Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. september 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 - - Sosialurin telf. 11820 giro 6282725 box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur Bladstjørn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd). telf. 56411 Johnsigurd Johannesen, telf. 132 42 Prent: Dimmalætting es Í ef Sjukrahjålp Í EINI SAMRØDU her i blaðnum fyri stutt- um gjørdi formadur Havnar Arbeidsmanna- felags, Martin Kurberg, var vid, at korini hjå -verkafólki, sum verða sjúk av aðrari orsøk enn skaðatilburði undir arbeiði, eru sera vánalig. FORMAÐURIN Í Havnar Arbeiðsmannafelag vísti á, at verkafólk í fyrsta lagi tá tey hava gingið sjúk í tríggjar vikur kunnu fáa 40 kr. um dagin og harumframt 20 kr. frá arbeiðsgevara, um tey hava arbeitt fast hjá sama arbeiðs- gevara í minst fimm ár. Í seinasta SOSIALI gjørdi formaður Føroya Arbeiðarafelags, Jóhannes Olsen, vart við, at limir har í felagn- um eru heldur frægari fyri, tá teimum verður goldið 80 kr. um dagin og longu frá 6. sjúkra- degi. SUM ØLL MINNAST, læt tað almenna næstseinasta valskeiði nakað av peningi sjúkragrunnarnar hjá Feroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag. Umframt lata limirnir eisini ávíst gjald í hesar grunnar. Men eftir tí at dema, sum nú verður upplýst um steddina á hjálparveitingunum úr hesum grunnum, er langt frá at hesir grunnar makta uppgávuna. FYRI BERT FÁUM árum síðani var stødan eins hættislig, tá talan var um vanlukkutil- burð, men bæði í seinasta og næstseinasta val- skeiði varð bett so mikið um vanlukkutrygg- ingarskipanina, at dagpeningurin nú er meira umfatandi og somuleiðis skaðabeturnar. Minn- ast vit rætt, man dagpeningurin frá vanlukku- tryggingini nú vera umleið 60—70 pst. av galdandi løn, meðan hann fyri bert fáum árum síðani valla var meira enn 25 pst. VIT EIGA KORTINI ikki at sláa okkum til tols við hesum. Í fleiri av okkara grannalondum hevur dagpeningurin leingi verið 80 pst. av galdandi løn, og hava vinnufeløgini har kravt dagpeningin upp å 90 pst. Her megu vit sjålv- andi ikki vera eftirbåtar men halda okkum åjavnt vid tað besta hjá ødrum. Hóskandi kundi verið, at sjúkradagpeningurin varð fordur á hædd við dagpeningin frá vanlukku- tryggingini, og at hann eisini kom at umfata fiskimenn við forum, sum ikki mynstra. MEN TIL HETTA krevst meira av peningi í teir sonevndu sjúkragrunnarnar. Nevnt hevur verið, at fastlønt fólk, bæði hjá ti almenna og hjá privatum fáa fulla løn fyri bæði ein og fleiri sjúkradagar. Sum nevnt, letur verkfólkið sjálvt ávíst gjald til hesar grunnar. Tað almenna hevur latið og má lata meira. Men hví ikki áleggja arbeiðsgevarum eisini at rinda ávíst gjald í sjúkragrunnarnar. Tað skuldi verið meira enn sjálvsagt. í í sosialurin dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: Deknagudstænasta i Havnar kirkju. Petur Peter- sen i Vesturkirkjuni, Kjartan Mørkøre i Hesti kl. 12 og i Kirkjubø kl. 16, Axal Tór- garð í Nólsoy kl. 12, altar- gongd, J. Follend í Rytuvík kl. 11, altargongd, Martin R. Jacobsen í Porkeri kl. 12, Torkil Beder og Hegni Poul- sen í Sandavági, altargongd kl. 11, Niels Pauli Danielsen á Strondum, altargongd, J. Magnussen í Klakksvík, alt- argongd, J. Weihe í Øravik kl. 18, P. M. Rasmussen i Funningi og S. J. Joensen å Kirkju kl. 12, altargongd, og i Hattarvik kl. 19. Konfirmations- fyrireiking byrjar månadagin 22. sep- tember í Tvøroyra skúla kl. 13. Konfirmatiónin verður sunnudagin 26. oktober. Filadelfia Í kveld kl. 20 talar Norris Leffler, fyristøåumadur, úr Svøriki. Telefonandakt alt samdegrið á telf. 14880. Ebenezer Um vikuskiftið verða fundir fyri ung trúgvandi. Evangeliihúsið Telefonandaktin alt samdøgr- ið á telf. 12266. Fundir í Hvannasundi Fundir verða í skúlanum í Hvannasundi um vikuskiftið. Í kvold kl. 20 og sunnukvøld- ið kl. 18 og 21 (við ljós- myndum úr Ísrael) v. Martin Hammer, trúboðara. Brúdleyp Í dag giftast í Vesturkirkjuni í Havn Eileen Johansen, ur Havn, og Elias Simonsen, úr Norðradali. Silvurbrúdleyp Sunnudagin kunnu hjúnini Anna Kristina og Poul Nol- see, Trongisvágur, halda silvurbrúdleyp. Adr.: c/o Zimmermann, Haveselskab- etsvej 1/A III, 1823 Køben- havn V. Listaframsyningar Poulina Joensen, år Klaks- vik, hevur listaframsyning å Tvøroyri i dag og i morgin. Opið er báðar dagarnar frå kl. 15 til 21. Álandsframsýningin er op- in månakvøld til friggjakvøld frá kl. 19 til 21. Leygardag og sunnudag frá kl. 15 til 17. Framsýningin stendur í Listaskálanum til 28. sep- tember: Nr. 64 — 20. september 1975 SJÓNLEIKARHÚSIÐ eftir på Steinbjørn SN y 7 20/9. Leygardag kl. 20.00 21/9 Sunnudag kl. 18.00 Bílegging og sela av atgongumerkjum til sýning hvert kvold er í Leikhúskioskini frá kl. 14.00—18.00 — tlf. 145 04. Við inngongdina 1 tíma undan sýning. Bilegging sama stað til 2 sýningar fram. Tlf. 11131. Verður helst bert framførdur hetta vikuskiftið. Sveinaroyndir fara fram í oktober/november í ár. Lærlingar mugu til- meldast av meistarunum til Læruráðið, Tinganes, Tórs- havn, í seinasta lagi fríggjadagin 26. september. Saman við tilmeldingini má latast inn lærusáttmáli, navna- váttan og 50 kr. í tilmeldingargjaldi. Tilmeldingarbleð fáast frá læruráðnum ella teknisku skúlunum. LÆRURÁÐIÐ TØKK Hjartaliga takka vit øllum, sum við gåvum, blómum og telegrammum gleddu okkum á brúdleypsdegnum. Durita og Bergur Heldur tú ikki BLAÐIÐ sum umboðar landsins størsta flokk? Undirritaði: Navn: Bústaður: tekni meg sum haldara av SOSTALINUM Sendid hendan lepa i afturlatnum brævbjålva til: - [| SIN box 76, 3800 Térshavn