leygardagur 13. september 1975síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| OR NEED ON
Síða 10
Þ
— Er nakað, sum eg hati, so
er tað tað, svaraði eg.
— Nei, eg ætlaði bert at vísa
tygum eitt.
So vísti hann mær trý. Tá helt
eg fyri, at eg skuldi fara niður-
undir at vissa mær pláss við
borðið, áðrenn farið varð at eta.
— Nei, hatta skulu tygum
einki hugsa um — segði hann. —
Eg havi longu verið og vissað
tygum pláss. Tá vit kortini hava
kamar saman báðir, helt eg
eisini vit kundu sita saman við
borðið.
Nú kundi eg ikki torga harra
Kelada.
Tað var ikki nóg mikið, at eg
var á sama kamari sum hann og
át tríggjar ferðir um dagin við
sama borði sum hann — nei, eg
fekk ikki so mikið sum farið út á
dekkið, so var hann har í stund-
ini. Og ikki hugsingur um at
kveistra hann burtur, tí so eiga-
sert tað kom honum til hugs, at
tú legði ikki í at koma í hóslag
við hann. Hann ivaðist ikki í, at
oll vóru líka altrá at hitta seg.
Hevði eg verið heima við hús,
hevði eg kunnað givið honum
durafjórðingin, uttan at tað rein
við hann, at eg einki vildi hava
við hann at gera. Og eini merki-
lig evni, hann hevði at vera
saman við ellum. Tað gingu ikki
meira enn triggir dagar, so kendi
hann øll umborð. Og allastaðni
skuldi hann vera uppii. Skipaði
fyri ymiskum kappingum, savn-
aði pening saman til virðislenir,
skipaði fyri golfspæli, konsert
og grýluvetislu. Hann var alla-
staðni. Ísenn. Eg haldi so av-
gjørt, at eingin umborð kundi
torga hann. Vit róptu hann hin
sjálvklóki og tað so hann hoyrdi.
Men so eigasert tað rein við,
hann helt hetta vera rós. Men
ongantið var hann so ótolandi,
sum tá vit ótu. Máttu sita har í
ein heilan tíma og lurta eftir
hansara svassi. Hann var
hjartaligur, glaðlyndur, mesn-
utur og pásetligur. Alt visti
hann betur enn hini og tók sær
tað illa upp vart tú ósamdur við
hann. Slepti ongantíð einum
evni hvussu lítisvert tað so var
fyrr enn hann hevði fingið mót-
stødumannin at síggja sakina úr
hansara sjónarmiði. At hann
skuldi kunna vera á skeivari leið,
kom honum ikki til hugs. Hann
var maðurin, sum visti alt.
Vit sótu við borðið hjá skips-
læknanum, og eingin okkara
hevði óivað fingið orðið fyri seg,
tí læknin tímdi ikki, og eg sat
ísakaldur og óframatkomandi,
hevði ikki eisini ein maður sitið
har, sum kallaðist Ramsay.
Hann var líka so pásetligur sum
harra Kelada og argur um, at hin
skuldi vera so sjálvklókur. Orða-
dráttur teirra var harðligur og
eingin endi á honum.
Ramsay var amerikanskur
konsul í Kobe. Hann var stórur
og førur maður frá »the Middle
West«; so væl í holdum, at
klæði hansara stóðu á tambi.
Hann skuldi nú aftur í starv sítt,
hevði verið eitt rend í New York
eftir konuni, sum hevði verið
heima í eitt ár. Frú Ramsay var
lítil og fitt, av vakrastu konum,
fryntlig og skemtingarsom.
Konslar fåa vånaliga løn; hon
var vakurt og einfalt ilætin, men
hon dugdi at klæda seg so, at
hon altid bar seg væl. Eg hevdi
neyvan varnast hana serliga
nogv, hevdi ikki tad verid vid
henni, sum kanska ikki er so
sjåldsamt hjå kvinnum, men å
okkara døgum ikki kemur so
sjónliga fram í medferdini, men
tú fekkst ikki hugt at henni
uttan at koma at hugsa um,
hvussu lítillátin hon í grundini
var. Og sum hetta klæddi henni!
Eitt kveldið, vit sótu við døg-
urðaborðið, komu vit av tilvild
at tosa um perlur. Í bløðunum
hevði nógv tjak verið um tær
perlur, sum teir listinlærdu
Japanarar gjørdu, og læknin
helt fyri, at hetta mátti sum
rímiligt var minka um virðið á
teimum ektaðu. Tær vóru longu
hópin góðar og mundu sum frá
leið fara at gerast fullkomnar.
Og sum tað var honum so líkt,
treiv harra Kelada grammliga
eftir hesum nýggja evni. Hann
sgði okkum frá ollum, sum vert
er at vita um perlur. Eg haldi
ikki, harra Ramsay mundi hava
petti skil á perlum, men hann
kundi ikki bara sær at tjakast
við hin og ikki vardi leingi, so
ruku teir saman í harðligum
orðadrátti. Eg hevði áður sæð,
hvussu harra Kelada kundi sita
og øsa seg upp, men ongantið
sæð hann so á rokinum sum nú.
At enda segði Ramsay okkurt,
sum mundi nita fast, ti harra
Kelada ripaði nevan í borðið og
rópti:
— Ja, eg skuldi so kortini
vitað, hvat eg tosi um, liggi
beint á ferð til Japan at kanna
allan henda perluidnad teirra.
Eg arbeiði innan hesa starvs-
grein, og tað er ikki ein tann
einasti maður, sum har starvast,
ið ikki vil banna upp á, at tað,
sum eg sigi um perlur, er satt.
Eg kenni allar tær dýrastu
perlur í heiminum og tað, eg ikki
veit um perlur, hevur einki upp á
seg.
Hetta var spildurnýtt fyri
okkum, tí hóast alt mesnið,
hevði harra Kelada kortini
ongantid sagt nøkrum, hverjum
hann handlaði við. Tað einasta,
vit vistu, var, at hann var á ferð
til Japan í einhverjum handils-
erindum. Hann hugdi sigursæl-
ur uttan um seg.
— Teir fara ongantið at verða
forir fyri at framleiða eina perlu,
sosialurin
Nr. 62 — 13. september 1975
sum ikki ein serfrødingur sum
eg fari at kunna avdúka við
hálvum eyga.
Hann peikaði á perlubandið,
sum frá Ramsay hevði um
hálsin.
— Tygum kunnu líta á míni
orð, frú Ramsay. Hatta perlu-
bandið, tygum hava um hálsin,
fer ongantíð at minka í virði.
Frú Ramsay rodnaði, og lítil-
látin sum hon var, læt hon
bandið glíða inn um blusuna.
Ramsay hevði seg framyvir,
hugdi upp á okkum allar, og tað
sást ferðil av einum smili i
eygnabránum, tá hann segði:
— Ja, hatta perlubandið hjá
frú Ramsay er ikki so heilt av
leið, ha?
— Eg varnaðist tað alt fyri
eitt, — svaraði harra Kelada. —
Devulin! hugsaði eg við mær
sjálvum. Hatta eru perlur!
— Ja, sjálvandi havi eg ikki
keypt tær sjálvur, men stuttligt
kundi verið at vita, hvat tygum
halda, tær munu hava kostað.
Á, einar 15.000 dollarar ella
harumleið, haldi eg. Men eru tær
keyptar á Fifth Avenue, skuldi
tað ikki undrað meg, um einir
30.000 dollarar eru latnir fyri
tær.
Ramsay smiltist óreinur.
— Tygum verða kanska
ovfarin, tá eg sigi tygum, at frú
Ramsay keypti hatta perlu-
bandið í einum veruhúsin dagin
fyri sum vit fóru úr New York
fyri 18 dollarar.
Harra Kelada rodnaði sum
hummaraklógv.
— Tvætl í tygum! Hatta
perlubandið er ikki bert ekta,
men ongantíð havi eg sæð so
nógvar og vakrar perlur á einum
bandi og so stórar eisini.
— Skulu vit vedda? Eg veddi
100 dollarar, at tær eru eftir-
gjørdar.
— Eg taki av.
— Á, Elmar, tú kanst jú ikki
vedda um nakað, sum tú ert
púra vísur, — helt frú Ramsay
fyri.
Ein farri av einum brosi lá um
varrar hennara, og ein ferðil av
ábreiðslu kendist á reddini.
— So, tað heldur tú ikki, ha?
Tá eg fái høvi at vinna pening so
lættliga sum hetta, vildi eg verið
steinbýttur, um eg ikki tók av.
— Jú, men, hvussu kann
hetta prógvast? — helt hon
fram. — Her stendur bert mitt
orð ímóti ti, sum harra Kelada
heldur.
— Latið meg síggja hatta
perlubandið, og er tað eftirgjørt,
skal eg siga tygum tað í stund-
ini. Eg Lavi ráð at missa 100
dollarar — segði harra Kelada.
— Tak tað av tær, góða, og
lat so handa harran sleppa at
hyggja at tí, tað honum lystir.
Frú Ramsay aftraði seg eina
løtu, tók so hondina upp til
lásið.
— Eg fái tað ikki upp, segði
hon. — Harra Kelada verður
noyddur at líta á míni orð.
Eg fekk bráddliga ein so-
vorðnan varhuga av, at okkurt
ódámligt var á ferð, men visti
einki at siga.
Ramsay sprakk á føtur.
— Kom, lat meg, nú skal eg
lata tað upp.
Hann rætti harra Kelada
perlubandið. Hesin fekk sær eitt
lesiglas upp úr lummanum og
kannaði perlubandið gjella. Eitt
gleðisbros fór um snøgtrakada,
dimmholdaða andlit hansara. So
læt hann perlubandið frá sær
aftur og skuldi beint siga
okkurt, tá hann bráddliga varn-
aðist, hvussu frú Ramsay sá út í
eygunum. Hon var líkbleik, sum
skuldi hon steinsvimad. Stóð og
stardi at honum við vidopnum,
ræðsluslignum eygum. Og í
teimum hómaðist ein bønlig bøn.
Hetta var so mikið sjónskt, at
tað undraði meg, at maður
hennara skuldi ikki varnast tað.
Harra Kelada bráðtagnaði við
vidopnum munni og gjørdist so
hummarreyður. Tú sást næstan,
hvussu hann bardist við seg
sjálvan.
— Umberið meg, eg fór
skeivur, segði hann. Hasar
perlurnar eru frålika væl eftir-
gjørdar, men so titt og knapt, eg
kannadi tær vid lesiglasinum, så
eg sjålvandi alt fyri eitt, at tær
vóru ikki ektadar . . . Ja, 18
dollarar, meira er so hatta frasið
ið hvussu er ikki vert.
Hann fekk sær pengamapp-
una upp í hondina, tók ein 100-
dollaraseðil úr henni og fekk
Ramsay hann uttan at mæla
orð.
— Hann kann kanska læra
tygum ikki at vera so sjålv-
klókur eina aðra ferð, tygum,
segði Ramsay, tá hann tók við
seðlinum.
Eg legði til merkis, at harra
Kelada ristist á hondunum.
Hesi tíðindini fóru sum róta-
súpan um alt skipið, og harra
Kelada varð illa argaður hetta
kveldið. Hann mátti tola mangt
prikið fyri, at hann — sum altíð
var so sjálvklókur — varð blivin
lumpaður. Men frú Ramsay fór
niður í kahúttina at leggja seg.
Hon hevði sovorðna hevuðpinu,
segði hon.
Morgunin eftir fór eg upp at
raka mær. Harra Kelada lá í
koyggjuni og hevði fest sær í
eina sigarett. Bráddliga varn-
aðist eg eitt veikt skróvandi ljóð
og sá eitt bræv verða stungið inn
undir hurðina. Eg læt hurðina
upp og hugdi út, men har var
einki menniskja at síggja úti í
gongini. So tók eg brævið upp í
hondina og sá, at tað var stílað
til Max Kelada. Navnið var
skrivað við spjaldrastavum. Eg
fekk honum brævið.
— Hverjum man hetta vera
frá? Hann brety tað upp. — Áh!
Út úr brævbjálvanum tók
hann, ikki eitt bræv, men ein
100-dollaraseðil. Hann hugdi
upp á meg og rodnaði aftur. So
pettaði hann brævbjálvan smátt
sundur og fekk mær.
— Hevdu tygum viljað blakað
hatta út gjøgnum kúgveygað?
Eg gjørdi, sum eg var- biðin,
og brosaði til hansara.
— Ongum dámar at verða
hildin fyri gjøldur = — segði
hann.
— Vóru perlurnar ektaðar,
meðni?
— Var tað eg, sum átti eina
vakra konu, so hevði eg ikki
latið hana verið einsamalla í eitt
heilt ár í New York, meðan eg
sjálvur búði í Kobe, helt hann
fyri.
Tá hann hetta hevði sagt,
dámdi mær harra Kelada heldur
frægari.
Hann fekk sær fatur á penga-
mappuni og legði varliga 100-
dollaraseðilin niður í hana.
Hans Thomsen umsetti
eftir
W. Somerset Maugham
Teknihjálp
Tórshavnar kommuna sekir sum skjótast ein teknara til
teknisku deild.
Starvið umfatar m.a. alt vanligt tekni- og hjálpar-
arbeiði innan teknistovu.
Ein umsøkjari, ið er konur á nevnda arbeiðseki, hevur
fyrimun.
Len- og arbeiðstreytir sambært nærri avtalu við býar-
verkfrødingin.
Umsókn við nærri upplýsingum um útbúgving og
fyrrverandi starvi verður at senda til byarverkfrødingin,
Sverrisgøtu 5, 3800 Tórshavn.
Byarverkfrødingurin
Lýsið i sosialinum
Kunngerð
um ognartøku
Sambært 12. gr., 3. part, i løgtingslåg nr. 13 frå 21. mei
1954 verður her gjørt kunnugt, at Torshavnar byråd á
fundi hin 17. apríl 1975 hevur samtykt sbrt. 12. gr., 1.
part, í nevndu låg at ognartaka innan fyri serstøku
byggisamtykt nr. 8:
0. u. 80 m? burtur av matr. nr. 336, Tórshavn
Samstundis verður gjørt kunnugt, sbr. 12. gr., 3.
part í nevndu lóg, at hann, ið eigur ognartikna ekið, ella
hann, ið hevur rættindi til tað, kann lata spurningin, um
tað er neyðugt at lata tað, koma fyri landsstýrið áðrenn
3 mánaðar aftaná hesa kunngerð um avgerð býráðsins.
Tórshavn, hin 11. september 1975
Tórshavnar býráð