Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 115 - 20. juni 2002 Nr. 115 - 20. juni 2002 3 – At tað vóru álvars- ligir trupulleikar í skúlanum í Skopun, áðrenn Ingun Simon- sen bleiv fyrstilærari, kenni eg onki til, sigur gamli skúlaleið- arin, Jógvan Adolf Johannesen SKÚLASTRÍÐ Áki Bertholdsen At tað eru trupulleikar í skúlanum í Skopun, er nak- að nýtt, sum hevur tikið seg upp hesi seinastu árini. Í hvussu so er, veit gamli skúlaleiðarin, Jógvan Adolf Johannesen, onki um, at tað vóru samstarvstrupulleikar í skúlanum, tey árini, hann var fyrstilærari. Sostatt vísir hann aftur tí, sum júst fráfarni skúlaleið- arin, Ingun Simonsen, førir fram. Hon sigur, at tað er onki nýtt at ósemja er í skúlan- um í Skopun og at tað vóru longu álvarsligir trupulleik- ar, tá ið hon varð sett í 1997. Hon vísir eisini á at tað stóra arbeiði, hon hevur lagt í skúlan. Hon sigur, at tá ið hon kom, mundi tað vera fáir skúlar í landinum, sum vóru so aftaliga, sum skúlin í Skopun, tí har var ongin útgerð og hølini vóru alt ov lág og játtanin til skúlan alt ov kargar. Hon sigur, at hesum hetta hevur hon fingið í rættlag. Hon hevur fingið skúlan bygt út, hon hevur útvegað skúlanum nógva útgerð, skúlin er útbygdur og játt- anin munandi hækkað. Í hesum liggur eisini ein atfinning ímóti gamla skúlaleiðarnum, Jógvani Adolf Johannsen, sum var fyrstilærari frá 1970 til 1997, fyri at hava forsømt skúlan, tey árini, hann var fyrstilærari. Ongir trupulleikar Men Jógvan Adolf Johannesen sigur, at tey árini, hann var skúlaleiðari, vóru ikki hesir stóru trupul leikarnir, sum vit nú hoyra um. Hann vísir sostatt aftur, at tað vóru samstarvstrupul- leikar á skúlanum, áðrenn Ingun Simonsen kom. – At tað skal hava verið so stórir trupulleikar í mín- ari tíð, sum Ingun Simon- sen sigur, minnist eg onki til. Tað vóru ikki sam- starvstrupulleikar av nøkr- um sum helst slagi, sigur Adolf Johannesen. Hann sigur, at orsøkin til at hann fór frá, var, at hann tók av einum tilboði, allir lærarir fingu um at fara frá við eftirløn, tá ið teir fyltu 60. Hetta gjørdi hann, tí hann hevði so nógv at gera av øðrum arbeiðið, eitt nú var hann tingmaður, og tískil gjørdi hann av at sleppa lærarayrkinum. At hann fór frá, hevði sostatt onki við skúlaviðurskiftini at gera. Varð komið kortini Hann dugir heldur ikki at síggja, hvussu Ingun Simonsen kann taka sær æruna av at hava bygt skúl- an út og at hava útvegað út- gerð og amboð, tí hann ivast ikki í, at nógv av tí var komið, sama, hvør var fyrstilærari. – Tað eru nógvar nýggjar lærugreinar komnar í skúl- an seinastu árini og tíðin nú setir heilt onnur krøv til skúlan, enn tað vóru fyrr, so tað man vera komið av sær sjálvum. – Tíðin stendur ikki í stað og hesi seinastu árini, er skúlin í Føroyum yvirhøvur ómetaliga nógv broyttur, so sjálvsagt er eisini nógv nýtt hent í Skopun. Jógvan Adolf vísir eisini á, at tá ið hann legði frá sær, vóru longu ætlanir frammi um at byggja skúl- an út. – Men vit mugu heldur ikki gloyma, at sera álvars- lig kreppa var í øllum land- inum tað allarmesta av nítiárinunum og Sandoygg- in, øll sum hon var, bleiv so hart rakt sum onki annað øki í landinum, við arbeiðs- loysi og fráflyting. – Kommunurnar komu tískil í álvarsligar, fíggjar- ligar trupulleikar og tað rakti eisini skúlan meint, tí tað var rætt og slætt ikki ráð til at gera nakað við skúlan, ella at geva honum nakra serliga játtan. Tað hoyrir avgjørt við til søguna, sigur Jógvan Adolf Johannesen. Hann vísir eisini á, at at Ingun Simonsen bleiv fyrstilærari í 1997, júst tá ið tað fór at ganga framá aftur, so tað er heldur ikki yvir at dylja, at hon hevur havt tíð- ina við sær. Sigurd Bærentsen í Skopun umhugsar at kæra til landsstýris- mannin í mentamál- um, tí hann góðtekur ikki grundgevingarn- ar fyri at flyta hann í Meginskúlan á Sandi at vera lærara SKÚLASTRÍÐ Áki Bertholdsen – Eg eri fríkendur fyri allar ákærur. Tí góðtaki eg ikki grundgevingarnar fyri, at eg skal flytast í Megin- skúlan á Sandi. Sigurd Bærentsen, lærari í Skopun, umhugsar at senda eina kæru til lands- stýrismannin í mentamál- um. Hann hevur verið ein av høvuðspørtunum í ósemj- uni, sum hevur verið í Skopunar Skúla seinastu árini. Tað, sum er komið fram, er, at í høvuðsheitum verið talan um samstarvs- trupulleikar ímillum skúla- leiðaran, Ingun Simonsen og ein av lærarunum, Sigurd Bærentsen. Hendan ósemjan endaði fyrr í vikuni við, at Menta- málaráðið gjørdi bart og flutti báðar partarnar í ósemjuni í aðrar skúlar ar arbeiða. Sostatt var skúla- leiðarin flutt í Hoyvíkar Skúla og Sigurd Bærentsen fluttur í Meginskúlan á Sandi. Í gjár segði Ingun Simon- sen fyri Sosialinum, at hon ætlaði sær víðari við málin- um, tí hon góðtók ikki við- ferðina, hon hevði fingið, men hon vildi ikki siga, hvørjar ætlanir, hon hevði. Og nú sigur Sigurd Bær- entsen, at eisini hann um- hugsar at kæra. Hann ásannar tó, at av- gerðina at flyta hann í Meg- inskúlan á Sandi, kann hann onki gera við, tí tað hevur Mentamálaráðið rætt til. Sandoyggin er eitt skúlaøki og tí kunnu lærar- ar flytast ímillum skúlarnar eftir tørvi. Fríkendur Hinvegin vil hann ikki góð- taka grundgevingarnar fyri at flyta hann í Meginskúlan og tí umhugsar hann at kæra. – Eg eri fríkendur fyri allar ákærur og tí meti eg meg ikki at vera ein partur í teimum trupulleikum, sum hava verið í skúlanum í Skopun, sigur hann. Hann vísir á, at fyrsti- lærarin, Ingun Simonsen, fleiri ferðir hevur klagað hann fyri Landsstýrinum. Men herfyri fekk hann skrivlig boð aftur úr Lands- stýrinum um, at tað var onki grundarlag fyri klag- unum og at tað tí ikki varð meiri gjørt við málið, men at klagurnar vóru vístar aftur. Hann sigur, at klagurnar frá skúlaleiðaranum snúði seg um at hann skuldi vera so trupul at samstarva við. – Nú avgerð er tikin um at flyta meg í Meginskúlan, havi eg verið í samband við Mentamálastýrið fyri at vita, í hvørjum føri eg skuldi havt forbrotið meg, men tey kundu ikki nevna mær nøkur dømi um tað. – Sostatt meti eg meg ikki at vera ein partur í teimum trupulleikunum, sum hava verið í skopunar Skúla. Av tí sama taki eg ikki undir við grundgeving- unum og tí umhugi seg at kæra, sigur Sigurd Bærent- sen. Friður var áðrenn Nú sigur Ingun Simonsen, at ósemja var eisini í skúl- anum í Skopun, tá ið hon kom og at talan sostatt ikki er um nakað, sum hevur tikið seg upp eftir at hon kom – Eg havi verið lærari í Skopun í 23 ár, men kann ikki siga, at eg kenni nakað sum helst til nakrar trupul- leikar í Skopun, fyrrenn hesi seinastu árini, eftir at Ingun Simonsen, varð skúlaleiðari, hvørki sam- starvstrupulleikar, ella trupulleikar av øðrum slagi. Hon heldur eisini, at ein partur av samstarvstrupul- leikunum hesi seinastu árini stava frá, at tú ikki fekk starvið sum fyrstilær- ari? – Tað er ikki rætt. Tað, sum tvørturímóti nívir Ingun Simonsen, er, at hon als ikki varð innstillað til starvið. Skúlastýrið í Skopun innstillaði bara meg til starvið og vildi ikki innstillað hana yvirhøvur og tað er hon ongantíð komin yvir, sigur Sigurd Bærentsen. Annars sigur hann, at hann gleðir seg til at byrja í Meginskúlanum, tí hann ivast ikki í at fáa góða móttøku har hann ætlar sær at byrja við opnum sinni og ivast ikki í, at samstarvið fer at ganga væl. – Kanska kann eg taka onkur av mínum gomlu tiltøkum uppaftur. Eitt nú hevði eg kvøldskúla í gitt- arspæli í 10 ár, men tá ið hon var komin, misti eg hugin, sigur hann at enda. Ósemjur í skúlanum í Skopun er nakað nýtt Tøkk Hjartans tøkk øll tit, sum komu – bæði innanlands og uttanlands – til mín 80 ára føðingardag. Takk øll tit, ið við hjálpsomum hondum gjørdu mær dagin ógloymandi. Takk øll somul. Katrina Einarsson, Rituvík Sigurd Bærentsen: Eg eri fríkendur fyri allar ákærur – Tað er ikki rætt, tá ið Ingun Simonsen førir fram, at tað eisini vóru samstarvs- trupulleikar í skúlanum í Skopun, áðrenn hon kom, sigur Jógvan Adolf Johannesen, sum var fyrstilærari, áðrenn Ingun Simonsen varð sett – Eg varð klagaður fyri Landsstýrinum, men landsstýrið boðaði frá, at onki hald var í kærununum og at tær tískil vórðu afturvístar. Tí meti eg ikki, at eg eri partur í ósemjuni, sum hevur verið í skúlanum í Skopun, sigur Sigurd Bærentsen, lærari Vaksandi áhugi í Klaksvík fyri at hava ross ger, at Norðoya Rossafelag ætlar at keypa grundøki uttan fyri býin. Ætlanin er at byggja fjós, sum kann húsa 20 rossum FRÍTÍÐARÍTRIV Rúna Sivertsen Ólavur Johannesen, sum hevur verið formaður í Norðoya Rossafelag síðani tað varð stovnað í 2000 sigur, at tað eru 14 ross í Klaksvík. - Í løtuni húsast rossini runt um í býnum, og nú tey eru blivin so nógv í tali, hevði verið gott at fingið eitt felags fjós, sigur Ólav- ur. Klaksvíkar Býráð hevur eisini heitt á felagið, um at fáa rossini út um býin, sigur hann. - Ætlanin er, at keypa eitt grundøki á Norðoyri til fjós, sum kann húsa 20 rossum. Felagið hevur fáar limir og vóna vit at fáa stuðul frá býráðnum, sigur Ólavur. Umframt Ólavur Jó- hannesen, sita Valborg Laksáfoss og Nichels Lüt- zen í nevndini hjá Norðoya Rossafelag. Ymisk tiltøk Rossini verða nýtt til bæði gaman og álvara. Á norð- oyastevnu eru tey við í skrúðgonguni og á jólum, tá jólaskipið kemur á Klaksvík, eru rossini altíð og taka ímóti jólamonn- unum. Á norðoyastevnu verður vanliga skipað fyri pony- ríðing, sum felagið fær nakað av vinningi av. Fe- lagið er við í kappingum, har tey luttaka í 2. flokki, og ikki er sørt, at onkrum hevur eydnast at vunnið steyp. Eisini verða hestar- nir nýttir til menningar- tarnað og rørslutarnað. - Vit keyptu ross til son okkara, sum er spastikari. Ríðing er serstakliga gott hjá teimum, sum ikki kunnu ganga sjálvi. Hest- urin hevur somu rørslur sum menniskju, tí fær tann rørslutarnaði íðka teir vøddar, sum annars verða ónýttir, sigur Ólavur. Ólavur sigur, at hestarnir eisini verða nýttir til arbeiðis. - Til dømi kann eg nevna, at rossini vóru við at bera kunsttøð, sum skuldi brúk- ast til at taða arrið eftir skriðulopið fyrraárið. Fyrr í tíðini var neyðugt at hava ross til alt tað tunga arbeiðið, vit í dag hava maskinur til. Men hóast tað verður rossið ongantíð óneyðugt. - Sjálvur eri eg við í Norðoya Bjargingarfelag - sum maður á hestbaki, sigur Ólavur Jóhannesen at enda. Byggja fjós til 20 ross Fyrr í tíðini var neyðugt at hava ross til alt tað tunga arbeiðið, vit í dag hava maskinur til. Men hóast tað verður rossið ongantíð óneyðugt Mynd: William West Rossini verða nýtt til bæði gaman og álvara. Á Norðoyastevnu eru tey við í skrúðgonguni og á jólum, tá jólaskipið kemur á Klaksvík, eru rossini altíð og taka ímóti jólamonnunum Mynd: William West C M Y K 3 2 Avgreiðslan Nei, Føroya Bjór avgreiðslan í Havn er ikki farin fallit. Tá Anna Petersen legði frá sær fyri aldur í august 2000, seldi hon felagið til Føroya Bjór, sum nú hevur tikið felagið av. Avgreiðslan er nú deild av Føroya Bjór, við Petur Petersen sum deildarleiðara. Hølið til nýggja avgreiðslu verður bygt uppí nú. Byggiarbeiði fer at darva nakað, men vit rokna ikki við at avgreiðslutíðin sum var 1/2 til 1 minutt, fer upp um 2 minuttir kortini. Um tit hjálpa okkum við ikki at hava leysar fløskur við hósdag og fríggjadagm gongur tað betur.