mikudagur 3. september 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sostakurin telf. I IN20, box 76. 3800 Torshavn
Utgevari: Førova Javnadarflokkur
Bladstjorn: Vilhelm Johannesen (åbyrgd), telf. 564 11
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Kjøtprisir
TEY FYRA ÅRINI, frå 1963 til og vid 1966, tå
sokallaða sjálvstýrislandsstýrið sat, varð
forboð sett fyri innfluttningi av íslendskum
seydakjøti á hverjum heysti. Um orsøkina til
hetta innfluttningsbann varð sagt, at tað varð
sett í gildi fyri at stuðla søluna av ti føroyska
seydakjøtinum, sum menn høvdu ilt vid at
selja.
NÚ FYRI NØKRUM vikum síðani bar tjóð-
veldisblaðið 14. september upp á mál aftur at
seta slíkt inngluttningsforboð viðvíkjandi
íslendskum seydakjøti. Landsbókaverðurin
Sverre Egholm, ið eisini er formaður fyri
Føroya Keypssamtøku, var skjótur at taka til
pennin fyri at mótmæla hesum uppskoti. Og
satt at siga megu vit siga okkum samdar við
Sverra Egholm í hesum spurningi.
EIN ORSØKIN til at tað er trupult hjá
bøndrum at selja kjøtid við hampuligari
urtøku, eru tervandi slaktivirkir og tørvandi
sølusamskipan. Hetta kann ikki koma i lag til
søluna i ár, verður sagt, og rætt er tað. Men
hóast hetta eisini var nógv frammi í ordaskift-
inum í áðurnevnda fýra ára skeiði, tá forboðið
fyri innfluttningi av íslendskum seyðakjeti var
í gildi, eru vit kortini ikki komnir eitt fet víðari
í hesum máli 10 ár seinni.
Í ONKRUM PARTI av landinum, t.d. Norð-
oyggjum, eru umbønirnar um seyð so nógvar,
at bøndurnir als ikki kunnu koma gellum
umbønum á meti. Fólk í hesum partinum av
landinum vilja treyðugt koyra ein føroyskan
bita feskan í pottin ella ovnin til sunnudags-
dogverð. Tey vilja hava føroyska kjøtid ræst
ella turt og íslendskt til hitt. Men sjálvandi —
tað, at tað er torfort hjá bøndrum í ødrum
pørtum av landinum at sleppa av við seyðin,
hevur gjørt, at:hesin seyður fyri ein part verður
seldur tann vegin.
MEN HER VERÐUR prisurin rættuliga nógv
hægri, tá hetta hendir umvegis keypmenn, ið
keypa seyðin livandi, fletta hann upp og síðani
selja avroð og kjøt. Í keypinum frá einum
bónda eru skinn og avroð ókeypis, og týður
hetta einar 50 kr. Frá keypmanninum kostar
seyðurin sostatt 50 kr. meir, umframt tann
vinning, sum keypmaðurin skal hava fyri at
selja kjøti3. Slaktivirkir og selumiðsteðir fyri
hesar og aðrar landbúnaðarverur vildi verið
rætta loysnin, ið bæði vildi tryggjað bøndrum
urtøku og brúkarum ódýrari verur.
OG LOKSINS: Tá vit skulu seta forboð fyri
innfluttningi av íslendskum seyðakjeti fyri at
stuðla seluna av tí foroyska, hví so ikki eisini
seta forboð fyri innfluttningi av útlendskum
eggum, útlendskum naglum, útlendskum
sildafløkum í gløsum 0. s. fr., alt samalt fyri at
stuðla søluna av føroysku framleiðsluni?
sosialurin
Nr. 59 — 3. september 1975
dagbokin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika:
Niels Pauli Danielsen å
Skåla kl. 11, altargangur, S.
J. Joensen i Klaksvik kl. 11,
altargangur, og í Árnafirði
kl. 19, altargangur og K. O.
Viderø i Hvalba kl. 11, altar-
gangur, og i Sandvik kl. 18.
Sjómanskvinnu-
ringurin í Havn
hevur fund á Sjómansheim-
inum í kveld kl. 20. Minnist
til jólapakkarnar.
Fundir
Fundur verður í Missións-
húsinum við Landavegin í
kveld kl. 20.
Heimaforbundið í Frelsun-
arherinum hevur fyrsta fund-
in aftan á feriuna í kveld kl.
20. Friggjakveldið kl. 20 er
soldáta- og bønarfundur. Uti-
fundur å Vaglinum kl. 22.
Evangeliihúsið skipar fyri
útifundi í Vestmanna í kveld
kl. 20.30. Dennis Burnett og
Lincoln Wilson tala og
syngja. Í telefonandaktini,
telf. 12266, talar Dennis
Burnett.
Fødingardagur
Í dag verður Lassin Thom-
sen, Viðareiði, 80 ár. Hann er
burturstaddur fødingardagin.
Framsýningin
Gagnlist í gerandislivinum,
letur upp i skålanum i Lamba
i dag og heldur fram har i
morgin. Leygardagin verður
framsýningin at síggja í
Klaksvík.
Komu í gjár
Klaksvikstrolararnir Sunda-
berg og Sjúrðarberg eru nú
heimkomnir. Sundaberg kom
á Klaksvík í gjårskvøldid við
700 tonsum, og Sjúrðarberg
kemur í dag við 750 tonsum
av saltfiski. Seinastu tíðina
hava teir roynt undir Íslandi,
har fiskiskapurin hevur verið
rættiliga góður.
Burtur leingi
Strandingur og Sundabúgvin
eru farnir at sigla heim úr
New Foundlandi, har teir
hava verið á saltfiskaveiðu.
Strandingur fór yvir til
Labrador 27. april og Sunda-
búgvin 6. mai.
Ein tøkk
Nú Vesturkirkjan er vígd vil eg persónliga veita eina
stóra og hjartaliga tøkk til ell tey, ið hava stuðlað
peningaliga, og tey ið hava lagt eitt óeginyttugt arbeiði
við gávum til basarin og burturluting av nógvum virðis-
miklum lutum. Nógv eru tey, sum ónavngivin hava
stuðlað uttan nakað hóvasták.
Til teir, ið hava arbeitt uppá kirkjuna, ið er eitt
megnarverk upp á føroyskt handverk, takki eg fyri at
hava reist hendan minnisvarða yvir fedranna kirkju í
Havn.
Vónandi verða nú bæði Vesturkirkjan og okkara
gamla kirkja á Bryggjubakka væl vitjaðar.
Kjartan Mohr
Seingjartoy
Tær vælumtóktu dynurnar og koddarnir eru aftur á
goymslu og tær bíligu monteringspúturnar.
Esmar Hansen heilsøla tlf. 13584 - 11644
K FØROYA FORNMINNISSAVN
frå 1. september
er framsýningin
KVINNAN
opin månakvøld — frtggjakvøl
leygardag - sunnudag kl.15-1
t Stokkastovuni á Tinganest
Kunngerð frå
Torshavnar byråd
Av ti at bilstjórar á tungum akførum, serliga arbeiðs-
amboðum við hjólringum úr málmi, ofta sýnast ikki at
vera varir við fyrisetingarnar í ferðslulógini samanber $
5 e) og 8 7 d) og teimum eftir ferðslulógini ásettu fyri-
skipanum í Kunngerð nr. 49 frá 20. september 1967 $ 14,
$20stk. 1, $ 21 stk. 2, $ 22 stk. 4, $28, $ 30 pkt. 8, $ 33
stk. 8, $ 34, allur VII táttur og $39 stk. 4 um at hava
hjólbond, verður hervið heitt á tykkum um at syrgja
fyri, at hjólbond í framtíðini sambært lógina altíð vera
nýtt, tá ið koyrast skal eftir vegi.
Tað verður gjørt vart við, at um ikki til ber at flyta
hesi tungu akfør av ti, at ongi hjólbond eru tek, kunnu
teir sokallaðu bulvognarnir (blokvogne) nýtast, hesir
skulu lúka treytirnar í $ 34 í omanfyrinevndu kunngerð.
Koyring við bulvogni má sambært $ 41 í ferðslulógini
bert fara fram eftir loyvi frá politivaldinum.
Brot á ferðslulógina og reglum eftir henni verður
sambært $ 58 stk. 1 í ferðslulógini sektað við bót,
hefting ella fongsul upp í 6 mánaðir.
Byarverkfrødingurin
Spinnid i Gøtu
Tygum fáa gott tógv og skjóta avgreiðslu.
Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja oll slog av for-
oyskum tógvi.
TOTINGARVIRKIÐ
v/Olavur Gregersen - tlf. 20 í Gøtu