mikudagur 24. september 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Forova Javnaðarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56411
Johnsigurd Johannesen, telt. 1321?
Prent: Prentsmiðjan á Hevgsbrevt
Innfluttningur
Í PANELGREIN blaðsins seinasta leygardag
skrivaði Adolf V. Hansen, formaður í Megin-
felag Útróðramanna, um landshúsarhaldið og
m.a. um inn- og útfluttningstelini fyri 1974.
HESI TØL,; SUM eru fyribilstøl, verða sett
soleiðis upp, at vit hava útflutt fyri 486 mill.
kr., meðan samlaði innfluttningurin var upp á
625 mill. kr. Ella við oðrum orðum eitt hall á
handilshavnanum upp á 140 mill. kr. Og rætt
er tað.
SÍÐANI VERÐUR landshúsarhaldið líknað
saman við hitt einstaka húsarhaldið, og verður
hetta ivaleyst gjørt fyri at gera tað lættari hjá
vanligum fólki at meta um telini. Úrslitið
verður tá, at hvert húsarhald í landinum í
meðal hevur havt eina innteku upp á kr.
48.500, meðan útreiðslurnar hjá hverjum
husarhaldi hava verið kr. 62.500, og hevur
hvert húsarhald sostatt havt eitt hall upp á kr.
14.000. Og hetta ljóðar ikki av tí besta.
MEN SO LÆTT og einfalt er tað kortini ikki.
Um nú eitt húsarhald í einum ári keypir nýggja
frystibox, eitt nytt køliskåp, eina nýggja heil-
automatiska vaskimaskinu og meguliga aðrar
lutir, ið hvor hevur eina livitid upp á 15 til 20
ár, so er ikki talan um eitt beinleiðis hall upp á
ávíst krónutal hetta eina árið, tá hesin pen-
ingur sjálvandi skal líknast út yvir oll tey árini,
viðkomandi lutir eru brúkbarir.
FRAMMANUNDAN hava vit havt fleiri ár á
rað við yvirskoti á handilshavnanum. Og tað
hevur allar tíðir verið so, at úrslitið á handils-
havnanum í rættuliga stóran mun hevur verið
bundið av, um fá ella nógv skip eru komin til
landið. Tey ár, nógv skip eru bygd ella komin
til landið, hevur altíð verið talan um undirskot
og ofta rættuliga stórt undirskot, meðan talan
hevur verið um javnvág ella yvirskot tey árini,
tá ongi ella bert fá skip eru komin.
SUM TAÐ EISINI framgekk av áðurnevndu
panelgrein, eru hagtelini fyri innfluttningin
ikki tek enn, og tískil kenna vit ikki út í æsir
røttu orsekina til tann stóra og nógv vaksna
innfluttningin, men ongin ivi er um, at inn-
fluttningurin av skipum, maskinum til idnadin,
arbeiðstólum og tílíkum telir nakað nógvar av
teimum 140 milljónunum, ið innfluttningurin er
sterri enn útfluttningurin.
OG HESIN parturin av innfluttninginum er
ikki etin ella slitin upp í árinum 1974, men skal
í komandi árum tryggja okkum eina fram-
leiðslu til útfluttnings, og tá tað ræður um at
tryggja hana, gerast vit ikki ríkir av at spara.
sosialurin
dagbókin
Gudstænasta
Sunnudagin hevur Torkil
Beder, prestur, gudstænastu
í Getu krikju, K. O. Videre á
Tveroyri og J. Weihe í
Fámjin.
Missiónshúsið
við Landavegin
Fundur í kveld kl. 20.
Filadelfia
Í kveld kl. 20 systirmissión.
Telefonandaktin alt samdøgr-
ið á telf. 14880.
Evangeliihúsið
Evangelisku fundirnir í
Ítróttarhellini í Klaksvík
halda fram í kveld kl. 20.
Dennis Burnett og Lincon
Wilson tala og syngja. Tele-
fonandaktin á telf. 12266.
Fólk standa
á bíðilista
Nøkur fólk standa á bidilista
til at koma á Ellis- og Av-
lamisheimið í Vágum. Á
heiminum eru 35 fólk, og tey
eru úr ellum landinum. Har
eru eisini gestarúm, um
onkur kemur at vitja. Hava
tey ongastaðni at búgva,
kunnu tey eisini gista á heim-
inum.
Kloakkarbeiði
útboðið
Vágs býráð hevur boðið út
arbeiðið av kloakkering av
útstykkingini í Toftalíð.
Arbeiðið umfatar gerð av
0. u. 300 metrum av kloakk-
leiðing. Tilboðini verða latin
upp 2. oktober kl. 11.
Minnisvarði
á Strondum
Arbeitt verður fyri at reisa
ein minnisvarða yvir sjó-
lætnar í Sjóvar sóknar
kommunu.
Í hesum sambandi er ætl-
anin at hava útselu 17. og 18.
oktober.
Medicus til sølu
Sjúkrabáturin Medicus í
Klaksvík er nú lýstur til selu.
Klaksvíkingar fingu herfyri
nýggja sjúkabát. Sjúkahús-
stjórin sigur, at tilboð um
keyp av Medicus skulu vera
honum í hendi í seinasta lagi
6. oktober.
Vágs matmødrafelag
byrjar skeið síni aftur 1.
oktober. Skeið verða hildin í
seyming, veving og motións-
fimleiki.
Nr. 65 — 24. september 1975
Uppistova
Losjan Støt Viljen skal hava eydnuhjól til frama fyri
ungdómsarbeiði í dogunum 24. og 25. okt. 1975.
Vit hittast í Uppistovu hvert mánakveld kl. 20 at
arbeiða. Og ell, sum hava hug at stuðla okkum, kunnu
vera við.
NEVNDIN
Sikkerhed
pá en talerstol
Sikkerhed í forhandlingssituationer
Kursus i Taler- og Forhandlingsteknik pá Hotel Hafnia i
Tórshavn 20. —24. oktober.
Gennem praktiske øvelser fár De gennemgået
teknikkerne bag god forberedelse, gennemførelse, på-
virkning, argumentation og afslutning.
Kursusafgift inkl. frokost og materialer kr. 1.600,—.
Undervisningsplan kan fås på Hotel Hafnia eller
direkte fra
akti S
AKADEMIET FOR KOMMUNIKATION A/S
TALETEKNISK INSTITUT
Frederiksborggade 50 - 1360 København K
Tif. (01) 11 60 03
Kunngerå
Å væl møttum fundi 22.9., sambært lysing i blødum og
útvarpi, um prísir á seydakjøti varð samtykt at seta
minstaprisin til 18 kr. kg.
Bondafelag Føroya
Føroya Bånadarfelag
Setið sparipening tygara í
FØROYA
SPARIKASSA
— fólksins peningastovn
tað lønar seg
Vit hava altid å goymslu
alt tilfar til
blikksmid
sanitet
hitaverk
ventilation
Verdur sent
um alt
Tlf. 11071 - Tórshavn landið
Lýsið í sosialinum