Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. september 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 60 — 6. september 1975 7 filmir ið koma Njósnarafellan Ein dagin í Hyde Park vendir ein fremmandamaður sær til fyrrverandi njósnaran An- thony Lawrence, sum bjóðar honum eitt vælgoldið arbeiði fyri eitt ókent viðskiftafólk. Lawrence tekur ikki við til- boðnum. Hann er fullkomuliga farin úr hasum »arbeidinum«, eftir hann hevur mist gentu sína, sum arbeiddi saman við honum í fregnartænastuni. Eitt sindur seinri hittir hann tvær nunnur, sum biða hann um olmussu, og sum lættliga og ómerkiliga skjóta hann við einum undarligum vápni, ið fær hann at missa vitið. Hann verður tikin burtur haðani av einum fremmand- um manni — og verður flogin til eina litla oyggj norðan fyri Skottlandi. Her heldur hin víðagitna Madame Sin til, aftan fyri múrarnar á einum gomlum slotti. Hon er serkon í handii, kollveltingum, stjórnarkreppum, øll slog av morðum — og ikki minst: vísind, sum einans hevur tað endamál at skapa henni meira rikidømi. Og vald. Hin fremmandi, sum vendi sær til Lawrence, visir seg at vera hin lúnski, umtonkti og líka pengagrammi ráðgevi henn- Hann fær síðani »upp- gávu< sína: hann skal ræna ovastan fyri Polaris kavbát- unum, Cavendish, føra hann til Madam Sin, har hann skal verða »programmeradur« til at geva henni kavbåtin „Starfish<. Lawrence er vald- ur, tí hann kennir Cavendish. Lutvís tvungin og lutvis av forvitni fer hann undir upp- gåvuna. Uppgåvan eydnast, Caven- dish verdur lagdur i »mask- inuna« og imedan finnir Lawrence progv fyri, at tad er Madam Sin, id dripid hevur sentu hansara, Barbaru. Hann åkærir hana fyri at vera ein sótt, ið átti at verið forkomin — og í næstu letu »gandar« Madam Sin Barb- aru á lívi, men tað verður hon bert, um Lawrence full- forir uppgávu sina. Tvungin av hesi hóttan leiðir hann nú henda pro grammeraða Cavendish aft ur. Men lyftini frá Madam Sin eru líka óálítandi, sum hon sjálv er, og filmurin endar í einum harðligum roki. Seinastu dagar Hitlers Tann 20. apríl í 1945 hevur Hitler 56 ára fødingardag, og dagurin verður hildin við veitslu i føraratilhaldinum 20 metrar undir jerð í ti sundur- skotna Berlin. Tað ber móti endanum av krignum, og tað vita eisini oddamenninir í nazistaliðnum hjá Hitler, sum allir luttaka á veitsluni. Men Hitler sjálvur vil ikki vera við, at staðan er so hættislig, og hann hevur alt annað enn føgur orð um her- leiðararnar, sum tíðum verða skiftir 05 við aðrar. Teir næstu dagarnar vinna russar ein sigur fyri og annan eftir og nærkast alt meiri til- haldsstaðnum hjá Hitleri í 3erlin. Hitler vil ikki gevast, men ótroyttiliga tingast hann við ovastar sínar, sum t. d Keitel, Krebs, Martin Bor- mann og Goebbels. Í miklari vreiði sendir hann tað, sum eftir er av SS-herliðnum, at kriggjast ímóti teimum væl- brynjaðu russunum, men tá hendan royndin heldur ikki tykist fara at geva nakað úr- slit, fær Hitler tað vitleysa hugskotið at brynja 14—15 ára gamlar dreingir úr Hitler- Jugend út til bardaga. Unglingarnir makta einki, og nú skilir Hitler, at alt er nyttuleyst. Tey seinastu boð- ini hjá føraranum til ovast arnar eru tey, at teir eiga at taka seg av døgum. Goebbels, kona hansara og bern teirra eru millum tey fyrstu, sum fáa boðini í tilhaldinum í Berlin. Tidliga um morgunin tann 30. apríl giftir Hitler seg við Evu Braun, sum hann í mong ár hevur kent. Ein lítil brúðarveitsla verður hildin, og saman við skrivara sinum ger Hitler testamenti sitt. Sama dagin taka førarin og Eva Braun seg av døgum. Leiklutin sum Hitler hevur Sir Alec Guinnes, Doris Kunstmann hevur leik- Aðrir Kingston meðan lutin sum Eva Braun. leikarar eru Mark sum Martin John Bennet sum Goebbels Bormann og Ein Noregsferð Tað vil so vera, at vit hava lyndi til at finnast at tiltøkum, sum tykjast okkum fremmand, og sum kunnu tykjast ein trokan inn á okkum, uttan at vit harvið halda okkum hava beinleiðis neyðugt brúk fyri teimum. Og nakað soleiðis mundi tað kenn- ast hjá nógvum, nú hetta mikla kjakið tók seg upp við keypinum av nýggja SMYRLI. Vit vóru mong, sum ivaðust. Vit vóru við hesum góða skipi á eini stuttari feriu í Noregi í august. Bilin hevdu vit við, ti ætlingin var at koyra í hesum »nyggja« landi, sum nú varð vorðið opnað fyri okkum, sum ein nýggjur og ikki so fjarur møguleiki. Somuleiðis var hetta fyrsta ferðin við børnum og bil- inum. Uttan at taka munnin ov fullan skal sigast, at Smyril er eitt gott far at ferðast við, fólkið fyrikomandi, og hjá ollum ferða- fólki gekst væl at finna seg til rættis; har eru góð høli at sita í, og skjótt og lætt gekst at fáa mat ella drekka, sum einum lysti. Kamarið, vit fingu, hevði 4 koyggjur, nossligar, tvey góð vøsk, annars kundi tað kanska verið eitt lítið borð ella so, men ikki bilti. Hjá børnunum var tað hentur stuttleiki at hava spælistovuna úti á ganginum, har tey yngru høvdu stórt frægd av at spæla — og annars gekk tíðin við práti og einhverjari dagdvelju á ferðini, til klokkan var so mikið nógv, at tíð var at leggja seg. Tað gekst væl at sovna, hóast tey ymsu skipsljóðini sjálvsagt kennast óvon, men heldur ikki tað bilti, og sovast skuldi bert hesa einu náttina. Ferðin heim gekk eisini væl, tó heldur tøssut og sjóverksligt. Men høvdu vit sikrad okkum sjóverkstablettirnar eftir »re- septini<, so var sjóverkið ikki at stridast við. Bilferðin í Noregi var nokk so spennandi. Vit høvdu sum sagt ongantid ferdast å henda hått, og landið var okkum soleiðis sæd ókent. Men eitt gott vegakort var meira enn hent. Meðan eg sat við kortinum framman fyri mær og »navigeradi«, sýntist tað at ganga sum fótur í hosu. Eitt vinfólk okkara segði, at tað bar ikki til at koysa skjótari enn Jóna Lindenskov, sjúkrasystur 40—60 kilometrar um tíman í Noregi, og soleiðis var. Vegirnir eru góðir, sum okkara, men hamrar, klyvar, sýnir og brekk- ur gera, at sýnið er ringt mangan, hartil er skógvaksið allastaðni úr tromini í sjóvar- málan. Tú skuldi hava eygu á hverjum fingri. Noreg er eitt gott land at ferðast í. Væl ber til at fáa song fyri náttina, antin tú ferðast sum campistur, ella tú vilt hava eina smáttu, leigar kamar frá privatum, á motelli o. s. fr., og er tað ikki í juni/juli, so er lætt at fáa náttarherbergi. Sjálvsagt fóru vit avstað við vónini um, at veðrið fór at vera til vildar og so var. Men tað stuttligasta var tó, at børnunum longdust heimaftur sum frá leið, eftir gerandisdegnum herheima. A ferðini hittu vit eisini kent fólk og norðmenn, sum kendu foroyingar og Føroyar. Eitt kvøldid, vit leitaðu okkum her- bergi, komu vit til eitt stað kallað Nýseterstua, tað var seint, har var ljós, og vit fóru inn at spyrja, um til bar at fáa ein kaffimunn, og um vit kundu fáa heli fyri náttina. Kaffi skuldu vit fáa, men verturin var ikki vísur í, um song var tek. Men letu seinri sigur hann okkum, at tað var í ordan, hann skilti, vit vóru foroyingar, tí vit tosaðu sum móður hansara. Annars hevði hann gjørt klárt til gestir, hann skuldi fáa morgunin eftir, men foroyingum vildi hann sjálvsagt hýsa undir ollum um- stoðum. Og soleiðis kundu vit bert siga, at vit vóru sera væl móttikin, tí vit komu úr Føroyum. Tá vit vóru ávegis nordureftir og bíðaðu eftir ferjuplássi, sigur yngra dóttirin, at ein foroyskur bilur stóð aftan fyri okkum. Rætt var, vit fóru yvir at bilinum, tá vóru tað Petur Dahl og Alfred Olsen, sum vóru á veg at hyggja at ferguni, sum Alfred letur byggja at avloysa SAM. Annars møttu vit bert einum foroyskum bili, tað var í Gud- brandsdalinum, hann kom fúk- andi fram við okkum, floytaði í botn í tí hann fór fram við nógv- ari ferð. Í Noregi er hægst loyvda ferð 80 km/t. Tá vit hugsa okkum um, so munnu vit vera sannførd um, at tað ber væl til at ferðast við bilinum úr Feroyum til Noregs, og at tað hevur eydnast for- oyingum at skipa eitt ferðasam- band, sum feroyingar flestir kunnu fáa gleði burturúr — og at ferðapeningurin fer til okkara egna ferðamannaskip. Experimentið við SMYRLI í summar fer vónandi at hylnast. Og uttan at vit fara at seta krøvini til óneyðugt luxus. Tað var eisini vælgerandi at síggja, at tað ber til at ferðast við einum ferðamannaskipi, har drekkari ikki er alfa og omega. Jóna Lindenskov Lesið sosialin! Haldið sosialin! Keypid sosialin ! Sosialurin — altid bestur! Hjálparfólk til KS75 Til KS75 — ið verður í døgunum 25. — 28. sept. — sekja vit hjálparfólk, kvinnur og menn, til: barnaparkeringina og barnabiografin og sum kontrollar v.m. Til mótasýningarnar sekja vit eisini nakrar mannequinnir Pf. KS p. box 125 - Tórshavn - tlf. 14442 N.B. Um eingin er á skrivstovuni, biðja vit tygum vinarliga tosa eini boð inn á tann automatiska telefonsvararan og boð- móttakaran.