Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-27, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. september 1975síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Valdu at siga seg úr felagnum fyri ikki at missa breyðið Suðurstreymoyar Javnaðarfelag 50 ár frælsi javnaður brødralag Nr. 66 — Leygardagin 27. september 1975 — 48. årgangur — Leysasøla 1,50 kr. Brutto ella netto Bæði i talu og skrift er nogv sagt um tey van- lukku kombandittfeløgini og seinri partsreidariini, ið heilt ella lutvís sleppa persónum við annars góð- ari innteku undan at gjalda skatt. Sjálvur skattafyrimun- urin við hesum feløgum er, sum nevnt, ofta umreddur og eisini av okkum, so øll skuldu verið kunnug við okkara stødu í hesum spurningi. Oddagrein å sidu 2 Dollarin og vit Í sambandi við tær rættu- liga stóru broytingar, sum hava verið í ráfiskapris- inum seinastu árini, hevur frágreiðingin í rættuliga stóran mun verið tann, at dollarvirðið er broytt. Og veruleikin er eisini tann, at virðið av dollaranum er av avgerandi týdningi fyri okkara buskap. Oli Jacobsen, formaður i Fiskimannafelagnum, skrivar panelgrein å sidu 4 Hava úr at gera Handverkararnir, sum eru å Skálafjorðinum, hava úr at gera. Tað frættist, at tá ein maður hevur fingið grundeki og skal til at byggja, er ofta leini, áðrenn hann kann byrja, av tí at handverk- ararnir hava ov nógv at gera. Besti leirurin finst í Føroyum R Í Tann fimta brúkarastevnan í byrjaði hósdagin, endar í annadkvøld. Til- samans 31 útstillarar eru á stevnuni, og tað eru fýra fleiri enn í fjør. Tá varð básurin hjá Vágar Design kosin at vera hin vakrasti. Í hesum sambandi handaði Birgit Mortensen einum umboðsmanni frá Vágar Design eitt blómutyssi, tá brúkarastevnan varð sett hós- Ein dani, sum tey seinastu 2--3 árini hevur arbeitt nógv við føroyskum tuffi, er komin til tað úrslit, at foroyska tuffið er væl egnað til glasur. Í vár var hann í Føroyum og hevði við sær heimaftur vertir av tí hvíta leirinum, ið m. a. finst undir kolalindunum í Hvalba. Samantikid er hansara metan, at Føroyar í mun til hini norðanlondini koma at verða ein týðandi framleiðari av keramiskum brúks- lutum. SOSIALURIN hevur hitt Tormóð Dahl, idn- aðarráðgeva, og spurt hann um hesi viður- dagin. Síða 12 skifti. Síða 7 Kalsoyingar og kunoyingar illa nøgdir við postflutningin — Fá leygardagsblødini og post frá leygar- degnum tysdag og tey flestu blødini, sum koma út, fáa teir leygardag Hóast strandferðslan ger tveir túrir í Kalsoynna og til Kunoyar mánadag, og annars siglir hvenn dag uttan sunnudag, fáa vit ikki leygardagsblødini og annan post frå leygardegnum fyrr enn tys- dagin i vikuni eftir, sigur ein kalsingur, ið er illa nøgdir við postfluttningin. Hann sigur, at tey seinastu árini hevur strandferðslan lagt siglingina hjá >Barskor< soleið- is, at siglt hevur verið av Klaks- vík aftan á at rutan er komin úr Havn, t. v. s. kl. 10 og 11 fyrra- partin. Hetta førdi við sær, at kalsingar og kuningar fingu blødini og postin sama dag triggjar ferðir um vikuna, nevni- liga týsdag, hósdag og leygar- dag, meðan mikudagsbleðini og friggjadagsblødini vóru ein dag gomul, tá tey komu. Hesa skipan vóru vit væl nøgd við. Men nú er verri. Strandferðsl- an er farin aftur til tað gamla, at »Barskor« siglir av Klaksvík hvenn morgun kl. 8, t. e. umleið tveir tímar áðrenn posturin kemur úr Havn til Klaksvíkar. Og av gomlum »vana« kann postverkið ikki senda post mánadag, tá hesin ikki er traditionellur postdagur hjá kalsingum og kuningum. So- statt fáa vit ikki leygardags- blødini fyrr enn týsdag, sigur kalsingurin, ið heldur hetta vera stórt afturstig í mun til tað, sum var frammanundan. Og hósdag er sama skilið sum leygardag. Tá siglir postbáturin eisini tveir tímar áðrenn post- urin kemur úr Havn. Friggjadag sendir postverkið heldur ikki post, og tískil fáa vit hósdags- og friggjadagsbleð leygardag. Orsekin til hetta óskil má vera ov lítið samstarv millum strand- ferðsluna og postverkið, heldur kalsingur at enda men sigur seg heldur ikki fata, hví strand- ferðslan ikki kann sigla av Klaksvík tveir tímar seinni, soleiðis sum gjørt er nú í nógv ár.