Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin SOSjalurin tell. 11820, box 76. 3800 Torshavn Utgevari: Eoroya Javnaðarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (abyrgd), telf. 564 11 Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Prent: Prentsmiðjan á: Heygsbreyt Landbúnaður ULL VAR Feroya gull, men verður tað neyvan aftur, sum so mangan verður sagt. Tó er ongin ivi um, at føroyski landbúnaðurin kundi givið væl meira av sær, enn hann nú ger. TÍBETUR tykist sum at gongd nú er komin á eitt ógvuliga neyðugt orðaskifti um føroyska landbúnaðin. Landsstýrismaðurin Dánial Pauli Danielsen, ið situr fyri landbúnaðarmálum, hevur sagt eitt og annað í samrødum við blød- ini, og ymiskir greinskrivarar hava tikið evnið upp. SAMBÆRT landsstýrismannin tykist almenna ætlanin at vera tann, at landbúnaðarskúli verður bygdur í Kollafirði. Ongin ivi er um, at skúlaskapur er hollur og av grundleggjandi týdningi, men kortini fara vit at ivast í, um landbúnaðarskúlin einsamallur megnar at fáa gongd aftur á landbúnaðarvinnuna. SAMBÆRT okkara hugsan eru arvarætturin til almennu jørdina og uttanbiggjarjørdin størstu vandamál landbúnaðarins. Ein og hver skilur, at um vit konsekvent hevdu ta reglu í samfelagnum, at elsti sonur skuldi arva starvið hjá pápanum, so vildi alt samfelagið verið ein ruðuleiki og farið í órekt. HVUSSU hevði t. d. staðið til við fiskivinnuni, um bert elsti sonur skiparans slapp at føra skip, ella við læknaviðurskiftunum, um bert elsti sonur læknans slapp at verða lækni o.s.fr. Hetta hevði als ikki gingið. Tey, sum hava hug og hegni til eitt arbeiði, megu sleppa framat at gera viðkomandi arbeiði, og tá verður ongin ivi um, hvat úrslitið verður. VIT HAVA í letuni eina Royndarsteð, sum eftir okkara tykki hevur gjert eitt rættiliga gott arbeiði á tí økinum, men nærum ongin ger nýtslu av úrslitunum frá royndarsteðini. Og mar orsøkin ikki vera tann, at teir, sum veruliga hava áhuga fyri hesum arbeiði, eru føddir av skeivum foreldrum? TAÐ, SUM fyrst av ollum eigur at verða gjørt, er, at jarðarlóggávan verður broytt, soleiðis at arvarætturin til almennu jørdina verður av- tikin. Og viðvíkjandi uttanbiggjarjørdini megu vit bráðfeingis skipa so fyri, at tað almenna altíð hevur pening tekan til keyp av uttan- biggjarjørd. Og tann varandi loysnin má vera, at arvalógin verður broytt viðvíkjandi ognar- jorð, soleiðis at arvtakarin må og skal búgva á plåssinum, har jørdin er. TÅ HETTA er gjørt, kunnu vit tosa um royndarbrúk, landbúnaðarskúla, mjólka-, slát- ur- og slaktivirkir á samvinnugrundarlagi o.s.fr.. men uttan áðurnevndu grundleggjandi broyting hongur alt hitt í leysum lofti. BÓKVALDSA dagbókin Gudstænastur Sunnudagin verður dekna- gudstænasta í Havnar kirkju. Petur Petersen prædikar í Vesturkirkjuni, Kjartan Mørkøre í Hesti kl. 1 og í Kirkjubø kl. 16, Axal Tór- garð í Nólsoy kl. 12, altar- gangur, J. Follend i Rytuvik kl. 11, altarnagur, og Martin Restorff Jacobsen i Porkeri kl. 12. Missiónshúsið við Landavegin Fundur verður í kveld kl. 20. KFUK Unggentudeildin hevur fund í kvold kl. 20. Várgleði hevur fund í dag kl. 16. Hand- arbeiði eigur at verða tikið við. Filadelfia Í kvold kl. 20 systurmissión (offur til Thailandsmissión- ina). Telefonandakt alt sam- dogrið á telf. 14880. Frelsunarherurin Í kvold kl. 20.30 ungdóms- fundur. Hóskveldið kl. 20 Heimaforbundið, friggja- kvøldid kl. 19.30 serstøk skótasamkoma undir leiðslu av teimum nýggju offiserun- um í Vági. Evangeliihúsið Í kvold kl. 20.30 útifundur í Vestmanna. Hóskveldið og friggjakvøldid á Tvøroyri kl. 20. Hans Grinden, Dennis Burnett og Lincoln Wilson tala og syngja. Telefonandaktin å telefon 12266. Kongshavnar kvinnufelag á byrjar fundirnar aftur hós- kvoldið kl. 20 í Glyvra skúla. Silvurbrúdleyp Í dag kunnu hjúnini Jeanne og Holger Jensen, møbla- handlari, Tórshavn, halda silvurbrúdleyp. Tey eru burt- urstødd. Fotokopi . . . meðan tygum bida. Duplikering. Dr. Jakobsensgøta 16 telf. 13134 REAL | Nr. 63 — 17. september 1975 TØKK Tykkum, ið gleddu meg á 65 ára degnum, takki eg so hjartaliga. Viggo Dalsgaard Upplatingartíðir fyri framsyningina »ÅLAND«, ið er í Lista- skålanum til 28. september: mánadag — friggjadag frá kl. 19—21 leygardag og sunnudag frå kl. 15—17 FØROYA FORNMINNISSAVN TAVNI andsfelagið pe at bata Aðalfundur Í sambandi við landsstevnuna 27. og 28. september heldur Javni, Landsfelagið evnaveikum at bata, aðal- fundin í Hellini á Statssjúkrahúsinum í Havn leygar- dagin 27. sep. kl. 14. Skrá smb. felagslógina. NEVNDIN Konfirmatiónskort í ymsum støddum á goymslu. ESMAR HANSEN heilsøla, tlf. 11644 - 13584 Spinnið i Gøtu Tygum fáa gott tógv og skjóta avgreiðslu. Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja ell sløg av før- oyskum tógvi. TOTINGARVIRKIÐ v/Olavur Gregersen - tlf. 20 í Gøtu Heldur tú ikki BLAÐIÐ sum umboðar landsins stersta flokk? Undirritaði: Navn: Bústaður: mm tekni meg sum haldara av SOSIALINUM Sendið hendan lepa í afturlatnum brævbjálva til: = = S0Sjalurin box 76, 3800 Tórshaun É F i