Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 1975síða 8

‹ fyrra síða allar 8 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOStalurin Í 1875 vóru vit fremri enn vit eru í 1975 Hetta sigur Adolf Hansen í samband við salt- fiskaframleiðsluna í dag. Í 1875 fiskaðu, flaktu, saltaðu og turkaðu vit veruna. Í dag fiska, flekja og salta vit. Altso eru vit 1/4 aftan fyri tað, sum vit gjørdu i 1875 Viðmerkingar til mánaðaryvirlitið hjá Fiskaseluni fyri juli. Føroya Fiskasøla hevur givið út eitt mánaðaryvirlit yvir fiska- seluprísirnar. Tað er ikki einum- hverjum beskorið at gera við- merkingar til hesa savning av seluprisum, sum standa upp- reksaðir í nøkrum A4-ørkum. Vit hava fingið viðmerkingar frá tveimum monnum. Óli Jacobsen nýtti høvid til at gera hesar útrokningar, so at tølini verða meira skillig fyri vanlig fólk. Av hesi talvu sæst hvussu gongdin hevur verið i ár við pris- unum í mun til í fjør sama tíðar- skeið. Bert sildaprísirnir eru farnir upp, og skyldast hetta óivað teimum minkandi negdun- um, ið veiddar verða. Meðalprísir jan./juli: Saltfiskur Toskaflak Hýsuflak Upsaflak Rækjur Jákupsskel Fryst slógv Sildavørur SAMLAD: 1975 1974 broyting 7.19 8,79 *11% 7,43 8,56 +13% 7,25 9,83 +26% 4,21 6,04 +30% 8,40 9,91 +15% 19,25 21,64 =11% 0,59 0,54 +28% 4,75 3,67 +29% 6,65 7,32 + 9% Medalprisurin fyri juli var 5,01 pr. kg. Framleidslan á skeivari leið Adolf Hansen, formaður í Meg- infelag Utróðramanna, vildi ikki gera nakrar viðmerkingar til £ | 2 9 % Á % 2 9 Á 9 2 2 % % % % p % Á i 2 2 2 9 2 | Á 2 7 % Á 7 7 7 þ 2 % % % 7 % 7 * i z 7 2 2 2 SST LL NS Nu fåa tær frid Fyri ikki so nógvum árum síðan frættist fleiri ferðir um at herverk varð framt móti svanum og dunnum uppi í Viðalundini í Havn. Hetta er eitt prýði fyri býin og eigur at fáa frið. Hvønn sunnumorgun hittir tú fólk haruppi, sum tveita breyðmolar út í hylin til teirra. ANNANNNNANNNNNANAANAAAANNAAAAAANANANNAARNARAAAAAAAANSANNARASNASAANAARAAARAAAAARAN sjálvt talkompleksið men bert nerta við spurningin um, hví prísirnir hjá okkum eru so við- breknir og minkandi. Eg fari als ikki at krevja av sølumonnunum, at teir skulu fáa nógv hægri prís fyri ta veruna, teir selja, ti tað ber bara ikki til. Og hann heldur fram: — Frá mitt í 50'unum komu vit í eina framburðaraldu, hvat ið fiska- framleiðslu viðvikjur. Fiskavirki vóru bygd, og maskinurnar til fiskaviðgerð komu til landið. Bett varð soleiðis um fram- leiðsluamboð og framleiðsluna annars. Men frá 1969 at rokna hendir ein stødgur, sum enn er. Virkini fóru at kopiera hvert annað, og dreivað hevur verið í sama sporið síðan tá. Framleiðslan er á heilt skeiv- ari leið, sigur Adolf. Eingin kann, sum vit gera í dag, selja rá- og hálvlidna veru, og sleppa væl frá tí. Hvat skal framleidast? Vit kunnu ikki halda fram bert at framleiða hálvlidna veru og ráveru. Vit mugu gera okkum greitt, at tað einki gevur at hanga sum råvøruframleidari, meðan aðrir skúma róman og inntøkurnar av at tilvirka ver- una, ti tað er tilvirkingin, ið gevur pris. Vit mugu selja vøruna, soleid- is at hon er klår at leggja å pannuna ella i ovnin. Hetta er eitt, ið t. d. norðmenn gera nógv av. Panerað flak av øllum sløgum. Rogn í dósum, fish fingers, fiskabollar í sós, roykt- an laks og aðrar fiskaverur, livur í dósum, sild í tomat og annað, sum tú finnur í krambúðunum við útlendskum merki á. Um vit seldu slíkar veltilvirk- aðar og nógv viðgjerdar verur, tá vóru vit í einum heilt oðrum prisklassa, arbeiði var til fleiri hendur, og færri lið vóru millum okkum og keyparan. Álendingar somu heimastýrisskipan sum føroyingar Á framsýningini standa plakat- irnar á gólvinum um allan skál- an. Hetta eru stórar myndir, og okkurt einstakt kort og ein talva. Mest er av myndum, og oman fyri myndirnar er ein textur, sum sigur frá myndini. Einstakir lutir eru eisini til fram- sýningar, so sum bátar, nót og annað. Og í myndunum er nógv, sum vit kenna ella kendu fyrr í Føroyum. Men eitt, ið man hava størstan áhuga hjá nógvum før- oyingum, er hvussu stýrisskip- anin er í Álandi. Viðurkent heimastýri Í 1921 varð Áland viðurkent av Fólkasamgonguni, og avgjørt varð, at mál og, mentan skuldu varðveitast. O í 1951 kom heimastýrislógin, har tað stend- ur, at „einki má broytast, tulkast ella gerast til einkis, heldur ikki mugu frávik verða gjørd, uttan at landstingið játtar, og í tí anda sum lógin er grundfest.«. Grundleggjandi prinsippið fyri sjálvstýrinum er, at álendingar sjálvir gjøgnum sitt egna lóg- gevandi, dømandi og umsitandi samfelagsvald skulu hava rætt til at avgera alt viðvíkjandi tí, sum eru innanhýsismál, og tað innan so við mork, sum tað letur seg gera uttan at nerva eindina í samlaða finska statinum. Staturin og heimastýrið Í heimastýrislógini hava finski staturin og álendska heima- stýrið býtt millum sín. Staturin Óli í Áarstovu Nú siga teir, at felagsnavnið er broytt til Limonadufelagið KAGGIN! (0) Stríðið um stabilitetin á Smyrli tykist fara at verða líka umfatandi sum stríðið um sjálvstýri og samband í sinari tid ... hevur um hendi valuta-, toll-, post-, og losmál, og so sjálvsagt eisini verjuna og uttanríkismál. Somuleiðis hevur finski staturin undir hond heilsumál og rættar- mál. Alendska heimastýrið hevur undir sær slíkt sum samferðsl- una, arbeiðsviðurskifti, rættin at seta lógir, sum galda innan- hýsis viðurskiftum, sosiala part- in og skúlamál o. s. fr Eingir politiskir flokkar Ting teirra verður nevnt lands- tingið, og verða har, valdir 30 limir, sum verða valdir hvert fjórða ár við loyniligum lutfalls vali, har oll, ið hava fylt 20 ár, hava valrætt. Politiskir flokkar finnast ikki á Alandi, men hóast hetta so er eitt sindur av flokkan ímillum valevnini, sum óivað sigur frá, at um ikki so langa tid, so eru eisini politiskir flokkar, sum stilla upp hver við síni skrá. Síðan verður ein landsnevnd vald, har triggir manns sita. Ein sonevndur »talman« og tveir »vicetalmån«. Hetta er at sam- anlíkna við okkara landsstýri, og hevur umleið somu rættindi. Tað gerst slekt og vinum kunnugt, at kæri maður mín og góði pápi okkara Tummas Juul Jensen (vanliga nevndur Tommy) andaðist á landssjúkrahúsinum månakvøldid 15. sep- tember. Jarðarferðin verður frå Havnar Kirkju fríggjadagin 19. september kl. 13. Fyri tey avvarandi Louisa og bernini