Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. september 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 64 — 20. september 1975 Stubbar uttaneftir Politiskir fangar í 107 londum I frågreiding frá Amnesty International varð sunnudag- in sagt, at í 107 londum verða fólk sett føst fyri hugsan sína, teimum verður noktað skjót rættargongd, pind ella avrættað í 1974 — 75. Altjóðligi mannarættindar- felagsskapurin Amnesty Int- ernational segði, at ell lond- ini, sum nevnd verða í frá- greiðingini, eru limir í ST, og hava játtað at rætta seg eftir lógini um mannarættindi hjá felagsskapinum. 48 deyð av bussvanlukku 48 fólk doyðu av tí at bussur teirra datt niður í áarmunnan nær havnabýnum Puntarenas í miðamerikanska statinum Costa Rica. Hetta er stersta bussvanlukka í landinum, sigur løgreglan. Einans 14 ferðafólk komu frá vanlukk- uni á lívi, og tvey teirra eru álvarsamt særd. Millum tey óskaddu er bussførarin, sum fyrr hevur verið úti fyri buss- vanlukku, sum tók lívið av 36 fólkum. »2. juni- føkk« sett føst Fåar timar eftir at »2. juni felagsskapurin< hevði hevnt tøkuna av trimum bólkalim- um við einum bumbuálopi móti hevuðsjarnbreytasteðini í Hamburg, gjørdi løgreglan aftur álop á bólkin. Ein av leiðandi limunum, s2m verð- ur mistonktur fyri at hava verið við til at burturflyta CDU politikkaran Peter Lor- enz, hin 32 ára gamli Fritz Teufel og 25 ára gamla gentan Gabriella Rollnick, vórðu handtikin í Vestur- berlin Norðurlendskt samstarv sum fyrimynd Tað samstarv, sum norðan- lond hava sett í verk tvertur- um mørkini, serliga hvat við- víkur flutningi av arbeiðs- megi, miljøvernd og ferðslu- sambandi, eigur at vera fyrimynd fyri samarbeiði millum onnur demokratisk europeisk veldi. Hetta varð týðuliga gjørt greitt á fundi í Innsbruck í Eysturríki, har tosað varð um samarbeiði millum markalond, sum eur- oparáðið helt, við 13 luttak- aralondum, harimillum Dan- mark, Noreg og Svøriki. Sivilklæddur løg- reglumaður dripin Ein spanskur løgreglumadur, sum var våpnaleysur og i sivil, varð sunnudagin stung- in við knivi av 10 monnum. Spanska sjónvarpið segði drápið vera eina terrorat- sókn. Hetta er 12. løgreglumad- urin, sum er dripin í Spania í ár. »Nåttarvørdurin« skorin upp vid knivi Vidgitna listarverk Rem- brandts, Nåttarvørdurin, sum er ein av bestu listarverkun- um å Riiksmuseum Amster- dams, varð sunnudagin skor- ið av einum arbeiðsleysum lærara. Løgreglan, sum handtók læraran, sigur, at hann uttan iva var sálarliga brekaður. Ein talsmaður fyri listar- savnið sigur, at teir halda, at listarverkið kann gerast aft- ur. Hesin stóri málningurin, sum verður framvistur í einum serstøkum høli á savn- inum, varð stungið umleið 10 ferðir í miðuna, segði tals- maðurin. Eisini bardagar í Beirut Reuter: Vinstravendu flokk- arnir í Libanon hava avblást aðalverkfallið, sum verða skuldi mánadagin, segði lib- anesiski forsætisráðharrin Rashid Karami, sunnudag seinnapartin. Frágreiðingin kom út ein dag eftir bardagarnar millum kristnar og muhammedanar- ar, har tvey óviðkomandi vórðu dripin av skotum í út- jaðaranum i Beirut. Stødan í høvudsstadånum var spent orsakað av tíðindum um burturflytingar. 10 fólk vóru burturflutt í og uttan fyri Beirut, og skotbardagar vóru í eystara býarparti Karami segði í eini út- varpssending, at vinstraleið- ararnir vóru samdir um at av- lýsa verkfallið, eftir at hava samráðst við stjórnina. Vinstraleiðararnir høvdu lagt til rættis verkfall, ti at stjórnin hevði givið ordrar um at seta herin ímóti stríð- andi bólkunum í Tripoli. Landshúsarhaldið Fyribilstelini fyri 1974 vísa, at vit innfluttu fyri umleið 625 miljónir krónur, meðan vit út- fluttu fyri bert umleið 485 miljónir krónur. Við eðrum orðum hava vit so havt eitt hall á handilsjavnvágini upp á einar 140 miljónir krónur. Landshúsarhaldið kann javn- metast við eitt vanligt húsar- hald. Rokna vit so við, at tað eru 10.000 húsarhald í Feroyum, svarar hetta til at hvert húsar- haldið hevur havt eina innteku upp á 48,500 krónur, meðan út- reiðslurnar hava verið 62.500 krónur. Hvert húsarhaldið hevur soleiðis havt eitt hall upp á 14.000 krónur. | Hver er nú orsekin til, at hallið hjá landshúsarhaldinum er so stórt? Er ov lítið selt, ella er ov mikið keypt? Tað er her ikki talan um, hvussu stórar negdir vit hava innflutt og útflutt, men um tann prís vit ávikavist hava latið og fingið. Men helst er tað so, at vit bæði hava selt ov lítið og keypt ov nógv. Tey seinastu árini er lands- umsitingin farin undir at gera eitt hagfreðisligt arbeiði, at gera upp í samanfatandi tølum, tað ið viðkemur landsins viðurskiftum. Men tíanverri er henda hag- frødi bert vend móti tí einu“ síðuni: inntøkunum fyri tað, ið útflutt er. Spyr ein eftir hagtølum vid- víkjandi innflutningi, verður svarað, at tey fáa vit frá Dan- marks Statistik, og eru telini 2 ára gomul, tá tey koma fram. Skulu vit gera okkum vónir um at fáa javnvág í landshúsar- haldið, mugu vit til eina og hverja tíð vita, hvussu nógv og hvat ið vit innflyta. Og vit kenna frá eðrum londum, at eitt tað ið hevur mestan týdning, tá tey hugsa um at hjálpa upp á handilsjavnvágina, er at seta avgjald og toll á innfluttar verur. Tað er hugstoytt at síggja, hvussu nógv vit innflyta av verum, sum vit lættliga kundu gjørt sjålvi. Her skulu bert nevnast nekur heilt få dømi um skilaleysan innflutning. Skip, elementbygningar, skúlainn- búgv, hálv- og heilfabrikerað hús, køkar, vindeygu, rútaglas, línur og annað togverk, seym, fiskavørur, kjøt mjólk, grøn- meti, øl klædnavørur, pakkitil- far, skúlaamboð (skrivibøkur v. m.). Soleiðis kundi ein hildið áfram við at finna innflutnings- verur, sum vit heilt ella lutvís sjálvi kundu havt virkað. Bert hesi fáa dømi vildu verið nóg mikið til at fingið javnvág í landshúsarhaldið. Men hetta krevur, at teir, ið stýra, hava opin bæði eygu og oyru, og at teir hava mót í lív- inum og tora »at tala Roma imod«. Hetta krevur inspirerandi upplýsingararbeiði millum ung- dómar. Hetta krevur kanningar- arbeiði og iløgumøguleikar hjá føroyskum heimamarknaidnadi. Eingin kann vinna seg rikan, men øll kunnu spara seg rikan. Er tað ikki upp á tíðina at hugsað verður um at fáa inn- flutningin niður á ein tilikan hátt, at tað samstundis gevur meira arbeiði her á landi til bæði foroyskar handverkarar og til virkisfúsar ungdómar. Hetta vil gera samfelag okkara minni viðbrekið og minni einstáttað. Eisini kundi ein tílíkur heima- marknadaridnadur verið grund- arsteinurin undir seinri útflutn- ingsídnaði. Adolf Hansen Um politiið í Havn og Havnarborgarar Eg vil hervið greiða tykkum frá minari hugsan um politiid í Havn og Havnarborgarar. Nu havi eg so sjálvur gjørt kanning av umsteðunum í býi okkara. Tað er stødan millum politiið og havnarborgarar og væntandi fylgjurnar. Tað eru ivaleyst nógvir borgarar, sum hava sínar atfinningar at politinum, men vilja tit havnarborgarar eðrum nakað gott, so vil eg biðja tykkum halda tykkum so langt frá politinum sum gjørligt, um tit ynskja at sleppa undan at fáa óbehagiligheitir seinni. Tí at kanningin vísir á nøkur álvarslig bek, sum eru til stóran skaða, likam- og sálarliga niðurbrotin, sum tey ið avhoyrd verða, koma út fyri. Og tað er heldur ikki rætti framfaringarháttur, teir so mangan dagliga brúka, tá ið ein folir seg ógvuliga illa og órætt- víst viðfarnan av teimum og verða tvungin at siga sannleik- an, sum hann er. Og tað er tí alt annað enn gott at verða skuld- settur fyri slíkt, sum man ikki hevur framt. Onkran betri fram- faringarhátt til avhoyringar máttu teir funni, sum vildi lætt um møguleikarnar at progva sannleikan sum hann er, men onkur skal jú hava skyldina fyri tað, sum framt verður. Slíkt hevur ein so mangan upplivað. Vit vita øll fullvæl, at teir hava nógvar ymsar lógir og para- graffir og mangar ábyrgdir í dagliga arbeiðinum at syrgja fyri at yvirhalda umframt at fáa allar borgarar at respektera lóg- irnar og paragraffirnar tær nógvu. Skrivstovuarbeiðið um- fatar dagligu politileiðsluna um- framt hvenn dag at skriva rapportir um øll tey mål, ið teir hava um hendi umframt avhoyr- ingarnar. Og harafturat kemur so at halda fyrr nevndu lóg- irnar og paragraffirnar og syrgja fyri, at borgararnir respektera tær, men tað kann mangan verða torfort. Men latið teir sjálvar klára seg uttan at biðja onnur um hjálp. Havnarborg- arar, teir fáa jú len fyri tað arbeiði, tað fáa tit ikki. Stutt og greitt: ungdómurin og politiið eru figgindar hver móti ødrum. Gott er at hava politiið, verður sagt. Ja so leingi teir fara siðiliga og hóvliga fram, ikki brúka harðskap, sum elvir til uppesan og stríð millum okkum oll somul. Sjálvandi vildi tað verið gott, um teir sóust spák- andi eins og koyrandi, serstak- liga um dagin og út á kveldið til aftaná midnátt, men teir skula heldur ikki á henda hátt geva skrekk, ið kann fera til eitt sorgarlív av mannajakstranini. Við hávirðing Hans B. Hansen Byggitilfar til sethås og adrar bygningar i byggisettum ella eftir tilfarslista kann útsvegast. Tilboð fáast við at venda sær til JÓHAN PETUR PETERSEN telf.22 - Norðskála NS —A———T—T———