mikudagur 3. september 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 59 — 3. september 1975
sosialurin
SMYRIL hevði 1,6 milj.
kr í yvirskoti í summar
Strandferðslan leggur fýra skip í vetur
Ein fyribils uppgerð sýnir, at
Strandfaraskipið Smyril, síðani
hann byrjaði siglingina 11. juni,
til 1. september hevði eitt
samlað yvirskot upp á 1,6 milj.
kr. netto.
Smyril hevði í hesum tidar-
skeiði eina inntøku upp á 4,4
milj. kr., meðan útreiðslurnar
vóru upp á 2,8 milj. kr.
46 uttanlandaferðir
Smyril gjørdi í summar tilsam-
ans 46 uttanlandaferðir, 24 ferðir
millum Feroyar og Bergen og 22
millum Feroya og Seyðisfjarðar.
Í meðal hava hesar túrarnar
verið flutt 130 ferðafólk á Is-
landsrutuni og 225 á Noregs-
rutuni. Tilsamans eru á hesum
báðum rutunum flutt 8.200
ferðafólk. Aðrenn Smyril fór at
sigla, varð mett, at hann fór at
flyta tilsaman 4.400 ferðafólk
millum londini. Av teimum
8.200 eru 2.700 flutt á Íslands-
rutuni — roknað varð við 800 —
og 5.500 á Noregs-rutuni.
Frammanundan varð mett, at
2.500 ferðafólk fóru at vera á
hesari rutuni.
Her er tó at viðmerkja, at
Hetlands-rutan varð av ongum.
1400 bilar
Í uttanlandasiglingini í summar
hevur Smyril flutt tilsamans
1.400 bilar aftur og fram. Harav
eru fluttir 540 á Íslandsrutuni og
860 á Noregs-rutuni. Tilsamans
46 ferðafólk hava verið knýtt at
Smyrli í summar. Í vetur verða
tey 32. Skiparar eru Alfred
Jacobsen, úr Hósvík, og Óli
Hammer, úr Havn.
Í uttanlandasiglingini hava
farmagjeldini givið eina innteku
upp á 225.000 kr. Roknað varð
við 227.500 kr. Inntøkurnar av
ferðaseðlum og bilferðaseðlum
hava verið ávikavist 2,3 milj. kr.
og 200.000 kr. Frammanundan
varð roknað við, at ferðaseðlarn-
ir fóru at geva eina inntøku upp
á 1,3 milj. kr. og bilferdasedl-
arnir 140.000 kr. Kafeteria og
kiosk hava givið tilsamans
980.000 kr.
900.000 kr. í hýrum
Tilsamans hava verið latnar
900.000 kr. í hýrum. Keypt
hevur verið inn fyri 350.000 kr.,
og oljuútreiðslurnar hava verið
1,1 milj. kr. Roknað verður við
einari samlaðari oljuútreiðslu
upp á 3,2 milj. kr. alt árið.
Umsitingin av skipinum hev-
ur kostað 100.000 kr. Roknað
varð við 1,3 milj. kr. til enda-
málið alt árið, Tryggingarút-
reiðslurnar hava higartil verið
200.000 kr., somuleiðis havna-
útreiðslurnar. Samlaðu útreiðsl-
urnar hava verið 2,8 milj. kr.
Tvær ferðir so nógv
Í innanoyggjasiglingini í summ-
ar hevur Smyril flutt til samans
20.000 ferðafólk millum Suðuroy
og Havnina og 3.000 bilar.
Dúgvan hevur flutt ávikavist
3.000 ferðafólk og 250 bilar.
Sama tidarskeid í fjør vórðu flutt
11.000 ferðafólk og 1.000 bilar á
Suðuroyar-rutuni.
Leggja fýra skip
Fýra skip hjá strandferðsluni
fara ikki at sigla í vetur. Tey eru
Dúgvan, Teistin, Kjógvin og
Sildberin, sum verða løgd. Tað
er ætlanin at selja Sildberan.
Eftir ferðaætlanini skal Rytan
nú einsamøll røkja siglingina til
Nólsoyar og Skopun. Umframt
sigling millum Havnina og
Klaksvík skal Pride eisini sigla
til Kaldbaks, Kaldbaksbotn,
Sunds, Kolturs, Hests, Skála-
vikar, Sands og Suðuroyar.
Farmasiglingin inn á Skála-
fjørdin skal eisini detta burtur.
Ætlanin er nú, at Tróndur skal
flyta farmin inn, haðani hann
verður koyrdur til bygdirnar á
Skålafjørdåinum við bilum hjá
strandferðsluni.
Dúgvan, Teistin, Kjógvin og
Sildberin høvdu í fjør eitt samlað
undirskot upp á 800.000 kr., og
tað er umleið helvtin av samlaða
undirskotinum hjá skipunum
hjá strandferðsluni í fjør. Dúgv-
an hevði tó eitt yvirskot upp á
22.000 kr. I figgjarårinum 1974
75 kostadi hon 2,4 milj. kr. at
driva, medan driftin av Pride
kostadi 1,1 milj. kr.
Fyra missa arbeidi
Fyra mans fara at missa arbeiðið
í sambandi við, at fýra skip hjá
strandferðsluni verða løgd. 19
fólk hava verið fastlønt í hesum
sambandi, og fimtan av teimuni
verða flutt í onnur sterv hjá
strandferðsluni. Teir fýra, sum
nú ikki longur kunnu halda
fram, hava verið fritidaravloys-
arar síðani í fjør og fyrraárið.
Smyril, sum hevur havt eitt yvirskot upp á 1,6 milj. kr. í summar
Síða 3
kommununýtt
Klaksvíkar býráð:
Kanjon undir
sethúsabygging
Eftir uppskoti frá teknisku
umsiting, varð samtykt á
fundinum týskveldið, at tær
umsóknir um byggiloyvi á
hesum eki, sum eru innan fyri
tær rammur, ið ásettar eru í
byggisamtyktini, ikki skulu
koma fyri byrådid, men av-
greiðast av teknisku nevnd
og teknisku umsiting
Tó gjørdi býráðið ta broyt
ing til hetta uppskot, at
krevur ein limur í teknisku
nevnd býráðsviðgerð av ein-
um byggimáli, so skal tað
koma fyri býráðið í slíkum
fori
Sethúsabygging
á Kósini
Byggifelagið Kanjon hevur
søkt Klaksvíkar byråd um at
fåa eitt lendi ovarlaga å
Køsini til sethusabygging
Felagid hevur ætlanir um at
fara undir eina byggirød av
sethusum å hesum øki.
Tekniska nevnd, sum hev-
ur havt umsóknina frå byggi
felagnum Kanjon til viðgerð-
ar, mælti býráðnum til at
ganga umsóknini frá Kanjon
á meti.
Samtykt varð, at figgjar-
nevndin tekur samráðingar
upp við byggifelagið Kanjon
og m. a. ger sáttmála um, at
vegirnir, sum lagdir verða
gjøgnum nevnda eki av fel-
agnum, verða ogn hjá Klaks-
víkar kommunu, og at teir
skulu verða heilt lidnir
t. v. s. asfalteraðir — tá yvir-
tøkan fer fram.
Kanjon hevur gjørt byggi-
ætlan fyri økid, sum er 6.000
kvm. stort Talan er um 12
sethus.
Mótmælisskriv ikki
tikið til eftirtektar
Fleiri krambúðir fram við
Nólsoyar Pálls getu hava
sent býráðnum skriv, har
mótmælt verður, at býráðið
hevur givið loyvi til at ein
Esso servicestød verður bygd
niðan fyri vegin
Tað var i fjør, at hetta
loyvid var givið. Økid, sum
byggjast skal å, er uppfylt,
og leigusåttmåli er gjørdur
vid ånararnar.
Talan er um ekið sunnan
fyri bátabrúgvarnar. Býráðið
samtykti einmælt ikki at
taka mótmælið til eftirtektar.
28 mál vóru til viðgerðar á
almennum býráðsfundi í
Klaksvík týskveldið Av
teimum 28 tilráðingunum,
vóru 26 frá teknisku nevnd
tey flestu byggimál og
tvær frá figgjarnevndini.
Vatn úr Svartadali
Millum málini, ið vóru til við-
gerðar á fundinum tyskvøld-
ið, var vatnspurningurin,
sum áður í ár hevur verið til
umreðu á opnum býráðs-
fundi, og tá varð beindur í
figgjarnevndina
Býráðsformaðurin, sum
eisini er formaður í figgjar-
nevndini, greiddi frá viðgerð-
ini í nevndini. Upplýst varð,
at eitt møguligt vatnverk
Gravardali kemur at kosta
umleið 1 mill. kr., men við
tað at vatnmongdin ikki er so
stór har, er ivasamt, hvussu
mong ár fram hetta vil loysa
spurningin
Býráðsfromaðurin metti, at
eitt vatnverk í Gravardali
bert vildi loysa spurningin
fyri fyra/fimm ár. Formaður-
in upplýsti eisini, at komm-
ununi stóð í boði at fáa eitt
lán upp á 2,5 mill. kr. men
legði afturat, at skal nýggja
vatnverkið byggjast í Arna-
firði ella í Svartadali, so
verða 2,5 mill. kr. ikki at
rokka til
Møguleikarnir, sum nevnd-
ir hava verið, eru Arnafjorð
ur, Gravardalur og nú eisini
Svartidalur, ið er beint norð-
an fyri Strandadal, har
Klaksvíkar Elverk hevur
sin vatnbrunn. Nágreinngar
kanningar av vatnmongdini i
Svartadali eru tó ikki gjørd-
ar
Einmælt varð samtykt at
áleggja teknisku nevnd at
skipa fyri kanningum í
Svartadali og at áleggja
figgjarnevndini at kanna
møguleikarnar fyri at fåa
figging til eitt dyrari projekt,
sum annadhvørt verður
Yrnafjørdur ella Svartidalur
Byggiloyvir
á Lítlubrekku
Fyrr í summar hevur Klaks-
vikar byråd gjørt eina byggi-
samtykt fyri alt ekið á
Litlubrekku, t.v.s. kommun-
alu útstykkingina, sum tá
hon er liðug kemur at umfata
eini 80 byggigrundir
**xx*