Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-17, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 1975síða 1

allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Framleiðslan er frælsi javnadur brødralag Nr. 63 — Mikudagin 17. september 1975 — 48. årgangur — Leysasøla 1,50 kr. Christina slapp ikki at landa i Havn — noyddist til Runavikar! Hildebrand Sømark, skipari: galið ikki at sleppa at siga sína meining! Eru føddir av skeivum foreldrum Í oddagrein blaðsins í dag verður skrivað um land- búnaðin: - Vit hava í løtuni eina Royndarstød, sum eftir okkara tykki hevur gjørt } eitt rættiliga gott arbeiði á ti økinum, men nærum eingin ger nýgslu av úr- slitinum frá royndarstød- ni. Og man orsøkin ikki vera tann, at teir, sum veruliga hava áhuga fyri | hesum arbeiði, eru føddir av skeivum foreldrum? Síða 2 Sjey grund- stykki á Tór- gardstrødni Tórshavnar byråd hevur samtykt at áleggja býar- verkfreðinginum at bjóða byggibúning av sjey grundstylkjum á Tór- garåstrødni út beinanveg- in. Haraftrat hevur býráð- ið samtykt eitt uppskot um, at bygdar verða 7—8 eigaraíbúðir = á grund- stykkjum, sum byggi- og byarskipanarnevndin åvis- ir. Síða 3 Kristjan hattrick Í dystinum millum B36 og VB í Havn sunnudagin gjørdi Kristjan Bærentsen hjá B36 hattrick. Hann skeyt trý mál. Regin Olsen skeyt eitt. Síða 4 Axel Hansen, stjóri: Christinu at landa Ein grein í 14. september um kolldoming av fiski, sum útróðr- arbáturin Christina úr Havn av- reiddi til Bacalao av trolveiði, fekk tær avleiðingar, at báturin slapp ikki at landa aftur til Bacalao av ti næsta túrinum, men varð noyddur at fara til Runavíkar at landa. 46,3% B-fiskur Fyri nekrum vikum síðani landaði Christina til Bacalao, og á Bacalao! varð næstan helmingurin av veiðuni vrakaður sum B-fiskur, ella 46,3 pst., hóast fiskurin var ikki meiri enn 15 tímar gamal. Tað var hetta, sum greinin í 14. september snúði seg um. — Tá vit komu aftur av næsta túrinum og skuldu landa í Havn, noktaði Bacalao fyri hesum, sigur skiparin á Christinu, Hildebrand Semark. Og tað mundi helst vera ti, at vit ikki vildu biðja leiðsluna á Bacalao um umbering fyri greinina, sum Lagaligari figging av grundøkjum í Klaksvík Figgjarnevnd Klaksvíkar byråds hevur nu til vidgerdar ett upp- skot frá fimm byrådslimum um at kanna meguleikarnar fyri at fáa eina avdráttarskipan í lag fyri byggigrundir, sum komm- unan selur. Tað eru býráðslimirnir Olv- heðin Jacobsen, Vilhelm Jo- hannesen, Jógvan Isaksen, Kári Kjelnæs og Bjarti Petersen, sum hava heitt á figgjarnevndina um at kanna meguleikarnar fyri einari tilikari avdráttarskipan Uppskotsstillararnir nevna, at ein tílík avdráttarskipan fer at geva teimum, sum hava fingið grundøki á Litlubrekku, ein fyri- mun, um tey til dømis gjalda ein triding út og restina yvir eitt 10 ára skeið. Uppskotsstillararnir mæla til, at figgjarnevndin spyr seg fyri hjá kommunala lánigrunninum, Kredifftoreningen af kommuner i Danmark, bankum og spari- køssum. Størri d tørri nøgd, minni virði Føroysk sildaskip hava í tíðar- skeiðinum januar— august land- að størri nøgdir í Danmark, men fyri minni virði enn sama tíðar- skeið í fjør. Í mánaðunum januar— august hava føroysk sildaskip landað tilsamans 42.678 tons fyri 40,8 milj. kr. móti 33.000 tonsum fyri 52,3 milj. kr. sama tidarskeid í Tilsamans 40 føroyskar silda- landingar vóru í Danmark í farna mánaða. Tá vórðu landað 10.803 tons av makreli og brisl- ingi fyri 3,4 milj. kr. Sama mánaða í fjør vórðu landað 7.013 tons av sild til matna og til ídnað og av makreli fyri 7,7 milj. kr. skeivari leið, sigur Adolf Hansen Somu heimastyrisskipan sum føroyingar Tad er ov Vit noktaðu ikki hevði staðið í 14. september, sigur Hildebrand Sømark. Til Runavikar Vit fóru ti í staðin til Runa- vikar at landa, og har visti tad seg, at 12 pst. vórðu vrakad sum B-fiskur. Tað var alt hýsa. Veiðan var 4—5 dagar gomul. Hildebrand Semark sigur, at teir í summar tvær ferðir hava landað á bygd frammanundan. Fyrru ferðina var í Klaksvík, og tá var eingin B-fiskur. Seinnu ferðina var í Norðdepli, og tá vórðu 13 pst. vrakað sum B-fiskur. Í báðum førunum var veiðan 4—5 dagar gomul. Noktaðu ikki Stjórin á Bacalao, Axel Hansen, sigur, at teir noktaðu ikki Christinu at landa. — Vit settu ongar treytir. Tað einasta, sum vit vildu, var at sleppa at tosa við formannin í Meginfelag Utróðrarmanna, Adolf V. Hansen, skiparan Hildebrand Sømark og eigaran av Christinu, Karlot Sømark. Tað var ov galið at verða spiltur so út í 14. september, sigur Axel Hansen — Eg haldi neyvan, at vit fara at landa aftur á Bacalao, sigur Hildebrand Sømark. Tad var ov galid ikki at sleppa at siga sina meining, heldur hann. 80—90 tons Síðani troltidin byrjaði, hevur Christina veitt eini 80 — 90 tons. Teir seinastu túrirnir hava verið stuttir, tí tað hevur viðrað so illa. Hildebrand Semark heldur, at Síða 8 økini, sum loyvt hevur verið at trola á í summar, hava verið góð, burtursæð frá ekinum vestan fyri Mykines. Har er ikki trolandi, ti botnurin er so ringur. — Høvdu vit sloppið at trola einar tveir fjórðingar innari, so hevði borið betur til, sigur Hildebrand Sømark. Tummas farin Fyrrapartin i gjår komu bodini um, at Tummas Juul Jensen, prentari, var deyður aftan á langa sjúkalegu. Hann varð 42 ára gamal. Tummas, ella Tommy, sum hann vanliga róptur, var føddur í Fugla- firði í 1932. Hann før í prentaralæru og arbeiddi leingi á prentsmiðju 14. septembers, meðan hon helt til úti í Hornabø. Seinni kom hann á prentsmiðjuna á Heygs- breyt, har hann arbeiddi til fyri góðum tveimum árum síðani, tá hann legðist sjúkur. Tummas heuði altíð ynski um at koma aftur til arbeiðis, men sjúkan forðaði hon- um Vit, sum starvaðust saman við honum øll hesi árini á Heygsbreyt, fingu í Tummasi at kenna ein álitismann og hollan vin. Hansara partur lá ongan- tíð eftir. Friður veri við minnin- um um Tummas. varð