leygardagur 13. september 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 62 — 13. september 1975
Góð fró
Blíð fríð
Lið við lið.
Morgunlestur
Fuglar
Morgun
Sól og vár
Luftin blá.
Sæl av náði
Fevnast vit
Genta mín og eg.
Hon fer í sín serk
Náttarsterk
Til dagligt verk.
Eitt korter til átta
Sálmaljóð um gleðiboð
Morgunkát og dusja-vát
Um hárið
Syngur hon mín bøn í mai
Um várið.
Men vónin varð spolerað
Tá prestur fór at filosofera
Við blóðleysum deknadómi
Um hvat id er mannasómi:
»Ur neyðardýpi Gud til tin
i paradisins brúðarlín
eg kriplada Guds barn
og dikisdøkka skarn
forsaka vil alt liv å fold
til kam mitt fer undir mold.
Tað góða er í Tær,
tað ónda býr í mær.
Og ríkið tað er títt!a
Tá stóð hon púra býtt
Genta mín — og eg...
Eyðun
Johannesen
Vit ferma
HVØNN EINASTA
í ÁLBORG
í HALMSTAD
i KØBENHAVN
TYSDAG
MIKUDAG
HOSDAG
i LARVIK (næstu ferð 24.9)
i ÁLESUND (næstu ferð 22.9)
í BLYTH (næstu ferð 24.9)
í SANDNES (næstu ferð 26.9)
. hverja viku
. hverja viku
. hverja viku
3. hverja viku
BEINLEIÐIS TIL FØROYA
AVGREIDSLUR:
Chr. Jensen, tlf. 122566 Ålborg
A/s Traderline, tlf. 130233 Keypmannahavn
Wilson á Co., tlf. 18135 Halmstad
Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik
J. Hagenæs, tlf. 24078 Ålesund
T. Schanche Olsen, tlf. 62078 Sandnes
W. Harney á Co., tlf. 2331 Blyth
Zeyen N.V., tlf. 329296 Antwerpen.
BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TORSHAVN
Taka lirar vid lykt
Kirkjubømenn vóru í farnu
viku i Trøllhøvda eftir dimmi-
líra. Teir vóru seks mans og
tóku 300. Meginparturin
verður saltaður, meðan nakað
verður fryst. Kirkjubømenn
taka alt við lykt.
Nýggir leikir í
Sjónleikarhúsinum
Ein nýggjur føroyskur leikur
verður framførdur í Sjónleik-
arhúsinum í Havn í vetur.
Tað er Hvønn stakkin skal eg
fara í, pápi, eftir Jens Paula
Heinesen. Leikurin verður
ætlandi framførdur á fyrsta
sinni um miðjan februar.
Evnið er tikið úr segnini um
Anniku í Dimun. Jens Pauli
hevur úr hesum skapt ein
stóran, dramatiskan leik,
sum fer fram í einum heimi,
har forfall, yvirgangur og
korruption og fanatiskt
maktstrid rædur. Høvuds-
leikpartin hevur Annika Hoy-
dal, sum i løtuni er knytt at
Fólkateatrinum í Keyp-
mannahavn.
Í komandi viku fer Havnar
Sjónleikarfelag undir venjing
av leikinum Petur og Rúna
eftir unga islendska rithøv-
undin Birgir Sigurðsson. Tað
er Oskar Hermansson, sum
hevur umsett. Leikurin vann
fyrstu virðislen í einari leik-
ritkapping í sambandi við 75
ára hald Leikfelag Reykja-
víkur (Iðnó) 1972.
Í kveld byrjar 50. leikár
hjá Sjónleikarhúsinum í
Havn, tá SKIPIO eftir Stein-
bjørn B. Jacobsen verður
uppafturtikin. Eyðun Jo-
hannesen, leikhússtjóri, sig-
ur, at av tí at leikurin mest
sum framvegis gekk fyri
fullum húsum, tá seinasta
leikárið endaði, varð avgjert
at taka hann uppaftur. Ætl-
anin er bert at sýna leikin
nakrar fáar ferðir — og bert
vikuskifti.
Tjóðleikpallurin i Reykja-
vik hevur fyribils vissad sær
framihjårætt til fyrstu fram-
førslu i Islandi av Skipinum.
Verður tað av nøkrum, er tað
aðru ferð, at útlendskur leik-
pallur framførir føroyskt leik-
rit. Fyrstu ferð var í 1929, tá
Ranafelli eftir William Heine-
sen varð framførdur — eisini í
Reykjavík, í Iðnó-leikhúsin-
um.
150 tons
Grenlandsveiðin hjá Strand-
ingi verður uppskipað og
Maður setast
til at kanna
landsbankamálið
Landsstýrið fer í næstum at
seta ein mann í starv burtur-
av til at arbeiða við lands-
bankamálinum. Hann skal
arbeiða við málinum í einar 9
mánaðir, og landsstýrið rokn-
ar við at koma við einum
uppskoti til stovnseting av
landsbanka i ólavsekuting-
setuni næsta ár.
Ein nevnd, sum arbeiðir
við málinum um nýggja pris-
lóggávu, kemur væntandi við
einum áliti í heyst.
Tóku 400 súlur
Leygarnáttina vóru Mykines-
menn eftir súlum. Teir tóku
400, sum sótu á rókini, og
hetta er væl meiri enn í fjør.
Teir taka súlur einaferð um
árið. Oftast verður farið út í
drangarnar eftir henni, men
hesaferð varð súlan tikin á
rókini. Tað er ung súla, sum
verður tikin, og vektin liggur
í meðal um eini 8 pund.
Liðugur til jóla
Kraftblokkabåturin Sjurdur
Tollaksson, sum er bygdur til
Gøtu, og sum varð sjósettur
fyrr í ár, liggur við bryggju á
Skála. Væntandi verður hann
klárur at avhenda til jólar.
Kostnaðurin er umleið 14
milj. kr.
Skála skipasmiðja hevur
annars í gerð ein kraftblokka-
bát til Pf. Búrhellu í Klaks-
vík.
Síða 5
pakkað á Vestmanna Fiska-
virki. Teir meta seg at hava
150 tons.
Plásstrot
á Kósavirkinum
Teir vóru ikki ferir fyri at
taka ímóti ollum á Kósavirk-
inum í Klaksvík í vikuni, og
útróðrarbátar, sum plaga at
avreiða har, vóru noyddir at
landa aðrastaðni.
Ørvur avreiddi 50.000 pund
av toski undan Íslandi i
Norðdepli, og Håenni av-
reiddi 60.000 pund av toski í
Leirvík.
Mánadagin landaðu Pison
132.000 pund undan Feroy-
um og Polarstjørnan 180.000
pund undan Islandi til Kosa-
virkið. Kvikk hevur landað
180.000 pund til Joensen og
Olsen undan Íslandi.
Elementini komin
Elementini, sum skulu brúk-
ast til útbyggingina av
húsarhaldsskúlanum í Klaks-
vik, eru komin. Tað eru
elementir frá Betonvirkinum
við Norðskála. Útbyggingin
væntast at byrja fyrsta
dagin.
Nýggjan motor
Finnur Fríði skal hava nýggj-
an motor. Hann stendur í
løtuni á sleipistød á Skála og
skal hava ein nýggjan Nohab-
motor isettan.
Komu heim týsdagin
Týsdagin komu manningarn-
ar, sum hava róð út í Gren-
landi í summar, heim. Teir
hava veitt tilsamans 675
tons. Tað mesta var salt-
fiskur.
é 60.000 pund
Mikudagin var Håenni i Leir-
vik og avreiddi 60.000 pund
undan Íslandi. Sjófarið fór til
Íslands í vikuni. Tá vit høvdu
samband við Leirvík miku-
dagin lógu allir trolbátarnir
inni.
Onkur leirvíkingur hevur
roynt eftir nátum, og summir
eru komnir upp í 200—300
um dagin.