mikudagur 10. september 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
Nr. 61 — 10. september 1975
; sostalurin telf. I I820, box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 5641l
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Íslandsrættindi
FRÁ 15. OKTOBER verður íslendska fiski-
markið, sum fyri tveimum árum síðani varð
flutt út á 50 fjórðingar, flutt heilt út á 200
fjórðingar.
EITT OG ANNAÐ hevur longu verið frammi,
um veiðirættindi foroyinga innan fyri íslendska
fiskimarkið í framtíðini. Her í blaðnum hevdu
vit fyri stuttum grein út íslendska blaðnum
TÍMIN, har greinskrivarin — íslendingurin
Jóhannes Kristiansson — metti tað sum sjálv-
sagt, at foroyingar fingu oll møgulig rættindi
innan fyri íslendska fiskimarkið. Um somu tíð
hevði Jógvan Arge, útvarpsmaður, leygar-
dagshugleiðingar í 14. september um sama
evni.
TAÐ ER ONKI dulsmál, at feroyingar hava
verið alt annað enn nøgdir við tey rættindi,
sum vit fingu burtur úr seinastu samráæð-
ingunum við íslendingar. Serstakliga vóru tað
rættindini hjá teimum stóru nýggju trolar-
unum, ið vórðu skerd, og ikki minst var
flakatrolarin Vesturvón, sum heldur ikki ta
ferðina fekk veiðiloyvi, við skerdan lut.
TA VIT IKKI hava fingið so góðar semdir,
sum vit hevdu ynskt og vónað, so hevur grund-
gevingin hjá íslendingum verið tann, at góvu
teir okkum sterri rættindi, so sluppu teir ikki
undan at geva bretum og vesturtýskarum
somu rættindi. Vit halda tó, at lítið høpi er í
hesi grundgeving, og at íslendingar óræddir
kundu givið foroyingum sterri rættindi, uttan
harvið at kent seg bundnar til at veita bretum
og vesturtýskarum eins góðar semdir.
Í MUN TIL bretar og vesturtýskarar er tað
munur á tí tervi, sum ger seg galdandi hjá
okkum føroyingum á hesum eki. Her kunnu vit
bert nevna tað, sum so mangan áður er nevnt,
og sum hvert mansbarn er kunnugt við,
nevniliga tað, at meðan fiskivinnan bert týður
minni enn 1 pst. av samlaðu framleiðsluni hjá
Bretlandi og Vesturtýsklandi, so telur hon 99
pst. av samlaðu framleiðsluni hjá Føroyum. Og
meira eitt land er bundið av fiskivinnu, meinari
rakar ein útflyting, sum nú tann íslendska.
SO VITT OKKUM kunnugt hava bæði Bret-
land og Vesturtýskland í millumlanda felags-
skapum, sum hava vidgjørt avmarkingar og
kvotering, tikið undir við >special needs<, t.e.,
at serstakur tørvur skal telja við, tá kvoturnar
verða lutaðar millum luttakandi londini. So-
statt hava bæði londini viðurkent hesa megin-
reglu og megu tí eisini finna seg i, at Føroyar
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika:
Frímann á Brúnni í Havnar
kirkju kl. 11, P. M. Rasmus-
sen í Vesturkirkjuni kl. 11 við
altargangi, Tellner Andersen,
deyvagudstænasta í Vestur-
kirkjuni kl. 15, og Kjartan
Mørkløre i Kaldbak kl. 12 við
altargangi.
Jéhan Weihe hevur guds-
tænastu å Tvøroyri sunnu-
dagin.
Meinigheitshúsið
í Havn
Trý fundarkveld: mikukveld-
ið, hóskveldið og friggja-
kveldið, oll kvøldini kl. 20.
Missiónshúsið
við Landavegin
Fundur í kveld kl. 20.
Filadelfia
Telefonandaktin alt samdegr-
ið á telf. 14880.
Frelsunarherurin
Í kveld kl. 20.30 ungdóms-
meti. Hóskveldið Heimafor-
bundið, friggjakvøldid kl. 20
soldáta- og bønarmøti. Kl.
9.45 útifundur á Vaglinum.
Evangeliihúsið
Evangeliskur fundur verður í
kommunuskúlaaulini = hvert
kveld frá mikukveldinum kl.
20 til sunnukveldið. Dennis
Burnett og Lincoln Wilson
tala og syngja.
Í telefonandaktini,: telf.
122 66, talar Loncoln Wilson.
Sjómanskvinnuring-
urin á Tvøroyri
KEMUR saman í missións-
húsinum hóskveldið kl. 20.
Minnist til jólapakkarnar.
Fødingardagur
Í dag verður Dånjal Tofte-
nÆs, Leirvik, 75 år.
Lærarastarv
Skúlastjórnin sigur frá, at
Elin Jacobsen er sett í starv
sum lærari við Vágs skúla frá
1. august í ár.
<A
TILP.!
MINI-MESSA
OPIÐ VERÐUR:
Í Runavík á Sjómansheiminum:
hósdagin 11. september kl. 14—20
friggjadagin 12. september kl. 14—20
Filmurin »Fødevarebutikken« verður vístur á Sjomans-
heiminum hóskveldið kl. 21.
Í Torshavn í Toyotahølinum í Térfinsgøtu:
mánadagin 15. september kl. 18—21
týsdagin 16. september kl. 10—20
Filmurin »Fødevarebutikken« verður vistur á Hotel
Hafnia týskveldið 16. september kl. 21.
Vónandi síggja vit so mong sum gjørligt, og skuldi
tað verið hent, at tygum ikki hava fingið skrivliga inn-
bjóðan, so er tað av misgáum, og eru tygum sjálvandi
eins vælkomin fyri tað.
Ellis- & Avlamisheimið
í Vágum
Sóknast verður eftir avloysara vid sjúkrasystraútbúgv-
ing fyri leiðaran við heimið í umleið eitt ár, at byrja eftir
nærri avtalu.
Umsókn við avriti av prógvum og viðmælum verður
at stíla til stýrið og senda til formannin, Høgni Poulsen,
sóknarprestur, Miðvági, áðrenn 1. oktober 1975.
Vegna barnburðsorlov verður eisini sóknast eftir
einum sjúkrasystraassistenti, at byrja 1. oktober 1975.
Umsókn til heimið.
Nærri frásogn um stervini við at venda sær til for-
mannin í stýrinum og leiðaran við heimið.
Gartnari søkist
Royndarstødin í Hoyvík, tlf. 11616.
Skrivstovunæmingur
Søkt verður eftir skrivstovunæmingi.
Løn eftir såttmåla millum Føroya landsstyri
og Starvsmannafelagið.
Skrivlig umsókn saman við provtøkuskjali
skal verða send Matrikulstovuni innan 20.
sept. 1975.
MATRIKULSTOVAN
Vit hava altíð á goymslu
alt tilfar til
blikksmid
sanitet
hitaverk
ventilation
At eitt sum P skal hava loyvi til
at úttala seg skuldi verið
bannað. Men hetta hevur tali- og
skrivifrælsið við sær.
Einki er so gott, at tað er ikki
ringt fyri okkurt!
fáa rúmari rættindi undir Íslandi enn teir.
SOSTATT ERU TAÐ vit, sum sita við
kortunum í hesum leiki, og greiða vit at spæla
tey rætt úr, skuldi ongin ivi verið um, at
íslandsrættindi okkara verða munagóð.
Verður sent
um alt
TIf. 11071 - Tórshavn landið
Tummas Michael Smith