leygardagur 6. september 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin telf. I 1820, box 76, 3800 Torshavit
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjórn: Vilnelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56411
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Satsur og
paste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar
Uttanlanda sigling
UTTANLANDA siglingin hjá Smyrli er av fyri
í ár. Á tíðindamannafundi í landsstýrinum
seinasta mánadag varð m. a. upplýst, at skipið
í hesi sigling hevur givið ein rakstrarvinning
upp á 1,6 milj. krónur.
ORÐADRÁTTURIN OG tvídrátturin um
keypið av hesum skipi var, sum øll minnast,
rættiliga stórur. Mong vóru tey, sum hildu, at
hetta skip fór at roynast landinum ein sannur
kleppur við risastórum rakstrarhalli á hverjum
ári. Onnur, teirra millum vit, vóru av teirri
áskoðan, at tørvur var á slíkari sigling millum
londini her í Norðuratlantshavi, og at henda
sigling kundi givið nakað av sær.
NÚ VITA VIT væl, sum tað eisini varð sagt á
tíðindamannafundinum í Tinganesi, at alt
yvirskotið av uttanlanda siglingini, og helst
reiðiliga tað, verður etið upp av innanoyggja
siglingini í vetur. Men kortini — her er talan
um pening, sum vunnin er til landið. Ein partur
av hesum peningi stavar frá útlendingum, og
um hann so allur fer út aftur í hýrum í vetrar-
siglingini, so er kortini talan um, at vit hava
vunnið valuta.
MEN EIN ANNAR spurningur er, um ikki
uttanlanda siglingin í komandi árum kann geva
so mikið av sær, at hon kann greiða rakstrar-
hallið av innanoyggja siglingini um veturin, og
meguliga geva skipinum ein samlaðan rakstr-
arvinning. Her hugsa vit um, at skipið í ár kom
so seint inn í myndina, at tað als ikki var við í
nakrari turistbrochuru fyri árið 1975. Hesar
brochurur koma út um veturin, og tá taka
flestu fólk stødu til, hvar tey skulu fara í
summarfri, og hvussu tey skullu ferðast.
KOMANDI SUMMAR verður eðrvísi. Tá
kann Smyril byrja uttanlanda siglingina nógv
fyrr, og tå hava øll fingið kunnleika til hesa
sigling gjøgnum ådurnevndu turistbrochurur.
Vit hava tí góðar vónir um, at Smyril fær eitt
nógv betri úrslit úr uttanlanda sigling í 1976
enn i 1975. Í øllum forum halda vit okkum hava
orsøk til at vænta, at so verður.
EIN HEILT ANNAR spurningur er, um vit
ikki eisini áttu at siglt aðrar leiðir, eitt nú
suðureftir. Og tá vit siga suðureftir, so hugsa
vit sjálvandi fyrst um Hetland, Oyrknoyggjar
og Skotland. Men turistferðir longur suðureftir
við foroyskum skipi er heldur ikki óhugsandi.
SPURNINGURIN ER sostatt, um flutningur
av ferðafólki og bilum ikki eisini kann gerast
ein vinnuvegur. Men skal meira gerast við
uttanlanda siglingina, og skulu vit eisini sigla
aðrar leiðir, mega vit av álvara umhugsa eitt
skip afturat.
sosialurin
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika:
N. P. Danielsen á Skála kl.
11, altargangur, S. J. Joen-
sen í Klaksvík kl. 11, altar-
gangur, og í Árnafirði kl. 19,
altargangur, K. O. Viderø í
Hvalba kl. 11, altargangur,
og í Sandvík kl. 18, Torkil
Beder í Leirvík, altargangur,
Hartvig Wagner á Glyvrum
kl. 11, innsavning til Heima-
missiónina, J. Weihe á Nesi
kl. 12, P. M. Rasmussen við
Gjógv kl. 12 og við Norðskála
kl. 19. J. Magnussen á
Kalsoy, Hegni Poulsen í
Sandavági kl. 11 og í Gása-
dali kl. 19 og Martin R.
Jacobsen í Sunba kl. 12 og í
Hovi kl. 18.
Konfirmatións-
fyrireiking
í Fuglafjarðar prestgjaldi
verður konfirmatión 15. okt-
ober í Elduvík. Fyrireiking-
arnar byrja í Fuglafjarðar
skúla 22. september kl. 16.
Í Norðoya vestara presta-
gjaldi byrja konfirmatións-
fyrireikingarnar týsdagin 9.
september kl. 9 í Klaksvíkar
skúla. Konfirmatiónin verður
sunnudagin 12. oktober.
Í Eiðis prestagjaldi verður
konfirmatiónin sunnudagin 5.
oktober.
Evangeliihúsið
Sunnudagsskúli sunnudagin
kl. 14.
Telefonandaktir
Filadelfia: 14880. Evangelii-
húsið: 12266, har Lincoln
Wilson talar.
Gospelkonsert
í kvold
Í kvold kl. 20 verður Gospel-
konsert í Ítróttarhellini í
Havn við heimskenda sang-
bólkinum Samuelsons.
Framsýningin
Gagnlist í gerandislívinum
verður í dag og sunnudagin í
húsarhaldsskúlanum í Klaks-
vík.
Kvinnufelagið
í Havn hevur limafund mána-
dagin 8. september kl. 19.30
á Parnassinum, har sagt
verður frá NKS-fundinum í
Stockholm og frá alheims
kvinnufundinum i Helsingør.
KFUM -skótíarnir
í Havn
Skótaarbeiðið í hesum hálv-
árinum byrjar í komandi
viku: Skótarnir meta mána-
kveldið kl. 20. Seniorar og
rovarar tyskvøldid kl. 19.30.
Ulvaungarnir, 9—11 ár, hós-
kveldið kl. 18.00. Nýggir
limir kunnu tekna samstund-
is.
Nr. 60 — 6. september 1975
Aðalfundur
felagsins verður mánadagin 8. september kl.
20 á Hotel Føroyum.
Dagsskrá sb. lógina.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
EL-POL servica
Vit vilja hervið siga frá, at vit planleggja, geva yvirslog
og tilboð upp á allar fyrikomandi (nýggjar) el-innlegg-
ingar, sovæl sum umleggingar og umvælingar av
gomlum.
Henda servica kemur at galda fyri alt veganetið
„Eysturoy/Streymoy og Norðuroyggjar< uttan eyka-
kostnað, uttan hetta at snara nr. 47045 Runavík í góðari
tíð.
Vit selja tey vidagitnu tvottatólini A.E.G. og
ATLAS.
Vit selja flest oll húsarhaldstól og lampur.
Biðið um eina avgjaldsskipan, og tygara tervur á el-
húsarhaldstólum er tryggjaður.
Vit átaka okkum eisini el-arbeiði á skipum, og kunnu
útvega veksilstreymsgeneratorar. Eisini umboða vit
eina stóra freonfabrikk, og liggja á goymslu við freon, til
frystitól á sovæl skipum sum á landi.
EL-POL er beint við Runavíkar Sjómansheim, og
bjóðar tygum inn á gólvið, har tygum kunnu síggja
nakað av okkara úrvali.
EL-POL
v. Frants Petersen
aut. el-innleggjari
3850 Runavík, tlf. 47045
Spinnið í Gøtu
Tygum fáa gott tógv og skjóta avgreiðslu.
Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja oll sløg av før-
oyskum tógvi.
TØTINGARVIRKID
v/Olavur Gregersen - tlf. 20 í Gøtu
Stórt úrval av kuffertum
Maria Poulsen & Co.
telf. 12000 - 12001 - Tórshavn