leygardagur 6. september 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 60 — 6. september 1975
| Meðan skeggem so líður mi
sg myrkende ám I køleren | term,
vor tað hugnelgt st 1806 19 batt 1
dum af Oimen … riynn af frðka tog
ællarunst henni, Jo Einki ord ab
hon der fram, skuldi mifonst, fi
sosialurin
Sida 3
1250 folk hava sæd
framsyningina KVINNAN
Í sambandi við kvinnuárið hevur Fornminnis-
savnið í samstarvi við Kvinnuseguliga savnið
skipað fyri eini framsýning um føroysku kvinn-
una. FRAMSÝNINGIN KVINNAN, sum hon
nevnist, var opin á Olavssøku og er nú aftur úti í
Stokkastovuni í Tinganesi
Framsýningin
væl vitjað
Framsýningin KVINNAN var
opin á Olavssøku, og var hon tå
sera væl vitjað. Tilsamans vóru
1250 fólk inni og hugdu at henni.
Upp í hetta tal er at rokna bæði
vaksin og bern.
Vanligt hevur verið, at ymsu
sevnini hjá Fornminnissavnin-
um hava verið opin um morgun-
in, klokkan 10 til 12, óg seinna-
partin klokkan 2 til 4. Til hesar
tíðir er tað sjáldsamt, at fólk
hava tid at koma, ti vanliga eru
flestøll bundin av arbeidi hesar
tidir.
Tá Framsyningin KVINNAN
læt upp aftur 1. september, varð
avgjørt at hava slíkar opnings-
tíðir, at vanligt arbeiðandi fólk
kundi koma at vitja. Avgjørt
varð ti at hava opið klokkan 5 til
7 gerandiskvøld, og klokkan 3 til
5 seinnapart um vikuskiftið. Tad
er ti møguligt hjå øllum at vitja
hana.
Skúlar kunnu eisini, eftir av-
talu, sleppa at vitja hana um
dagin. Hetta er frálíkt tilfar til
undirvísing, sum kjakevni ella
til at arbeiða víðari við, hjá
framhaldsflokkum ella HF og
studentaflokkum. Her er segu-
ligt tilfar og taltilfar, sum er
áhugavert til skúlabrúks.
Framsýningin verður opin til
miðjan oktober mánaða, og
umleið heystferiuna verður aft-
urlatið.
Fólkini aftanfyri
Tað er Bárður Jákupsson, ið
hevur sett mesta parin upp av
framsýningini. Hann er tann, ið
man hava sett upp flestu fram-
sýningar, ið verið hava seinastu
tíðina. Millum annað setti hann
mesta partin av EEC framsýn-
ingini upp. Fólk av steðisút-
búgvingini hava eisini hjálpt at
seta upp.
Tann søguligi parturin av til-
farinum er komin frá Jóan Paula
Joensen, sum er etnologur.
Hanna Absalonsen og Petur
Zakariassen, bædi å Debessar-
trød, hava latid tilfar. Petur
Zakariassen og onnur å Stødis-
útbúgvingini hava sett upp og
savnað taltilfar um kvinnuna í
Føroyum.
**K
UMMÆLI:
Framsýningin Kvinnan
Lítir tú at framsýningini, so
sæst týðiliga, at hon er býtt upp
í nógvar smáar partar, so sum
útbýgving, giftar og ógiftar
kvinnur í útiarbeiði, o. s. fr. Men
eisini kann framsýningin býtast
Tað fyrsta er eitt søguligt
yvirlit um føroyskt kvinnustrid,
og skriving um kvinnuna i eldri
ti. Har finnur ti millum annað,
at fyrsta føroyska kvinnufelag
varð stovnað í Keypmannahavn
i 1896. Og igjøgnum øll 189-ini
sært tå kjak um stødu kvinn-
unar i blødunum. Å framsyn-
ingini eru nøkur kut år blødum
sum Fuglaframa, um kvinnu og
klædnamóta.
Ein tann mest áhugaverdi
parturin av framsýningini er eitt
rað av talmyndum, sum sýna
stødu kvinnunnar í fólkatalinum
kring bygdirnar, um burðir, um
luttøku í arbeidslivinum, og i
ymsu vinnugreinunum. Her eru
tøl um burturflytingina, sum
hevur verið umtalað i m.e.
bókini hjá Mariu Andersen um
»Føroyskar gentur í Keyp-
mannahavn<. Her sæst eisini
týðiliga, at tað eru konufólkini,
ið fáa tey størv, ið geva minst
løn.
Har er eisini ein gjøgnum-
gongd av arbeidsplåssum kvinn-
unnar. Hetta byrjar vid mynd-
um úr nýggjari tíð, og síðani
verða tær eldri og eldri. Hetta er
ein partur, við nógvum mynd-
um, millum annað úr handlum í
Havn. Síðani kemur tú til eldri
myndir og frásagnir um luttøku
kvinnunnar í arbeiðinum í slupp-
tíðini og í gamla bóndasamfel-
agnum. Til neyta og í torvi — alt
vanligt kvinnuarbeidi verður
lýst.
Har eru tó ikki bert myndir og
skrivað tilfar. Tú finnur eisini
klæðir, sum kvinnan bar, serliga
stásklæðir. Eisini liggja frammi
slík klæði og fótbúni, sum
kvinnan mátti gera til alt
húskið.
Atløgubryggja
fyri 3 milj. i Vågi
Er nú til projekteringar
hjå Landsbyggifelagnum
30—40 mans arbeiðsleysir, ti vegagerðin millum
Hov og Porkeri varð steðgað
Landsbyggifelagið hevur í letuni
eitt projekt yvir eina atlogu-
bryggju á sunnara grótkastinum
í Vági til viðgerðar. Farið varð
undir projekteringina aftan á
summarfrítiðina, og hon verður
væntandi ligðug heilt skjótt.
Vágs býráð samtykti á einum
fundi herfyri at lata atlogu-
bryggju gera á sunnara grót-
kastrinum í sambandi við nýggja
flakavirkið, sum skal byggjast,
og býráðið fer nú at senda ting-
inum umsókn um stuðul til
byggingina, sum væntandi fer
at kosta einar 2,5 til 3 milj. kr.
Nýggja atlogubryggjan skal
vera 100 metrar til longdar.
30 —40 mans
arbeiðsleysir
30—40 mans gjørdust arbeiðs-
leysir, tá fridingarnevndin í
Suðuroy avgjørdi at steðga
vegagerðini millum Hov og
Porkeri um Bláhamarsstiggj, ti
vandi var fyri at skemma
náttúruna har. Seinni hevur yv-
irfriðingarnevndin staðfest av-
gerðina, og arbeiðið helt uppat
10. juli. Tað eru menn hjá Árna
Brattaberg, sum hava arbeitt
upp á vegin.
Í Vági halda menn lítið um av-
gerðina hjá friðingarnevndini í
oynni, sum síðani er vorðin
staðfest. Teir halda ikki, at
vegagerðin millum Hovi og
Porkeri skemmir nakra náttúru.
Brugduveiða
Triggir bátar í Vági veiða
brugdu. Teir eru Torri, Stein-
husbrødur og Havaldan. Summ-
ir eru komnir upp i 15 brugdur.
Torri hevur fingið 9.
Tað er livurin, sum hevur
týdning í hesari veiðini, og hon
verður smeltað í gamla lýsi-
smeltaranum hjá Garðamonnum
í Vági. Í byrjanini vóru ymsir
trupulleikar við smeltingini, men
tað er í lagi nú.
Seinni trolarin komin
Seinni trolarin hjá partsreiðarin-
um Polartrol í Vági, Polarborg
2, kom á Vág mikudagin. Hetta
er systurskip til Polarborg 1.
Báðir trolararnir skulu royna
undir Íslandi.
Hoyggingin líður
Tað líður væl við hoyggingini í
Vági. Tey flestu eru liðug og
hava fingið alt inn. Eplavøkst-
urin tykist ikki fara at eydnast í
ár.
Teir hava eina ljósmyndareð,
sum vísir gamlar búnyttur og
amboð, sum kvinnan brúkti í
húsarhaldinum, bæði til matgerð
og til at framleiða klæði.
Øll minnast kanska stríðið um
kjósingina av Miss Feroyar,
sum var í 1971. Á framsýningini
síggja vit ein litlan part av ti
lesarabrævódn, ið kom, tá hetta
fór fram. Brøvini snúgva seg fyri
mesta partin um at mótmæla, at
kvinnan verður vist fram sum
onnur djór, ið eru til selu. Hetta
var ein týðandi partur av for-
oyska kvinnustríðnum.
Hin ikki minst áhugaverdi
parturin av framsyningini er
kvinnan í søgu og søgn. Hetta
eru partar av søgum, sagnum og
yrkingum, sum snúgva seg um
kvinnuna. Her skrivar Svabo
um, at tað er langt síðan, at
talan var um at minka um
burðartalið í Feroyum. Familj-
urnar fingust longu í eldri tíð við
henda tankan. Eisini verður her
sagt frá úr segnini um Óla
Jarnheys, at kvinnurnar komu á
Olavsøku til Havnar at kjósa
sær menn. Hetta binda teir
saman vid elligamlan europe-
iskan sid, at tad var kvinnan,
sum valdi sær mann. Til henda
part eru lagdar nakrar tekningar
eftir William Heinesen.
Ein meira skemtiligur partur
er tað, ið snýr seg um, hvussu
kvinnan verður avmyndað í
skemtitekningum. Sumt siga
teir er gjørt við vilja, meðan
annað er í tankaloysi gjørt so, at
kvinnan verður til låturs.
Stutt sagt
Tað er nú so, at tað er Forminn-
issavn Føroya, id skipar fyri
framsyningini. Tad merkist ti,
at hetta ermest ein framsyning,
ið er ein søgulig gjøgnumgongd
av stæðu kvinnunnar, og um
amboð og slíkt. Hetta er í minni
mun ein framsýning, ið tekur
upp kjakevni um kvinnusakina.
Tó so, at framsýningin leggur í
fori dent á at vísa, at kvinnan er
ikki javnt stødd við mannin.
Men tað er greitt, at um tað var
ein framsýning, har tað vóru
kvinnufelog, ið stóðu fyri, so sá
hon annarleiðis út.
Tilfarið er væl og greidliga
sett upp. Her er væl vigað, so at
tekst og myndir skiftast um at
gera hana lætta. Hon er vakurt
uppsett, og lett at koma
igjøgnum