leygardagur 20. september 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 64 — 20. september 1975
Dømdur fyri at hava
sligið 15 ára gamla gentu
— noktar seg sekan
Ein 26 ára gamal maður í Havn er í Føroya rætti dømdur til at gjalda ríkis-
kassanum 20 dagbøtur á 30 kr. ella 20 daga hefti og 250 kr. í endurgjaldi
fyri at hava gjørt seg inn á ein bil. Haraftrat er maðurin dømdur til at
gjalda sakarmálskostnað.
Í fyrra forinum er tann 26 ára
gamli dømdur fyri at hava gjørt
seg inn á eina 15 ára gamla
gentu ein seinnapart í mars
mánaða í Niels Finsensgetu í
Havn og í seinna førinum fyri at
hava sparkað aðra forhurðina í
einum bili, sum stóð stillur uppi
í Hoydølum. Hetta hendi i
oktober 1974.
Maðurin er ikki revsaður fyrr.
Eitt bræv var orsøkin
Undir avhoyringunum i Føroya
rætti greiddi tann åkærdi frå, at
hann dagin fyri hendingina
hevði hitt gentuna, sum hann
varð skuldsettur fyri at hava
gjørt seg inn á, og tá segði fyri
henni, at hann ætlaði at geva
henni eitt bræv. Tann ákærdi
segði, at hann kendi væl
gentuna, men hann skilti, at hon
einki legði í hann. Hann ætlaði
at geva henni eitt bræv, har
hann skrivaði, hvussu hon var
ímóti sær. Og longu
kveldið fekk gentan brævið.
Seinnapartin dagin eftir, 18.
mars, hitti tann ákærdi gent-
una, sum tá var í fylgi við einari
vinkonu, beint uttan fyri
Restorffs Kondittari. Um sama
mundið kom móðurin at gentuni
framvið, og dótturin, sum hevði
brævi uppi á sær, segði, at hon
fór at lesa tað upp. Tá hon var
liðug at lesa brævið, segði tann
ákærdi, at hann vildi hava tað
aftur. Hann helt seg nú hava
skilt, at gentan als ikki legði lag
í hann, og at brævið kundi fara
at elva honum trupulleikar, um
hon hevndi seg inn á hann.
Gentan gav vinkonuni brævið,
men tann ákærdi tók tað úr
hondunum á vinkonuni. Gentan
gjørdist nu ilsk og slóð við foto-
tólinum, sum hon hevði í
hondini, eftir tí ákærda. Hann
royndi at verja seg við hond-
unum og tók gentuna og risti
hana. Tann ákærdi noktaði fyri,
at hann hevði sparkað ella sligið
gentuna, men rýmdi við brævin-
um og pettaði tað sundur.
sama '
brukarastevnan
Tosadi ilt um hann
Gentan, sum tann 26 åra gamli
varð skuldsettur fyri at hava
gjørt seg inn á, segði í rættinum,
at hon í brævinum frá tí ákærda
varð skuldsett fyri at tosa ilt um
hann. Hon segði, at hon las
brævið upp fyri móðurini, men á
ein slíkan hátt, at ikki oll kundu
hoyra tað. Tann ákærdi vildi
hava brævið frá henni, men
gentan vildi ikki lata hann fáa
tað, tí móðurin segði, at politiið
átti at fáa brævið. Gentan
greiddi frá, at tann ákærdi helt
fast við sítt, at hann skuldi hava
brævið, og tí gav hon vinkonuni
tað. Aftan á at vinkonan hevði
latið gentuni brævið aftur, slóð
tann ákærdi hana í andlitið fleiri
ferðir.
Gentan visti ikki at siga, um
tann ákærdi brúkti nevarnar,
men hon datt í vegin og varð
eisini sparkað í ryggin.
Fylgdi gentu til hús
Í tí seinna málinum greiddi tann
ákærdi frá, at hann tann 31.
oktober í fjør hitti eina gentu í
býnum, sum hann kendi, og
hann fylgdist við henni niðan í
Hoydalar, har gentan búði.
Meðan tey gingu fram við
Ítróttarhellini á Hálsi, koyrdi
ein bilur fram við teimum, og
tann ákærdi segði, at hann hevði
sæð tann sama bilin standa
longur niðri. Hann helt, at hetta
var eitt tekin um, at tann, sum
koyrdi bilin, ætlaði at taka gent-
una uppí og koyra hana til hús.
Tá bilurin hevði koyrt fram við
teimum, steðgaði hann, og
maðurin í bilinum tosaði við
gentuna. Hon setti seg í bilin,
sum koyrdi oman í Hoydalar.
Tann ákærdi gekk oman ímóti
bústaðnum hjá gentuni fyri at
biðja um eina frágreiðing. Á veg
oman i Hoydalar metti tann
ákærdi tí sama bilinum, sum tá
kom koyrandi ímóti sær. Tann
åkærdi fór heilt út til vegjaðaran
sosialurin
og sparkaði eftir bilinum, tí
hann var vorðin ilskur inn á
mannin, sum koyrdi bilin. Tann
ákærdi segði, at hevði hann ikki
flutt seg, hevði hann ivaleyst
verið ákoyrdur. Annars helt
hann ikki, at sparkið var so hart,
at tað var orsøkin til bugluna á
bilinum.
Rann undan
Maðurin, sum koyrdi bilin,
segði, at hann helt, at gentan,
sum tann ákærdi var í fylgi við,
heldur rann enn gekk. Hann
segði, at hann helt, at gentan
vildi sleppa frá ti ákærda. Tá
bilurin steðgaði, spurdi bilfør-
arin gentuna, um hon kom uppí,
og hon svaradi, at hon heldur
enn fegin vildi verða koyrd til
hús. Tey koyrdu oman í Hoy-
dalar, har tey hittu eina aðra
gentu, og øll trý fóru tey í
bilinum til Havnar, har tey vóru
eina letu. Tey sóu einki til tann
ákærda og roknaðu við, at hann
var farin til hús. Seinni koyrdu
tey niðan á Hvítanes, og har
varnaðust genturnar, at tann
ákærdi var staddur í Hoyvík
nærindis bústaðnum hjá gent-
unum. Tey fóru síðani aftur til
Havnar, men tå bilførarin koyrdi
genturnar til hus, sat tann
åkærdi inni i håsinum. Onnur
gentan fór innaftur at tosa við
tann ákærda og fáa hann út.
Ímeðan koyrdi bilførarin eitt
sindur burturfrá fyri at halda
eyguni við, hvat hendi. Tað
vardi eina løtu, og tá kom tann
ákærdi rennandi ímóti bilinum,
sum nú vendi móti Hvitanesi.
Tá tann ákærdi var komin heilt
nær bilinum, royndi bilferarin at
koyra fram um hann, men tann
åkærdi leyp tá mitt út á vegin og
sparkaði aðra forhurðina. Hetta
hendi, meðan bilurin stóð stillur.
Bilforarin spurdi, hví tann
åkærdi gjørdi hetta. Hann svar-
aði, at bilforarin hevði einki vid
síni privatu viðurskifti at gera.
Síða 3
filmir ið koma
Tað man vera sjáldsamt, at
ein lesur leikskránna, áðrenn
tú sært ein film. Í vón um, at
tygum hóast alt gera hetta,
nýti eg høvi til at biða tygum
gloyma alt, sum tygum hava
lisið ella hoyrt um »GIFT«.
Sit ikki sum á nálum og bíða
eftir »ti freka«. Fyrst og
fremst er hetta ikki so frekt,
sum tað átti at verið, og hetta
er sensurinum fyri at takka.
Og i aðru atløgu — og tað er
rættiliga týdningarmikið —
er hetta ikki ein pornograf-
iskur filmur, tygum skulu
síggja, men ein filmur, har
pronografiin hevur ein leik-
lut.
Og hví ger hon tað? Av tí
einfaldu orsek, at pornografi-
in eisini hevur sín leiklut
uttan fyri biografsalirnar. Og
tað kann hon eisini, men eftir
míni uppfatan, bert sum ein
minni partur — sum ell hava
tann eginleika at gerast gift,
tá ov nógv verður gjørt av.
Um pornografiin fær høvuds-
leiklutin, ella sjálvan tittul-
leiklutin í lívsins sjónleiki, so
er okkurt galið, so er vandi á
ferð, so eru vit á veg úr
komediuni og inn í tragedi-
una, har hin hálvi sannleikin
er vorðin allur sannleikin.
Filmurin er ikki ætlaður at
vera ein einoygd verja fyri
borgarastættina ella eitt júst
so einoygt álop á frælslyndi,
men harafturimoti sum ein
ávarin móti báðum — bæði
móti innantómum og óekt-
aðum borgaralyndi og móti
einum frælslyndi, sum er
farið út um mark. Tað er
forvitnisligt
upplýsandi
spenningur
GIFT
óivað rætt, at fleiri av okkara
vanahugsanum treingja til
nærri umhugsan. Men júst í
einum slíkum føri, har vit
hava mist fótafestið, er tað
neyðugt at vera varin og
hava tunguna mitt í munn-
inum, um vit ikk $kulu missa
fótafestið heilt og falla í
fangið á einum hálvum sann-
leika, freistandi ilatin sum ein
ævinleikaloysn. Materialism-
an og hin vaxandi skari av
tulkarum geva fólki boð um
at heilaga sær >likamið< sum
lekidóm, sum kann lekja allar
sjúkur, politiskar á sama hátt
sum menniskjansligar, men
við ti í huga, at tað so ikki eru
fleiri. Hin ungi maðurin í
filminum heldur tað. Og mót-
stødumadur hansara, familju-
faðirin, heldur nærum tað
sama, tí hann ikki av álvara
heldur nakað annað. Og hver
ger í veruleikanum tað?
Sjálvt í endanum á film-
inum, tá faðirin, borgarin, av
álvara fer í mótálop, hendir
tað í ødi, og ikki við meining
aftanfyri. Tað er í líka stóran
mun sær sjálvum hann
berjist móti. Tað sama vildi
tygum eisini gjørt, og skulu
eisini gera. Filmurin er ikki
nøkur loysn, hverki til trup-
ulleikan, sum giftarmålid i
ólukkumáta er, ella til virdis-
nihilismuna, sum hóttir tað.
Hann er alramest ein hjálp til
sjálvhjálp. Ein motgift.
Hetta er tikið úr leikskránni,
sum Knud Leif Thomsen
hevur skrivað. Filmurin
gongur í Sjónleikarhúsinum.