Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. september 1975síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 64 — 20. september 1975 Ávísir menn andøva ímóti, sigur marknaðarráðgevin Trúgvi Johansen, sum er handils- og marknaðarráðgevi landsstýrisins, sigur, at foroyingar eiga at flyta meira út av liðugt- gjørdum verum, tí hetta gevur meira til landið. Men ávísir menn andøva ímóti. Trúgvi Johansen, handils- og marknaðarráðgevi landsstýris- ins hevur verið í Feroyum og vitjað. Hann hevur steð í Dan- mark men er her uppi í embætis- erindum: — Uppgávan hjá mær heruppi í letuni er at fáa samband við teir, sum flyta út og teir, ið hava hug at flyta út. Og eg kann hjálpa teimum við trupulleikun- um, sum eru festir í hetta at vera útflytari av einari veru. Nú er vitjanin liðug, og eg haldi, at eg havi tosað við rættiliga nógvar og havi fingið fitt burturúr. Var í Italia Tá hann fór av landinum, var hann fyrst einar 4—5 mánaðar í uttanríkisráðnum í Danmark, og síðan flutti hann niður til Italia at vera umboð fyri útflytarar har. Her var tað mest saltfiskur og hemari, ið seldur varð, og var hann í Italia í eini 3 ár. Men tað var síðani mett her heiman úr Føroyum, at "meira brúk var fyri einum slíkum manni í Danmark, so hann kundi rokka víðari enn bert til saltfisk og hemara. Hann flutti til Danmarkar at rekja starvið har frá august i 1973. Ikki bert fiskur Tað er greitt, at tað av fyrstan tíð mest var fiskur, eg fekkst við. Men í letuni er hetta tann A 3 Ein uppgáva hjá Trúgva Johansen er at vera ráðgevi hjá teimum smáu fiskavirkjunum. Myndin omanfyri er av fiskavirkinum í Árnafirði Trúgvi Johansen: — Ávísir menn andeva ímóti minni parturin, sum eg fáist við. Og í hvussu so er, eru tað meira vidgjørdar verur, tað nú er talan um. Eg kann nevna dømir sum sil, jåkupsskel og konserverada sild. Og fyri at taka eitt dømi um okkurt annad, so havi eg tikid stig til at Føroyar luttaka å eini itrottaklædnaframsyning i Stockhólmi. Har fara vit at lut- taka vi skipstroyggjum. Kannar marknaðir Ein stórur vansi fyri foroyskar útflytarar er, at teir liggja sjálvir so langt frá marknað- inum. Teir kunnu einki kenna til, hvat ið krevst, og tað er ikki lætt at fáa samband við selu- menninar. Tað er hetta, eg so geri. Ég hjálpi foroyska útflytaranum at fáa samband við áhugaðar keyp- arar, og eg kanni, hvar markn- aðurin er bestur. Men ein stórur partur av arbeiðinum er at kanna markn- aðin fyri aðrari framleiðslu enn henni, ið er, soleiðis at føroyskir framleiðarar betur vita, hvat teir hava meguleika at selja í út- landinum. Vit hava alt ov fáar alternativ- ar verur, og tað er hetta, sum eg hjálpi uppá. Viðgera vøruna meira Tað, sum altíð hevur verið ein vansur fyri Feroyar, er, at veran fer ov ótilvirkað av landinum Vit hava útflutt stórar blokkar Síða 7 av fiski, sum verða meira við- gjørdir aðrastaðir. Og hetta gera vit enn. Tann stóri vinningurin liggur í at viðgera veruna meira, enn tað verður gjørt. Um vit kunnu selja meira tilvirkaðar verur, so kunnu vit taka nógv sterri prísir. Og aftrat gevur hetta eitt stórt arbeiði. Eg havi samband við fólk, sum hava í hyggju at fara undir meira tilvirkandi framleiðslu, og mín uppgáva verður at kanna marknaðin í útlandinum, fáa fatur á keypara og upplýsa um veruna og gødskuna. Og til at fáa í gongd slíka framleiðslu havi eg eisini eitt samarbeiði við Ídnaðarstovuna, sum arbeiðir fyri tí sama. Har er millum annað eitt projekt til at gera eitt roykjari. Eg havi minni samarbeiði við Fiskaseluna, sum meira útflytir hálvlidnar verur og beinleiðis ráveru. Teir hava sitt egna selu- met. Kreftir sum andøva ímóti Vit eiga at beta um framleidsl- una, soleiðis at hon verður meira rationelt drivin. Hetta skal skilj- ast so, at vit mugu fáa framleiðsluna automatiserada, soleiðis at maskinkapasiteturin okist. Eitt annað, ið er av týdningi, er, at vit upplæra arbeiðsmegina til at fara um eina slíka fínari framleiðslu. Hetta krevur stórar investeringar, men eigur at verða gjørt. Tað er tó ikki ein og hver, sum er áhugaður fyri at vit fara at tilvirka veruna meira, og tað merkist týðuliga, at onkur andøvir. Málið, vit eiga at miða imóti, er, at vit fáa fleiri verur, ið eru nógv tilvirkaðar og greiðar til útflutnings. Og til tað tíð er at vóna, at vit fáa brúk fyri fleiri marknaðarráðgevum. IDNADARHØSN Ein serligur hollandskur brúk- arabólkur er farin í »eggja- kriggj« móti teimum stóru eggj- aframleiðarunum, eitt kriggj, sum ikki fer at føra til vanliga málið — at fáa biligari vørur. Bólkurin, sum sigur seg verja „alt livandi<, roynir at koykotta egg frá teimum stóru eggjafram- leiðarunum. Bólkurin sigur, at henda nútímans bio-idnaðarliga framleiðslan gevur hesnunum eitt ónáttúrligt lív, ti tær eru noyddar at sita í smáum kassum, og einki annað gera enn at eta og verpa egg. Bólkurin sigur, at høsnini skulu hava frítt rásarúm og skulu hava loyvi til at verpa egg síni á tann hátt og til ta tíð, sum teimum lystir, t. v. s. í umleið 45 minuttir. Bólkurin finnist at, at hjá einari »idnadarhønu« tekur tað 21/9 tíma, og sigur bólkurin, at hetta er ov leingi og ov tungt fyri hønuna. Í inngonguorðunum til frágreið- ingina leggur aðalskrivarin stór- an dent á, at tað verður nýtt minni av peningi til at økja um vápnagoymslurnar og at styrkja um arbeiðið hjá ST fyri friði. Vápnagoymslurnar hava aldri verið so stórar í friðartíðum sum nú, heldur hann fram. Samráð- ingarnar innan rammurnar hjá ST hava ikki givið nakað úrslit, ið bendir á nýggjar avtalur fyri Ársfrágreiðingin hjá Kurt . Waldheim aðalskrivara at minka um vápnaframleiðsl- una. At skapa fleiri ekir, sum ikki skulu hava nekur kjarn- orkuvápn, er ein leiðin til at náa frið og tryggleika í heiminum. Utreidslurnar í heiminum til vápnaframleiðslu eru nú nær teimum 300 miljardunum um árið. Á alheimsmarknaðinum verða seld vápn fyri einar 20 miljardir um árið. (dollarar).