Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. september 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 64 — 20. september 1975 Finnar ynskja meirilutastjórn Kanningar siga ikki frá størri broytingum. Sorsa endurskipar møguliga gomlu stjórnina Í morrgin og mánadagin skulu finsku veljararnir velja ein nýggjan ríkisdag. Longu framman undan valinum er givið, at eingin stjórn verður skipað við tað sama, og at embætismannastjórnin undir leiðslu av Keijo Liinamaa verður sitandi enn eina tíð. Kanningar undan valinum vísa, at samgongustjórnin undir leiðslu av javnaðarmanninum Kalevi Sorsa, ið legði frá sær í juni eftir at hava sitið í 1003 dagar, bert tervar eitt hálvt prosent í at fáa helvtina av at- kvødunum. Eygleiðarar rokna eisini við hesari stjórnarsam- gongu sum einasti veruligi meguleikin. Stjórnin hjá Sorsa var ein samgongustjórn av Javnaðarflokkinum, Center- flokkinum, Tí liberala Fólka- flokkinum og Ti svenska Fólka- flokkinum. Val í jarn- arbeiðarafakfelagnum Vanliga tekur tað drúgva tíð at skipa stjórn í Finnlandi. Grund- in til at tað kanska fer at draga enn longur út í ár, er hon at fyrst í november fer umboðsmannaval fram til Tað finska Jarnarbeið- arafakfelagið — eitt tað sterk- asta fakfelagið í Finnlandi. Hetta valið hevur stóran týdn- ing fyri arbeiðaraflokkarnar og roknað verður við, at bæði Javn- aðarflokkurin og kommunist- arnir fara at hugsa meira um hetta valið. Og ein stjórn uttan luttøku av Javnaðarflokkinum er næstan ikki møgulig. Litil møguleiki fyri borgarligari stjórn Savningarflokkurin heldur kort- ini, at stjórn kann skipast uttan Javnaðarflokkin. Flokksformað- urin, Harri Holkeri, sigur, at tað er av týdningi at prógva, at finska stjórnin kann vera uttan Javnaðarflokkin, sum hevur sit- ið í stjórnini í niggju ár í slag. Ein stjórnarmeguleiki, sum hev- ur 45,7 prosent aftan fyri seg, sær soleiðis út: Centerflokkurin, Savningarflokkurin, Tann svenski Fólkaflokkurin og Tann liberali Fólkaflokkurin. Haraft- urat kundu hesir fingið hjálp frá Kristiliga felagsskapinum, sum hevur 3,8 prosent. Hvor verður forseti? Tað mest natúrliga er, at gamla samgongustjórnin hjá Sorsa heldur fram. Sorsa sigur sjálvur, at hetta er tað hann sjálvur og flokkur hansara kundu hugsa sær, men so skal Javnaðar- flokkurin hava leiðsluna í stjórn- ini. Formaðurin í Centerflokkin- um, Johannes Virolainen, sigur ikki tað sama. Hann heldur, at hendan loysnin er tann fræg- asta, men harafturiméti heldur hann avgjørt, at ein slik sam- gonga skal leiðast av Center- flokkinum. Tó hevur Virolainen einki sagt um, hvat evni teir hava til forseta. Eygleiðarar gita, at tað er hann sjálvur. Men talan kann eisini vera um fyrr- verandi uttanríkisráðharran, Athi Karjalainen. Hvussu við stjórnarósemjuni? Grundin til at stjórnin legði frá sær í summar og til valið nú, var ósemja flokkana millum. Hetta er ikki gloymt, og nógv herð orð eru søgd undir valstriånum. Hetta síðsta er í løtuni ein tann størsti tverleikin fyri einum komandi stjórnarsamarbeiði millum teir fýra flokkarnar. Kommunistar uttanfyri Uttan fyri gitingarnar um, hver kemur at luttaka í eini komandi stjórn, eru Fólkademokratarnir. Í hesum bólkinum eru kommun- istarnir teir ráðandi. Eingir av hinum flokksformonnunum siga seg vera ímóti stjórnarsamarb- eiði við kom Cunistarnar. Hetta skal tó skiljast soleiðis, at ein samgonga við kommunistar verður bert gjørd í einari neyð- steðu. Størsta orsøkin til at Javnað- armenn eru bangnir fyri komm- unistiskari luttøku í stjórn, er innanflokka ósemja i kommun- N Vit ferma HVØNN TYSDAG i MIKUDAG i HOSDAG i 2. hvørja viku 1 3. hvørja viku i hvørja viku i 3. hvørja viku i EINASTA ÅLBORG HALMSTAD KØBENHAVN i LARVIK (næstu ferð 24.9) ÁLESUND (næstu ferð 22.9) BLYTH (næstu ferð 24.9) SANDNES (næstu ferð 26.9) BEINLEIÐIS TIL FØROYA AVGREIÐSLUR: Chr. Jensen, tlf. 122566 Álborg A/s Traderline, tlf. 130233 Keypmannahavn Wilson á Co., tlf. 18135 Halmstad Bugge á Olsen, tlf. 82090 Larvik J. Hagenæs, tlf. 24078 Álesund T. Schanche Olsen, tlf. 62078 Sandnes W. Harney á Co., tlf. 2331 Blyth Zeyen N.V., tlf. 329296 Antwerpen. BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TORSHAVN DAR Se KNBSS6RS EKI KAT) TIPS: D 0050, EA? DOS 5 O (2 (Al OO 6950 istaflokkinum. Serliga er tad ein stalinistiskur minniluti, ið er ímóti einumhvørjum samarbeiði við teir borgarligu, og tað kann lætt føra til eina stjórnar- spreinging. Aarne Saarinen, formaður hjá kommunistunum, er ikki samd- ur í hesum. Hann roknar við, at teir óivað koma upp á tal í komandi stjórnarsamráðingum, um teir annars kunna fáa nekur av teirra krøvum framd. Aðrir møguleikar Aðrar meira ella minni realist- iskar samgongur kunnu skipast, millum annað ein við luttøku av ollum flokkunum. Men hetta halda flokksformenninir lítið um. Tað kundi verið tann síðsta loysnin og bert til landið var komið burtur úr búskaparligu trongstøduni. Eitt eru flokkarnir og fólk yvirhveur samd um, at skipast skal ein meirilutastjórn, tí annars torir eingin í holt við at beta um búskaparligu trupul- leikarnar, sum Finland eisini baksast við. jm Viðmerking Tá eg las grein i »Dimmu« 9. september viðvíkjandi „viðgerð av ísaðum fiski<, mátti eg taka til pennin. Vit hava trolað við »Perlu« í summar og hava avreitt til Bacalao. Vit byrjaðu við at nýta kassar til allan fiskin og vónaðu sostatt at sleppa toluliga væl undan B- fiskinum, men so varð ikki. Minnist meg rætt, so lógu vit oman fyri 50% B av hýsuni teir fyrstu túrarnar. Eg kom á tal við ein av vrak- arunum, og legði hann mær tey ráð at leggja fiskin, soleiðis varð gjørt upp á besta máta. Hýsan sá sera væl út, og hevdu vit 4 dagar langan túr. Men tá vekta- seðilin kom, vóru 53% B av hýsuni. Vit koyrdu allar kassarnar í land og fóru til eitt annað virki at landa, og so legið tað ljóðar, tá var eingin B-fiskur í lastini Hvar eru tær sokallaðu vrak- aralógir? Eru nakrar lógir fyri okkum? Er hetta ein peningaspurning- ur? ella skal hetta halda fram? »Perla« og »Kristina« eru ikki teir einastu í summar, sum eru raktir av skilaloysi. Tað,. sum fellur mest í eyguni, og tað, sum vit eru misnøgdir vid, er tann stóri munur á virkjunum vid- víkjandi B-fiskinum. Tí vil eg spyrja vrakarastovn- in: Er nøkur fost regla at ganga eftir, ella er tað bara sum best ber til? Fyri okkum er hetta ein pen- ingaspurningur og ivaleyst fyri aðrar við. Tað er hugstoytt, tá ein ger sítt allar besta og alíkavæl fær tann størra helmingin til »B«. Tit, sum ábyrgdina hava, gevið eitt greitt svar. Hvussu og hvat skullu vit gera fyri at fáa góðan fisk? Nólsoy, hin 15. september 1975 Hergeir Jacobsen