mikudagur 24. september 1975síða 6
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- SpSialurin
Suðurstreymoyar Javnaðar-
felag 50 ár í morgin
Er elsta javnaðarfelag í landinum
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
hevur 50 ár á baki í morgin,
hósdagin 25. september. Tað er
samstundis elsta javnaðarfelag í
landinum. Nakað frammanund-
Rættleiðing
Í oddagrein blaðsins seinasta
leygardag varð skrivað, at tað
almenna læt nakað av peningi í
sjúkagrunnarnar hjá Føroya
Arbeiðarafelag, Havnar Arb-
eiðsmannafelag og Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag. Her er ein
misskiljing komin í.
Á verandi fíggjarlóg eru av-
settar 60.000 kr. til sjúkra-
grunnin hjá Feroya Arbeiðara-
felag, meðan tilsamans 325.000
kr. eru settar av til arbeiðs-
loysisgrunnarnar hjá Havnar
Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag og Feroya
Arbeiðarafelag.
Vit biðja lesararnar umbera
okkum mistakið.
an, at felagið varð stovnað, vóru
javnaðarfólk í Feroyum, men
tey vóru ikki skipað í valfelag.
Ungir menn tóku seg saman í
ung-sosialistafelag. Teir hildu
kjafkundir, hildu bleð, sosial-
istisk tíðarrit og bekur, og vóru
soleiðis pionerar. Men ikki fyrr
enn í 1925 kunnu vit tala um
nakran skipaðan javnaðarpoli-
tikk i Føroyum, hóast grannar
longu 50 ár undan vóru komnir
so langt áleiðis, at teir høvdu
skipað seg í valfelog og flokk.
Stovnanin
Stovnandi fundurin av Suður-
streymoyar Javnaðarfelag varð
hildin í Tinganesi, í »forhen-
værende købmand A. W. Skib-
steds kontor«. Stovnararnir vóru
10 í tali, og vóru teir allir, sum
gerðabókin sigur frá, yvir 25 ár
uttan ein.
Stovnarar vóru: Mourentius
Við Stein, formaður, Anton
Andrésen, skrivari, Frits Han-
sen, kassameistari, Georg Ru-
beksen, nevndarlimur, Johannes
Hansen, nevndarlimur, Poul
Johs. Hansen (Eiðis Poul Jó-
hannes), Johannes Krogh (Jo-
hannes hjá Gutta Jens), Chr.
Guttesen (Kisan) og Joen Chr.
Andreasen (Kristian hjá Rakuli).
Men tað vardi ikki leingi áðrenn
tað vóru fleiri, sum tóku lut í
felagsarbeiðinum. Nevnast kunnu
C. V. Fossaa, Hans B. Arge,
Jákup í Snikkarastovu, sum í
nógv ár sat sum nevndarlimur
og skrivari, Joan H. hjá
Mouritsi og Diaba í Dunnings-
stovu.
Formenn
Formenn felagsins øll hesi árini,
síðani 1925, hava verið M.
Viðstein, Poul K. Mouritsen,
Hans J. Jacobsen (Heðin Brú),
J. P. Henriksen, J. Lindenskov,
Martin Joensen, Hanna Lisberg.
Á seinasta aðalfundi varð Heðin
Klein valdur til formann eftir
Jákup Lindenskov.
SOSIALURIN fer í leygar-
dagsblaðnum at skriva meiri um
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag,
og tá koma eisini fleiri myndir.
Skulu gera nýggja havnarskrivstovu
Símun og Alexander Abrahamsen hava keypt
ein keikrana fyri 170.000 krónur
loyvdu troløkjunum.
AMA NASRAR SARA RA SARA SRA RS RAANAR SSA RARSSJGGRRSAR
rr
Troltidin av
Troltidin er av i år, og teir flestu båtarnir eru
nú farnir at rigga um til línu. Besti báturin í år
var Leithamar úr Vestmanna,
meiri enn 30 tons innan fyri fiskimarkið á
Henda myndin varð tíkin umborð á
Christinu, meðan hon trolaði í summar.
ANNANANANNRSANRNNNSRRSNSRRANNANNNRRNRRNNSRRRANSNSDN
9
2
FÅ
(A
Á
|
í
9
8
2
%
FÅ
9
VA
VA
Z
6
PÅ
FÅ
FÅ
VA
æ
Z
FÅ
Z
Z
PÅ
7
Á
2
SR
sum eet
Á
A
£
%
:
Ætlanin er at byggja nyggja
havnarskrivstovu í Fuglafirði.
Hon skal byggjast, har sum
tann gamla stendur, men verður
heldur størri. Í neðra skulu vera
goymslurúm og skrivstovuhøllir
i erva.
Keypt keikrana
Simun og Alexander Abraham-
sen í Fuglafirði hava keypt ein
keikrana av Skála fyri 170.000
kr. Kranin, sum kann koyra
millum arbeiðsplássini, kann
lyfta 7—9 tons í senn. Teir hava
roynt kranan í keiarbeiðinum í
Fuglafirði og siga, at hann
roynist væl.
Arbeiðsmannafelagið hevði í
vikuni eitt uppskot til viðgerðar
um at keypa tann sama kranan
av Skála, men uppskotið varð
felt.
Farnir at planera
Arbeiðið upp á havnina í Fugla-
firði gongur væl. Útgrevsturin
til nýggja virkið hjá p/f Trol er
liðugur, og teir eru nú farnir at
planera.
Arbeiðsmannafelagið hevur
sekt um at 2.000 m? á keiini í
Fuglafirði til at leiga út til
goymsluøki, sum t. d. til
Skipafelagið Føroyar. Skipafel-
agið leigaði fyrr eitt eki i Fugla-
firði, men teir eru nú fluttir inn í
Runavíkina.
Rigga av
Trolbátarnir í Fuglafirði eru
farnir at rigga av. Uranus hevur
verið undir Íslandi við snellu.
Bendurnir fáa 5 kr. fyri hvert
kg. av seldum neytakjeti í
studningi. Hevði eg sitið í
landsstýrinum, skuldu teir
fingið 5 kr. í bót fyri hvort
kg. av seldum neytakjøti.
Hósdagsprátið hjá Krayon í
Dimmu í morgin hevur yvir-
skriftina: Um at sita á bukk-
uni.
Teir hevdu 30.000 pund av upsa.
Vónin hevur avreitt 200 kassar
av isfiski undan Feroyum.
Olavur Halgi, sum er undir
Íslandi, verður væntandi aftur í
morgin.
Framhald frá síðu 5
Hetta ljóðar kanska legið fyri
tær, men hetta er so. Ti um tú
las í Dagblaðnum fyri stuttum,
so sást tú eisini, hvussu vorðið
er við småsølu av fiski. Ja her
var beinleidis lyst, hvussu drep-
andi tad er fyri hin låglønta, tå
ov nógvir millumhandlar eru
ímillum framleiðara og keypara,
tá veran verður keypt. Og mín
vón er tí, tann sama sum hjá
Sverra, at einki sum verður
framleitt í Føroyum ella útvegað
á annan hátt í Feroyum, skal í
framtíðini fáa loyvi at steðga á í
nøkrum handli, so hetta dýrkar
veruna. Ti sum vit lósu í
blaðnum, so hækkaði prísurin
ikki minni enn 5 krónur fyri kilo
á fiski frá Bacalao til Restorff
ella aðra selubúð. Og um vit
samanbera hetta við kjøtprisin,
so kundu bendurnir, við at
slakta sjálvir á egnum slátur-
virki, fingið 2—3 krónur meira
fyri kilo, og samstundis hildið
nakað aftur í prísi fyri at hava
samkenslu við kundunum, sum
ikki eiga ov nógv av peningi um
hendur og so eisini fyri at hava
góða samvitsku.
Tórshavn, 19.9.1975
Tignarliga
Jákup Jóhannes Joensen
NB.
Burtur við monopolum, sum
er einaræði, ið eyðrænir fræls-
ið!!!
x
Persónjagstran
Frá fyrsta degi, síðani javnaðar-
flokkurin varð stovnaður, hava
teir borgarligu mist svevnin,
sum teir hava spekulerað hvussu
í víðu verð tað kann gerast av
við hendan flokkin. Eg kann
nevna tann fyrsta sosialistin í
Feroyum, J. P. Davidsen. Vit
minnast, hvussu hann bleiv
jagstraður, meðan hann arbeiddi
í Havn. Ja, tað var enntá so
galið, at hann fekk tvinnar
kostir í at velja. Um hann hlet
fast við síni sjónarmið, skuldi
hann missa sítt arbeiði. Og
hvønn kostin, hann valdi, er
meiri enn neyðugt at siga frá.
Tey sosialistisku grundsjónar
miðini brunnu so í barmi hans-
ara, at tað var ógjerligt at
sleppa teimum fyri borð. Eg fari
her at siga honum og ellum
hinum, sum hava borið javnað-
arflokkin fram til landsins
størsta flokk, eina tøkk. Og ikki
at gloyma P. M. Dam, javnaðar-
hevdingan, sjálvan.
Sosialistur