mikudagur 10. september 1975síða 6
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Lesarar skriva:
Tórshavn hjartamassasju
Tórshavnar býráð hevur leingi
arbeitt við ætlanum um at geva
Tórshavn eina hjartamassasju,
sum miðbýurin harðliga treingir
til fyri at vera avlastaður fyri tað
stóra tal av akførum, sum
dagliga koyra gjøgnum miðbýin.
Eisini tey parkeradu akførini
skapa trupulleikar í ferðsluni,
sum eitt nógv betri skil má fáast
á! Og tað í stundini! tí nú skal
ikki bíðast longur. Nú hava
býarmyndugleikarnir drálað ov
leingi. Hví ikki beinan vegin fáa
loyst spurningin um parkering á
Skålatrød og í eðrum plássum i
miðbýnum? Verða nakrar. fyri-
reikingar gjørdar til at fáa Ting-
húsvegin lidnan og J. Paturs-
sonar getu beinda igjøgnum
tvertur um Tinghúsvegin? Eitt
stig til tess at geva Havnini
hjartamassasju er, at eitt alment
nátthús verður gjørt í Mylnu-
gøtu, umframt gongubreyt, og
ein tann vakrasti grasvellur
millum gamla skúlan og Mylnu-
gøtu.
Og er tað ógvuliga gott, at
hetta skal koma at prýða byar-
myndina. Tað hevði verið gott at
frætt, hvussu tað gongur við
ætlanunum at steingja gamla
kommunuskúlagarðin, sum skal
gerast til eitt fríluftsstað við
springvatni og tveimum stand-
myndum og benkur settar har,
sum pylsuvognar og tann eina
kioskin stendur. Ætlanin er so at
seta pylsuvognar, selubúð og
kioskir inn í ein langan, smalan
bygning, so at ekið gerst sterri
til at halda útikonsertir og
fundir av ymiskum slag, í staðin
fyri undir Bókhandlinum
og Tinghúsinum. Byrådslimir,
fremjið hesa ætlan so, at vit
borgarar kunnu fáa nakað at
froast yvir við at fáa ein vakran
og hugnaligan bý, sum tit skulu
halda fram við at friåka um. So
latið tað býráðsskeiðið, sum
tykkum er álagt, ikki bert vera
eitt innanhysisstrid.
Tað hevði eisini verið ein stór
gleði, um býráðið arbeiddi skjót-
ari, so tað ikki kemur at standa
nógv aftan fyri klaksvíkingar í
teimum málum, sum býráðið
hevur um hendi.
Hans Birgir Hansen
……
Um grindabyti
Fámjin, tann 27. aug. 1975
Vónandi vil SOSIALURIN seta
hesar fáu reglur í blaðið:
Tað vóru óivað nógv, ið
hvukku við í gjár, tá hogtæraði
løgtingsmadur Kjartan Mohr,
nú hann er komin upp í árini, er
komin í tankar um, at Suður-
oyggin hevur trupulleikar við at
fáa læknar. Vit hava fyrr havt
Feroya bestu serlæknar, sum
hava verið ógvuliga væl um-
tóktir av fólki. Harra Mohr
hevur ikki altid verið so laga-
ligur, tá nakað skuldi gerast í
Suðuroy.
Suðuroyggin kann bera sitt
heiðursmerki, tí so nógv er
grundlagt bæði á landi og sjógvi
í Feroyum við fyrimynd úr
Suðuroynni.
Nú er tað ikki tað, at vit í
Fámjin vilja gera so stórar
broytingar av samfelagnum sum
so, men tá eitt mál nú er størri
enn at vit kunnu loysa tað
sjálvir, so vil kanska harra Mohr
gerast talsmaður fyri, at tað
kann koma í rættlag, og tað er
at hann sum legtingsmaður
hjálpir okkum at fáa eina
hóskandi grindarreglugerð í Suð-
uroy.
Tann 12. august fann ein
klaksviksbåtur grind, og tað er
ikki tann fyrsta grindin, klaks-
víkingar hava funnið til okkum.
Klokkan 8 um kveldið kom inn í
vikina og bleiv hildin til beinan-
vegin. Klokkan 10, altso 2 tímar
seinni, var drapið liðugt. Høg
flóð var, so merkingin kundi ikki
byrja fyrr enn klokkan 2 um
náttina.
Ránið var longu tá byrjað.
Stór petti av hvalinum vórðu
skorin av og borin burtur í
postum, og hetta bar væl til, tí
eingin vakt var sett at ansa
eftir. Klokkan 5 var liðugt at
merkja, 182 hvalir. Grindin varð
síðan skift. Sagt var at seðlarnir
komu ikki út, fyrr enn fjóra var
aftur, men so var ikki.
Her í bygdini visti ikki eitt
menniskja, hvat fyrifórst, men
vit sóu, at tað mesta av grindini
bleiv selt, helst til fremmanda-
fólk, sum vóru úr Suðuroy.
Nógvir útlendingar fingu part,
danskarar, íslendingar o. s. fr.,
og hver parturin var lítil, bert
nekur fá kók. Tað hoyrdist, at
onkur hevði fingið 25 skinn, ein
annar 17 og uppaftur ein annar
10 0. s. fr.
Men við >Dúgvuni< fór nógv
grind úr oynni. Ránið var nógv.
Høvd og bøksl blivu avskorin,
og sidan bleiv hvalurin pidadur.
Grindin var seld fyri 25 kr.
skinnið uttan uppboð. 9 manns
merktu i 31/9 tíma, og ta alt kom
til alt, fingu teir 8 skinn, ein
annar hvalur upp á 9 skinn var
piðaður. Hetta var bilig arbeiðs-
løn.
Hetta var ein partur av detalj-
unum. Nu kunnu landsstyri og
løgting síggja úrslitið av teirra
arbeiði.
Mær vitandi út frá bíbliuni
var við skapanini ikki fastlagt,
at sýslumaðurin skuldi hava
einaræði yvir grindini. Men nú
er alt uppdeilt. Talað hevur verið
um, at fiskasølan ræður yvir
selu av fiski. Her vestan fyri á
Suðuroynni er alt uppdeilt.
»Jordens rádherrer< ráða.
Landbúnaðarráðið ræður yv-
ir bøndrunum. Matrikulstovan
rædur yvir ognarjørdini. Bønd-
urnir eiga og råda yvir fugla-
bjørgunum. Neydars menn, sum
ikki kunnu brúka snaru. Man
kann vænta, at politiið kemur
eftir hoglbyrsuni. Vildi nú løg-
tingið uppgivið, hvussu nógv
bleiv selt, og hvussu pengarnir
verða nýttir.
Burtursleip av rovunum verð-
ur so ikki goldið av teim, sum
keyptu grindina.
Sterri fjas hevur eingin verið
við til enn hetta.
Latið nú teir, sum suður-
oyarvinir eru, syrgja fyri einum
rættvísari býti.
Tøkk
Fólk i Fámjin
Þ Framhald frá síðu 3
Men sjálvsagt er okkurt at
finnast at. Eitt nú hvussu
rúmini liggja í mun til hvert
annað. Har er eitt sonevnt
valrúm<, eitt rúm har børnini
kunnu spæla í rimum og á
máttum. Hetta er ikki eitt rúm,
ið hoyrir til nakra ávísa stovu,
men er eitt har oll børnini kunnu
vera saman. Hetta rúmið liggur
tó soleiðis fyri, at tað meira
virkar sum ein gangur. Har eru
heilar 4 hurðar í rúminum, sum
hver ferir inn í eina av teimum
litaðu stovunum og ein í gangin.
Somuleiðis er við ødrum
rúmum. Nátthúsini eru trý í tali,
sum bernini nýta soleiðis at eitt
er til hverja stovu. Men okkurt
teirra liggur ov langt frá
stovuni, og liggur so illa fyri, at
ferðslan í gjøgnum gangin
verður ov nógv.
Vindeyguni vóru heldur ikki
hóskandi til ein barnagarð. Tá tú
hevði latið tey upp, var vandi
fyri at tý fekkst tey á fingrarnar,
tí tey fullu so harðliga aftur í
karmin. Hetta er nú broytt, so
at bernini, uttan vanda fyri at
skala hendur og hevur, kunnu
fáast við vindeyguni.
Vit fara at geva starvsfólk-
inum rætt í, at har kundi verið
bygt meira »pedagogiskt«.
Tað er greitt, at tá ein barna-
garður verður bygdur, so mugu
tey, ið fáast við barnagarðar,
takast við í ráðum. Hetta er
Nr. 61 — 10. september 1975
Súni Hammer er húsaverður
besta borganin fyri, at hann
verður skilagott bygdur. So,
næstu ferð kommunan byggir
barnagarð, eigur hon at spyrja
rottu viðkomandi um bygging-
ina.
At tað er eitt trot á barna-
gørdum, er einki at ivast í, um
vit meta ut frå eftirspurning-
inum. Men hvussu var tad,
hevdi kommunan ikki ætlanir
um at byggja ein barnagarð
eystanfyri eisini? Var ikki talan
um hetta, tå barnagarðurin við
Velbastaðvegin varð tikin í
nýtslu?
NCR 210 í Tórshavn
Eru tygum áhugaður fyri at royna NCR 210,
nýggja elektroniska kassaapparatið ?
NCR 210 hevur nógvar nýggjar starvshættir,
til lægri prís enn eitt samsvarandi mekaniskt
kassaapparat.
Meðarbeiðari okkara Erik Knudsen er at hitta
á Hotel Hafnia í døgunum 10/9—16/9, báðar
dagar íroknaðar, hvgnn dag frá kl. 1—11.
Vendið tygum til Dánjal J. Mortensen,
Tórshavn - tlf. 12460
Skeið fyri starvsfólkið
Tað eru ikki nógv teirra, ið
arbeiða á barnagerðum, sum
hava nakra útbúgving til slíkt
arbeiði.
Men nú hava starvsfólkini á
barnagerðunum stovnað eitt
áhugafelag, ið nevnist LIVD.
Hetta er samskipan av øllum, ið
arbeiða á barnagerðum og
vøggustovum. Tað varð stovnað
29. september í ár. Tað ljóðar frá
hesum felag, at ætlanin er at
skipa fyri skeiði fyri starvsfólki,
og skal eitt slíkt vera í heyst
einaferð. Tað má sigast at vera
torvur á slíkum.
Complete Computer Systems
Emilius Møller als Teglværksgade 31. 2100 København Ø
|
Í
|
|
|
|
|
|
Í
— —7h—=…huD$