Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 61 — 10. september 1975 Barnagarðarnir hava langar bidilistar Úti við Velbastaðvegin, yvir av kirkjugarð- inum, er bæði vøggustova og barnagarður, sum kommunan læt byggja. Hetta er óivað ein stór hjálp til tey mongu, ið hava sitið bundin við børnum, ið ikki fingu innivist nakrastaðir. Barnagarðurin við Velbastað- vegin varð tikin í nýtslu í september í 1973 Til: 0 Inni i alrúminum spæla børnini i rimum Ein inntøka ov lítið Tå talan er um at hava børn å barnagørdum, so kann sjålvandi vera, at folk eru ikki øll å einum máli, um tað nú er rætt at senda bernini á slíkar > uppalingar- stovnar<. Onkur vil kanska vera við, at mammurnar skulu vera heima. Onkur annar heldur kanska, at bernini njóta ikki gott av »barnagaråsmentalite- ti«, men at mammurnar skulu leggja alla uppvenjingina til rættis. Vit skulu ikki taka stødu til hetta. Men vit skulu minna å, at uttan mun til, hvat ið ein meinar, so er tað ein veruleiki, at eitt vaksandi tal av fólki vil hava at børn teirra skulu í barnagarð ella vøggustovu. Og grundin, hon er einføld: — familjan hevur brúk fyri meira enn einari inn- tøku, um útreiðslurnar skulu svarast. Hetta er ein einføld orsøk, men hon er lika átrokandi sum hon er einføld. Og skal konan í húsinum fara út at arbeiða, so má barnið í barna- garð. Vit taka sostatt her ikkis stødu til, um tað er moralskt rætt at seta bern í barnagarð, ella hvat slag av barnagørdum tad skal vera. Heldur ikki, um tað skulu vera stórir ella litlir garðar. Bíðilistar Barnagarðurin við Velbastað- vegin hevur í dag ein bíðilista, sum telur 30 umsóknir. Hetta tal er ikki so stórt. Men tá er at viðmerkja, at hetta er eitt tað lægsta tal, ið verið hevur. Listin hevur verið langur, men nú hava tey vent sær til foreldrini, sum staðið hava á bíðilista og spurt, um tey hava fingið bernini inn aðrastaðir. Og summi hava fingið onnur pláss. Tað vil siga, at tann listin, við 30 umsóknum, sum er í dag, tað er ein >reinsað- ur« listi. Men bíðilistin hevur havt upp um 60 umsóknir. Tað er torført at fáa børn inn á barnagarðin harúti, tí hann er bygdur saman við eini vøggu- stovu. Bernini á vøggustovuni hava tí fyrsta rætt til at fara í barnagarðin við Velbastaðvegin. Tá bernini á veggustovuni verða ford yvir, koma tey so við og við. Nakrar teir fyrstu dagarnar koma tey bert at vera nakrar tímar. Tey koma bert at vitja, og venjast tey soleiðis betur til, so tað verður ein lættari yvirgongd. Við Velbastaðvegin Vit hava verið í barnagarðinum við Velbastaðvegin og havt eitt Garðurin er rúmligur til 60 børn ——————— Síða 3 Húsini í garðinum, sum Súni hevur gjørt til børnini at spæla í prát við fyristoðukvinnuna Sólvu Helmsdal. Á barnagarðinum er pláss fyri 60 børnum, sum eru heilan dag. Menn innskrivað í barnagarðin eru 71. Umleið 20 av hesum 71 eru bert hálvan dag. So har eru altso 60 »heildagsbørn« til samans. Av tí at har eru fleiri hålvdagsbørn, so verður eitt arbeiði, sum barnagarðurin ikki er bygdur til. Bernini skulu tí heim ymsar tíðir á degnum, og stendst av hesum eitt arbeiði, sum ein »hålvdagsbarnagardur« best kann taka sær av. Tad er tørvur á einum barnagarði, sum hevur bern, sum bert eru hálvan dag, sigur fyristoðukvinnan Sól- Vá. Barnagarðurin er hugnaligur at koma inn í. Har eru nógvir litir, og gevur hann alt annað enn mynd av at vera ein stiv og litleys »institution«. Til dømis eru allar stovurnar hver í sinum liti, so at skilja at borð og stólar hava hver sín serstaka lit. Og sovurnar eru uppkallaðar eftir litunum: bláa stova, reyða stova og grena stova. Henda dagin vit vóru har, vóru bernini úti og spældu. Tey vera ikki rikin út at spæla, men skipanin við at vera úti ella inni verður gjørd so lidilig, sum til ber. Og uttanfyri er, sum tað sæst á myndini, nógv at takast við. Súni Hammer, sum stendur fyri smíðinum og viðlíkahaldin- um og gerðini av leika, hevur fríðkað um og hevur millum annað smíðað børnunum eini lítil hús uttanfyri, har tey kunnu spæla. Inni hevur hann eisini gjørt teimum sonevndar >dukku- krókar<, har bernini rættiliga kunna vera inni og spæla mammur og bern, og sjálvsagt eisini pápar, sum í »spælinum« óivað eisini arbeiða úti Á barnagarðinum eru 9 gent- ur, sum taka sær av børnunum dagliga. Tær eru 3 á hverjari stovu, og hava har 20 bern um hendi. Hesar eru lentar eftir lonarskalanum hjá S&K, hóast tær eru ikki limir har. Umframt hesar 9 gentur eru ein køksgenta, ådurnevndi húsa- verður og áðurnevndi leiðari Skalt tú hava eitt barn á við Velbastaðvegin, kostar barn- ið 270 krónur um mánaðan. Upp í hetta er roknað mjólk og frukt sum tey fáa hvenn dag, umframt tað sjálvsagda at hava barnið í umsjón. Men fyri hvert barnið lata foreldrini bert 30%, meðan kommunan letur síni 30% og staturin letur 40% Ópedagogiskt Barnagarðurin við Velbastað- vegin er hugnaligur, eitt stað, har børnini uttan iva hava lætt við at falla til. Framhald á síðu 6 -