Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 115 - 20. juni 2002 Nr. 115 - 20. juni 2002 9 Umleið 120 børn standa á bíðilista til dagstovn ella dag- røktarpláss í Klaks- víkar Kommunu, og hjá onkrum er bíði- tíðin upp til næstan tvey ár ella longri, áðrenn teirra børn sleppa undir kommunalu ans- ingarskipanina BARNAANSING Solby A. Eliasen Klaksvík: Tað er ikki stutt- ligt at vera foreldur í Klaks- víkar Kommunu, um tú eftir farloyvi skalt aftur til arbeiðis, tí tørvurin á ans- ingarplássum er sera stórur, og ongin loysn tykist at vera í eygsjón. Tað verður arbeitt við at gera ein útibarnagarð úti í Grøv, sum eftir ætlan letur dyrnar upp í august. Hesin útibarnagarður er til tey elstu børnini á bíðilistanum og tey elstu børnini í dag- røktarskipanini. Hetta verð- ur sjálvandi gjørt fyri at fáa tey børnini, sum hava stað- ið longst á listanum á stovn. Og alt gott um tað. Víðari ger tað so, at tað verða nøkur pláss tóm hjá dag- røktarunum, men fleiri foreldur hava longu nú fingið at vita, at teirra barn kortini ikki sleppur inn fyrr enn august næsta ár. Til ta tíð eru børnini blivin tvey ár ella eru líka við at fylla. Sostatt er bíðitíðin hjá summum upp til tvey ár. Meðan hon hjá øðrum er nógv styttri. Tað er ilt at siga, hvussu børnini verða "vald". Summi foreldur siga, at tá tey hava spurt seg fyri, so verður sagt frá dagrøkt- arskipanini í Klaksvík, at tað verður gingið beint eftir bíðilistanum, meðan onnur siga, at tey hava fingið at vita, at tað verður fyrst hugt eftir tørvinum hjá stovnin- um, dagrøktarunum og í einstøkum førum hjá for- eldrunum. Tað vil siga, um tað skal verða ein genta ella drongur og í hvørjum aldri, tey skulu vera í. Fáa onki at vita Summi foreldur, sum So- sialurin hevur tosað við, fílast á, at tey ikki fáa nakað at vita. Tey siga, at tey hava spurt og spurt, men tað verður bert tosað tær eftir munninum, og onki hendir. Nógvar søgur ganga eisini um, hvussu ein eigur at gera fyri at fáa barn sítt inn. Onkur siga, at man skal tosa við stórum bók- stavum og skriva brøv, tosa við politikarar og gera vart við seg allatíðina, meðan onnur siga, at júst slíkur atburður gevur baksláttur – at um tú sum foreldur rópar ov hart, so verður barn títt sett aftur um á listanum. Ivasamt er í øllum førum um, hvussu nógv er í hes- um, tí slatur er altíð nóg mikið av. Onkur foreldur hava sum sagt tosað við fleiri politik- arar. Ein av teimum hevur úttalað seg um, at úti við ein triðingur av børnunum í kommunalu ansingarskip- anini eru komin inn gjøg- num sosialu deild. Tað vil siga frá barnaverndar- nevndini. - Um hetta er so, hava vit ein álvarsligan trupulleika í Klaksvík, ella gera fólk sær dælt av barnaverndini, halda foreldur, sum ikki fáa teirra barn inn á stovn í ár. Summi foreldur eru heilt illa fyri, og annar parturin má so vera heima, inn til barnið sleppur inn. Nógv finna sær aðrar loysnir, men tað er ongin loyna, at tað tryggasta er eitt ans- ingarpláss innan fyri kommunalu skipanina. Um ein dagrøktari eitt nú gerst sjúk ella má hava frí, so veitir dagrøktin eitt annað pláss til títt barn at vera í, meðan hin er burtur. Men tað er tað so ongin trygd fyri, um ikki barnið er undir kommunalari ansing. Tað er eisini dýrari at hava privata dagrøkt, um tað kann kallast so. Rættvíst og trúverdugt Sigrun Vágstún , dagrøktar leiðari í Klaksvíkar Komm- unu, skilir væl foreldrini, at tey eru um at ganga frá verðini, tí tey ikki fáa sítt barn inn. - Men eg kann bara siga, at vit gera tað, vit kunnu og tað er sera torført, tá tað ikki eru fleiri pláss enn tað sama. Í viðmerking til, um tað verður gingið eftir bíðilist- anum ella ikki, sigur Sigr- un, at tað finnast upptøku- reglar, sum gingið verður eftir, tá eitt barn skal inn. - Nú kann eg einans tosa fyri dagrøktina, men tá ein dagrøktari manglar eitt barn, so hyggi eg eftir, hvat fyri bólk av børnum hon hevur frammanundan, og so verður tað nýggja barnið valt út eftir teimum kriter- iunum. Tí tað er givið, at tað er jú barnið tað snýr seg um, og so má man gera alt fyri at vissa sær, at hetta barnið kemur at trívast í dagrøktini. Tá eg so havi funnið út av hvønn aldursbólk hetta barnið skal hoyra til, so sigi eg samskiparanum av bíði- listanum frá, at eg til dømis mangli ein drong frá ok- tober 2000. So fer hon í bíðilistan og tann fyrsti drongurin, sum líkur hesi kriteriur á bíðilistanum sleppur so inn, greiðir Sigrun frá. - So gingið verður so at siga eftir bíðilistanum. Bara soleiðis at skilja, at tað verður gjørt í samráð við stovn ella dagrøktara. Og so sleppur tað barnið inn, sum hevur tørn. Men um nú heilsusystirin ella barnaverndin heitir á okk- um, um at loyva einum barni inn, orsakað av at vælferðin hjá tí er hótt ella líknandi, so taka vit sjálv- andi tað til eftirtektar, sigur Sigrun, sum tó ikki hevur nakað innlit í, hvussu stórur partur av børnunum, sum eru í skipanini eru komin undir ansing gjøgnum sosialu deild. - Vit royna í øllum førum at gera okkara arbeiði so- leiðis, at tað skal kunna vera rættvíst og trúverdugt, sigur Sigrun, sum vísir á, at tað er komið meiri enn so fyri, at tey børn, sum eru sloppin inn, uttan at tað hevur verið tikið hensyn til, hvat fyri børn eru í dag- røktini frammanundan, ikki trívast, har tey eru. - Og hvat hendir so? So koma foreldrini aftur, tí tað riggar ikki, har barnið er, og so eru vit í somu støðu aftur – um ikki verri. Vit arbeiða í móti at tað skula verða 60 pláss í nýggja útibarna- garðinum, sum letur upp fyrst í august mánaða. Søkt er eftir leiðara til barnagarðin, men enn hevur ongin pedagogur søkt, sigur Eyðgunn BARNAANSING Solby A. Eliasen Klaksvík: Eyðgunn Sam- uelsen er formaður í sosialu nevnd í Klaksvíkar Býráð. Hon sigur, at tey arbeiða av øllum alvi við trupulleik- anum. Og nú kunnu for- eldur í Klaksvík kanska hóma ein glotta fyri framm- an. Tí tann nýggi úti- barnagarðurin úti í Grøv fer at geva nøkur pláss í dag- røktini, tá tey elstu børnini, sum í dag framvegis eru í dagrøkt, fara í barnagarð. Og tað sær eisini út til, at tað fara at verða pláss til fleiri børn í útibarna- garðinum enn tað í fyrstuni varð ætlað. Útibarnagarð- urin skuldi av fyrstan tíð taka í móti 40 børnum, men tað verða helst pláss fyri 60. Og Eyðgunn sigur, at tað verður arbeitt hart við at fáa tað talið upp á 80 nýggj pláss í ár, men enn mangla nøkur viðurskifti at koma upp á pláss, áðrenn hon kann siga tað við vissu. - Men hetta skuldi í øll- um førum givið nøkur pláss aftur at í ár, heldur Eyð- gunn. Í viðmerking til at ein politikari hevur úttalað seg um, at tað er umleið ein triðingur av børnunum í skipanini, sum eru komin inn í gjøgnum barnavernd- arnevndina sigur Eyðgunn fyrst av øllum, at tað er harmiligt, at ein politikari úttalar seg soleiðis um eitt mál, sum er so eymt, sum barnaansingin í løtuni er í Klaksvík. Hon heldur eis- ini, at viðkomandi skuldi heldur traðka fram í nevnd- ini við slíkum útsøgnum í staðin fyri at fara út við tí uttan haldgóð prógv. Men hon sigur eisini samstundis, at um so var, so kann man staðfesta beinanvegin, at so hava vit ein stóran trupul- leika í Klaksvík. - Ongi neyv hagtøl eru um hetta, men vit fara seinni í ár at kanna um nakað hald er í hesum, sigur Eyðgunn. Men hon veit at siga, at tað í veruleikanum ikki er talan um ein so stóran part av børnunum, sum eru komin inn gjøgnum barna- verndina. - Tað passar, at onkur í sosialu nevnd hevur sett spurningin um tað ikki vóru ov mong børn, sum høvdu serligan tørv, men tað var als ikki tí at talan var um ein triðing. So vit spurdu okkum fyri á sosialu deild og fingu nágreinilig dømi upp á hvat tað vóru fyri trupulleikar talanin var um. Og tað vísti seg í hvørjum tí einasta dømi, at tað var serligur tørvur. Tað vil siga, at tað var als ikki talan um at nakar gjørdi sær dælt av, at biðja barnaverndarnevnd- ina um at veita teirra barnið ansing, sigur Eyðgunn, sum undirstrikar, at tað eru ongi viðurskiftir, sum kunnu byggja undir, at tað eru fleiri børn við serligum tørvi í Klaksvík enn aðra- staðni. - Tá ið eitt barn verður ávíst av barnaverndina er ein faklig viðgerð farin fram og hana hava vit sum leikfólk ikki haft orsøk til at seta spurnartekin við. Serligur tørvur framíhjárætt Hon vísir eisini á, at hesi børn eisini noyðast at bíða longi eftir einum plássi, tí trupulleikin er manglandi pláss til øll børn og tá ið fólk eru í neyð fokusera tey kanska uppá onnur ting eisini . Jancy B. Klein, leiðari á sosialu deild í Klaksvíkar Kommunu, vísir harðliga aftur pástandinum um, at ein triðingur eru børn, sum eru komin inn í gjøgnum barnaverndina. - Tað er onki hald í has- um pástandinum. Børn við serligum tørvi koma altíð í gjøgnum barnaverndina, men tað er so slettis ikki talan um ein triðing. Tað passar ikki, staðfestir Jancy. - Vit fáa javnan børn við serligum tørvi, og eisini tey noyðast at bíða eftir plássi, men tá vit fáa eina áheitan frá barnaverndarnevndini, so verða hesi børn, sam- bært upptøkureglunum her, tikin fram um, sigur hon, og vísir á, at tað í upptøku- reglunum stendur, at børn við serligum tørvi hava framíhjárætt. Og tað hava tey eisini sambært upp- tøkureglum aðrastaðni eitt nú í Tórshavn. Tær báðar, Eyðgunn og Jancy halda, at alt hetta kemur av tí sama. Tørvurin í kommununi er so stórur, og foreldur eru uppøst og frá sær sjálvum, tí tey ikki fáa børnini passaði. Og so koma nógvar søgur fram um eitt og annað. Eyðgunn vísir eisini á at tey fíggjarligu fríplássini, men tey hava onki við barnaverndarnevndina at gera. Tey eru ætlað teimum sum ikki hava fíggjarligar karmar til at gjalda fyri eitt ansingarpláss. Sum oftast eru tað einligar mammur, sum eru farnar undir út- búgving ella skúlagongd, sum søkja um frípláss. Eyðgunn sigur, at tað í ár eru avsettar 600.000 krónur til frípláss. Hetta er eitt tal, sum tey eru komin til út frá árinum í fjør. Kommunan hevur onga ávirkan á hvør fær hesi fríplássini, tað er landið ið ásetir hvussu lítil inntøkan skal vera fyri at fáa frípláss. Til eitt ansingarpláss gjalda foreldur 30 % og kommunan 70 % av kostnaðinum. Barnaansing ein stórur trupulleiki Eyðgunn Samuelsen um barnaansingartrupulleikan í Klaksvík: Vit arbeiða við fullari ferð við málinum Savnsmynd - Vit miða í móti at nýggi útibarnagarðurin skal kunna hýsa 80 plássum, og tað skuldi givið nøkur pláss aftur at í ár, heldur Eyðgunn Samuelsen, formaður í sosialu nevnd í Klaksvíkar býráð Familian, sum vann ferðina hjá HTH fyri tvey vaksin og tvey børn, var fyri elds- bruna síðst í desemb- er í fjør - júst, tá ið tey høvdu pyntað til jóla. Húsini fórust øll, sum tey vóru, og alt mátti byggjast upp av nýggjum. Eftir tógvið stríð, eru tey nú flutt innaftur VINNINGUR Vilmund Jacobsen Í samband við, at HTH fylti 25 ár, og Køksmiðstøðin læt upp stóra íbyrtandi nýggja framsýning, varð skipað fyri kapping um eina vikuskiftisferð við uppihald fyri tvey vaksin og tvey børn á Hotel Lego- land í Danmark. Á Køksmiðstøðini siga tey, at handilin varð nógv vitjaður, meðan kappingin fór fram. Fyri at luttaka í hesi kappingini, sum var ein sonevnd spurnarkapp- ing, skuldi tú fylla út eitt spurnarblað um ymiskt við- víkjandi keypi og køkum. - Nógv fólk nýttu høvi at fylla út spurnarblaðið, og tá ið tíðin var úti, kom Henrik Winther, útflutningsleiðari hjá HTH í Danmark, upp til Føroya at draga vinningin, sigur Rakul Guðjónsson. Nakað av fólki hevði leit- að sær niðan í handilin hendan dagin, drigið varð. Niklas Joensen, sum starv- ast hjá Rassmussen & Weihe varvið fyri at tryggja, at alt fór rætt fram. Bent vann ferðina Tá ið úrslitið av kappingini fyrilá, vísti taðseg, at hepni vinnarin gjørdist Bent Berg í Havn. - Fyrst ringdu vit til hans- ara og avtalaðu at koma oman í Sornhúsgøtu 6 við vinnara diplominum. Bent gjørdist, sum vera man, sera bilsin, tí, sum hann segði: "Eg vinni ongan- tíð…" - Bent trúði næstan ikki sínum egnu oyrum, sigur Rakul og heldur fram: - Hann segði seg hava fylt spurnarblaði út til stuttleika, tá ið tey vóru til morgunbuffet í Køksmið- støðini, tá ið nýggja framsýningin læt upp. Men satt var; Bent gjørd- ist tann hepni vinnarin av hesi ferðini fyri tvey vaksin og tvey børn til Hotel Lego- land. Húsini brendu Bent og konan, hann livir saman við, Maud, vóru so óheppin í desember síðsta ár, at eldur kom í húsini beint fyri jól, tá ið alt var pyntað til jólar. Húsini fórust øll av eldsbrunanum, og alt mátti byggjast upp av nýggjum. Hetta hevur verið strævið og hevur tikið nógva tíð. Tey eru nústaðni flutt innaftur í húsini at búgva. - Familjan var sera blíð, tá ið Køksmiðstøðin kom á vitjan. Tey bjóðaðu kaffi, og áhugavert var at síggja "nýggju" húsini, sigur Rak- ul. Bent og Maud hava køk á loftinum og í kjallaranum, og hettaeru køkar, tey hava keypt frá Køksmiðstøðini, haðani tey eisini hava keypt annað innbúgv, eitt nú klædnaskáp. - Vit halda, at tað var fan- tastiska stuttligt, at júst Bent Berg skuldi vinna ferðina til Hotel Legoland, sigur Rakul Guðjónsson á Køksmiðstøðini. - Trupulleikin við óforsvarligum skipsstigum hevur ofta verið um- røddur á fundum við Vaktar-og Bjargingartænastu na, sigur Færøernes Kommando, sum fýlist á, at fleiri skip hava ov vánaligar skipsstigar FISKIVEIÐIEFTIRLIT Vilmund Jacobsen Mánadgin, 10. juni, bað danska vaktarskipið, Veðrurin, norska línu- bátin, Urvaag, um at sigla á Sørvág, tí veiði- eftirlit skuldi fremjast, meðan skipið lá við bryggju. Færøernes Kom- mando sigur, at áheit- anin um at sigla í havn, stóðst av, at eftirlitsliðið hjá Veðrinum ikki slapp forsvarliga umborð á Urvaag, tí skipsstigin var í so vánaligum standi. Tað tók eftirlitsliðnum ein tíma at kanna veiði og fiskireiðskap, og tá ið eftirlitið var liðugt, kundi Urvaag loysa og fara aftur til fiskiskap. Sambært fiskaríleið- aranum hjá Færøernes Kommando, er tað ikki so sjáldan, at skipsstigin er í ov vánaligum standi. - Tí hevur hesin trupulleiki ofta verið umrøddur á fundum við Vaktar-og Bjargingar- tænastuna, sigur Fær- øernes Kommando. Eftirlitið sleppur ikki umborð Eingi skip - hvaðani tey enn eru - hava loyvi til at sleppa sær undan eftir- liti, tí skipsstigin er so vánaligur, at eftirlits- liðið ikki sleppur trygt umborð. - Tí hava Vaktar-og Bjargingartænastan og Færøernes Kommando - við góðkenning frá fútanum - avgjørt í størri mun at gera nýtslu av løgtingslóg, nr. 28, grein 35, har heimild er at biðja fiskiskip sigla í havn til nærri eftirlit, sigur Færøernes Kom- mando. Bent vann ferðina hjá HTH til Hotel Legoland Framdu veiði- eftirlit við bryggju í Sørvági - Vit hava maskinur til smáan fisk, men tað skal valdast, hvussu smáur fisk- urin kann vera, sum fer ígjøgnum maskin- urnar, sigur Jason Johannesen FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Mánadagin landaði Vest- menningur í Saltangará. Teir høvdu 130.000 pund, harav sløk 100.000 var upsi, sum Fiskavirking í Saltangará keypti. Restin av veiðini var toskur og onnur fiskasløg, sum onnur virki keyptu. Hvussu hendan vikan annars verður, visti Jason Johannesen, virkisleiðari, ikki at siga, tá ið vit frættu mikudagin, men aftrat fisk- inum hjá Vestmenningi, hevur virkið keypt 20.000 pund av upsa frá Kúrbergi, sum landaði á Toftum og 50.000 pund av upsa frá Beta. - Men hetta røkkur ikki longur enn til hálvan hós- dagin. Fæst eingin fiskur fyri ta tíð, verður ein steðg- ur í framleiðsluni. Men nú fáa vit at síggja, hvussu verður, segði Jason, sum annars fýlist á vánaliga summarveðrið hesar sein- astu dagarnar. Lítið burturúr Virkisleiðarin sigur, at ein stórur partur av veiðini hjá Vestmenningi var upsi 4, og nakað var eisini av upsa 5, sum er stórseiður. - Eg vil siga, at upsin var smáur í fjør, men hann er nógv smærri í ár. Jason sigur, at Fiskavirk- ing í Saltangará, sum er eitt upsavirki burtur av, hevur trupulleikar við tí smæsta fiskinum, tí hann er so ógvuliga smáur, og torført er at fáa nakað burtur úr honum. - Vit hava maskinur til smáan fisk, men tað skal valdast, hvussu smáur fiskurin kann vera. Skemtandi tekur hann til, at ein partur av tí smæsta, sum fer í maskinurnar, ongantíð kemur útaftur. - Er fiskurin bæði smáur og kanska bleytur, er lítil dugur í honum, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari. Lítið fæst burtur úr smáa upsanum Heima í tí nýggja HTH køkinum hjá Bent Berg & Maud Heinesen, sum vunnu ferðina. Tey vórðu sera fegin, tá ið Vinjard Johansen, leiðari á Køksmiðstøðini, vitjaði tey við tí yvirraskilsi at tey høvdu vunnið eina ferð fyri 2 vasksin og 2 børn til Legoland Upsin er ógvuliga smáur, og torført er at fáa nakað burtur úr honum. Á Fiskavirking í Saltangará verður turt gólv á middegi í dag, um eingin fiskur kemur aftrat hesa vikuna. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 9 8