leygardagur 20. september 1975síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
sosialurin
unum er annars »Øskufia« tað,
sum øll fólk kenna best. Dagin í
dag eru 345 ymiskir mátar, sum
fólk hava sagt frá hesum
ævintýri.
Men so er sjálvandi eisini tað
at siga, at ímillum øll hesi hug-
takandi ævintýrini, eru sjálv-
sagt eisini eisini nakrar »byttl-
ingasegur<, sum meður hava
sagt fyri teimum bernum, sum
kanska ikki hevdu fingið so
nógv til frá Várharra, ti tær
vildu geva teimum eitt sindur
meira av áliti á seg sjálvan. Og
endin av øllum verður allarhelst,
at hetta tómarognið, sum allar-
helst er steintápuligt, men
kortini hevur hug á konufólki,
situr at enda sum á kjørubreyt
við bæði lukku og rikidømi í
sínum Jákup á Mønska favni. Ti
næstna ongantíð er tað, at
býttlingurin hevur vunnið hetta
av egnum ávum, men ofta
verður hann hjálptur av for-
sjónini — hetta kann so viðhvert
vera av einum fugli, einum
fittum, gomlum manni ella
einari góðari vættur. Men >idi-
oturin« er og verður kortini
»idiotur«.
Ævintyrini
verða umsett
Ikki vardi leingi til øll ævin-
týrini vórðu umsett til øll
heimsins tungumál, og bernini í
ollum hesum sokalladu >civili-
seraðu< løndunum dugdu bæði
at lesa tey -og at lurta eftir
teimum. So ótrúligt tað ljóðaði
vórðu tey eisini útgivin á
swahili, tadzjiki, bengali og
ollum hesum merkiligu málun-
um, sum fáur og eingin veit um,
men sum verða tala niðri í
svartasta Afrika.
Sum frá leið og ævintyrini
konu inn i afrikansku jungluna,
broyttust tey so við og við. Í
einari av teimum afrikansku frá-
søgnunum lata Afrikanar Øsku-
fiu sigla til veitsluna i einari
»kano«, og i Afrika eru husini
hjá gandakellingini ikki gjørd úr
pannukøkum, men úr salti, sum
er størsti dyrgripurin har niðri.
Og av ti at teir ikki kenna kava
um ækvatorlinjuna, verður
„Snjóhvíta< har nevnd »Hvita
blåma«.
Påpin vildi hava bådar
at lesa jura
Hesir báðir brødurnir, sum góvu
heiminum hesar dýrgripir, vóru
elstir av einum systkinaflokki,
sum taldi 6 systkin. Pápin var
sakførari í suðurtýska bynum
Hanau. Báðir vórðu teir ógvu-
liga hart uppvandir, men blóðið
rann altid so mikið tjúkt teirra
millum, at altid visti annar, hvat
hin gjørdi. Báðir gingu teir í.
sama skúla, og báðir lósu teir
løgfrødi, tí tað hevði påpin so
staðiliga álagt báðum, og tað
høvdu teir eisini so stadiliga
lovað honum, áðrenn hann fór av
verðini. Og allar bekurnar
skrivaðu 5reðurnir saman báðir,
men kortini vóru hesir báðir
menn so ymiskir, at teir fyri tað
kundu verið tjúgundu menn úr
ætt.
Jákup var lágvaksin, tutlutur
og hevði so fagurblá eygu.
Frálíka góð evni hevði hann,
men ógvuliga álvarsamur mað-
ur. Hann roykti ikki, gjørdi
ógvuliga lítið av ti váta slagnum
og legði lítið í at vera saman við
eðrum fólki. Hann doyði gamal
drongur. Wilhelm, sum var eitt
ár yngri, var hávaksnari enn
beiggin, vakur maður og altíð so
brosandi, góður at fáast við, og
so hevði hann eisini hesi kólbláu,
droymandi eyguni! Og tað
besta, hann visti, var at vera
saman við eðrum í góðum lag,
saman við góðum vinum, sum
sungu tey gomlu fólkalegini.
Og ikki nýttust hesum báðum
gávaðu breðrum at sita einsa-
mallir, hvør í sínum heraðshorni
og skróla, nei, teir dugdu væl at
halga fólk aftrat sær og at siga
ævintýr fyri teimum, men tað
var so Wilhelm, sum var hin
føddi fråsøgumadurin, sum hev-
ur skrivad tey upp i tey snidi,
sum vit nú kenna. Hóast hann
altíð hevði havt góða konufólka-
Nr. 64 — 20. september 1975
eydnu, giftist hann ikki fyrr enn
hann var farin um tey fjøruti.
Jákup vil sleppa at
búgva hjá teimum
Tá Wilhelm at enda fekk upp í
lag at giftast (brúðurin var apo-
tekaradóttir), legði Jákup dýran
við, at hann vildi sleppa at
búgva hjá bróðurinum og konu
hansara. Og hóast Jákup var
føddur gamal drongur og mang-
an kundi tykjast strangur og
uppgjørdur, var hann í roynd og
veru heilt ótrúliga hjartagóður
og elskaði bæði konu Wilhelms
og bern hansara, sum hevdu tey
verið hansara egnu. Lív var í
heimi teirra, og tey livdu ógvu-
liga lukkuligt. Bernini sluppu at
beistast allastaðni, uttan í
arbeiðsrúminum hjá Jákupik
men hvert kveld kom Wilhelm,
áðrenn tey sovnaðu, inn í
kamarið hjá teimum og segði
teimum frá einari segu.
50 ár av lívinum
Meira enn hálva eld brúktu
brødurnir báðir til at kanna forn-
øldina. Gamlir sótu báðir og
huku yvir gomlum handritum og
funnu har evni til aðrar og
nýggjar bøkur, t. d. »Deutsche
Rechtsalterthiimer« og >Die
deutsche Heldensage«. Bådir
lærdu teir seg eini tiggju mål og
umsettu gomul ævintýr og
sagnir úr Noreg, Danmark,
Skotlandi og Írlandi.
Orðabókin
Tey seinastu árini brúktu hesir
stak gávaðu breður til at skapa
ta veldigu orðabókina, sum teir
altíð høvdu ætlað skuldi verða
lívsverk teirra. Tianverri komu
teir ikki longur enn til bókstavin
»F«. Jákup hevði beint í
september mánað skrivað orðið
»Frucht« (frukt), tå hann fell
fram eftir rommum niður á
skrivarborðið. Eina viku seinni
fór hann av verðini, 78 ára
gamal.
Wilhelm, sum altid hevði verið
heilsuveikur og havt ringt
hjarta, doyði fimm ár framman-
undan, hann hevði eisini verið
ógvuliga ringur av astmuni.
Men ikki fyrr enn í 1960 kom
seinasta bindið av orðabókini,
sum breðurnir vóru farnir undir
fyri so mongum árum síðani.
Henda orðabókin, sum er í
heilum 32 bindum, er ein hug-
takandi minnisvarði yvir brød-
urnar báðar og vísindaliga starv
teirra.
Men tað er við teirri lítlu
bókini við ævintýrum, sum øll
børn í allari verðini duga at
skilja, at teir báðir Grimm-brød-
urnir fara at liva so leingi jørdin
stendur.
(2)
A
#1 %|%
8
2
—
=
r
€
Nå
Lu
að
m
i
3
2
SF
SEE
SE
PÅ
ra]
ZY
pe
||
<Ta
LI
<
1.
3
D-=
3
u
MN
pr
FK OD
g
á
7 rr
PD
Fo
ft
fa
å
Tr
þa 4
7
=
m
IKRETRET
TILAT DRIVE
MOSTERIVIRK;
BULE
TE
KK RRO0SSSSOORRPD
LOKAL (SEE ALTÍRINGS-| TONE ÍÞraLT
STOF PLADDERSÆDE
STRØMME]
LEF-
LEDE
WS
| NDE-
KOLTT
m
88
<a
A
CE
ES
9
SE
BR.
€
seu