Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 115 - 20. juni 2002 Nr. 115 - 20. juni 2002 5 Arbeiðið hjá Tórshavnar Skipasmiðju við at gera ein nýggjan goymslu- og smiðjubygning er nú komið so mikið áleiðis, at bygn- ingurin nú er reistur. Talan er um økið, har gamli fiskasentralurin plagdi at halda til. Tórshavnar Skipasmiðja ger ein 1.800 fermetrar stóran bygning á økinum. Gunnar Mohr, stjóri, sigur, at hetta vil betra um- støðurnar hjá teimum munandi. Tað verður lætt- ari, skjótari og meiri høg- ligt at arbeiða, og vit hava eisini fingið eina størri og nýmótans smiðju, sigur hann. Eftir ætlan verður ar- beiðið liðugt við ársenda. -HR Tórshavnar Skipasmiðja ger nýggjan smiðju- og goymslubygning Bygningurin reistur The main atraction í Norðurlandahúsinum hesar dagarnar er stórfingna framsýn- ingin um veiðument- an í Útnorði FRAMSÝNING Orð:Heri á Rógvi Myndir:Finnur Justinussen Í hesum døgum er forkunug framsýning í Norðurlanda- húsinum. Talan er um framsýningina Hunters of the North ella Veiðimentan í Ùtnorðuri, sum føroyski heitið er. Talan er um ein stóra framsýning, sum sýnir Veiðimentan í Útnorðuri er verkætlan, sum sýnir trý lond, Grønland, Ísland og Føroyar, sum í øldir hava livað í og við eini veiði- mentan og gera tað enn, hóast tey eru háteknologisk samfeløg. Verkætlanin er ferðandi framsýning, sum letur upp í Norðurlandahúsinum í Føroyum hin 15. juni 2002. Síðani verður ferðast til Sumberg Head í Hetlandi, Dublin í Írlandi, Reykjavík og Akureyri í Íslandi, Nuuk í Grønlandi, St. John’s í New Foundlandi og Aber- deen í Skotlandi, skrivar Norðurlandahúsið. Tað tykist tó í stóran mun at vera Føroyar og Grøn- land, ið verða settar í fokus. Í øllum førum fyllir hesi ein stóran part av fram- sýningini. Framsýningin hýsir hálv- fems ymsum ymiskum lutum. Lutirnir fevna rætti- liga víða í skapi og vavi; alt frá einari útstappaðari haru til eina stóran Erró máln- ing, ið avgjørt telist millum teir mest forkunnugu lutir- nar. Sagt verður, at framsýn- ingin tekur støði í trimum tættum:listarligum, fólka- minnisfrøðiligum og tekno- logiskum. Í allar mátar livir framsýningini eisini upp til tað, ið lovað verður. Heild- arkenslan tú fært er ógvu- liga góð. Norðurlandahúsið hevur latið síni bestu hølir til tiltakið, og tað merkist eisini. Rúmið er ógvuliga uppset við ljósi. Stemn-ing- urin verður ógvuliga frið- sælur og konsentraraður, har alt tykist at finna saman í eina eind. Støði tykist í allar mátar at vera høgt. Veiðimentan tykist í stóran mun at vera umboðað, men tað er sjálvandi ein ómøgulig uppgáva fult at siga frá øllum í teimum trimum londunum. Tað mest hugvekjandi við framsýningini er mátin, ið tann nýggi tøknin saman við eldru lutum tykist at fella saman í eitt. Longu nú hava hópin av fólki vitjað framsýningina, og tað vera óivað mong afturat, sum fara at vitja. Veiðimentan í Útnorðuri: Frálík framsýning Tað modernaða og tøkniliga verður eisini víst á framsýningini, Veiðimentan í Ùtnorðuri Í øllum síni líki er ísbjørnin hugvekjandi. Børn fáa eisini møguleikan at droyma seg burtur á framsýningini Føroyski útróðrarbáturin er eisini við á framsýningini við eftirgjørdari manning í føroyskum klæðum Sands Bygdarráð at- kvøddi týskvøldið fyri at geva Pálli á Reyna- túgvu farloyvi úr bygdarráðnum á Sandi, har hann eisini er borgarstjóri. Men eingin nýggjur borg- arstjóri varð kortini valdur, og varaborg- arstjórin hevur fyri- bils tikið við leiðsluni í bygdarráðnum KOMMUNUMÁL Edvard Joensen Virkandi borgarstjórin á Sandi eitur Tórur Johanne- sen. Hann hevur verið varaborgarstjóri tað, sum farið er av valskeiðnum, og tekur nú fyribils við sum borgarstjóri, til val av nýggjum borgarstjóra hev- ur verið. Tórur Johannesen, virk- andi borgarstjóri, sigur, at bygdarráðið á fundi týs- kvøldið samtykti at geva Pálli á Reynatúgvu farloyvi frá øllum skyldum, hann hevur sum bygdarráðslimur og borgarstjóri á Sandi. Í tí liggur eisini, at hann er loystur úr øllum álitisstørv- um, hann sum bygdar- ráðslimur hevur havt. Eitt nú sum umborðráðslimur í Føroya Kommunufelag. Tórur Johannesen sigur, at hann gjørdi av, tá hann tók við, eftir at borgar- stjórin hevði fingið játtað farloyvi, at slíta fundin og seinni at boða til nýggjan fund, har nýggjur borgar- stjóri skal veljast. Valt verður væntandi millum allar bygdarráðs- limirnar, heldur Tórur Jo- hannesen, og tað er ikki givið, at tað júst verður hann, sum varaborgarstjóri, sum verður valdur til nýggjan borgarstjóra. Hinvegin er val av vara- borgarstjóra ikki sett á skránna, tí hann er valdur fyri fýra ár, og verður Tórur Johannesen sitandi í hesum sessi, um hann væl at merkja ikki verður valdur borgarstjóri á komandi bygdarráðsfundi. Tann fundurin er ikki ásettur enn, sigur Tórur Johanensen, men hann verður ikki í hesi vikuni. Eftir at Páll á Reyna- túgvu hevði fingið farloyvi frá bygdarráðnum, kom áheitan um at lata Olgu Fossdalsá taka sæti í bygd- arráðnum. Hon varð upp- stillað á listanum, sum Páll á Reynatúgvu varð valdur á, men kom ikki inn. Hon fekk sama atkvøðutal sum Eli Hentze, ið varð valdur við lutakasti. Tórur Johannesen, virk- andi borgarstjóri á Sandi, sigur, at tað tykist rættiliga ógreitt juridiskt, hvussu reglurnar við at geva borg- arstjóra eru. – Tað stendur vist onga- staðni nevnt í Kommunu- lógini, at ein borgarstjóri kann fara í farloyvi, sigur Tórur Johannesen. Men Páll á Reynatúgvu segði seg havi fingið loyvi frá rbeiðsgevara sínum, løgmanni, at fara í farloyvi frá borgarstjórastarvinum, og tað tók bygdarráðið so til eftirtektar, sigur hann. Arbeiðið inni í Vága- tunlinum er komið so mikið væl áleiðis, at farið er undir at leggja fyrsta asfalt- lagið á vegbreytina. Tíðarætlanin heldur TUNNILSGERÐ Edvard Joensen Teir hava asflterað ein part av vegbreytini í Vága- tunlinum. Onnur síðan av breytini hevur fingið fyrsta fyribilslagið álagt soleiðis umleið ein kilometur inn í tunnilin, sigur Hermann Lindberg hjá NCC. Hermann Lindberg sigur, at teir eru komnir umleið í helvt við at gera veg- breytina lidna. Tað vil siga, at teir byggja breytina upp frá grundini av. Leggja frárensl og rør til ymsar leiðingar í, eins og nýtt tilfar verður lagt til sjálva koyribreytina, áðrenn as- falterast skal. Rør og brunnar, sum skulu liggja í vegbreytini, eru liðug, sigur Hermann Lindberg. NCC ger breytina, meðan Landsverkfrøðingurin stendur fyri asfalteringini. Tað næsta, sum NCC skal undir, er at vatntryggja loftið. Tað vil siga at leggja fóðringar undir loftið, so vatnið verður leitt út í síð- urnar og rennur burtur gjøgnum tær leiðingar, sum gjørdar eru til tað. Okkurt skal stoypast í stóra brunn- inum, og so verður tað ar- beiðið liðugt. Sum skilst á Hermanni Lindberg, verður tað heilt skjótt. Eftir er so hjá NCC at gera portalarnar við báðar munnarnar. Niclas Foldbo, byggileið- ari hjá P/F Vágatunlinum, sigur, at arbeiðið inni í tunlinum gongur eftir ætl- an. Tíðarætlanin, sum sett er til hálvan februar komandi ár, fer at halda, sigur hann, men ásannnar kortini, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri allar partar, um liðugt var fyrr. Men at fáa hann at siga nakað um, hvørt tað møguliga verður fyrr lið- ugt, ber bara ikki til. Niklas Foldbo sigur, at kaðalarbeiðið inni í tunlin- um gongur sum ætlað. Rør eru løgd at draga kaðalar ígjgønum. Bæði til veik- streym og sterkstreym, sigur hann. Tað er eitt danskt-før- oyskt samtak, sum hevur fingið arbeiðið at gera. Danska felagið eitur KB Elteknik, og hevur deild í Føroyum, sum eisini er autoriserað, meðan Thor- vald Gaardlykke er før- oyski parturin í samtakin- um. Kostnaðurin fyri tann partin av tunnilsgerðini fer at liggja um 12 milliónir krónur, sum liggur rættilgia nær tí, mett varð framman- undnan, sigur Niklas Fold- bo. Kaðalarbeiðið verður væntandi liðugt samstundis sum restin av arbeiðinum inni í tunlinum. Umframt verður so ar- beittt við at gera vegirnar báðu megin tunnilin lidnar. Í Leynum eru múrarnir og súlurnar til brúnna stoypt, meðan enn er eftir at stoypa dekk og yvirbyg- ning. Eisini verður arbeitt upp á rundkoyringina við tunnilsmunnan Streymoy- armegin. Í Vágum er tað stóra svingið omanvert Fútaklett, sum arbeitt verður við í løtuni. Spreingiarbeiðið er liðugt har, og fyllast skal nú út, so sjálv vegføringin kemur upp á pláss. Eftir er so at gera vegin suður móti tunnilsmunn- anum heilt lidnan í ovara borði, eins og eisini skal gerast liðugt har suðuri, sum byggiplássið hjá NCC var norðanvert munnan, sigur Niklas Foldbo, byggi- leiðari hjá P/F Vágatunl- inum. Teir asfaltera í Vágatunlinum Teir eru farnir undir at asfaltera inni í Vágatunlinum Mynd: Jens Kristian Vang Valdu ongan nýggjan borgarstjóra Tórur Johannesen hevur fyribils tikið sæti sum borgarstjóri á Sandi, til ein nýggjur er valdur. Tórur Johannesen hevur síðan seinasta val verið varaborgarstjóri Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 5 4