Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. september 1975síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 62 — 13. september 1975 7 77) | ÍA Fl Í 7 Úr %, 7 JU Ys, ph I IIS li MY, {lll Mg IV KH 7. 7 HKH IS II 2 EI á Hf Ág UN 199,7 0) Úff, Í 1Ø, UI NA [7] i HÍ) 1 W/ (HJ iy | i Vitj(10V sv INN NN NN NN NN N N NQ INN NS N NN Ritstjóri: Í tl! NN IN NN SN INN NN NN DD NS NN SN Q N NN N N N | Í | „=== Jil ( M fi Mu IM % Hans Thomsen W. Somerset Maugham William Somerset Maugham (f. 1874) mongum mettur at vera hin størsti enski stuttsøgurit- høvundurin, tå Kipling er fråroknadur, men til hetta er at siga, at har sum Kipling skapti og breyt burtur ur nýggjum og tiskil mátti gera nógu mistøk, er Maugham hin eyðkendi eftirmaðurin — ein maður við glógvandi viti, heldur minni hugflogi, syggur í stílinum og kennir fullvæl sína egnu avmarking. Tá tað besta, hann hevur skrivað, óivað fer at liva leingi, so kemst hetta av at hann er maðurin, sum kaldliga hyggur at, tí hann sær og dugur at geva tað frå sær aftur í einum føstum, ein- føldum stili, har alt »ifyll« náðileyst er skorið burtur. Somerset Maugham hevur alla sína tíð miðvíst strembað eftir at tað, hann skrivaði, skuldi fáa góða måttøku. Hann hevur viljað, at tað, hann skrivaði, skuldi vera dygdargott, men henda dygdin skuldi helst vera av einum sovorðnum slagi, at lesararnir skuldu taka við henni alt fyri eitt. At gerast nakar pínslarváttur hevur ongantíð komið honum til hugs. Og hann hevur eisini vunnið á tað mál, hann hevur sett sær. Fáir sjón- leikararithøvundar munu vera meira spældir enn hann, og hann er ein av heimsins mest lisnu stuttsogurit- høvundum. Longu á ungum aldri vann hann sær fram i fremstu rød, og har hevur hann verið síðani. Tað, at hann hevur vunnið sær hópin av peningi, hevur gjørt, at mong ofta hava lyndi til at undirmeta hann sum rithøvund, men her má aftur havast í huga, at verður av júst tí at hann ikki er nakar nýskapari, men ein eyð- kendur eftirmaður, hevur hann í mongum lutum lagt virðismiklari verk úr hondum enn undanmenninir. Meginverk hansara eru uppi í tí besta, sum skapað eru innan bókmentir í Onglandi henda seinasta manns- aldurin. Sjálvt áðrenn Max Kelada og eg komu at kennast, visti eg við mær sjálvum, at handa mannin fór mær einki at dåma. Kriggid var beint tá av, og gravgangurin eftir at fáa ferðaseðil við teimum stóru ferðamannaskipunum stór- ur. Øgvuliga striltið gekkst at fáa pláss, so tú vart noyddur at taka við ti, sum skipaavgreidsl- urnar buðu tær. Ikki hugsingur um at fáa kamar fyri teg sjálvan, og eg var ti takksamur fyri at fáa eitt, har tað bert vóru tvær koyggjur inni. Men tá eg fekk at vita, hver ið tann, ið eg skuldi búgva saman við var, gjørdist eg í ringum hýri. Ikki hugsingur um at fáa gloppað eitt kúgv- eyga, so tú fekkst tað eitt sindur svalligt um næturnar. Ringt var sum var at skula búgva á kamari saman við fólki, tú als íkki kendi, í samfullar 14 dagar (eg skuldi frá San Francisco til Yokohama), men eg hevði lagt minni í hetta, hevði ferðafelagi mín verið einhver Smith ella Brown. Tá eg kom umborð, sá eg, at vidførid hjá harra Kelada longu var komið har at standa. Mær dámdi tað einki; har vóru ov mong spjøldur á kuffertunum, eisini var tað eina kuffertið alt ov stórt. Hann hevði pakkað raki- og vaskigreiðirnar upp og eg legði til merkis, at hann allar- helst mundi halda nógv um hin framúrskarandi Monsieur Coty, tí á vaskiborðinum sá eg spritt, hárvatn og brillantinu við hans- ara merki á. Og so allar bustirn- ar hjá harra Kelada — við hansara forbókstavum úr rein- um gulli betur høvdu tær riggað, vóru tær eitt sindur reinari. Nei, mær dámdi púrt einki harra Kelada. Eg fór upp í roykisalongina, bað um eini kort og fór at leggja kabál. Eg hevði ikki meir enn fingið lagt nøkur kortablød niður, tå ein maður kom til mín og spurdi, um eg ikki var tann ella tann. — Ég eiti Kelada — legði hann aftrat og smirdist, og eg så, hvussu kritahvitar tenn hansara vóru, tå hann settist. — Á, jú, vit búgva á sama kamari, minnist meg rætt. - Ja, og har hava vit verið heppnir. Tú veitst ongantíð, hverjum tú kemur aftrat. Eg varð so findarglaður, tá eg frætti, at tygum vóru onglend- ingur. Eg havi altíð hildið, at vit Onglendingar skulu halda sam- an, tá vit eru úti og ferðast ... Halda tygum ikki tað? — Eru tygum Onglendingur? — spurdi eg, kanska heldur ófólkaliga. — Ja, tað skuldi eg hildið. Ti tygum halda meg tá ikki líkjast einum Amerikanara, ha? Nei, Onglendingur í odd og egg, tað er tað, sum eg eri. Fyri at prógva orð síni, fór harra Kelada niður í lumman eftir einum ferðapassi og stakk mær upp undir nasarnar. George kongur hevur mangar løgnar stavnar sum tegnar í ríki sínum. Harra Kelada var lág- sjálvklóki vaksin, tættur, snøgt rakaður og dimmholdaður. Stór króknes og skyggjandi stór, heldur vatnut eygu. Hárið svart, sítt og purlut. Muðurin gekk í heilum — tað plægar annars ikki at vera Onglendingum fyri — og hend- urnar ongantið í friði. Eg ivaðist ikki í, at hevði eg farið at kannað bretska ferðapass hansara eitt sindur nærri, mundi helst komið undan kavi, at harra Kelada var føddur onkustaðni har munandi heitar var enn í Onglandi. — Hvat vilja tygum hava at drekka? — spurdi hann meg. Eg hugdi ivingarsamur upp á hann. Hetta var í forbodsdøg- unum, og eg visti, at umborð á skipinum var eingin dropin. Tá eg ikki eri tystur, veit eg ikki, hvat mær ringast dámar: ingi- ferøl ella sitrónvatn. Men harra Kelada smirdist so smørliga. — Whisky og soda ella ein turran Martini? Sigið bara, hvat tygum vilja hava. So kom hann við tveimum floskum — einari úr hverjum reyvarlumma og legði á borðið framman fyri mær. Eg bað um Martini og hann rópti á tænaran um at koma við ísi og tveimum gløsum. — Hetta er ein drykkur — helt eg fyri. — Ja, og eg eigi ov mikið til, so hava tygum onkun vinmann- in umborð, skulu tygum ikki spara at siga honum, at her situr ein maður, sum eigur ov mikið av brennivíni. Harra Kelada var ófera prát- ingarsamur. Hann tosaði um New York og San Francisco. Vidgjørdi sjónleik, film og politikk. Var ógvuliga tjóð- skaparsinnaður. Nú havi eg altid hildið Union Jack vera eitt tign- arligt flagg, men tá tað verður brest tær um nasarnar av manni úr Alexandria ella Beirut, sleppi eg ikki undan kensluni av at nakað av tignini hvervur. Og so var harra Kelada eisini so áleyp- andi. Tað er ikki fyri at vera hástórur, men eg haldi tað vera náttúrligt, at maður, sum eg als ikki kenni, setir harri framman fyri navni mínum, tá hann talar á meg. Men harra Kelada mundi helst vilja vera blíður, tí hugsaði hann ikki um sovorðið fjas. Men mær dámdi einki harra Kelada kortini. Eg hevði lagt kortini frá mær, tá hann settist, men nú helt eg samrødu okkara havt vart nóg leingi og settist aftur at leggja kabál. —3'ini á 4'ini — Kelada. Einki er so forargiligt, tá tú leggur kabál, enn at fáa stungið upp í nasarnar, hvar tú skalt leggja kortið, tú beint hevur tikið og nóg illa fingið stundir at hugt at ti. — Hon gongur upp! Hon gongur upp! — rópti hann. — 10'ni á dreingin. Ilskur og forsyndaður gjørdi eg kabálina lidna. Men tá treiv hann eftir kortunum. — Dámar tygum kortsnildir? ——— frálíkur segði harra