leygardagur 30. august 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 58 — 30. august 1975
Næsti havrættarfundur
í New York í mars
»Samrådingarskjal« varð úrslitið
av fundinum í Genéve
R triðja og higartil seinasta al-
heims havrættarfundi, ið hildin
varð í Genéve frá 17. mars til 9.
mai, var eingin semja um eina
alheims rættarskipan á. hevun-
um. Umboðsmenn úr 140 lond-
um vóru samankomnir til henda
fund, id var framhald av ødrum
havrættarfundinum í Caracas í
Venezuela í 1974.
Á fundinum í Genéve var tann
samtykt gjørd, at fjórði hav-
rættarfundurin skal verða hildin
í New York 29. mars komandi
ár, í 1976. Eftir fyribilsætlan
skal hesin fundur vara átta
vikur.
Komandi fundurin kemur eins
og tann í Genéve, ið nú var, at
viðgera mong mál, einahelst
fiskimarksmálið og spurningin
um at skipa búskaparlig eki á
havinum við serrættindi fyri
lond at verja fiskivinnustovn
teirra. Men eisini spurningurin
um nýtslu av råevnum á hav-
bótninum — einahelst olju — og
um dálkan av havinum koma at
verða tiknir uppaftur.
Eitt úrslit av fundinum í
Genéve var eitt sonevnt »sam-
rådingarskjal« í 304 greinum,
sum greiðir frá teimum evnum,
ið fundurin vidgjørdi. Henda
frágreiðing varð latin fundar-
monnum á seinasta fundardegi,
og ætlanin er, at tey ymsu
londini skulu taka steðu til og
siga teirra hugsan um hetta
” samráðingarskjal, áðrenn næsti
fundur verður settur í New York
komandi vár — og nýta tað sum
grundarlag undir komandi sam-
ráðingum.
Ein áheitan
frá fundar-forsetanum
Á seinasta fundardegi í Genéve,
9. mai, bað forsetin á fundinum,
H. Shirley Amerasinghe úr Sri
Lanka um, at tey ymsu londini
tóku ikki eintáttaðar avgerðir, ið
kundu forða fyri semju seinni
um eina alheims-samtykt. Hann
vísti í hesum sambandi einahelst
til tann ótta, ið er í tilafturs-
komnum londum fyri, at meiri
framkomin lond skuldu fara at
troyta mineral-evni á havbotn-
inum, tey sonevndu »nodul«,
áður enn semja var um eina al-
heimssamtykt.
112,2 mill.
dollars til
ST-barna-
hjálpar-
grunnin
Stýrisnevndin í alheims barna-
hjálpargrunninum undir ST
(UNICEF) hevur á fundi sam-
tykt langtíðar hjálpiætlanir við
tilsamans 112,2 mill. dollars.
Mestiparturin av hesum peningi
skal fara til nýggjar hjálpi-
ætlanir í 50 ymiskum londum.
Peningurin verður m.a. nýttur
til at bota um heilsustandin hjá
børnum, sum í mongum londum
er sera vánaligur. Ætlanin er
ikki einans at keypa heiluvág,
men eisini at fáa læknar og
sjúkrasystrar at fara til tey til-
afturskomnu londini víða um og
til fyribyrgjandi arbeiði móti
sjúkum.
UNICEF-grunnurin hevur síð-
ani hann varð stovnaður nýtt
nógvar miljónir dollars til at
vinna á sjúkum millum bern og
fyri at hjálpa børnum, rakt av
sjúku, til eina betri tilveru.
Mesti parturin av peninginum,
sum grunnurin hevur átt at ráða
yvir, er fingin tilvega sjålv-
boðisvegin frá limalondum.
sosialurin
30 — 40 fólk í arbeiði
aftrat
Vestmanna Fiskavirki byggir
nú ein nýggjan bygning í
støddini 60X39 metrar.
Bygningurin er byttur upp i
triggjar hallir, og hvør hevur
sina reising.
Tá nýggi bygningurin
verður tikin í brúk, koma eini
80— 90 fólk at arbeiða á virk-
inum, og teir kunnu tá taka
ímóti 3.000 tonsum árliga.
Sum er hava teir 40 — 50 fólk í
arbeiði og kunnu taka ímóti
1.800 tonsum árliga.
Tað er danska firmaið J. E.
Mathiassen, sum hevur gjørt
tekningina til nýggja bygn-
ingin, og norska felagið
Blokberge Bygg stendur fyri
arbeiðinum. Betonelementini
hava teir keypt frá beton-
virkinum hjá Árna Bratta-
berg. Útbyggingin hjá Vest-
manna Fiskavirki kemur at
kosta um 4,2 milj. kr. Av
hesum hava teir fingið 1,8
milj. kr. frá Fiskaríbankan-
um og restina frá Egnsud-
viklingsfonden. Av tí teir
hava fingið úr Egnsudvikl-
ingsgrunninum, eru 750.000
kr. studningur.
Vestmanna Fiskavirki varð
stovnað á vári í 1965. Tá
vórðu 521.000 kr. teknaðar
í partapeningi. Vestmanna
kommuna teknaði 52.000 kr.,
Vestmanna Arbeiðsmannafel-
ag 60.000, Vestmanna Hand-
verkarafelag 15.000, Kvivikar
kommuna 25.000 og Arbeids-
mannafelagid i Kvivik 10.000
kr. Tá teir byrjaðu, yvirtóku
teir hølini, har felagið Vestis
húsaðist, fyri 1 milj. kr.
Børnini læntu
fleiri bøkur í fjør
Í fjør læntu foroysku bóka-
sevnini tilsamans 75.916
bind. Samlaða lánaratalið um
alt landið var 2.500 vaksin og
2.635 bern. Á Býarbókasavn-
inum í Havn læntu 1.495
vaksin 22.000 bind og 825
børn 23.900 bind.
Bókasevnini i Føroyum
eiga tilsamans 137.890 bind.
Harav hevur Landsbóka-
savnid 70.000, Byýarbóka-
savnid 25.230 og Klaksvikar
bókasavn 8.800 bind. Hini
békasøvnini kring landið
hava oll minni av bókum.
Síða 5
kring oyggjarnar
Brødraberg seldur
til Toftir
John Andreassen á Toftum
hevur keypt 20 tonsaran
Broðraberg frá pf Miðhamar í
Hvannasundi fyri 280.000 kr.
Broðraberg, sum er súðu-
bygdur, varð bygdur á báta-
smiðjuni hjá Reinhold Jacob-
sen í Klaksvik fyri nøkrum
árum síðani.
Herfyri seldi John Andre-
assen Nólsoyar Páll til Kára
Kjelnæs og fleiri í Klaksvík.
Føroyskir lærarar á
avhaldsstevnu
Í døgunum frå 8. til 14.
august varð hildin avhalds-
stevna í Molde í Noreg, har
eisini føroyingar luttóku.
Hetta var tann 26. fundurin í
rødini, og ætlanin er, at tann
næsti fundurin skal haldast í
Føroyum. Ur Føroyum lut-
tóku Jákup Lindenskov,
landsstýrismaður, og lærar-
arnir Svenning Tausen og
Theodor Hansen.
Av snelluveiði
Um vikuskiftið komu Esther
og Háenni á Klaksvík av
snelluveiðu undir Íslandi.
Tey avreiddu til Kósavirkið
mánadagin og mettu seg at
hava åvikavist 60 og 50.000
pund av toski.
Síðani útróðraverkfallið var
av, hevur Esther veitt til-
samans 320.000 pund av
toski og upsa við snellu.
Rasmus Effersøe leggur
New Foundlandsveiðuna upp
á Kósavirkinum. Hann var
ikki liðugur at landa, tá vit
høvdu samband við virkið
mánadagin.
Morgunstjørnan var á Runa-
vík mikudagin og landaði
umleið 145.000 pund. Týs-
dagin landaði Morgunroðin
106.000 pund til Lynfrost.
Sjóborgin hevði 53.000 pund
og Havaldan 96.000 pund.
Morging Star landaði sama
dag 83.000 pund í Runavík.
700 pund
upp á snelluna
Seinasta leygardag fór at
bragda hjá smábátunum á
Tveroyri, sum rógva út við
snellu. Teir komu upp í 700
pund upp á snelluna hendan
dagin. Trolbátarnir av Tver-
oyri landa allir nordanfjørds.
Nýggi høvudsvegurin, sum
verður gjørdur av Tvøroyri
inn í Trongisvág, er komin
igjøgnum og kann væntandi
takast í nýtslu um eitt ár. Í
Rytudali verður arbeitt við at
gera kommunala vatnverkið
Ætlanin er, at vatnleiðingin
skal leggjast í nýggja vegin
úr Trongisvági til Tveroyri.
Hóast skerdar lånimøgu-
leikar, verður sagt frá nógv-
ari húsabygging á Tveroyri,
og lagt verður afturat, at allir
handverkarar í sóknini hava
úr at gera
Nýggja flakavirkið er kom-
ið so langt, at tað væntandi
byrjar at taka ímóti fiski um
mánaðarskifti oktober/nov-
ember
At enda
Tveroyri, at suðuroyingar
eru stak væl negdir við
nýggja Smyril, og at streym-
urin av ferðafólki og bilum
hevur verið ógvuliga stórur,
síðani Smyril fór at sigla.
verður sagt av