Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 61 — 10. september 1975 sosialurin Síða 5 Jarða- og landbúnaðar- politikkur Javnaðarfloksins Av og á er at lesa í bløðunum, hvat menn halda um ta føroysku jørdina, hvat hon eigur at vera nýtt til, hver ið skal nýta hana, hver í eigur hana o. s. frv. Tað eru fleiri orsekir til, at viðurskiftini um jerð gerast meira og meira aktuel, ella rættari áttu at verið tað. Í dag er jørdin í samfelagi okkara mett heilt ødrvisi enn fyri 50 árum síðani. Landbunadurin sum vinna er minkaður til nærum einkis. Bunadarjørd liggur fyri stóran part í órekt. Samstundis er spekulatiónsjorð umkring tey storri plássini vorðin alt meira kostnaðarmikil og ein tann størsta orsøkin til inflatiónina i samfelagnum. Orsøkin til hesa spekulation og inflation er, at tey størru búplássini, byirnir, eru vaksin út á fjørdin og nidan í fjøllini, og ert tú heppin at eiga nakrar teigar har, sum kunnu nýtast til byggilendir, so kannst tú um- seta teir til góðan prís — uttan arbeiði, og hesin útviklingur heldur fram og sýnist at versna. Hesum duga menn ivaleyst at siggja vandarnar vid. Til dømis stendur i oddagrein 14. septem- bers 10.dec.74 um nakad av hesum, og spurt verður, hvar landbúnaðarpolitikkurin í Før- oyum er. Í Tíðindablaðnum skrivar Jóannes Dalsgarð 17. jan. 1975 um v„útbygging av landbúnaðinum<. Tann 12.juli 1975 skrivar Andrew Ísheim í Dimmalætting um millum annað landsjørdina, sum liggur í órekt, og í sama blaði 15.juli 1975 skrivar ein, ið nevnist Høgni Nev, um tørvin fyri nyggjum jarðalógum v. m. Ju, føroyingar vita, at her ruggar ikki væl. Í hesum blaði spurdi eg eina- ferð í januar 1974 um landbún- aðarpolitikk javnaðarfloksins, og í september 1974 umtalaði eg sama evni aftur í blaðnum. Felags fyri ell innlegg er, at eingin valdur/lentur politikkari hevur havt nakra viðmerking, og einki er komið fram, hverki á tingi ella í landsstýri, um hesu átrokandi mál. Kagar ein í stevnuskrá flokk- anna, so má sigast, at valla nakar politiskur flokkur hevur torað at havt nakra meinin um hesi mál, hava ti higartil ikki kunna víst vegin burtur úr hesum trupulleikum. Samgongu- skjal nýggja landsstýrisins — sum ein hevði stórar vónir um, inniheldur framstig á og sum fleiri ødrum ekjum, skuffaði eisini á hesum økinum. Løg- mansrødan á Olavsøku heldur einki. Her má leggjast á annan bógv. Javnaðarflokkurin sýnist at hava havt og hava ta stødu, at her er talan um mål, sum hinir flokkarnir kunnu eiga — sam- bandsflokkurin og fólkaflokk- urin í skiftandi samgongum. Teir politikkarar, sum »per tradition« hava havt hesi mál um hendi, sita enn í 1975 og møsna um hugskot sum »liberal- ismu«, „privat initiativ«, »ejen- domsrettens ukrænkelighed« o. s. frv. og eru bundnir i tanka, talu og handling av hesum hug- skotum, sum langt sidan hava yvirlivad seg sjålvi. Størsti flokkur landsins kann ikki bliva sitandi hendur i favn og lata hesi mål ganga tilvildar- liga sina skeivu gongd i hond- unum å folki, sum ikki megna at broyta tann skeiva utviklingin. Likasælan må halda uppat nu, hvat jørdini og landbúnaðar- vinnuni vidvikir. Tad er ikki uttan tydning fyri hetta sam- felagið, um bunadarjørdin liggur i érøkt í stóran mun, um vit sjálvi framleiða sterri part av teimum árliga innfluttu búnað- arvørunum upp á millum 30 og 30 mill. kr., um vit fáa frískar landbúnaðarvorur, um vit hava byggilendir nokk og til rímiligan prís, um vit fáa steðgað speku- latiónini og innflatiónini í jørd. Nei, tað hevur stóran týdning fyri okkara samfelag, um mun- andi veður bett um hesi viður- skiftir. Vegurin búrtur úr hesum er lóg- geving. Her er talan um eitt kompleks av ymiskum viður- skiftum, sum lóggevast má fyri, og sum felags eru bundin til jarðarspurningin. Ein slík lóg- gáva, sum í stóran mun vildi verið við til at lagt lunnar undir framtíð okkara, eigur at fáa gjølliga viðgerð. Miðað má verða ímóti, at øll hóskandi búnaðarjórð aftur verður nytt sum bunadarjørd og savnað í hóskandi brúkseindir, bóndagarðar, sum kunnu vera »rentablar«, um borið verður rætt at. Øll bunadarjørdin må styrast av einum løgtingsstovni, og um neyðugt ognast av almenninginum. Síðan må gjølla verða kannað, at teir, sum fáa hesi amboð, jerðina, um hendi og brúksrættin, nýta amboðini rætt, og um ikki, lata tey frá sær. Byggijøråd eigur at vera umsit- in og um neyðugt ognað av kommununum. Øll strandaøkir eiga at koma í almenna eigu og undir alment ræði. Tann dag, vit skullu út- vinna undir havinum møgulig manna. Søla og ísetan av vindeygum/hurðum Vit útvega og íseta flestu typur og steddir AV FOROYSKT FRAMLEIDDUM vindeygum, so sum vippuvindeygu, husmorvindeygu, plastikkvindeygu, og annars vindeygu eftir uppgávu, t.d. við sprossum. Eisini útvega og íseta vit úthurðar eftir máti. Ringið og fáið nærri frágreiðingar á tlf. 244 í Vest- P/f Atlanticpane termorútavirki Lýsið í sosialinum ríkidomir, kann bert almennur áhugi vera ráðandi. Líkaleiðis má eisini verða hugsað um, at strendurnar eru vekur nátúr- umráðir, tilhaldsstað fuglanna, sum má verjast móti dálking, og sum øll egia at hava eins atgongd til. Aðalmiðið fyri alla jorð eigur at vera, at øll lendir, sum nýtast kunnu til framleiðslu — burtur- sæð frá friðaðum ekjum — skullu í nýtslu aftur soleiðis, at tað tænir tjóðini best, og at valdið yvir allari jerð skal leggjast undir tað almenna, og at jørdin sum framleiðslutól skal stýrast og eftiransast av valdu umboðum fólksins, kommunum, landsstýri og legtingi við stovn- um tess, men brúksrætturin skal — eftir fostum reglum — liggja hjá einstaklinginum og vera líka fyri allar borgarar. Okkara ógvuliga viðbrekna høvudsvinna, fiskivinnan, treing- ir hardliga til supplerandi vinnu- vegir. Idnadurin å landi er tey seinastu árini útbygdur og stuðlaður, sum rætt er, men mest nátúrliga supplimentið og elsta vinna okkara, landbúnað- urin, hevur fingið loyvi til mestsum at detta burtur. Ein- staklingar, sum hava havt ognarrættin óskerdan til jørdina, hava skaltað og valtað við henni, sum teimum hevur hugað og fingið stóran spekulatións- vinning til egnan lumma, meðan politikkarar okkara hava sæð til. Tíðin má nú vera komin, tá nakað verður gjørt við hesi mál. Foroya Javnaðarflokkur má seta sær fyri at finna vegin burtur úr hesi ringu stødu. Tað tekur tid at fyrireika og fåa vidtikid logir, sum eru ein veruligur jardar- reformur, og enn longri tid tekur tad at fremja ein slikan i praksis. Ein veruligur jardarreformur er ein fyritreyt fyri, at landbún- aðurin kann uppbyggjast aftur sum vinna, at jørdin verður tikin úr spekulatiónini og inflatiónini, at Føroya framtíð kann trygg)- ast betur til gagns fyri fólkið alt. Her er ein stór uppgáva at loysa, takið tí fatt, Feroya politikk- arar. jbm. stubbar uttaneftir Tøgn um dráp í Soviett-flogfari Eitt soviettiskt ferðaflogfar lendi mikudagin á flogføll- inum í London, aftaná at gåtufør skjóting var farin fram í flogfarinum, har ein maður var dripin, sigur bretska løgreglan. Men tå bretska løgreglan fór umborð á Iljusjin-62 flogfarið, fingu teir eina tigandi mótteku frá soviettisku ferðafólkunum og manningini, ið einki vildi siga. Tey sýttu at greiða frá, hver ið skotið hevði, og hver hin deydi var. Tey vildu ikki so frægt sum siga, um tað var eitt ferðafólk ella ein av manningini. Løgreglan helt aftur øllum 102 ferðafólkunum, so ein avhoyring kundi fara fram. — Hetta er ein diplomatisk hending, og vit mugu fara varliga fram, segði ein løg- reglutalsmaður. Umsókn um útferð- arloyvi fyri Sakharov Teir, ið standa fyri »Inter- nationalu Sakharov lurting- unum<, sum skulu haldast í gamla Landstingssalinum í Christiansborg hin 17.—19. oktobur, sendu mikudagin fjarrit til aðalskrivaran í soviettiska kommunistaflokk- inum, Leonid Bresnjev, og bóðu um út- og innferðarloyvi til atomfysikaran Andrej Sakharov. Kostur tidinda- tænastunnar ein høgur portugisiskur flota- ovasti ákærdi mikudagin 4 internationalar tíðindastovn- ar í vesturheiminum fyri at liggja eftir Portugal, og hann nevndi tíðindastovnarnar >hin internationala kest tidinda- tænastunnar«. Antonio Rosa Coutinho, flotaovasti, sum er ein hin mest avgerandi i hernadarliga kollveltingarráðnum, segði, at teir báðir amerikansku tíðindastovnarnir Associated Press og United Press Inter- national, bretska Reuter og franska Agence France Press, áhaldandi fylgdu Portugal við einum streymi av tíð- indum. Partisanálop í Kuala Lumpur Tveir løgreglumenn doyðu og 41 sivilfølk vórðu særd, tá malaysiskir partisanar miku- dagin tveittu hondbumbur inn í hálvhernaðarligu log- reglustødina i Malaysiska høvudsstadnum Kuala Lumpur. Åkærdur fyri njósning Ein limur í nevndini hjá vesturtýska metalarbeiðara- felagnum, 62 ára gamli Heinz Diirrbeck, varð í farnu viku handtikin, skuldsettur fyri njósning til frama fyri eystur- týska trygdarmálaráðið. Akærumyndugleikarnir hava ikki sagt nágreiniliga frá skuldsetingini, men keld. ur í Karlsruhe vilja vera við, atDiirrbeck skal hava latið eysturtýsku myndugleikun- um upplýsingar um innan- hýsis viðurskifti í metalarb- eiðarafelagnum. Amin í BBC-sjónvarpi Bretska útvarps- og sjón- varpsstødin BBC hevur boðið forsetanum í Uganda, Idi Amin, at luttaka í einari sjónvarpssending. Amin fær eins langa senditið sum lektorin, Dennis Hills, sum í sínari tíð varð deyðademdur í Uganda. Teir skulu báðir luttaka í somu sending. Sviar mótmæla deyðadóminum Svøriki hevur avgjert at ikki at veita nakran stuðul til al- heims fiimsstevnuna í San Sebastian í Spania sum mótmæli imóti deyðadóm- unum, sum tveir baskarar í Burgos fingu herfyri, stjórin á svensku filmsdeild- ini, Harry Schlein. sigur Vilja aumarka bilinnflutningin Limir í bretska parlament- inum og fakfeløgum í landin- um hava mælt til, at avmark- ingar verða gjerdar í bilinnflutninginum í Bret- landi í einari roynd til at økja um bilframleiðsluna í land- inum, sum í letuni er illa fyri Selan av útlendskum bilum i Bretlandi var i farna mánaða heili 40 pst., meðan bretar bert keyptu 28,4 pst. av teirra egnu bilframleiðslu. 40 mia. bjarga Fraklandi Franska stjórnin hevur í lotuni ætlanir um at brúka umleið 30 milliardir frankar — 40 milliardir kr. — til tess at verja búskapin í landinum. 27 milliardir kr. verða latnar í beinleiðis studningi.