Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 1975síða 7

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 63 — 17. september 1975 sosialurin Síða 7 Børnini í klemmu Onkur hevur kanska sæð, at SOSIALURIN í tveimum blød- um hevur nortið spurningin um barnagarðar og veggustovur. Eisini vóru 3 á getuni, ið svar- aðu spurningum um barnarøkt- ina. Hetta er ein spurningur, sum er rættiliga nýggjur í Føroyum. Jú, hann hevur verið frammi fyrr, men hann hevur aldri verið so átrokandi sum nú í okkara hart fyrispentu 70-árum. Gamla mynstrið var, at mamman sat heima og hevði bernini, meðan pápin var úti og arbeiddi. Tá eg nú sigi >gamla mynstrið<, so er hetta ikki heilt rætt, tí tað er soleiðis enn í dag. Ein kann siga, at mynstrið er tað sama í dag, men at í tølum er stødan eitt sindur broytt. Bernini spæla »mamma og bern<. Pápin arbeiðir altíð úti, tá børnini spæla hetta »familju- spælið<. Tað man vera sjålsamt at síggja, at bernini spæla hitt mótsetta. Og eitt annað dømi um, at hetta gamla mynstrið stødugt er galdandi, tå tú eyg- leiðir smá bern, er, at tá tú spyrt ein óvita um, hvat ið foreldrini gera, so arbeiðir pápin, og mamman ger einki. Mamman ger »einki« — tað vil siga, at hon gongur heima, og heldur seg har, hon skal vera. Men tó vinnur orðið heima-arbeiðandi meira upp á seg. Aftur til mynstrið. Vit hava staðfest, at fyrr vóru bert heilt fáar kvinnur í slíkum arbeiði, sum tók allan dagin, so at bern- ini máttu á barnarøktarstovnar, sum vøggustovur og barnagarð- ar. Men tað verða alt fleiri kvinnur, ið fara út í arbeiðslívið, og sum mugu hava børnini í hesi dagheim. Sambært fólkateljingina er eitt vaksandi tal av kvinnum farið út at arbeiða. Vøksturin av teimum kvinnum, ið farnar eru ít í arbeidslivid frå 1966 til 1970, er heili 26%. Bert 0,8% fleiri mannfólk eru í arbeidislivinum í 1970 enn í 1966. Og eitt tal, ið kanska er enn meir lýsandi, er, at tað eru 70,3% fleiri giftar kvinnur á arbeiðsplássunum í 1970 enn tað eru í 1966. Tað er altso ein sannroynd, at kvinnurnar fara út at arbeiða. Eitt húsarhald klárar seg ikki í dag við bert einari inntøku. Um maðurin arbeiðir 10—12 tímar um samdøgrid, ja, so er tað meguligt at klára útreiðslurnar, men eg vildi mett, at vit nú vóru komin út um trælatíðina. Samfelagsskipan okkara er so, at allar byrðarnar verða lagdar á somu herðar, nevniliga á herð- arnar hjá ti arbeidandi fólkinum. Og rætt er tað, at hesar herðar eru sterkar, men einaferð so orka tær ikki meira. Og tað er hetta, ið hent er. Maðurin kann ikki í dag breyð- foða einari heilari familju, keypa tær nógvu verurnar, sum dýrka undan innteku hansara. Kvinnan má út at arbeiða. Og tá er ein bólkur, ið fær oyruni í maskinuna, tað eru bernini. Samfelagið bert krevur av húsk- inum men vil treyðugt geva nakað afturfyri. Barnagarðarnir og vøggustovurnar eru ikki før fyri at taka ímóti, og dagrøktar- heimini hjá býráðnum hava enn minni møguleika at taka ímóti. Kvinnan hevur sama rætt sum maðurin til at fáa eitt arbeiði. Í dag og her fær kvinnan tey lægri lentu stervini, og afturat lítlari len skal hon taka ímóti, at samfelagið ikki ofrar so mikið sum pening til at taka sær av barninum. Eitt frålikt rák er aftrat. Kvinnur fara alt fleiri at fáa sær hægri útbúgving og krevja við- ferð á jovnum feti við mannfólk. Men hesar kvinnur skulu eisini taka ímóti ti Otøkk, at bernini fáa ikki innivist. Tað kann sigast stutt: Vinnu- livsharrarnir håla ein veg, og samfelagsumsitingin hålar ein annan veg. Vinnulívið lýsir eftir bíligari arbeiðsmegi, sum kvinn- urnar skulu taka. Samfelags- umsitingin oysir heldur studn- ing í annan fjandansskap, enn at skaffa børnunum innivist. Og so oman á alt hetta tosa samfelags- umsitarar og hegir harrar um moral: „tað er ikki sunt fyri barnasålina at mamman er útic. Men uttan uttanumtos, so er moralurin hesin: Vinnulivsharr- arnir krevja, at kvinnurnar skulu arbeiða undir lítlari len, og samfelagsumsitararnir krevja, at bert lítlar investeringar skulu gerast til børnini. H.O. Flestu modell av Bedford lastbilum við bensin- ella dieselmotori nú á goymslu í Keypmannahavn Nærri upplýsingar frá BEDFORD P/f hugsa tygum um nýggjan lastbil áðrenn árslok? Vilhelm Nielsen & Søn Jonas Broncksgøta 35 3800 Torshavn - tlf. 11140 v/ IVAN JOHANSEN Láarvegur 3800 Tórshavn tlf. 136 66 Alt í lyktum: tokulyktir og halogen høvuds- lyktir til øll bilmerkir: GARANTI BORGAR FYRI GØDSKUNI Søla og isetan av vindeygum/hurðum Vit útvega og iseta flestu typur og støddir AV FØROYSKT FRAMLEIDDUM vindeygum, so sum vippuvindeygu, husmorvindeygu, plastikkvindeygu, og annars vindeygu eftir uppgávu, t.d. við sprossum. Eisini útvega og íseta vit úthurðar eftir máti. Ringið og fáið nærri frágreiðingar á tlf. 244 í Vest- manna. P/f Atlanticpane termorútavirki Tryggingarsambandið FØROYAR Føroya Kriggstrygging Føroya Sjóvátrygging Føroya Brunatrygging Føroya Vanlukkutrygging Vit tryggja: Bátar, skip, verur, hus, innbúgv, akfør 0. a. Føroyingar eiga at tryggja i landsins egnu trygging. Vakrir konfirmatiónskjólar heimkomnir Sþbálabøðin TELEFON 12015 - TÓRSHAVN