mikudagur 10. september 1975síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Stabiliteturin á Smyrli er í lagi,
sigur skipasýnismaðurin Sofus Sivertsen
frælsi
Nr. 61 — Mikudagin 10. september 1975 — 48. árgangur — Leysasøla 1,50 kr.
Íslands-
rættindini
Í oddagrein blaðsins í dag
verður skrivað um is-
landsrættindini. Har verð-
ur sagt:
— So vitt okkum kunn-
ugt hava bæði Bretland og
Vesturtýskland í millum-
landa-felagsskapum, sum
hava gjørt avmarkingar og
kvotering, tikið undir við
einum „special needs<,
t.e., at serstakur tervur
skal telja við, tá kvoturnar
verða lutaðar millum lut-
takandi londini. Sostatt
hava bæði londini viður-
kent hesa meginreglu og
megu tí eisini finna seg í,
at Feroyar fáa rúmari
rættindi undir Íslandi enn
teir. Síða 2
Ov stórur
munur
Tað er ov stórur munur
á hjálparveitingunum til
arbeiðsmenn, sum verða
sjúkir av skaðaávum og
teimum, sum verða sjúkir
av eðrum enn av skaða-
ávum. Hesin munur má
fáast burtur, sigur for-
maðurin i Havnar Arb-
eiðsmannafelag, Martin
Kúrberg. Síða 8
Siða
Hersetingin
av Tjekko-
slovakia
Tað eru sjey ár síðani, at
russar gjørdu innrás í
Tjekkoslovakia. Grein um
hetta á
síðu 4
javnaður
breðralag
eiðitjóvur
Verjuskipið FYLLA sigldi sunnudagin fram
við Nólsoynni, og hava teir har skotið eftir
fugli. Hetta hendi sunnan fyri Nólsoyar bygd.
Fuglurin, ið skotin er, er millum annað hav-
hestur. Hetta fór fram sunnudagin, og tí
verður ákæra reist um hetta.
Og av Politistødini frætta vit, at um tað
kann prógvast, at æða er skotin eisini, so
verður ákæra reist móti hesum eisini.
BIG BAND skipað seg
sum felag
Big Band hevur sum fyrsta
dansiorkestur skipað seg sum
felag.
Vit skulu taka tvey brot úr
lógum felagsins, sum nevnir seg
BIG BAND.
Grein 1 sigur: Navn felagsins
er BIG BAND, og heimstaður
tess er Tórshavn.
Grein 2 sigur: Endamál fel-
agsins er at framja og nøra um
áhugan fyri musikki serliga
»swing«- og dansimusikki og
annars reka og røkja onnur
åhugamål hesum vidvikjandi.
Í nevndina vórðu valdir
Brandur Øssursson, Jákup
Thomsen og Ove Olsen. Sum til-
takslimur varð valdur Andreas
W. Restorff. Grannskoðarar eru
Knud Wacher og Kjeld
Thomsen.
Sudurstreymoyar
Javnadarfelag 50 år
Hedin Klein — nyggi formadurin
i Sudurstreymoyar Javnadarfelag
At skipa fyri håtidar- og veitsluhaldi i sam-
bandi við 50 ára fødingardag Sudurstreym-
oyar Javnadarfelags tann 25. september
verður ein hin fyrsta uppgávan, sum nýggja
í felagnum fer at arbeiða við.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevði að-
alfund i Havn månakvøldid, har hesin spurn-
ingur eisini varð umrøddur, og tað er ætlanin
at gera eitt sindur burtur úr merkisdegnum.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag er elsta
javnaðarfelag í landinum.
Á fundinum mánakveldið varð vald nýggj
nevnd. Til formann varð valdur Heðin Klein,
sum varð valdur í staðin fyri Jákup Linden-
skov. Hinir nevndarlimirnir eru Martin
Joensen, Henry Róðá, Sigrid Dalsgaard,
Sigurd Bech, Johnsigurd Johannesen og
Jákup Lindenskov. Til grannskoðara varð
Jákup Wenningstedt afturvaldur.
Tiltaksmenn eru Hermann Jacobsen og
Óli Jacobsen.
Petur Thomsen, Bjarti Dalsgarð og Rókur
Dalsgaard, sum allir bóru seg undan aftur-
vali, gingu út úr nevndini hesaferð.
Longri bíðilistar
Talið á fólki, sum vilja hava børn síni á barna-
garð, er stórt, og barnagarðarnir hava ikki
pláss til fleiri.
Barnagarðurin við Velbastaðvegin tekur
mest børn úr tilhoyrandi vøggustovu og
hevur tí ikki pláss til so nógv uttanífrá. Í
samrødu við leiðaran á barnagarðinum við
Velbastaðvegin hava vit fingið upplýst, at
bíðilistin harúti rúmar 30 umsóknir, men
hann plagar at rúma yvir 60 umsóknir.
Á síðu 3