leygardagur 6. september 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 60 — 6. september 1975
sosialurin
Síða 5
Vietnam ikki STlimaskap
Suður- og Norðurvietnam hava
bæði sekt um limaskap í ST,
men hetta varð noktað av USA,
sum legði veto fyri uppskot-
inum.
USA er limur í trygdarráðn-
um, og kann tí leggja veto ímóti
uppskotum. Um eitt av lima-
løndunum í trygdarráði ST
leggur veto móti einum upp-
skoti, kann tað ikki samtykkj-
ast.
Uttanríkisráðharrin í Suður-
vietnam hevur sagt, at hetta
stríðir móti grundarlagi ST.
Vietnam er ein tjóð, ið vil frið,
og hevur vietnamesiska fólkið
víst hetta í verki. Vietnamesiska
fólkið hevur barst móti innrás-
um og hertøku av landi teirra í
tredivu ár, men hevur ikki lagt
seg út í vidurskiftini hjá ødrum
londum. Hetta er meir, enn ein
kann loyva sær at siga um USA.
At USA noktar Vietnam lima-
skap, er bert ein framleingjan av
krígnum. Teir vilja ikki viður-
kenna, at USA imperialisman,
heimsins sterkasta hervald, tapti
stríðið í Vietnam og annars í
ollum Indokina.
Harrarnir í USA eru eisini
ræddir fyri, at bólkurin av
smáum londum og annars lond-
um úr triðja heiminum veksur.
Bólkurin av fåtøkum og rændum
londum sýnist at vakna, og setir
í mongum føri nevan fyri and-
litið á stórveldunum við USA á
odda. At fáa Vietnam upp í
henda bólk merkir, at hann
styrknar nógv. Tað kann tí við
vissu og av rettum sigast, at
USA hevur nakað at ræðast, tá
teir nokta Vietnam ST limaskap.
Setið sparipening tygara í
FØROYA
SPARIKASSA
— fólksins peningastovn
tað lønar seg
HAVNARKORID
Ársaðalfundur verður týsdagin 9. september
1975 kl. 20.90 í sangstovuni á læraraskúlanum
NEVNDIN
Vit ferma
HVØNN
TYSDAG
MIKUDAG
HOSDAG
2. hvørja viku
3. hvørja viku
3. hvørja viku
3. hvørja viku
EINASTA
í ALBORG
í HALMSTAD
i KØBENHAVN
i LARVIK (næstu ferð 8.9)
i ÁLESUND (næstu ferð 22.9)
í BLYTH (næstu ferð 26.9)
í SANDNES (næstu ferð 10.9)
BEINLEIÐIS TIL FØROYA
AVGREIÐSLUR:
Chr. Jensen, tlf. 122566 Álborg
A/s Traderline, tlf. 130233 Keypmannahavn
Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad
Kostadi hálva miljón
Arbeiðið við at umvæla salt-
goymsluna á Drelnesi á
Tveroyri er nú liðugt og
hevur kostað hálva miljón kr.
Tað er J. K. og Sonur í Mið-
vági, sum hava staðið fyri
umvælingini og umbygging-
ini. Teir hava gjørt nýggja
jarnkonstruktión til nýggj
flutningsbond, sum skal flyta
salt til útskipingar. Eisini
kranin er umvældur, og
samstundis er sett upp ein
nýggj sjálvvirkandi vekt.
Arbeiðið vardi í triggjar
mánaðir.
Leggur helvtina upp
í Klaksvík
Sjúrðarberg, sum kom undan
Íslandi í vikuni, skal leggja
umleið helvtina av veidini
upp á Kósavirkinum í Klaks-
vík. Teir meta seg at hava
750 tons, og millum 3 og 400
tons verða landað í Klaksvík
Restin verður løgd upp á
Skála.
Kósavirkið fer týsdagin at
avskipa nakað av upsa og
ødrum. Tað eru eini 2—300
tons, sum skulu avskipast til
Eystureuropa.
Jákup B. landaði í vikuni í
Klaksvík. Hann hevði
140.000 pund. Pollur hevði
10.000 pund. Nakrir trolbát-
ar, sum avreiða til Kósavirk-
ið, hava hesa vikuna ligið úr
1.500 upp í 5.000 pund. Teir
royndu stutt. Royndin Fríða
avreiddi 9.000 pund av linu-
fiski. Bylgjan avreiddi tveir
dagar åvikavist 2.500 og
3.500 pund, og Trondarberg
hevdi 7.000 pund av trolfiski.
Meiri postur
til Føroya
Tað kemur nógv meiri postur
til Foroya, enn tað fer úr
Føroyum.
I fjør komu 582 tons av
brævpost til Føroya og 1351
tons av pakkaposti. Sama år
fóru úr Føroyum 38 tons av
brævposti og 237 tons av
hevur eftirlitið við umvæl-
ingini. Kirkjan í Hvalvík
varð bygd í 1828.
Skulu brúka
somu amboðini
Í næstum verður farið undir
arbeiðið upp á Leynaberg-
holið. Tað verður 700 metrar
langt. Tað er ætlanin at
brúka somu boriútgerðina,
sum hevur verið brúkt í
arbeiðinum upp á Eystur-
oyarbergholid. Pihl & Søn
skal standa fyri arbeidinum.
Arbeidid lidugt
Arbeidid vid at leingja at-
løgubryggjuna i Skuvoy er
nú lokið. Atløgubryggjan er
longd við 10 metrum, og tað
er byggifelagið Gunnar Lam-
hauge, sum hevur staðið fyri
arbeiðinum, ið byrjaði í juni
mánaða í fjør.
Lidnir at planera
Arbeiðið við at planera ekið,
har nýggja flakavirkið hjá
Jákup Joensen í Vági skal
standa, er nú við at verða
liðugt. Teir hava planerað
eitt eki upp á 1200 m', og
arbeiðið hevur kostað umleið
3 milj. kr. Byggingin verður
gjørd í stigum, og næsta
byggistigið umfatar gerð av
einari 100 metra langari at-
logubryggju, sum skal gerast
suðureftir. Kostnaðurin av
henni er mettur til 2,5 til 3
milj. kr.
Leingja 10 metrar í ár
Brimgarðurin í Skálavík
verður nú longdur. Tað er
byggifelagið Danberg & Sør-
ensen, sum stendur fyri arb-
eiðinum. Í ár er ætlanin at
leingja brimgarðin við 10
Fi
metrum og 10 metrum aftrat
næsta år.
Arbeiðið hevur gingið væl,
men er nakað tarnað nú, tí at
ongar perur hava verið í
lyktunum, sum standa á
garðinum. Hetta hevur gjert
tað ógjorligt at arbeiða um
kveldarnar. Teir siga í Skála-
vík, sum er brimpláss, at tað
er sera átrokandi at fáa hetta
í lagi beinanvegin, ti kemur
hann av landnyrðingi, kunnu
formarnir, sum eru uppsettir,
lætt brotna.
Nýggjur bátur er komin til
Skálavíkar. Tað er Grinda-
fossur, sum Tórstein Christi-
ansen eigur. Báturin, sum er
av Viksund-blagnum, er 15
tons til steddar. Hann er
bygdur í Noreg.
Teir siga frá smáligum
fiskiskapi í Skálavík. Tveir
bátar rógva út har. Teir eru
Eysturbúgvin og Edda, men
lítið hevur borið til
Umboð í 50 ár
Týsdagin eru liðin 50 år,
síðani bilselan hjá Wenzel
Petersen í Havn fór undir at
umboða Ford-bilarnar. Í hes-
um sambandi verður eitt lítið
håtidarhald fyri innbodnum á
bilverkstaðnum. Pf. Wenzel
Petersen hevur nú bilverk
stað við Oyggjarvegin, sum
varð tikin í brúk fyri nokrum
árum síðani, og maskinverk-
stað úti á Bakka, har áður bil-
verkstaðurin var.
Nýggjur leikur í
Sjónleikarhúsinum
Oskar Hermansson umsetir
í løtuni ein sjónleik úr is-
lendskum eftir Birgir
Sigurðsson. Tað er leikurin
PETUR OG RUNA, og
ætlanin er at framføra hann i
næstum í Sjónleikarhúsinum
í Havn
Sjónleikurin SKIPIÐ eftir
Steinbjørn B. Jacobsen skal
nú framførast aftur. Tað er
ætlanin at framføra hann
tvey vikuskifi í hesum mán-
aðinum, nevniliga 13. og 14.
september og 20. og 21
september. Báðar hesar fram-
forslurnar verða í Sjónleikar-
húsinum. Síðani verður farið
út á leikinum.
Etlanin er fyrst at fara til
Hvalbiar og Klaksvíkar.
bygd við
Bugge á Olsen, tlf. 82090 Larvik pakkaposti.
J. Hagenæs, tlf. 24078 Álesund
T. Schanche Olsen, tlf. 62078 Sandnes
W. Harney & Co., tlf. 2331 Blyth
Zeyen N.V., tlf. 329296 Antwerpen.
Bøta um kirkjuna
í Hvalvík
Teir eru farnir at beta um
krikjuna í Hvalvík. Helvtin
av klædninginum og vind-
eyguni skulu skiftast út.
BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TORSHAVN Sverri Dahl, fornfrødingur,