Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. september 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Aftur til Kambodja Ríkisleiðarin í Kambodja, Norodom Sihanoyk, fúrsti, fór í vikuni aftur til heimland sítt. Men áðrenn hann fór, segði hann kinesisku leiðar- unum í Peking tekk fyri allan blíðskap, meðan hann hevur búð har í útlegd seinastu fimm árini. Týsdagin kom Sihanouk til høvudsstadin í Kambodja, Phnompenn, har eitt koll- veltingarráð nú hevur valdið. Meðan hann hevur verið í útlegd, hevur Sihanouk verið leiðari fyri kollveltingarráðn- um. Miss Sveits Hon er kosin til vakrastu kúgv í Sveits. Tilsamans 600 kýr luttóku í vakurleikakapp- ingini, sum varð hildin í Thun. Hardar revsingar Akærumyndugleikarnir i Grikkalandi kravdu i vikuni 27 grikskar heryvirmenn og meinigar dømdar til fongsuls- revsingar úr einum upp i 27 ár fyri at hava nytt harðskap ímóti politiskum fangum undir heimastýrinum. Teir ákærdu hevdu allir tilknýti til eina serliga kann- ingardeild undir hermanna- politinum í Athen. Seinni vidkadi deildin virksemi sitt til ta tiltiknu trygdartænast- una undir hermannastyrin- um, sum varð upployst í juli mánaða í fjør. Írsk uttanríkis- ráðharravitjan Írski uttanríkisráðharrin, 49 ára gamli Garret Fitzgerald, var fyri nøkrum døgum síðani á almennari vitjan í Dan- mark, har hann hitti danska starvsbróður sín, K. B. Andersen, Anker Jørgensen, stubbar uttaneftir sosialurin Nr. 62 — 13. september 1975 Strid i Rhodesia Split kom i einastu loyvdu frælsisrørsluna av litaðum i Salisbury, Tjóðskaparráðið i Rhodesia, ANC, mánadagin aftan á innanhýsis stríð í leiðsluni. Stríðið stendur millum for- setan i Tjóðskaparráðnum, Abel Muzorewa, bisp, sum i løtuni er staddur i Europa, og fraktiónsleiðararnar, Jushoua Nkomo og prestin Ndaban- ingi Sithole. Nkomo kom við einum til- mæli mánadagin um, at kallað verður saman til eina ráðstevnu í ANC seinast í hesum mánaðinum. Hildið verður, at einasta endamálið við ráðstevnuni er at koyra forsetan frá. Ófriður í Sveits Øfriður hevur verið í sveits- iska býnum Moutir, tætt við franska markið. Ofridurin tók seg upp aftan á valið sunnu- dagin um broytingar í lands- partamarkunum, tá 1500 mótmælismenn og 500 polit- istar brustu saman. Tony Pro Tann eini av teimum trimum, sum skuldu hitta James Hoffa 30. juli, ella sama dagin sum hann hvarv, var Anthony »Tony Pro« Proven- zano frå Tenton i New Jersey. Myndin varð tikin av honum beint eftir ein fund í nevndini, sum Teamsters International Union setti til at kanna, hví formaðurin James Hoffa so brádliga hvarv. »Tony Pro« hevur fyrr verið næstformað- ur í amerikanska fakfelagn- um. forsætisráðharra, og Ívar Nergaard, uttanríkisfiggjar- málaráðharra. Felagsmarknaðarspurning- ar, sum t. d. skipan av einari europeiskari samgongu, vóru frammi undir tingingunum millum ráðharrarnar undir vitjanini. Átrúnaður og skúli Fylkingin av átrúnaðarligum samkomum hevur í málgagni sínum >Vaktaranum< steðugt reist spurningin um átrúnaðar- frælsi. >Vaktarin< vil vera við, at kommunistiska læran um miskunnarleys vil kúga allar átrúnaðarligar samkomur. Hon verður nærum skýrd devilsins uppfinnilsi, meðan kapitalist- isku londini enn ongantíð hava staðið fyri skotum í hesum sama blaði. Men hví ikki eisini reisa spurningin um, hvussu statt er heima hjá okkum í so máta? Til dømis við sambandinum millum átrúnaðin og skúlan. Men fyrst eitt sindur um kommunistisku læruna. Kommunistiska læran hevur altíð mett átrúnaðin sum eina privatsak í samband við statin. So at skilja, at »staturin einki samband skal hava við nakra átrúnaðarliga samkomu, og at eingin átrúðnaðarlig samkoma skal hava nakað samband við statin eingin skilnaður borgaranna ímillum grundaður á átrúnaðarliga ásannan kann verða toldur . . . Ein og hver umtala av borgaranna átrúnað- arligu ásanna skal treytaleyst verða strikad á øllum almennum skjølum«. (Lenin). Eingin átrúnaðarlig samkoma skal hava nakran framíhjárætt í samband við statin. Hetta er tann mest konsekventa prakt- iska avleiðingin av átrúnaðar- frælsinum. Stødid, Lenin og øll arbeidaraveldini i heiminum bygdu á, varð fyrstu ferð i søgu manna lagt av Parísarkommun- uni (1871). Hon skilti nevniliga stat frá kirkju í ellum almennum málum. Enn hevur ongin borgarligur statur til fullnar kvett bondini, ið binda hann til eina ella aðra átrúnaðarliga samkomu og út- rópt fult trúarfrælsi í ellum málum. Bert arbeiðaraveldini hava sett hetta avgjørt (konse- kvent) í verk. Hvert á sín hátt, alt eftir teirra søguliga treytaðu umsteðum. Vit kunnu taka Læraraskúlan i Føroyum sum eitt dømi. Av ti at fólkaskúlin higartil hevur havt skyldu til at undirvíst í »kristni«, hevur henda sama lærigrein verið tvungin lærigrein á Læraraskúlanum. Treytin fyri at tú kanst virka sum lærari er, at tú gevur teg undir avgerð statsins um at undir vísa í »kristni«. Kunnu vit av røttum kalla hetta avgjørt átrúnaðarfrælsi i samband við okkara skúlaskap? Ludvig Petersen, skúlaráð- gevi, var í eini grein í »Tidinda- blaðnum< 26/6-74 eisini inni á hesum spurningi, tí hann við- gjørdi, hvat eigur at verða lært í fólkaskúlanum umframt rokn- ing, lesing, skriving og mál. Eftir hansara hugsan hevði kristnikunnleiki (umframt kunn- ing) alstóran tydning. Ti, skriv- aði hann, „alt hetta hoyrir við til tað tilboð, hver einstakur í fólkaskúlanum eigur at táa til tess at fáa bygt upp eina góða barlast, og so góða barlast sum gjørligt til lívsins sigling er tað, ið fólkaskúlin eigur at geva tí einstaka. Eingin eigur at vera undantikin<. (Framtikið av und- Hvussu við teimum, ið ikki vilja taka ímóti hesum »tilbodi« Ludvigs? Ella teimum, ið ikki vilja vera við at seta tað í verk? Ogreitt er, um Ludvig her rættur »Vaktaranum« og hans- ara vidhaldsmonnum hondina. Men teir vera báðir til at greina, um teir standa fyri, at átrúnað- urin skal metast sum ein privat- sak í samband við tað almenna. Ella um teir ynskja hesa snið- gøtuna til skerjanina av átrún- aðarfrælsinum í Feroyum styrkta og útbygda. Tummas í Dali ALMENN KVØLDSKEID Tá ið tilmeldingarfreistin var úti 6. september 1975, vóru hesi skeið ikki fullteknað: 1. Undirvísing í foroyskum Lærari: Paulivar Andreasen a) Tey, ið hava foroyskt sum móðurmál Månakvøld: kl. 19.00:1 Byrjanarflokkur, 2 tímar b) Tey, ið hava foroyskt sum fremmant mál Týskveld: Månakvøld: hampuliga væl 1974/75 kl. 20.00: II Byrjanarflokkur fyri tey, id skilja føroyskt kl. 21.00: III Byrjanarflokkur fyri útlendingar, ið gingu veturin . Undirvising i islendskum Lærari: Johan Hendrik W. Poulsen, mag. art. Tyskvøld: kl. 19.00: a) Byrjanarflokkur kl. 20.00: b) Framhaldsflokkur 3. Gomul skrift og leid- beining i ættargransking Lærari: John Davidsen Tyskvøld: kl. 20.00: a) Fyrri flokkur, 2 timar Friggjakvøld: kl. 20.00: b) Seinri flokkur, 2 timar . Savning av fólkaminnum Lærari: Mortan Nolsøe, amanuensis Tyskvøld måli Mikukvøld: kl. 19.00: 2 timar ). Franskt — skeið í talu- Lærari: Louisa Bernard, franciskanarasystir kl. 21.00: b) Framhaldsskeið fyri næmingar, ið hava gingið til franskt á Fróðskaparsetrinum og aðrar við sama kunnleika . Russiskt á byrjanarstigi Lærari: Johnny Thomsen, cand. mag. Friggjakvøld: kl.19.00 2. tímar Fróðskaparsetrið tekur við tilmelding á telefon 14191 til og við miðvikudagin 17. september 1975. Tilmeldingin kostar 50,00 kr. sum verður at senda við postávísing ella kekki. Fróðskaparsetur Feroya