hósdagur 20. juni 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 115 - 20. juni 2002
Nr. 115 - 20. juni 2002
7
Til tess at kunna møta
eini av nýggju avbjóð-
ingunum frá eini
komandi oljuvinnu
hevur í eina tíð verið
arbeitt við at gera ein
oljuorðalista. Hesin
er nú veruleiki og er
tøkur á alnótini
OLJUMÁL
Jan Müller
Orðalistin er úrslit av sam-
starvi millum fýra partar:
FOÍB, t.e. Føroya oljuídn-
aðarbólkur, Oljumálastýrið,
Føroysku málnevndina og
Føroyamálsdeildina á Fróð-
skaparsetri Føroya.
Oljuvinna hevur verið tað
stóra samrøðuevnið millum
manna tey seinastu árini.
Og søgan um, hvussu
henda verkætlan við olju-
orðalistanum kom í lag, er
meira at kalla ein tilvildar-
lig hending stendur á lesa á
heimasíðuni hjá Málnevnd-
ini.
Formaðurin fyri Før-
oysku málnevndini var á
fundi saman við aðalstjóra-
num í Oljumálastýrinum
um okkurt heilt annað evn-
ið, tá ið prátið fall á olju og
oljuvinnu. Hetta var á
sumri 2001. Tá spyr aðal-
stjórin, um tað ikki hevði
verið eitt gott hugskot at
farið undir at gjørt ein olju-
orðalista, tí henda nýggja
vinnan – um hon gjørdist
verulig vinna – fór at krevja
nógv nýggj føroysk orð, tí
vit høvdu ikki tey neyðugu
orðini: okkum vantaði orð
og heiti á nógvum ymsum
lutum og fyribrigdum, sum
nýtt vórðu á hesum øki.
Aðalstjórin visti av roynd-
um, hvussu trupult tað var
at orða seg á góðum før-
oyskum, tá ið skrivast
skuldi um oljuvinnuna.
Oljuvinnan er sum flestum
kunnigt
ógvuliga
nógv
ávirkað av enskari mál-
nýtslu.
Tanki verður til verkætl-
an
Tá ið hetta prátið var í
Oljumálastýrinum, vórðu
oljufeløgini farin undir at
bora, og føroyingar vóru á
gosi, tí nú var oljuvinnan
knappliga komin okkum
heilt nær, og tað var ikki
dagur, at fjølmiðlarnir ikki
bóru tíðindi um oljuvinnu á
føroyskum øki. Málnevnd-
arformaðurin tók sjálvandi
undir við hugskotinum um
ein oljuorðalista, tí mál-
nevndin hevur eisini sum
endamál at menna føroyskt
sum yrkismál á so mongum
økjum sum gjørligt, tí júst
yrkismálið er við til at full-
fíggja føroyskt sum sam-
skiftisamboð. Aðalstjórin
skuldi á fund við umboð
fyri Amerada Hess og
FOÍB stutt eftir, og tá
skuldi hann royna at fáa
FOÍB við í ætlanina. Og
har varð tikið væl ímóti
verkætlanini. Síðani var
fundur millum málnevndar-
formannin, aðalstjóran í
Oljumálastýrinum og um-
boð fyri FOÍB, og tá gjørd-
ist tankin til eina veruliga
verkætlan, sum byrjaði í
oktober og skuldi vera lið-
ug 1. mai 2002. FOÍB og
Oljumálastýrið
fíggjaðu
verkætlanina. Ritstjóri varð
settur og ein stýrisbólkur
hevur verið ritstjóranum til
hjálpar í arbeiðinum við
orðalistanum. Ritstjóri var
Jóhan Hendrik W. Poulsen,
og stýrisbólkin mannaðu
Sigurð í Jákupsstovu fyri
FOÍB, Herálvur Joensen
fyri Oljumálastýrið og Jóg-
van í Lon Jacobsen fyri
málnevndina/Føroyamáls-
deildina. Føroyamálsdeild-
in hevur hýst verkætlanini,
og stýrisbólkurin hevur
havt sínar fundir á deildini.
Á føroyskum
Endamálið við listanum
sigur føroyska málnevndin,
er at fáa til vegar føroyskt
orðatilfar, soleiðis at tá ið
føroyingar tosa og skriva
um oljuvinnu og fjølmiðl-
arnir viðgera hana, so skal
tað kunna gerast á føroysk-
um. Eisini verður miðað
ímóti at fáa til vegar eina
eintýdda málnýtslu á hes-
um øki frá byrjan og sam-
stundis royna at forða fyri
málsligum økismissi á hes-
um yrksiøki. Eitt ikki minni
týdningarmikið endamál er
at koma á tal við brúkaran
og fáa hansara meiningar
um orðatilfarið, og stýris-
bólkurin vónar, at fólk fara
at nýta henda møguleika at
ávirka málnýtsluna og gera
vart við sínar hugsanir um
málnýtsluna á oljuøkinum.
Orðatilfarið í listanum er
fingið úr føroyskum bókum
og ritum, sum snúgva seg
um olju. Ritstjórin hevur
orðtikið lógir, kunngerðir,
Frágreiðing frá oljuráð-
leggingarnevnd landsstýri-
sins og GEM-frágreiðing-
ina. Eisini eru oljuorð úr
tøkniorðabókini, sum er í
gerð á Føroyamálsdeildini,
tikin uppí her. Harumframt
er ein stórur partur av olju-
orðalistum, sum Phillips
Petroleum Company gav út
í 1980, týddur til føroyskt.
Til samans eru stívliga
1000 føroysk yrkisorð í
listanum, sum er býttur
sundur í tveir partar. Annar
parturin hevur føroysk leit-
orð, og annar ensk leitorð.
Frá teimum ensku leitorð-
unum verður víst til tey før-
oysku orðini, har skilmark-
ingin stendur. Viðmerkt eru
stundum donsk og stundum
norsk samdømi. Tey orðini,
sum eru týdd úr orðalista-
num hjá Phillips, hava ensk
og norsk javndømi, meðan
orðini úr teimum føroysku
keldunum hava donsk sam-
dømi, tikin úr donsku týð-
ingini av frágreiðingini frá
oljuráðleggingarnevndini.
Væl mótikin
Nú hesin listi verður lagdur
út á alnetið, er tað í teirri
vón, at almenningurin tekur
væl ímóti honum. Hesin
listi er ikki at rokna sum
nakað endaligt úrslit, men
sum ein fyrsta roynd at
evna til ein orðalista á hes-
um øki, og tí er listin sjálv-
andi merktur av. Hóast list-
in inniheldur stívliga 1000
leitorð, so fer sjálvsagt sum
frá líður at verða tørvur á
fleiri orðum, og vónandi
fara fólk at gera vart við tað
og vísa á, hvat vantar og
hvat kundi verið øðrvísi og
betri. Vónað verður, at
heimasíðan verður nógv
vitjað, soleiðis at brúkarar-
nir kunnu seta sín dám á
orðalistan.
Stigtakararnir siga ann-
ars, at henda verkætlan er
dømi um eina væleydnaða
verkætlan, har samstarvið
millum tann tøkniliga og
tann málsliga partin hevur
virkað sera væl, og vónandi
kann listin koma fólki til
góðar, sum skal orða seg á
føroyskum. Tað er eisini
teirra vón, at fólk fara at
lata frætta frá sær um
møguligar batar, ábøtur og
dagføringar sigur stýris-
bólkurin, sum við hesum
leggur oljuorðalistan fram
fyri almenningin, fyribils á
alnótini. Enn er ov tíðliga at
geva hann út í bók. Men tað
kemur helst eisini.
Orðalisti skal tryggja eitt gott oljumál
Jóhan Hendrik W. Poulsen,
sum hevur verið ritstjóri fyri
oljuorðalistan
– Nú er mín missión í
skopun liðug, sigur
Ingun Simonsen, sum
nú er koyrd frá sum
fyrstilærari í Skopun
SKÚLASTRÍÐ
Àki Bertholdsen
– Eg havi brúkt fimm ár av
mínum lívi uppá Skopunar
skúla og havi arbeitt við lív
og sál. Eg síggi tað soleiðis,
at nú er mín missión liðug
og eg eri sera stolt av úrslit-
inum.
Hetta sigur Ingun Simon-
sen, sum nú er koyrd frá
sum fyrstilærari í Skopun, í
tíðindaskrivi, hon hevur
sent fjølmiðlunum seinna-
partin týsdagin.
Seinastu árini hava stórir
trupulleikar verið í skúla-
num í Skopun og teir end-
aðu fyrr í vikuni við, at Ing-
un Simonsen varð flutt í
Hoyvíkar Skúla og ein ann-
ar lærari, Sigurd Bærent-
sen, verður fluttur í Megin-
skúlan á Sandi
– Eg havi tikið avgerð um
at verða flutt í annað starv,
tí eg vil hava frið, bæði fyri
meg sjálva og ikki minst
fyri mína familju, sum hó-
ast alt hevur stórstan týdn-
ing fyri meg, sigur Ingun
Simonsen í tíðindaskrivi.
– Eg havi fingið starv í
Hoyvíkar skúla og tað gleði
eg meg til, tí eg havi bert
hoyrt alt gott um skúlan og
kenni meg vælkomna. Eg
skal í øllum førum gera
mítt til, at samstarvið mill-
um meg, børn, foreldur og
starvsfelagar verður gott.
Hon sigur, at hon hevur
fingið góðar sømdir, við
tað, at hon fær loyvi at út-
búgva seg víðari og hon
hevur eisini fingið rættiliga
fitt í niðurskurði á skúla-
num, so at hon færhøvi at
lesa. Harafturat fær hon
somu løn sum nú.
Ikki allur sannleikin
– Tá ið ført hevur verið
fram, at ósemjan um Skop-
unar skúla er ímillum meg
og ein lærara, er hetta ikki
allur sannleikin, sigur Ing-
un Simonsen í tíðindaskriv-
inum.
– Men hetta hevur onkur
valt at kalla tað og tað má
so standa fyri teirra egnu
rokning.
Hetta
er
ein
trupulleiki, sum stingur
nógv djúpari og hevði eg
havt heimildir sum leiðari
at loyst knútin, hevði eg
ikki valt henda háttin, tí
væntast kann, at trupulleik-
in fer at halda fram í fleiri
ár aftrat. Skal ein tílík
ósemja loysast, er neyðugt,
at fólkið, ið skal loysa
ósemjuna, er staðkent og
veit hvat fyriferst, eisini úti
á síðulinjuni.
Ósemjan var har heilt
greitt áðrenn eg varð sett í
starv 1997, hetta søgdu em-
bætisfólk í Landsskúlafyri-
sitingini og Landsstýrinum
mær fleiri ferðir og ávaraðu
meg um, at eg fór at fáa tað
trupult. So sigast kann, at
eg visti hvat eg gekk inn til.
Hon sigur eisini, at játt-
anin til skúlan var sera lítil,
tá hon kom, einans 7000,00
kr. Hon hevði ligið millum
2000,00 og 7000,00 kr. í
fleiri ár.
– Í dag hevur skúlin eina
játtan, ið svarar til einar
1800,00 kr. pr. næming bert
til undirvísingartilfar, har-
afturat er peningur játtaður
til onnur endamál á skúla-
num, so sigast kann, at í so
máta er skúlin sera væl fyri
í dag, hóast hann er alt, alt
ov lítil.
– Skúlin er eisini væl út-
gjørdur nú við øllum nú-
tímans amboðum og hann
er gjørdur í stand fyri nógv-
ar hundrað túsund krónur.
Har var bert eitt wc, tá ið eg
kom, nú eru fimm. Lærara-
rúm var ikki á skúlanum,
nú hava vit eitt sera hugna-
ligt lærararúm og eina
skrivstovu til leiðaran.
Børnini glað
– Pedagogiska linjan í dag
er ein heilt onnur, enn tá ið
eg kom. Børnini eru glað
og hava sjálvi ávirkan á
sína undirvísing, tey hava
nøkur virði, sum eg trúgvi
ongantíð kunnu takast aftur
frá teimum, sama, hvat nú
fer at henda.
–Og tey kenna síni rætt-
indi sum menniskju og
rættindini hjá øðrum við og
tað er í mínari verð sera
týdningarmikið, skalt tú fáa
nakað burtur úr undirvís-
ingini og hava eina góða
barlast við tær út í lívið.
– Nýggja Fólkaskúlalóg-
in er eisini ein partur í hesi
ósemjuni. Lógin er eftir
mínum tykki óhóskandi
fyri okkara lílta land, hugt
hevur verið ov nógv eftir,
hvussu tey gera í Danmark,
heldur áttu vit at hugt eftir
t.d. íslendsku lógini, tí okk-
ara mentan líkist meir og
smíða eina lóg, sum hóskar
til
føroysk
viðurskifti.
Nógv gott er eisini við lóg-
ini, men hon er alt ov trupul
at umsita.
– Tað verður alla tíðina
ført fram, at peningur ikki
er játtaður í nóg stóran
mun. Men hetta er ikki ein-
asti sannleikin. Lógin er so
umfatandi, at ikki bert lær-
arar og leiðslur skulu
mennast og útbúgvast, men
so sanniliga eisini foreldur,
kommunustýri og onnur
við mugu fáa nógv meira
vitan enn tey hava nú.
– Tað sum fer fram nú, er
ikki minni enn ein stór koll-
velting og tá rulla høvd, tað
vita vit, sigur Ingun Simon-
sen í tíðindaskrivinum.
Ingun Simonsen:
Eg eri sera stolt av úrslitinum
Herálvur Joensen, aðalstjóri, og Jógvan í Lon, sum tóku stig til
ein oljuorðalista
Seinna konsertin hjá
danska musical-sang-
aranum Stig Rossen
er longu útseld, og
bert fá av teimum 400
atgongumerkjunum
til fyrru konsettina
vóru eftir um mid-
dagsleitið í gjár.
JAZZFESTIVALUR
Rúnar Reistrup
Brandur Øssursson hevur á
19. ári tikið stig til at skipa
fyri Jazz-, Fólka- og Blues-
festivalinum, men enn kann
hann verða tikin á bóli av
áhuganum fyri teimum
ymsu konsertunum á festi-
valinum. Onkuntíð livir
áhugin als ikki upp til vón-
irnar, og aðrar tíðir er áhug-
in væl størri enn man
skuldi trúð, og hetta hevur
Brandur upplivað í ár, nú
atgongumerkjasølan
til
høvuðsnavnið á festivali-
num hevur gingið betur enn
fyrireikarin hevði droymt
um.
- Vit eru enn ikki komin
so langt sum til at lýsa við
festivalinum, men longu nú
er útselt til fyrstu konsert-
ina, og atgongumerkini eru
av álvara um at ganga und-
an til seinnu konsertina,
sigur Brandur Øssursson.
Tað ger ikki undran hans-
ara minni, at atgongumerk-
ini til konsertina við Stig
Rossen eru nakað væl dýr-
ari, enn atgongumerkini til
konsertina hjá høvuðs-
navninum á festivalinum
plaga at vera.
- Tað sær ikki út til at at-
gongumerkjaprísurin hevur
stygt fólk burtur, og tað er
bara at gleðast um, tí tað er
ikki bíligt at fáa so stór
nøvn hendanvegin, sigur
Brandur Øssursson.
Fluttur úr
Norðurlandahúsinum
Stig Rossen hevur tvær
konsertir mikudagin 3. juli.
Tann fyrra verður kl. 17.00
og tann seinna kl. 20.00.
Seinna konsertin er longu
útseld, og til fyrru konsert-
ina eru bert heilt fá at-
gongumerki eftir. Konsert-
in verður í Norðurlanda-
húsinum, har pláss er fyri
eini 400 fólkum til hvørja
konsert.
Mikukvøldið er einasta
kvøldið at Jazzfestivalurin
heldur til innanfyri veggir-
nar í Norðurlandahúsinum,
har hann annars plagdi at
halda til hvørt kvøld fyrr.
Men tá Norðurlandahús-
ið í fjør tók stig til at skipa
fyri einari árligari lista-
stevnu, var ikki longur
pláss fyri Jazzfestivalinum
í húsinum. Ætlanin var
upprunaliga at leggja tann
tá 17 ára gamla Jazzfesti-
valin í endaliga hvíld í fjør,
men tá Listastevna Føroya
byrjaði
at
taka
skap,
gjørdist tað Brandi Øssurs-
syni greitt, at hon ikki
kundi fylla holið eftir Jazz-
festivalin, og tí varð avgjørt
at halda fram við festivali-
num.
Broytingar neyðuguar
Broyttu
umstøðurnar
noyddu Jazzfestivalin at
ganga nýggjar leiðir. Festi-
valurin flutti út úr Norður-
landahúsinum og breiddi
seg út yvir onnur støð í
Havnini, eins og festivalur-
in varð fluttur tíðarliga frá
august mánað til juli fyri
ikki at fella saman við
nýggju listastevnuni. Høv-
uðsfyrireikarin
er
væl
nøgdur við tað nýggja
skapið, sum festivalurin
hevur fingið.
- Eg haldi sjálvur at Jazz-
festivalurin var stagneraður
eitt sindur seinastu árini í
Norðurlandahúsinum. Vit
dugdu ikki nóg væl at koma
út millum fólk við tiltøkun-
um, og tí setti festivalurin
ikki tann dám á býin, sum
ein væl eydnaður festivalur
skal gera. Nú breiða tiltøk-
ini seg um allan býin og tað
merkist á Havnini, tá Jazz-
festivalurin er í gongd, sig-
ur Brandur Øssursson.
At flyta festivalin fram til
tíðliga í juli mánað hevur
eisini víst seg at vera væl-
eydnað, tí tá liggur hann
tætt at stóru jazzfestivalun-
um í Danmark og hinum
grannalondunum. Tí er
nógv lættari nú at fáa stór-
nøvnini frá øðrum festival-
um at leggja leiðina fram
við Føroyum, sigur Brand-
ur. Soleiðis kemur millum
annað ein New Zealendsk-
ur bólkur nevndur The Jew
Brothers Band á Jazzfesti-
valin, tí hann er í Danmark
um tað mundið í sambandi
við ein annan jazzfestival.
Minni føroyskt
19. Jazzfestivalurin líkist
rættiliga nógv sær sjálvum í
mun til í fjør, men nógvar
royndir ríkari hevur Brand-
ur Øssursson gjørt av at
broyta okkurt. Í fjør varð
fyri fyrstu ferð roynt at
hava tónleikatiltøk í Sjón-
leikarhúsinum, men tað
eydnaðist ikki væl at fáa
áhoyrarar til hesar konsert-
ir. Tískil er Sjónleikarhúsið
mestsum tikið burturúr
skránni hesaferð, meðan
fleiri konsertir vera í Lista-
skálanum og á Gamla
Meiarínum, sum í fjør vístu
seg at vera væl umtókt
millum áhoyrararnar.
Harumframt er størsta
broytingin í mun til í fjør, at
talið á luttakandi føroysk-
um bólkum er minkað
nógv. Í fjør var umleið
helvtin av konsertunum
spældar
av
føroyskum
bólkum, men í ár eru bara
nakrar
fáar
føroyskar
konsertir.
19. Jazz-, Fólka- og
Bluesfestivalurin
byrjar
týsdagin 2. juli við konsert-
um umborð á Norðlýsinum,
á gongugøtuni, í Lista-
skálanum og Í Kagganum.
Festivalurin takkar fyri seg
við einari umfatandi skrá
leygardagin 6. juli.
Útselt til Stig Rossen
Farið verður nú undir at
byggja nýggjan smá-
barnaskúla til Tórshavnar
Kommunuskúla.
Bygt
verður har tann sonevnda
Barakkin stendur í dag.
Arkitektavirkið
Árni
Winther hevur teknað
nýggja skúlan, sum eftir
skúlasummarfrítíðina í
2004 skal hýsa 1., 2. og 3.
flokki á Kommunuskúla-
num.
S k ú l a by g n i n g u r i n
verður í tveimum hædd-
um og fer at telja seks
skúlastovur
umframt,
lærarahøli, goymslurúm
og tvey felagshøli.
Nýggju skúlastovurnar
til tey smæstu skúlabørn-
ini í Kommunuskúlanum
verða innrættaðar soleið-
is, at tær liva upp til áset-
ingarnar í nýggju fólka-
skúlalógini, sigur Tórs-
havnar Býráð í tíðinda-
skrivi.
Barakkin má víkja
fyri nýggjum skúla
Í dag fara 40 føroyskir
skótar á landslegu hjá
donsku KFUK skótunum.
Legan, ið kallast Alle tid-
ers lejr 2002, verður hild-
in 5. hvørt ár. Í ár verður
hon í býnum Sundstrup
nærhendis Skive í Jút-
landi.
Føroysku
skótarnir
fóru niður til Danmarkar
sunnudagin, og hava gist í
einum skótahúsum nær-
hendis Silkeborg, áårenn
teir løgdu leiðina á stóru
leguna.
KFUK skótar
á danska landslegu
Navnframi danski musical-
sangarin Stig Rossen, sum á
Jazzfestivalinum fyrst og
fremst fer at framføra løg úr
Les Miserables, er eftir øllum
at døma væl dámdur millum
føroyingar.
Eftir at jazzfestivalurin er
fluttur úr
Norðurlandahúsinum hevur
tað eydnast betur at seta
festivaldám á Havnina,
heldur Brandur Øssursson.
C
M
Y
K
7
6