Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-08-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. august 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 58 — 30. august 1975 stubbar uttaneftir Tey spenna frá Hesi børnini búgva i ti ófrið- arliga býnum Oporto í Portu- gal, og eftir myndini at døma tykjast tey at spenna frá og lata sólina koma til sín rætt. Bernini baða sær við Duro- ánna. Aftanfyri sæst Luis I- brgvin, sum varð bygd í 1886. Hongdi seg Ein majorur í argentinska herinum, sum fyri einum góðum ári síðani varð burtur- fluttur av býarpartisanum, er deyður, siga keldur. Keldur- nar siga seg at hava fingið eina frágreiðing frá fólksins Kollveltingarheri um, at ma- jorurin hongdi seg í fanga- rúminum, har hann hevur sit- ið tað seinasta árið. Tjóðartaka oljuídnaðin Myndugleikarnir í Venezuela hava samtykt at tjóðartaka oljuidnadin í landinum. — Uppskotið er nú til undir- skrivingar hjá Carlos Andres Pez. Tá tað er undirskrivað kemur lógin í gildi. Ófriður á Madeira Útvarpssteðin á portugisisku oynni Madeira varð um dag- arnar sprongd í luftina, veit portugisiska útvarpið at siga. Øll streymveitingin varð slit- in í fleiri tímar aftan á spreingingina. Í einari við- merking segði útvarpið, at orsøkin til spreingingina helst er ein ætlan um at gera Ma- deira leyst av Portugal. Bert triggjar kvinnur EF-nevndin hevur vidgingid, at alt ruggar ikki rætt. Hóast nevndin er forspråkari fyri javnrættindi millum mann og kviinu eru bert triggjar kvinnur umboðaðar har av teimum tilsamans 489 nevnd- arlimunum, sum allir eru em- bætismenn. Fleiri ganga í bio Fyrsta ársfjórðing í ár seldu donsku biohallirnar 213.000 fleiri atgongumerki enn sama tíðarskeið í fjør. Samstundis er inntøkan hjá biohallunum vaksin við 8,3 milj. kr. Fyrsta ársfjórðing í ár vórðu seld 5.426.000 atgongumerki ímóti 5.213.000 sama tíðar- skeið í fjør. Fyrstu triggjar mánaðirnar í ár høvdu donsku biohallirnar eina inntøku upp- á tilsamans 56,1 milj. kr. í- móti 47,8 milj. kr. sama tid- arskeið í fjør. 15.000 fleiri pensjonistar Tilsamans 15.129 fleiri av- lamis-, fólka- og einkju- pensjonistar vórðu skrásettir í Danmark fyrsta ársfjórðing í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tað eru nú 786.859 pensjonistar í Danmark ella 2% fleiri enn sama tidarskeid í fjør. Av teimum vórðu tað 146.695, sum fingu avlamis- pensjón, 622.410, sum fingu fólkapensjón og 17.754, sum fingu einkjupensjón. Talið á avlamis- og fólkapensjonist- um vaks við ávikavist 1,7% og 2,1%, meðan talið á einkjupensjonistum minkaði við 2%. Ófriður á Korsika Teir vænta, at nýggjur ófrið- ur fer at taka seg upp á fronsku miðalhavsoynni Kor- sika aftan á ein samanbrest millum separatistar og politi herfyri, har tveir politistar lótu lív. — Separatistarnir høvdu hertikið eina vin- goymslu í býnum Aleria og tikið seks fólk sum gíðslar. Í Basta tveittu 300 viðhalds- menn bensinbumbur eftir politinum, sum brúkti tára- gass fyri at spjaða mótmælis- menninar. Leiðarin fyri se- paratistunum er handtikin og er nú staddur í Paris, har hann kemur fyri ein serligan trygdardómstól. Skúlin og samfelagið Fyri árum síðani vóru flest allir flokkar samdir um at fáast til vega mátti skúli ella skúlar, ið kundu geva ungum fólki frálæru í teimum lærugreinum, ið høvdu við húshaldið at gera. Leingi hevur verið bíðað eftir, hvat ið nú fór at henda, tí ein hevur havt varhugan av, at landsstýrið hevur arbeitt við hesum máli. Herfyri legði so landsstýrið uppskot til stuðul til húshaldsskúlar fyri tingið. Í hesum uppskoti stendur, at landsstýrið skal gjalda 50% av innbúgvi og undirvísingaram- boðum, 70% av læraralønum, 100% av leidaralønini og annars geva sum rentu og avdråttarfritt lán 50% av byggikostnaðinum, meðan kommunan skal lata tey 25%. Málið var beint í figgjar- nevndina. Eftir at hava lisið referat av tingfundi í bløðunum kann eg ikki fáa annað burturúr enn, at ymiskir tingmenn hava ikki gjørt sær tann lítla ómak at seta seg inn í, hvenn týdning ein slíkur skúli í veruleikanum hevur fyri samfelagið. Nevnt verður, at nú eru køkar við flest allar skúlar i Føroyum, og at teir mugu kunnu lúka treytirnar fyri hesi frálæru. Um so er, so dugi eg ikki at skilja, hví vit skulu hava sjómannsskúla, handils- skúla, tekniskan skúla v. m., tí í fólkaskúlanum kunnu næmiing- arnir læra bæði maskinskriving, bókhald, sjómannsskap, smíð o. s. fr. Frálæran í fólkaskúlanum skal verða soleiðis, at steðið verður lagt til víðari læru, um næmingurin hevur hug og evni til tess, men tá ið tað snýr seg um tær sonevndu húsligu læri- greinirnar, hava vit einki at bjóða teimum, ið vilja nema meira lærdóm innan hetta ekið. Ein tingmaður sigur, at kóki- bókin hjá Marius Jóhannesen er líka góð sum ein húshaldsskúli, og at betri var at seta á stovn landshúshaldsskúla. Til hetta er at siga, at ein húshaldsskúli so sanniliga í seinasta enda vil gagna landshúshaldinum. Í Dagblaðnum 27/8 spyr Knút Wang, um tað er kannað, hvussu stórur tørvurin er á hús- haldsskúlum. Her má kunna vísast til, at skeiðini í Klaksvík hava verið yvirteknað hverja ferð. Mær vitandi hevur lands- stýrið eisini fingið ráð og veg- Sigrid Dalsgaard lærarinna leiding frá sakkønum fólki, ið eisini hevur kunnað vist á tørvin á slíkum skúlum. Tað var sagt, tá ið uppskotið til stuðul til húshaldsskúlar var lagt fyri tingið, at sterri mál trokaðu á at verða loyst enn hetta. Væl vita vit øll, at stór mál eru fyri, men harfyri mugu tingmenn ikki gloyma, at eisini tey smáu málini krevja eina Loysn. Eg havi varhugan av, at tingmenn meta húshaldsskúlar at vera sera dýrar institutiónir, hvat teir als ikki nýtast at vera. Tað kann hugsast, at tað er navnið húshaldsskúli, ið ikki hugar tingmonnum, men ein slíkur skúli kann í veruleikanum taka øll tey skeið, ið nema tað foðsluliga, t. d. kokkauppáær- ing, verukunnleika í samband við krambúðarlæru, skeið fyri heimahjálparar, o. s. fr. Nú er so bert at vóna, at ikki eisini hetta uppskot verður felt, ti tá hava teir fólkavaldu, eftir míni metan, víst hvussu lítlan áhuga teir í veruleikanum hava fyri ti bólki av íbúgvum í sam- felagi okkara, ið starvast innan húsliga ekið, tað veri seg i heiminum ella í aðrari vinnu. Sigrid Dalsgaard Oljuklæðir eisini við refleks P/F SJÓKLÆDNAVIRKIÐ telf. 55040 Ketildraktir úr nylon og yviralls. P/F SJÓKLÆDNAVIRKIÐ telf. 55040 Utsølan byrjar fríggjadagin 29.8. kl. 9. SAMA-M ÓTI tlf. 55902 Klaksvík