leygardagur 13. september 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 62 — 13. september 1975
Barnagarðar og vøggu-
stovur ikki raktar av fleiri
niðurskurðum
— sigur Martin Petersen, formaður í sosialu
neund Torshavnar býráðs
Í SOSIALINUM mikudagin
skrivaðu vit um barnagarðin úti
við Velbastaðvegin og numu har
við spurningin um sosialan nið-
urskurð og spurningin um
støddina av barnagørdum ella
annað slag av barnarøktarstov-
um.
Stórir barnagarðar
Barnagarðurin við Velbastað-
vegin kostaði í bygging 1,5
millión, upplýsir Martin Peter-
sen, formaður í sosialu nevnd
býráðsins. Hesin stendur á
einum plássi, id er 9.703 m? til
viddar. Innbúgv og búnyttir til
barnagardin koma upp i moti
200 túsund krónum.
Tankin um, at hetta er ov dýr
iløga til hvert einstakt barn,
hevur verið frammi í nevndini. Í
havn eru í dag 5 barnagarðar og
3 veggustovur, sum standa
undir umsjón ríkisins. Afturat er
ein barnagarður í Klakksvík.
Teir meina heldur ikki, at
hetta er hitt rætta fyri bernini,
men at betri er at hava tey í
smærri holum.
Dagrøktarskipan
Um dagrøktarskipanina sigur
Martin Petersen:
— I august 1973 tosadi eg vid
socialstyrelsen um dagrøktar-
skipan, ti byggjan av vøggu-
stovum og barnagorðum kostar
so nógv.
Byggjan av veggustovu og
barnagarði til 40 og 60 bern
kostar í dag frå 2—3 mill. +
rentur av lånum + grundøki.
Vit mega altid royna at kanna
inntøkur og útreiðslur gjølla.
Vid dagrøktarskipan sleppa
vit frå at byggja vøggustovur og
barnagardar og soleidis at spara
umleid 4 mill.
Dagrøktin her i Havn byrjadi
1. I. 1974.
Skipanin er gjørd soleiðis, at
såttmåli verdur gjørdur vid
heim, sum kunnu åtaka sær at
taka 1 ella fleiri børn i dagrøkt
40—45 timar um vikuna.
I løtuni hevur dagrøktin 46
børn. A bidilista 45 børn.
Dagrøktin i Havn hevur 1
fyristødukvinnu, sum vitjar
bernini á heiminum. Hon er
eisini skrivstovukvinna — her-
undir hevur hon roknskap.
Á vøggustovum og barna-
gerðum eru umleið 110 børn.
Her arbeiða 20—22 fálk, so út-
reiðslurnar eru nógvar við slíkari
skipan.
Staturin rindar til dagrøktina
40%, kommunan 30% og for-
eldrini 30%.
Eg havi nevnt tad ådur, at
foreldur, sum hava bernini
heima, har vánaligar umsteður
eru, skulu fáa stuðul.
Sociala nevndin arbeiðir við
spurninginum um hjálparfólk til
dagrektina, so vit kunnu hjálpa
fleiri børnum.
Eisini verður spurningurin
kannaður um byggjan av vøggu-
stovu og barnagarði eystanfyri.
Vit skulu sjálvandi hava færri
pædagogar og færri skeið.
Nærri upplýsingar viðv. dag-
rektini fáast á socialu deild
byrådsins — endar Martin
Petersen.
Sosialir niðurskurðir
Niðri í Danmark er hent tað, at
staturin hevur spart um út-
reiðslurnar til sosiala partin. Tað
er eisini hent her, at barna-
garðsfólkið hevur nú frí leygar-
dag og arbeiðir 40 tímar um
vikuna men bert í 5 dagar. Í við-
taluni við Martin Petersen sigur
hann, at her verða ikki fleiri
nidurskurdir gjørdir.
Hava longur opið
á renovatiónsplássinum
Í vetur verður opið til kl. 21 eitt kvøld um vikuna
Renovatiónsplássið í Klaksvík
verður í vetur opið til kl. 21 eitt
kveld um vikuna. Í summar
verður opið til kl. 22 eitt kveld
um vikuna. Higartil hevur bert
verið opið til kl. 17.
Býráðið vidgjørdi á fundinum
tyskvøldid eitt uppskot frá
mentunarnevndini um at hava
renovatiónsplássið í býnum opið
eitt kvold um vikuna til kl. 23.
Men eitt broytingaruppskot um
at hava opið til kl. 21 um veturin
og kl. 22 um summarið varð
samtykt í staðin. Hva kveld í
vikuni, tað skal vera opið eftir
kl. 17, verður avgjørt i samråd
vid fyristoðumannin.
brukarastevnan KS 75 25. — 28. sept.
Almenningurin eigur atgongd allar dagarnar
Sida 3
filmir ið koma
Hin stóri Gatsby
Hevuðsleikarar Robert Redford og Mia Farrow.
Síðan F. Scott Fitzgerald gav
skaldsøgu sina, Hin støri
Gatsby, ut i 1925, um hvussu
yvirstættin uppøst leitar eftir
eydnuni, er bókin seld i 2
milliónum eintøkum bert í
USA — og verður hon roknað
sum eitt megnarverk á hædd
við bók Hemmingways
„Farewell to arms«.
Skaldsegan er tvær ferðir
áður filmað, fyrstu ferð sum
stummfilmur í 1926, síðani
aftur í 1949 við Alan Ladd
sum Gatsby. Hin triðja
stórfingna útgávan, fram-
leidd av David Merric fryi
Parnamount við stersta leik-
aranum sum nú verður mett-
ur at vera Robert Redford
sum Gatsby, er sum vituligt
er mest kendi filmur í hesum
árinum.
Filmurin verður vístur í
Havnar bio.
Eitt sindur
um leikgongdina
Hvert vikuskifti stappar Jay
Gatsby hús sítt á Long
Island við drekkandi og
dansandi gestum. Bert nøkur
fá kenna vertin, men ell hava
okkurt at siga um hann. Er
tað rætt, at hann undir
krignum var týskur njósnari?
Hevur hann lisið í Oxford?
Hevur hann vunnið alian
henda mikla pening við at
smugla spritt? Og hví bjóðar
hann ellum hesum menn-
iskjaskara í hús sítt hvert
vikuskifti? Og hví býr hann
her einsamallur restina av
vikuni?
Vit fáa frágreidda ta áhug-
averdu søguna um hin stóra
Gatsby, sum í síni glitrandi
og tómu tilveru heingir seg í
dreymin um eina kvinnu.
Aftan fyri tjøldini var eitt
hart stríð um at fáa leiklut-
irnar sum Gatsby og ung-
dómsvinkona hansara Daisy.
Enski leikstjórin Jack Clay-
ton valdi til endans Robert
Redford og Miu Farrow, og
hin týdningarmikla leiklutin
sum frásegumaðurin Nick
varð givin higartil ókenda
Sam Waterston, sum her
rættiliga gjørdist kendur.
Lois Chiles er Jordan Baker,
vinkona hjá Daisy, sum er
skotin í Nick, Karen Black er
Myrtle, elskarinnan hjá Tom,
og Scott Wilson er maður
hennara
Hin stóri Gatsby er foto-
graferðaur av Douglas Sloc-
ombe, teknarin Theoni V.
Aldredge er maðurin aftan
fyri tey 2.000 leikklæðini,
sum verða nýtt í filminum, og
skreytið er gjert av onglend-
inginum. John Box. Nelson
Riddle hevur sett upp tón-
leikin á sama hátt sum mest
kendu legini í 20'unum.
Høvudslagid »What will I
do« er eftir Irving Berlin.