Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. september 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 SOSÍalurin telf. 118 20, box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Astjórn: Vilnelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56111 Johnsigurd Johannesen, telf. 13? 1? vilsur og paste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar » Talu- og skrivifrælsi« EIN TID ER NU gingin, sidani sokallada nýggja Dagblaðið — býtt sundur i ein politiskan og ein ópolitiskan part — kom út. BURTURSÆÐ FRÅ at útsjóndin og formatið eru nakað broytt, og at ópolitiska innihaldið er vorðið meira umfatandi, er ikki nógv broytt við ti politiska skrivingarlagnum. Blaðið er fram- vegis ósakligt og dugur illa at viðgera spurn- ingar, uttan at draga fram persónlig viðurskifti hjá ymiskum persónum. Í EINUM AV teimum fyrstu blødunum var reðan, sum ein av blaðstjórunum, Óli Breck- mann, helt á vestanstevnu. Har varð nógv gott sagt um okkara »demokratiska og frælsa« samfelag, har ein og hver hevur »tali- og skrivi- frælsi«. Men í hesum sama og fylgjandi bloðum hava vit sæð, hvussu langt hetta skrivifrælsi røkkur. NAKAD FRAMMANUNDAN hevði ein maður skrivað lesarabræv í bløðunum um land- brúk. Á somu síðu, har reðan hjá Óla Breck- mann var prentað, var eisini eitt lesarabræv við ongum navni undir, ið skuldi eitast at vera eitt aftursvar til áðurnevnda lesarabræv. Men høvudsinnihaldi í hesum »aftursvari« var, at ómakaleysari er at fáa avlamispensión enn at vera bóndi, og hetta tí at áðurnevndi bræv- skrivari fær avlamispensión. SEINNI HEVÐI ein lærari grein í SOSIALIN- UM um heilsøluvidurskifti. Eisini hetta fekk »aftursvar« i Dagblaðnum. Tá var tað ein heil- selumaður í Klaksvík, sum tók til pennin, men kortini so mikið mansligur, at hann setti navn undir. Í hesum »aftursvari« kundi tú lesa alt um læraralgnir, um frítíðina og um hina effektivu arbeiðstíðina hjá lærarum, men annars lítið og onki um sjálvt evnið. OG NÚ SEINAST hevdu vit orðaskifti um kjøtprisir og um spurningin annadhvørt tað er rætt ella skeivt at seta forboð fyri innfluttningi av islendskum kjøti. Alment segði landsbóka- vørdurin, Sverre Egholm, sína hugsan um hesar spurningar. >Sakliga< viðger Dagblaðið spurningin og svarar aftur, at landsbóka- verðurin hevur eina årsinntøku upp á 102.000 kr. HER SÍGGJA vit, hvussu stórt »talu- og skrivifrælsið< í veruleikanum er. Er ein maður avlamispensionistur, so skal hann ikki loyva sær at klúgva í tvey, uttan at hoyra fyri tað, at hann fær avlamispensión. Tað sama ger seg galdandi, um ein maður er lærari, ella um ein maður er landsbókaverður og fær 102.000 kr. í løn um árið. EFTIR HESUM at døma er øll tala hjá hesum monnum um talu- og skrivifrælsi bert ein hátíðarbúni, sum teir lata seg í til serligar há- tíðir, og sum annars verður lagdur niðast á kistubotnin, tá farið verður út aftur í gerandis- lívið. sosialurin dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: J. Weihe á Tveroyri, J. Follend á Nesi, altargangur, S. J. Joensen á Viðareiði kl. 11, Frímann á Brúnni í gomlu kirkju í Havn, P. M. Rasm- ussen í Vesturkirkjuni, alt- argangur, Tellner Andersen í Vesturkirkjuni, deyvaguds- tænasta, kl. 15, Kjartan Mørkøre í Kaldbak, altar- gangur, N. P. Danielsen á Selatræð, altargangur, J. Magnussen í Klaksvík kl. 11, innsavning til frama fyri kirkjuna, og í Haraldssundi seinnapartin, Torkil Beder í Fuglafirði kl. 11 og á Hellunum kl. 19, altargang- ur, Høgni Poulsen í Miðvági kl. 11, altargangur, og i Mykinesi kl. 16, K. O. Viderø i Hvalba, har savnað verður inn til Neyðhjálp Fólkakirkj- unnar, og Martin R. Jacob- sen í Vági kl. 11 og á Leiti kl. 18. Adventista- samkoman Í dag bíbliuskúli í skúlanum við Hoyvikstjørn kl. 9.30 v/Elsu Berg. Prædika v/ Børge Olsen. Sunnudagin kl. 11 sunnudagsskúli. Evangeliihúsið Í kveld og sunnukveldið kl. 20 í kommunuskúlahellini í Havn evangeliskir fundir, har Hans Grinden, úr Noreg, og Dennis Burnett og Lincoln Wilson frá Jamaica syngja og tala. Í telefonandaktini — telf. 12266 — talar Lincoln Wil- son. Fundir í Norðoyggjum Fundirnir við Martin Hamm- er, trúboðara, halda fram. Í kveld kl. 20 og sunnukveldið kl. 18 og ungdómsfundur kl. 21 við ljósmyndum úr Ísrael í missiónshúsinum á Viðareiði. Savnað verður inn til frama fyri heimamissiónina. Norrøn framsýning verður í fimleikarhellini i Vágs skúla í dag frá kl. 16 til 21 og sunnudagin frá kl. 15 til 18. Seinasta ferjan klár Thora, tann seinasta av teimum fýra ferjunum, sum Tórshavnar skipasmiðja hev- ur latið bygt til Hetlands, er nú latin eigarunum. Hon fór úr Feroyum til Hetlands hós- dagin. Alfred Jacobsen, skip- ari á Smyrli, førdi ferjuna á ferðini til Hetlands. Salmony fer Sverri Salmony er farin úr starvinum sum tíðindamaður á Marinusteðini. Tonny Lar- sen er komin í hansara stað, Nr. 62 — 13. september 1975 TAVM andsfelagid Cl, at bule Adalfundur I sambandi vid landsstevnuna 27. og 28. september heldur Javni, Landsfelagid evnaveikum at bata, adal- fundin i Høllini á Statssjúkrahúsinum í Havn leygar- dagin 27. sep. kl. 14. Skrá smb. felagslógina. NEVNDIN Ellis- & Avlamisheimið í Vágum Sóknast verður eftir avloysara við sjúkrasystraútbúgv- ing fyri leiðaran við heimið í umleið eitt ár, at byrja eftir nærri avtalu. Umsókn við avriti av prógvum og viðmælum verður at stíla til stýrið og senda til formannin, Høgni Poulsen, sóknarprestur, Miðvági, áðrenn 1. oktober 1975. Vegna barnburðsorlov verður eisini sóknast eftir einum sjúkrasystraassistenti, at byrja 1. oktober 1975. Umsókn til heimið. Nærri fråsøgn um størvini við at venda sær til for- mannin í stýrinum og leiðaran við heimið. Færgernes Realkreditinstitut Tær av notarius publicus sambært vidtøkum stovnsins drignu obligatiónir til eitt virði uppá kr. 4.475.000,00 verða við hesum sagdar upp til gjaldingar tann 1. december 1975. Dráttarlisti við numsum á teim drignu obligatión- unum fæst útflýggjaður ella sendur portofrítt við at venda sær til skrivstovu stovnsins. Tórshavn, tann 11. september 1975 STJÓRNIN - - FÅ Spinnid i Gøtu Tygum fáa gott tógv og skjóta avgreiðslu. Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja øll slog av før- oyskum tógvi. TØTINGARVIRKID v/Olavur Gregersen - tlf. 20 i Gøtu Ur Køben- Ur Halm- skip havn ÚrÁlborg stad — UrLeith I Føroyum BLIKUR 12.9 11.9 15.9 RAVNUR 16.9 17.9 22.9 BLIKUR 19.9 18.9 22.9 BLIKUR 26.9 25.9 29.9 RAVNUR 30.9 1.10 6.10 BLIKUR 3.10 2.10 6.10 Ravnur fermir i Drammen tann 18.9 og 2.10 Skip 30.9 år Delfzijl, 2.10 år Leith. I Føroyum 6.10. | | |