Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 65 — 24. september 1975 stubbar uttaneftir Ósemja áðrenn navnkenningina Fáar tímar áðrenn nýggja stjórnin í Portugal — hin sætta síðani hernaðarkvettið í apríl í 1974 móti táverandi høgrastyri — eftir ætlan skuldi navnkennast og setast fríggjadagin klokkan 18.00, varð lagnan longu hótt av grundleggjandi ósemju mill- um luttakandi flokkarnar. Flokskeldur segdu fyri bretsku tíðindastovuni Reut- er, at trupulleikarnir í 11 tíma skyldaðust, at PPD strongdi á fyri at fáa try ráðharrasterv móti teirra higartil viður- kendu tveimum. PPD segði, at bert um teir fáa trý ráð- harrasterv, verður fylt eftir valtølunum frá april valinum. Her fingu sosialistarnir 38%, fólkademokratarnir 27 og kommunistarnir fingu sløk 13% av atkveðunum. Hægstirættur heldur fram við Gandhi- sakarmálinum Indiski hægstirættur avgjer- di fríggjadagin at halda fram við viðgerðini av einum landsrættardómi móti fyrsta- ráðharranum Indiru Gandhi fyri ólógligan atburð undir valinum, hóast ein grund- lógarbroyting fyri stuttum gjørdi dómin til einkis. Hægstirættur tók ikki stæðu til spurningin um rætt- leikan í grundlógarbroyting- ini. Landsrætturin í Allabahad ákærdi hin 12. juni Indiru Gandhi fyri at hava nýtt ólógliga valframferð undir parlamentsvalinum í 1971, og landsrætturin tók frá henni rættin at sita í almennum starvi í 6 ár. Nýtt tilboð til Tchad-partisanar Eitt franskt flogfar tveitti fríggjadagin eini boð og ein sterkan radiosendara niður í Tibesti-fjallagkið í norðara parti av Tchad, har ein parti- sanbólkur hevur ein kvinnu- ligan franskan antropolog sum gidsul. Boðini eru eitt tilboð frá fronsku stjórnini um at keypa frælsi fyri 38 ára gomlu Francoise Claustre, sum varð tikin fangi av partisanunum fyri 17 mánaðum síðani. Kommunistur borgarstjóri í Napoli Býráðið í Napoli valdi friggja- dagin ein kommunist til borgarstjóra. Hin 66 ára gamli Massimo Valenzi varð valdur í eðrum umfari við vanligum meiriluta. Hann bað tó um at fáa umhugsunnartíð, tí hann hev- ur bert undirtøku millum 35 av teimum 80 byrådslimun- um. Yvirgav seg Ein 18 ára gamal drongur, sum var flýddur úr franska herinum og tók fimm fólk til gíðslar undir einum vápn- aðum bankaráni í franska alpubýnum Faverges friggja- dag fyrrapartin, yvirgav seg um kveldið sama dag til myndugleikarnar, eftir at teir høvdu goldið honum umleið 8,5 milliónir krónur í loysi- gjaldi. Fleiri vápn til Idi Amin Forsetin í Uganda fekk undir almennum håtidarhaldi miku- dagin í hovuðsstaðnum Kam- pala eina eskadron av soviett- iskum MIG 21 flogførum, og eisini nýggja útgerð til flota- herdeildir landsins. Hósdagin varð í útvarpi Uganda sagt, at Amin um stutta tíð fer til Sovjett at keypa fleiri flog- for. Markus á Fløttinum farin Týsdagin í farnu viku andaðist Markus Jacobsen, ella sum hann vanliga varð róptur Markus á Fløttinum í Klaksvík. Markus varð borin í heim millum Garðarnar á Norðoyri hin 12. mars 1893 og var sostatt 82 ára gamal, nú hann andaðist. Foreldur hansara vóru Marin Malena, ættað úr Gerðum í Klaksvík, og Getu-Jákup, ið sum navnið sigur frá, var ættaður úr Getu. Bernini hjá Marin Malenu og Getu-Jákup vóru niggju í tali — tvær gentur og sjey dreingir. Kona Markus, sum doyði fyri nekrum árum síðani, æt Maria og var ættað úr Kunoy. Maria og Markus bygdu sær heim á Fløttinum í Klaksvík og fingu átta born — seks gentur og tveir dreingir. Eins og øll børnini hjá Marin Malenu og Getu-Jákup, bar Markus orð fyri at vera av rask- astu og ágrýtnastu monnum og av bestu skilamonnum, bæði á sjógvi og landi. Hann livdi eitt langt og fjøllbroytt lív. Broyt- ingarnar í samfelagnum vóru bæði nógvar og stórar frá ti fyrsta, hann kundi minnast til hann nú legði árarnar inn. Minni hevði Markus sera gott, og ógvuliga væl dugdi hann at siga frá. Hann plagdi at siga frá, tá hann sum heilt ungur fór at rógva út, og tá útróðrabáturin hjá føroyingum var frá átta- mannafarinum og niður eftir. Hann upplivdi slupptidina. Var fiskimadur og førdi eisini skip sjålvur. Hann sigldi undir fyrra heimsbardaga og visti at siga frå fleiri óhugnaligum hendingum, sum honum og feløgum hansara bórust fyri í teimum árunum. Sum uppilagstur fiskimaður livdi Markus eisini eitt langt lív. Hann var arbeiðsmaður, fiska- vrakari og tey seinastu árini vrakieftirlitsmaður til hann fyri umleið 10—12 árum síðani legði hetta starv frá sær vegna aldur. Markus rekti eisini ymisk ålitisstørv. Sum tann fakfelags- maður hann var, var hann stjórnarlimur í Klaksvíkar Arb- eiðsmannafelag í umleið 20 ár, og tá Klaksvíkar Arbeiðsmanna- felag fyri góðum tveimum árum síðani hátíðarhelt 50 ára stovn- ingardagin, mundi Markus vera tann elsti gesturin. Markus var javnaðarmaður og ein heitur talsmaður fyri javnaðarhugsjón- ini. Flokkinum var hann ein trúgvur og dyggur stuðul, og eitt skifti umboðaði hann flokkin í kommunustýrinum fyri Klaks- víkar kommunu. Tað mesta av tí seinasta árinum var Markus nívdur av sjúku og eisini vóru eyguni farin at bila tey seinnu árini. Men annars var Markus andsfrískur. Hann fylgdi væl við í ellum tí, sum hendi. Lurtaði eftir út- varpinum og las bleðini, so leingi sjónin loyvdi tí. Annars gekk hann regluliga oman í Vágstún fyri at fáa eitt prát við aðrar eldri menn. Og komst tú inn á gólvið, vildi hann altíð frætta tíðindir, og sjálvur var hann altíð blíður og prátingar- samur. Hann var fegin um fram- burðin. Um tær bettu arbeiðs- umsteðurnar á sjógvi og landi og um tey bettu livikorini. Markus á Flettinum er farin. Sólin er sett eftir ein langan og strevnan arbeiðsdag við skift- andi veðurlagi, har tað stundum dróg á luftina, var baldrut og ótespiligt, men aðrar tíðir milt og gott. Vit kenna eitt tómt pláss og sterstur er saknurin hjá tykkum, sum avvarða: bern, svigarbørn, abbabørn og lang- abbabørn. Harrin veiti tykkum stroys og styrki. Eina seinastu tøkk vilja vit veita Markusi fyri tann dygga stuðul og tað trúfesti, sum hann altid sýndi ti flokki, ið hann helt seg til, og sum hetta blað um- boðar. Vit lýsa frið yvir minni um Markus. vi Donsku útvarpsmenninir skilja ikki Roland Thomsen Niels Juel Arge, útvarpsstjóri, hevur visandi til eitt lesarabræv í summar sent okkum fylgjandi, sum er úr einum svari, hann hevur frá danska útvarpsstjór- anum Hans Sølvhøj: »Du skrev den 31. juli 1975 til mig og bad mig se på en sag ved- rørende to af Danmarks Radios medarbejderes programrejse på Færøerne og herunder deres besøg på Utvarp Føroya. Indledningsvil vil jeg gerne takke dig for den venlige mod- tagelse I gav vore medarbejdere ved at stille facitiliteter og plader til deres rådighed. Medarbejderne står ret ufor- stående over for oplysningen i hr. Roland Thomsens læserbrev om, at de blev på nær smidt ud igen med den besked, at Útvarpið var ikki interesseret i at avertere for Danmarks Radio. Medarbejderne havde til fulde akcepteret din oplysning om, at det ikke er almindeligt, at man reklamerede for Danmarks Radio í Útvarpið. Jeg er sáledes ked af, at et læserbrev af en udenforstáende tredjemand skulle have givet skår i det ellers gode samar- bejde, der altid har været mellem Danmarks Radio og Utvarp Føroya. Med venlig hilsen Hans Sølvhøj « k Ritan og ferdaætlanin Ritan, sum er eitt frålikt skip, siglir, sum nå er, tveir tårar um dagin til Nólsoyar, klokkan 7 og klokkan 14. Sunnudag siglir hon bert ein túr, og er tað klokkan 18. — Eg taki fult undir við skopuningum, at Rytan skal kunna sigla tveir túrar leygar- dag til Skopunar, tað sama sum hon ger tað hinar dagarnar. Men vit hava so ongan lut havt í at gera ferðaætlanina. Viðvíkjandi tí, sum verður skrivað um hesi 8 ferðafólkini leygardagin, meta vit, at teir hava líka góðan rætt at sleppa til hús sum teir 50. Í Nólsoy eru viðurskiftini soleiðis, at har fæst eingin timaløn, ti noyðist fólk at leita til Havnar at fáa sær arbeiði. Um morgunin sleppst gjarna inn við Rituni, og skal hugsingur verða um at sleppa heim aftur um kveldið, so mugu tey fáa sær bát til vega. Fyri nokrum árum síðan fingu vit ein nýggjan skúla, sum var rættuliga dýrur, og ynskjandi var, at hann eisini kundi nýtast til framhaldsskúla, men so varð ikki. Ti noyðast tey bern, sum ætla sær at halda fram at fara frá foreldrunum og til Havnar í framhaldsskúla. Um tey ynsktu at koma til hús aftur um kveldið, so hava tey heldur ongan meguleika. Eg meini, at Ritan reiðuliga væl kann rekja rutuna bæði til Skopunnar og Nólsoyar, uttan at Sandoyggin á nakran hátt nýtist at verða darvað av ov lítlum ferðasambandi. Báturin er góður og gongur skjótt, og fólkið í Strandferðsl- uni trýtur ikki. Ti mæli eg landsstýrinum til at broyta ferðaætlanina, soleiðis at hon kann sigla tveir reisir leygardag til Sandoynna, tað sama sum hon ger til Nólsoyar. Nólsoyingur 3 —