føroysk framleiðsla, sum er eins góð og betri enn utlendsk, og heldur ikki stórt dýrari, eigur sjálvsagt frammihjårætt. Rætt skal blaðið eisini fáa í tí, at sleppa bøndurnir ikki av við sitt góða foroyska kjøt fyri ein pris, sum kann geva teimum ein sámuligan vinning, so er illa borið onkustaðni — av bónd- unum sjålvum. Ti áhugin fyri góðum føroyskum kjøti er av- gjørt ikki minkaður, tað fær sjálvt 14. september ikki meg at trúgva. Men sigi 14. sept. heldur sum er: hver bóndi roynir í sjálvdrátti og í kapping við lags- felagar sínar at tingast við teir somu tveir kjøthandlarnar um keyp av ellum seyðinum. Sumt í livandi lívi, men meginparturin verður flettur á garðinum. Hjá vanligum manni sum fyrr at fáa eitt einstakt gott lamb ella eina geldær til keyps beinleiðis av rættini, gongst illa. Onkur við stórum inntøkum keypir einar 10—12 seyðir isenn frå bóndanum, og tað loysir seg. Tann minni menti kann so fara í kjøthandilin at keypa hetta so- kallaða ræsta, »turra«, ja enntá kallað »skerpikjøt« fyri ein so høgan pris, sum hann ómeguligt hevur råd til at lata. Føroyskt kjøt er luksusmatur. Og tad eru altid tey, sum hava råd (tibetur) at keypa slikan dyran mat. Men tann vanligi brukarin hevur seinastu árini noyðst at sprt her og keypt sær biligt utlendskt kjøt. Tað smakkar ikki at ti, hví tað er biligari. Nú skal brúkarin tvingast, sigur 14. september, og mælir landsstýrinum til at taka sær av málinum. »Eitt nú kundu vit sett innflutningsbann fyri eina ávísa tíð“. Monopolandin trivst væl í Føroyum, so ikki skuldi tað undra, um landsstýrið fekkst at kroysta brúkaran, sum tað hevur gjort tað fyrr. Var so ikki betur at latið bøndurnar sjålvar roynt at komið sær burtur úr hesum vandamálum hvert einasta heyst? Í dag eru fleiri skynsamir bøndur í landinum, sum ivaleyst sjálvir duga at síggja, at tað sum kann gagna teimum og brúkarunum best, er at teir ganga saman í samvinnufelag, sum sjálvt eigur sláturhús og kjøtsølu. Tað sama áttu teir eisini at gjort viðvíkjandi mjólkaseluni. Ella skal eisini her setast innflutningsbann fyrst? Sverri Egholm Dráttarlisti 50. feroyski Happadráttur fyri 1. drátt 25/8 1975 Hesi nummur hava vunnið: 20.000 kr. nr. 3839 10.000 kr. nr. 4145 5.000 kr. nr. 2471 3.000 kr. nr. 3443 2.000 kr. nr. 5018 1.000 kr. nr. 4542 500 kr. nr. 157 — 1566 1591 2338 4014 240 kr. nr. 633 — 991 — 1966 2157 2407 2440 — 3235 — 3452 — 3964 — 4511 120 kr. nr. 48 —.51 — 122 161 187 188 190 201 341 383 567 605 621 624 637 639 669 744 821 876 966 989 1030 — 1106 — 1190 — 1192 1282 1327 1339 — 1355 1381 1407 1547 — 1667 — 1803 — 1812 — 1820 — 1902 — 2050 — 2080 — 2105 — 2168 — 2386 — 2404 — 2443 — 2520 — 2579 2687 2721 2752 2799 2849 2888 2958 3037 3116 3231 3233 3268 3297 3335 — 3416 — 3482 — 3490 — 3578 — 3696 — 3700 — 3707 — 3718 3779 3845 3924 3959 4024 4065 — 4106 — 4144 — 4180 — 4216 — 4241 — 4242 — 4287 — 4394 — 4401 — 4403 — 4447 4647 4666 4837 4871 4884 4901 4916 4955 4956 4984 — 5013 — 5071 — 5113 — 8173: Vinningar verða útgoldnir beinanvegin við frádrátti av 10%. Vinnararnir verda bidnir um at venda sær til happa- dråttarseljarar sinar. Tórshavn, 25. august 1975 FØROYA LANDSSTYRI (Happadråtturin) Restorffs kappingin Trekkt varð í kappingini og vinnararnir vóru hesir: 1. premia Niels Juul Hansen, Marknagilsvegur, Tórshavn 2. — 3. — — Henrikka Hognesen, Syðrugetu - Heidi Winther, Stoffalág, Tórshavn Vinningarnir verða næstu ferð teir somu. Trekt verður 15. september. Fleiri kapslasett — fleiri vinnumeguleikar. Marin Jensen, J. H. Schrøtersgøta 3, Tórshavn Signar Hammer, Hvalba Restorffs Bryggjari telf. 14728 telf. 14728