leygardagur 20. september 1975síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 64 — 20. september 1975
Fólkið er ongantíð bert áskoðari
til, hvussu tað gongur við sam-
felagsspurningum, men hevur
stersta ávirkan á allar tær stóru
broytingar, ið fara fram.
Tað hendur seg tó, at nógvar
hendingar í samfelagnum ikki
verða ávirkaðar av tí breiðu fjøld
av fólki, tá hesar hendingar
koma fram. Men tað verður altíð
í seinasta enda hin breiða fjøldin
av fólki, sum kemur at avgera,
hvat ið henda skal, og hvussu
spurningarnir skulu loysast.
Sjálvandi eru tað menn, ið
hava roynt at skapt heimssegu,
og tað eftir teirra egna hevdi,
men hetta roynist ikki væl.
Eingin kann virka ímóti ynskj-
um og tervinum hjá fólkinum,
uttan at verða feldur. Nógvir
valdsharrar hava tikið sær eina-
ræði og hava stýrt einum sam-
felag av fólki eftir sínum egna
høvdi, og kúgað onnur. Men teir
eru altid feldir og fara eisini altid
at verða feldir.
Tað er í seinasta enda altíð
fólkið, sum avger, hvussu fram-
tíðin skal vera, og tað verður
fólkið, sum kemur at skriva
seguna.
Men sum sagt, so fara hend-
ingar fram, sum vit í fyrstu
atlogu lítla ávirkan hava á.
Og um hetta kunnu vit taka
eitt dømi úr Føroyum.
Tann parturin, sum hitt for-
oyska fólkið hevur minsta ávirk-
an á, er tann parturin, sum
hevur sterstu ávirkan á okkum.
Tað eru kapitaleigararnir, ella
borgarastættin.
Og tað man ikki vera langt
frá, at einhver veit, hvat ið
meint verður við. Tað eru teir, ið
eiga, taðs veri seg virkir, skip,
fiskasølu, handlar, smiðjur ella
annað, sum teir, uttan at hava
fyri neyðini at arbeiða, kunna
liva av.
Í hesum parti av fólkinum,
sum vit nú nevna borgarastætt-
in, fer fram nakað, sum vit enn
ikki hava stóra ávirkan á.
Lat okkum siga, at tú selur
seið til alla verðina. Turran seið,
feskan seið, saltaðan seið, fryst-
an seið og seið. Og tú ert so at
siga tann einasti, sum selur seis,
seið av ollum sløgum og til alla
verðina. Men mest av øllum
selur tú seið í stórum frystum
blokkum, sum aðrir stórir menn
tilvirka og gera burturúr. Og alt
fólkið rundan um teg fiskar seið,
og selur til tín. Og tú selur víðari
til aðrar.
Men nú fer ein annar, sum
eisini býr í Føroyum at steikja
seiðin, ein annar ger pakkar, til
at leggja hún í, ein annar ger
suppu av seiðinum, og ein annar
ger seiðaknettir í sós, sum verða
vacuumpakkað á einum virki,
eum ein heilt annar eigur.
Hesir nýtast ikki at koma til
tín fyri at fáa veru sína selda,
men selja hana aðrastaðir. Nú
fer ein sætti at framleiða okkurt
annað, sum ikki er fiskur, men
kanska okkurt av mjólk, ein
annar okkurt, sum gjret er úr
grønmeti. Og so framvegis.
Lat okkum nú halda uppat at
geva dømir. Og fara beinleiðis í
veruleikan.
Tað ið hendir er: Vit hava eina
borgarastætt, sum livir av tí
traditionella vinnuveginum, at
vit eru ein ráveruframleiðandi
eind í heimsskipanini. Og teirra
uppgáva er at halda okkum í
hesi stødu. Hesir eru fastgrónir
og hava hald um politikkararn-
ar. Og hetta vísir seg at passa
væl inn í ætlanirnar hjá teimum
stóru veldunum, sum fegin vilja
heldur hava okkum »meinigu«
foroyingar til at vera apru. Tá
vit ganga í skúla, skulu vit læra
at fíla, egna, fylla skipið á
tremur og at landa. Tá vit eru
vaksnir, skulu vit fíla, egna,
fylla skipið skítafult og landa.
Hetta er teirra vinnuvegur.
Upp stendur ein nýggj borg-
arastætt, sum, sambært dømi,
vil tilvirka veruna meira, so at
profitturin til teirra verður
sterri. Teir kunnu taka ein sterri
vinning, jú meira fiskurin er til-
virkaður. Og hesir eru farnir til
verka. Teir vilja ikki hava, at
fiskurin skal fara so ótilvirkaður
av landinum, men tú, sum ert
hevuðspersónurin í deminum,
Um at selja seið /øvmn
vilt hava hann at fara ótilvirk-
aðan av landinum.
Hetta er í stórum drøgum tað, ið
hendir. Tað er hetta stríð, sum
fer fram innan okkara kæru
borgarastætt, og tað er hetta
stríð, sum eisini okkara stakkals
politikkarar eru drignir uppí,
móti sínum egna vilja. Og vit,
tey ið fiska, flekja, landa, sigla,
salta og skriva um alt hetta, vit
eru eisini, uttan okkara egna
vilja drigin upp í hetta.
Demið er langt frá fullfiggjað,
men sum sagt — hetta er í
stórum dregum. Og hvat annað
skulu vit gera, sum uttanfyri
standa, uttan at hugsa okkum
til, hvussu tað fer fram, og bert
kunnu gita, hvussu leikur fer?
Men vit vita ov lítið — og sum
sagt, — vit hava enn lítla ávirk-
an á, hvat ið skal henda. Men,
sum sagt eisini varð, tað verða
at enda vit, sum fara at avgera
framtíðina og skriva seguna.
H.O.
Nyggjar skålabøkur
Føroya skúlabókagrunnur hevur
givið út 4 nýggjar bekur til
skúlabrúks.
Kristnikunnleiki til
5. skúlaár
er framhald av bókini Kristni-
kunnleiki til 4. skúlaár eftir
somu arbeiðsætlan, soleiðis at
roynt verður sum best at læra
næmingarnar at lesa í Bíbliuni.
Har eru nógvar myndir í bókini.
Partar av tilfarinum eru tiknir úr
danskari bók við navninum
»Kristendomskundskab«.
Arbeidshefti
til Småsøgur fyri yngri børn,
1.—7. hefti. Hetta er eitt einnyt-
ishefti, har børnini skriva i.
Heftið er fyrst og fremst ætlað
til lesivenjingar, og uppgåvurn-
ar eru einfaldA. Næmingarnir
kunnu eisini seta litir á mynd-
irnar. Tað eru teir báðir Nick
Thomsen og Jóhannes Enni, ið
greitt hava úr hondum.
Frá oydimørk
til regnskóg
sum Eilif Samuelsen hevur
umsett, er ein bók til nýtslu í
landalæru ella kunning. Aftast í
bókini eru uppgávur til textin.
Summardáin
eitur bók, sum Herver og Dárður
Jákupsson hava gjert. Ingrið
Dalsgarð hevur stuðlað og hjálpt
til við at leggja bókina til rættis.
Tað er ein ófera skemtilig skrivi-
bók, sum bern kunnu fegnast
um. Bernini fáa við bókini eisini
møguleikar at tekna og mála í
hana eisini.
00000000000
Lesið sosialin!
Haldið sosialin!
Keypið sosialin!
Ur Køben-
skip havn Ur Ålborg
RAVNUR
BLIKUR 19.9
BLIKUR 26.9 25.9
RAVNUR 3 30.9
BLIKUR 3.10 2.10
SKIP
BLIKUR 10.10 9.10
RAVNUR 14.10
BLIKUR 17.10 16.10
Ur Halm-
stad
Ur Leith I Føroyum
22.9
22.9
29.9
6.10
6.10
6.10
13.10
20.10
20.10
1.10
2.10
15.10
Ravnur fermir i Drammen 2.10 og 16.10.
Skip fermir i Delfzijl 30.9.
PF SKIPAFELAGID FØROYAR
spælir ut!
B-2R vid rytmubox, basspedalum og bonki
kr. 4.900
kr. 4.560
Kontantprisur
tif. 12625
TAVNI
andsfelagið
eo at bata
Landsstevnan
27. — 28. sept.
Sum árini frammanundan verður landsstevna felagsins
hildin í september — í ár seinast í mánaðinum. Aftur
hesa ferð hevur nevndin valt eitt vikuskifti, fyri at so
nógv sum gjørligt kunnu vera við uttan at missa
arbeiðsdag, og umframt felagsins limir eru øll, sum
áhuga hava fyri tí arbeiði, Javni ger, vælkomin til fund-
irnar.
I ár gjørdi nevndin ta broyting í skránna, at byrjað
verður við aðalfundinum. Skráin er annars henda:
LEYGARDAGIN 27. SEPTEMBER
kl. 14.00—16.00 Aðalfundur (er lýstur í blødunum)
16.30—17.30 Um fo, eldrasamarbeidi heima og
i øårum londum v/ Tommy Petersen,
sosialráðgevara, o. fl.
Nátturðaborð og okkurt til skemt-
unar
19.00
SUNNUDAGIN 28. SEPT.
kl. 15.00—16.00 Fyrilestur um broytingar innan
andsveikaforsorgina í Føroyum
v/ Klaus Hermann, almannastjóra
16.15—17.00 Virkisnevnd felagsins gevur frá-
greiðing
17.00—-17.30 Kaffisteðgur
17.30—19.00 Samandráttur og frítt orðaskifti.
Landsstevnan verður hildin i Havn í Høllini uppi á
Statssjúkrahúsinum, og byrjað verður stundisliga kl. 14
leygardagin. Vónandi meta fólk ikki minni fjølment enn
árini frammanundan.
Vinarligar heilsur
Nevndin