Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. september 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

——— SS Nr. 64 — 20. september 1975 Tummas Jensen til áminningar Mikudagin 16. september frættust deyðsboðini av Tummas Jensen, prentara. Hann var borin í heim í Fuglafirði í 1932, og bleiv hann sostatt bert 42 ára gamal. Hann giftist við Louisu Udbø i Havn, og vóru trý børn í hjúnarlagnum. Fyri góðum tveimum árum síðani mátti Tummas, ella Tommy, sum hann eisini varð nevndur millum starvs- brødur sínar, leggja frå sær, tí heilsuni bilaði. Tað gjørdist ein long sjukralega, og tað tóktist, sum hann fór at vinna á hesum broddi, men sum frá leið varð skilligt, at Tummas skuldi bera krossin, sum eingin mannahond kundi taka frá honum. Tá Tommy kom á prentsmiðjuna á Heygsbreyt í Havn, kom hann at starvast vid Poul Karbech Mourit- Í sen, sála, sum meistara. Báðir høvdu teir hver í sínum lagi gávur sum góðir prentarar. Karbech við sínum lætta, prátingarsama lyndi, Tommy sum hin stillfori, sum uttan nakran håva gjørdi sítt arbeiði, mest sum maskinsetari. Tað var ikki lyndi hjá Tummasi at skúgva nakað frá sær av tí, sum honum varð álagt. Hann legði haraftur- ímóti dent á at útinna sítt verk til fulnar. Gott máloyra heuði hann — og ikki vóru manuskript- ini, hann fekk at seta eftir, altíð so væl skrivað, men gjøgnum hendurnar á Tummasi var tað sum ein lúkandi hond mangan tók burtur nógua illgresið. Henda typan av prentarum, henda arbeiðsviljandi og samarbeiðshugaða menniskjan er farin. Finst ikki undir hverjum steini. Arbeiðsamboðini vóru ikki góð, men Tummas kendi brekini, og hann skilti, at skuldi nakað koma burturúr, ja so var at liva við teimum, tó treyt- irnar vóru ofta so sum so. Tá Tommy var farin av prentsmiðjuni, kom steðgur í. Eingin kendi og dugdi so væl at fara við teimum slitnu maskinunum, sum hann, eingin annar heuði tol við teimum, tí fóru tær við honum. Tá blaðið var frá hondini, var hýrurin altíð góður á Tummasi. Hann mundi kenna tað, sum heuði hann lagt eitt gott verk úr hondum. Og mær er sagt av fak- monnum, at prentarbeiði úr hansara hondum var væla- arbeiði. Karbech, sáli, sum sjálvur var málfróður maður, segði seg vera væl nøgdan við Tummas, ikki minst av tí at hann heuði so gott máloyra — og hetta metti Karbech hava sín uppruna úr Fuglafirði, har hann segði fólkið tosa eina týðuligast, serliga endingarnar, og væl eisini eitt úrslit av góðum lærarakreftum. Tað er ein hending, sum kanska best lýsir Tummas sum prentara. Tað kveldið, heimurin skakaðist av morð- inum av Kennedy, forseta. Útvarpið boðaði frá ófrætta- tíðindunum, men vit høvdu skrúvað fyri aftan á tíð- indini, tí fólk var komið at vitja. Um sjey tíðina ringir; Tummas í telefonini, sigur blaðið vera liðugt at koyra, síðsti formurin settur og umbrotin, men hesi vanlukku tíðindi. Metti at bíðast mátti fyri at fáa tíðindini við. At hetta gjørdist seint kveld á prentsmiðjuni og Tummas seinur við hús sum so mangan, er vituligt. Soleiðis var arbeiðsmaðurin og samarbeiðsmaðurin Tummas J. Jensen. Vit hava leingi saknað Tummas, vónaðu hann fór at vinna heilsuna aftur. Men hjá teimum, sum eftir hann sita, Louisu og børnunum, er tað ein troyst at vita, hóast orð í hesum viðfangi megna so lítið, at maður og pápi teirra vann sær hollar vinir, sum fara at bera í sær minni um ein góðan vin við takksemi og størstu virðing. Vit lýsa frið yvir minni hansara. 16/9—1975 J. Lindenskov sosialurin Rigga um til línuveiði Nú troltiðin er av, eru bátarnir farnir at rigga um til línuveiði. Í Klaksvík eru nakrir bátar longu farnir at rigga um. Teir seinastu trol- bátarnir avreiddu mánadagin til Kósavirkið. Fuglberg hevdi 20.600 pund, Hvitham- ar 11.000 og Nevid Reyda 12.000 pund. Nestangi av- reiddi 1150 pund av linufiski til Kósavirkið mánadagin. Oyggjarmúli hevði 2.600 pund. Esther hevur avreitt 28.000 pund av toski undan Íslandi. Teir royna við snellu. Fyrr í vikuni landaði Gerðhamar 168.000 pund av línufiski undan Feroyum og Áarberg 14.200 pund av upsa. Polarborg I kemur mánadagin Mánadagin kemur Polarborg I á Vág undan Íslandi full- fermdur. Polarborg II kemur væntandi seinni í næstu viku. Teir byrjaðu túr fyri 14 degum síðani. Tilsamans fýra trolbátar hava landað til Polarfrost í summar. Teir eru Fiskanes, Fagraberg, Grunnabarð og Gáshólmur. Mánadagin og týsdagin avreiddu Grunna- barð og Fiskanes ávikavist 71 og 111 sentnarar. Fagraberg og Gáshólmur hevdu ávika- Síða 5 kring oyggjarnar vist 20 og: 160 sentnarar. Steinhusbrødur, sum er å linuveidu, avreiddi 34 sentn- arar tysdagin. Ein båtur rør vid gørnum i Vågi. Tad er Karin Maria. Tysdagin av- reiddu teir 79 sentnarar. 40 tons Borgarin, sum roynir eftir svartkalva við Labrador, byrjaði nýggjan túr 6. sep- tember, og teir hava fiskað 40 tons. Borgarin landar í Fer- oyingahavnini. Seinasta túr- in høvdu teir 117 tons. Nýtt margarinvirki Ætlanin er at byggja eitt nýtt margarinvirki á Tveroyri. Nýggja virkið kemur vænt- andi at liggja niðan fyri vegin uttan fyri Drelnesi. A gamla virkinum hava teir higartil verið ferir fyri at framleiða 100.000 litrar at mjólk árliga. Men tervur er á 300— 400.000 litrum árliga. I løtuni fáa suðringar mjólk norðan úr Havn fyri at halda seluni uppi. Aftrat mjólkini framleiðir margarinvirkið eini 50 — 60 tons av borðmargarini og 20 tons av bakimargarini. bg — Frå vigsluni av nyggja skålanum Nýggjur skúli á Tvøroyri fyri 8 milj. kr. Seinasta sunnudag varð nýggi skúlin á Tvøroyri vigdur. Jóhan Weihe, prest- ur, vigdi skúlan, og eisini vórðu reður fluttar fram. Inger Christiansen, fulltrúi, talaði vegna landsstýrið, og Petur Eli Mikkelsen umboð- aði skúlastjórnina. Aftaná handaði Sverri Midjord, bý- ráðsformaður, skúlastjóran- um Mannbjørn Mortensen nyggja skulan. Tad eru byggimeistararnir Thorvald Thorsteinsson og Sigmund Strøm, sum hava teknad skulan. I oktober eru fimm år, síðani útgrevstruin byrjaði. Skúlin er í trimum hæddum við 1800 m? gólv- vidd. Av fakhølum er bókasavn, fysikkheli, landalæru- og bio- logiheli, heli til handarbeiði og køkur. Eisini er útsela við matstovu, sum eisini er ætlað til ungdómsarbeiði á plássin- um. Harumframt eru sjey vanligar skúlastovur, lærara- stova og stjóraskrivstova. Byggikostnaðurin kemur at liggja um góðar 8 milj. kr. Tá er innbúgvið eisini irokn- að.